Sosialurinarkiv
Sosialurin 1986-08-05, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. august 1986síða 11

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

NRA Og | | i i i í Nr. 87 — 5, august 1986 Í EKSTRA BLADET V GÅR TI mig Í SK ipperen ruer Færøerne GROTESKE ANKLAGER á af de dnseke politifolk lv i fare under en — voldsom aktion + begynde! son af júlí. og bene skib vil or #1 havn brugt 20 færmeke — Dou Watson tager mu til Færøerne med Svo Shepherd. de mod forstærket stævn, så ha omghende blive bordet, og — grotenle og den behandling. — riske grinde drab heis som han selv hvis han mx prøver si sejle ind | la tørrnoriel farvand igen. Er udsat for på Færøerne, meren. +; v) 6 BARBARISKE or deres uhyggelige og barbe FORTSAT NEJ TIL PIGERNE Kjartan Hoydal, fiskivinnustjøri: Så sår de fremturer med Síða 17 AF CHRIS WAMMEN Aftur loddrættar lygnir frå Watson — Uttalilsini hjá Watson i »Ekstra Bladet« einki annað enn gabb og lygn. — Eg trúgvi als einki uppá hasi orðini um boykott. Tí eftir tí, sum vit hava frætt frá eðr- um umhvervisfelags- skapum, so vilja teir als einki hava við Watson at gera. Teir meina, at Watson er meira til skaða enn gagn fyri sek teirra. Hetta sigur Kjartan Hoy- dal, fiskivinnustjóri í eini viðmerking til greinina í »Ekstra Bladet«. — Vil tað siga, at alt, sum Watson sigur, er tad reina fupp og svindul? Eg vil fegin siggja prógv, um tað hann sigur, áðrenn eg trúgvi tí. M.a. sigur hann, at bræv er seat til Atla Dam. Vit hava einki bræv fingið. Eisini sigur hann, at brævið skuldi kunngerast í BBC sunnudagin. Hetta er heldur ikki hent, hava vit frætt úr Bretlandi. Og lýsingarnar hann tosar um eru ikki at síggja í blød- unum. Kjartan Hoydal heldur, at tað er ein ávís orsek til, at Watson nú úttalar seg til eitt danskt blað. Hon er tann, at Watson nú um dagarnar skuldi havt tikið ímóti eini grenari virðislen frá eini fyriteku í Fælled- parkini i Keypmanna- havn, ið nevnir seg >Café- pavillionen«. Watson søkti løgreglu- málaráðið um loyvi at koma til Danmarkar, men fekk at vita, at hann bleiv handtikin, um hann setti fót sín á danska jerð. So eg trúgvi, at greinin stendur í samband við hesa Ø virdislønarhand- anina, sum so bleiv av ongum, sigur Kjartan Hoydal. Lygnir Annars visir hann å, at i greinini eru teir vanligu skeivleikarnir fyri ikki at siga lygnirnar, sum koma so oftani fyri i sambandi vid Paul Watson og felags- skap hansara. M.a. verður sagt, at „men nár man ikke en- gang tager talrige henstil- linger fra IWC alvorligt, bliver vi nedt til at gá til angreb på flere fronter«. — Hetta er ein loddrøtt lygn, ti vit hava ongar trupulleikar við IWC. Vit fylgja teimum í ellum tí, sum er samtykt har. Kjartan Hoydal vísir eisini á, at slíkt fær seg at halda, at Watson í veru- leikanum eingi argument hevur longur. — Og so nevnir hann, at hann forðaði grindadrápi í fjør, men hann gloymir at nevna, at royndir hansara i år miseydnaðust. Kjartan Hoydal visir annars á, at fjelmiðlarnir so við og við eru við at finna út av, at spurning- urin um grindadráp ikki er ein umhvervisspurningur, soleiðis sum Watson vil gera hann til. — Tað er ein spurningur fyri teir felagsskapir, sum ganga inn fyri, at djór als ikki skulu drepast, at tey skulu hava tað gott. Um- hvervisspurningur er tað ikki. — Er tú negdur við tað arbeiði, sum er gjert frá feroyskari síðu viðvíkj- andi grindadrápinum. — Tað eri eg. Serliga eri eg fegin um, at grinda- menn klára at drepa grind eftir nýggju reglunum. Hyggja vit at teimum trimum seinastu dráp- unum, so vita vit, at tað hevur gingið skjótari, hvalvákn hevur ikki verið nýtt og ongulin er brúktur uppá slíkan máta, at hval- urin er deyður stutt eftir, at tað er hegt í hann. jan — Eg komi aftur sigur Watson við >Ekstra Bladet < — Feroyingar hava eftir øllum at dema ikki skilt boð okkara um at steðga grindadrápi, so vit verða noyddir til at gera álop aftur. Hetta sigur Paul Wat- son frá Sea Shepherd- felagsskapinum í samreðu við danska blaðið >Ekstra Bladet< seinasta leyg- ardag. Tað er ikki greitt, nær skipið hjá Watson, sum liggur í bretskari havn, fer aftur til Feroya, men í ein- um brævi frá felagsskap- inum til Atla Dam, leg- mann, sum skuldi al- mannakunngerast í BBC sunnudagin, verður greitt frá, at Sea Shepherd-fel- agsskapurin fer at boy- kotta bæði danskar og fer- oyskar verur, sum verða seldar í Bretlandi. Lýsingar-boykott Saman við sjey eðrum um- hvervisfelagsskapum, sum telja meira enn 500.000 virknar limir i USA, Canada, Bretlandi og Sveríki, heitir Sea Shepherd í lýsingum á brúkararnar i Norð: amerika og Vestureuropa um ikki at keypa danskar meblar og fiskaverur soleingi føroyskir mynd- ugleikar og danska stjørn- in framhaldandi loyva grindadråpi i Føroyum Í brævinum skrivar „Ekstra Bladet< víðari, leggur Sea Shepherd upp til eina samráðingarloysn, men í Feroyum er als eingin áhugi fyri at tosa við Paul Watson og fel- agsskap hansara, skrivar blaðið, sum leggur aftrat, at Watson er skuldsettur fyri at hava hótt 20 fer- oyskar legreglumenn við lívinum. Hvat viðvíkur åkær- unum móti sær sjálvum so heldur Paul Watson tær vera púra burturvið og sigur, at viðferðin hann og fólk hansara fingu í Feroyum samsvarar als ikki við vanligan rættar- praksis. Barbarisk grindadráp — Tá feroyingar halda fram við sínum óhugna- liga og barbariska grinda- drápi, eru vit rætt og slætt noyddir til at leggja uppí — eisini um hetta kann vera vandamikið fyri okk- um. Watson sigur seg ikki bera ótta fyri at vera handtiknan = og vísir annars til, at stríð hansara hevur givið úrslit longu. — Tá vit lógu uttanfyri Havnina í fjør, var einki grindadráp, so okkara hjá- vera hevur havt týdning. Í letuni er Paul Watson í Canada, har hann roynir at skaffa fleiri pengar til stríðið ímóti feroyingum. Um stutta tíð fer hann aft- ur til Bretlands, har skip hansara Sea Shepherd verður gjert klárt til næstu herferð. Spell Sarah Hambly er forseti fyri Sea Shepherd-felags- skapin í Bretlandi. Hon sigur við »Ekstra Bladet«, at bæði danski og feroyski búskapurin fara at merkja sviðan av boykottinum og vísir hon annars til av- gerðina hjá íslendingum at steðga stórhvalaveiði í eina tíð, og heldur hon tað vera aftaná trýst frá m.a. amerikonskum hvervisfelagsskapum. — Tað er spell, at vit nú skulu verða noydd til at fremja slík tiltek móti denum, serliga tí vit vita, at nógvir danir hava and- stygd móti grindadrápi. — Men tá ein ikki tekur hópin av áheitanum frá al- tjóða hvalaveidi-nevndini í álvara, verða vit noydd til at gera áiop á fleiri vig- vellum, og tað fer at henda nú, sigur Sarah Hambly við blaðið. um- jan