Sosialurinarkiv
Sosialurin 1986-08-05, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. august 1986síða 7

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tíðindablaðið Síða 7 Mw. 87 — 5. august 1986 Langelinie friggjadagin: Hundradtusund danir fara at - rópa hurrå fyri Ova! Diana Victoria nú í Kattegat Myndirnar eru frá móttek- uni í Legster í farnu viku. Foto: Lis Hammild Tað verður gjert stórt hóvasták burtur úr, nú tíð- in nærkast, tá Ove Joen- sen kemur til Keypmanna- havn. Félk, sum Sosial- urin hevur verið í sam- band við, vilja vera við, at ein skal ikki gerast kløkk- ur, um meira enn 100.000 fólk fara at rópa hurrá fyri Ova, tá hann fríggjadagin leggur at bryggjuni í Langelinie. Ove helt fram við sigursferð síni gjegnum Limfjerðin alla seinastu viku. Leygardagin róði hann framvið Álborg, har millum 15.000 og 25.000 fólk viettraðu til hansara og hevdu góðynski at geva honum víðari á ferðini. Í Ålborg var eisini stórt tal av bátum, sum sigldu út ímóti Ova, og í einum teirra var móðir hansara saman við trimum systr- um. Hetta er fyrstu ferð tey síggjast, síðani Ove fór úr Nólsoy tann 1. juli. Skal og má klára tað! Seinast vit tosaðu við Ova var sunnukveldið. Tá var hann staddur fýra fjórð- ingar úr Kattegat og hevði lagt bátin fyri at fáa sær hvíld. Hann hevði tá eisini bæði mótvind og mót- streym. Ove ætlaði sær so víðari mánadagin, teir umleið 100 fjórðingarnar til Keypmannahavn. Veðrið er annars skift- andi. Hann sigur frá vest- an, og tað skuldi verið góð ætt, men Ove royndir nú at koma so langt suður sum gjørligt, um tað skuldi hent, at ættin skifti til sunnan. — Roknar tú við at klára til Keypmannahavnar fríggjadagin? — Eg bæði má og skal klára tað og vóni, at veðrið verður til vildar. Ove sigur, at hann er seinkaður einar tveir dagar í túrinum gjagnum Limfjerðin. — Eg verði yvirfallin av fólki, sum koma móti mær í bátum og leggja at borði. Øll vilja tey hava min autograf og tað krevur bæði tíð og orku at ganga teirra ynskjum á meti. Eg hevði ongantíð hugsað mær, at undirtekan fór at vera so stór. Tað sýnist sum fólk halda hetta vera stersta bragdið, sum er gjørt í langa tíð. — Kanst tú ikki visa båtarnar frå tær? — Tað er ilt at gera við, tí ein vil helst ikki for- nerma nakran og ell vilja vera so blíð, so tað er ringt at vísa fólk frá sær. Hugsi ikki um pengar — Nú hevur nógv verið tosað og skrivað um, hvat tú manst fáa burtur úr hesum túrinum, peninga- liga. Onkur vil vera við, at tú verður millióningur. Men Ove, er tað nú pen- ingaligi vinningurin, sum drívur verkið? — So avgjert ikki. Eg geri ikki henda túrin fyri sjálvum pening. Men fólk skulu at vinna mær vita, at eg havi longu brúkt nógvar hundraðtús- und krónur uppá bát og útgerð, og haraftrat havi eg brúkt stóran part av míni vanligu arbeiðstíð seinastu árini at fyrireika hesa ferð. — Eg vóni tí, at eg fái so mikið burtur úr, at eg kann klára tær útreiðslur- nar, og verður so nakað til avlops, so eri eg fegin um tað. Øll vita eisini, at eg havi sett nógv uppá spæl fyri at gera hesa ferðina. — Ert tú annars negdur við sponsoravtaluna við Idé-meblar og samarbeið- ið við Birgir Andreassen? — Eg eri sera væl nøgd- ur við avtaluna men enn meira negdur við tað sera góða samarbeiðið við Birgir Andreassen. Uttan hann hevði hesin túrurin als ikki verið meguligur, so eg havi honum nógv fyri at takka. — Nær ætlar tú at koma aftur til Feroya? — Tað er ómeguligt at siga nú. Nú má eg fyrst rekka leiðina fram og so fari eg at vitja fleiri av Íde-handlunum her niðri. Væl fyri Vit spurdu eisini Ova hvussu hann hevur tað sálarliga og kropsliga. — Eg eri sera væl fyri, men eri nakað eymur í vinstra armi og ringur í hondunum. Annars hevur henda uppliving verið so stór, at ein verður heilt órógvaður í sinninum av allari hesi móttekuni, sum eg als ikki hevði droymt um. — Men uttan mun til succes og mótteku, so skulu feroyingar vita, at eg eri tann sami Ove, tá eg komi heimaftur: — Tú hevur einaferð sagt, at tú kundi hugsað tær at róð til Amerika, um tú kláraði henda túrin. Ætlar tú at rógva tann teinin? — Eg havi nú næstan fullført mín stersta dreym í lívinum. Tá hesin túrurin er av, so er eisini liðugt við rógvaríinum, eg eri troytt- ur av tí. , Eg havi nú verið einsa- mallur í árabáti í meira enn ein mánað og ein veit á sinni og kroppi, hvat ein- semi vil siga. Ein verður rætt og slætt ónormalur at vera so leingi í einum árabáti einsamallur, so eg gevist nú. Hugskotið í New Zealandi — At enda Ove; hvussu fekk tú hugskotið at fara undir at rógva úr Feroy- um til Danmarkar? — Tað var i New Zea- landi í 1974. Tá eg sá ein bát, sum ein maður hevði róð úr New Zealandi til Australia og sá hvussu stóran áhuga fólk vístu ferðini og bátinum, fekk eg brell og hugskotið at gera eina ferð úr Feroyum til Hetlands. Seinni helt eg so tað vera rætt at rógva til Danmarkar eis- ini. Nú er so tann dreymurin við at gerast veruleiki, og tey siga mær, at meira enn 100.000 fólk fara at taka ímóti í Keypmannahavn. Nú vóni eg at eg toli av- bjóðingina. Heilsa ellum. jan