Sosialurinarkiv
Sosialurin 1986-08-09, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 9. august 1986síða 19

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

oo AA AAA — Nr. 88 — 9. august 1986 tíðindablaðið Ungdómur í trúarvirki fundir í Havn Sunnukvoldið og månakvøldid kl. 20.00 fer felagsskapurin YWAM, Youth with a Mission ella Ungdómur í trúarvirki, at hava fundir í Læraraskúlahollini Felagsskapurin er stovnaður í 1960. Hesa frágreiðing um virki hansara tey 25 árini hava vit fingið frå Thomas Juul Askham. sum eisini skipar fyri fundunum í kvold og annaðkvold Loren Cunningham, sum stovnaði YWAM í 1960, Síðani Loren Cunningham stovnadi felagsskapin Youth with a Mission, YWAM. I ngdómur í Trúarvirki, í 1960, hava tíggjutúsundtals fólk um allan heim verið við at útinna boð Kristusar um at ”'fara út í allan heimin at kunngera evangeliið fyri Øllum skapninginum« (Mark. 16,15). Í ár halda vit 25 ára stovningardag sun trubodarafelagsskapur. Vit takka Gudi fyri lovvid at gera okkara part til at fullføra stóru boð Hansara Ungdómur í trúarvirki fær stuðul frá øllum slogum av fólki til at virka á ymsum evangeliskum økjum. Ung fólk, familjur, pensiónistar, studentar og fólk við hægri útbúgving teljast millum okkara. Fólk úr meir enn 100 londum og nógvum trúarsamfelegum eru við, frá teimum nyføddu í trúnni til kirkjuleiðarar og trúboðarar við nógvum ára royndum. Hvert ár arbeiða 15.000 fólk í stytri verkætlanum hjá YWAM. Ferðandi trúboðarar hava verið í meir enn 200 londum higartil. Meir enn 1000 arbeiða stødugt í meir enn 125 deplum í umleið 50 londum. Hvat førir oll hesi fólk saman? Gud hevur givið okkum eitt verk at útinna. Tað eru meir enn 4 miljardir fólk á jerðini í dag, og meir enn helmingurin av teimun hevur ongantíð hoyrt Jesus Kristus nevndan. Handan mentanarligar forðingar eru meir enn 16.750 fólkabólkar. sun ongantíð eru nádd og einki livandi vitni hava un gleðiboðskapin teirra millum. Tað er møguligt at gera tað. sum Gud hevur boðað sam komu síni at gera. Ein rættvísinnar og kærleikans Gud hevdi ikki givið okkum eitt verk. sum ikki kundi verðið útint. Tað kostar okkum alt, vit hava, men samkoma Jesu Krists kann útinna stóra verkboðið Loren Cunningham, altjóða leiðari hjá YWAM, segði nýliga: >Tað verða ovanligar heimsumfatandi byltingar í hesi åratiggju. Attatiårini fara at síggja fleiri at koma til Kristusar, enn øll onnur áratíggju tilsamans. Men meiri forfylging og fleiri pínslarváttar verða eisini. Hetta er ikki i í din at óttast, men tíðin at virka” TRIGGIR VERKHÆTTIR Ungdómur í trúarverki nýtir tríggjar verkhættir máli at bera gleðiboðskapin til allan heimin: Evangeliiboðan: at breiða út Guds boð Upplæring: at fyrireika arbeiðsfólk at rekka onnur Náðitænasta: at vísa Guds kærleika í verki hættir, sum vit trúgva, at Gud hevur givið okkum, fri at vera partur av ti Hesar tríggjar tænastur hjá Ungdómi í Verki verða útintar á ymiskan hátt av grundleggjandi deildunum hjá YWAM, nevnd LIFI lið. Hesi arbeiðslið kunnu vera stór ella smá, ferðandi ella stoðufest, mannað av fyribils sjålvbodnum ella stødu, um starvsfólki. Hvert av hesum liðum er bundið at einum ávísum trúboðaramáli, venjing ella náðartænastu og arbeiðir saman við staðbundnu YW AM leiðarunum. Tey royna eisini at samstarva við samkomur á staðnum og systurfelagsskapir. Viðvíkjandi fígging fær eingin i Ungdómi í Trúarverki løn, so øll okkara, frá tí seinasta sjålvbodna til altjóða leiðara, hava ábyrgd av egnum grundleggjandi tørvi til livsins uppihald. Summi starvsfólk fáa regluligan stuðul frá samkomu síni heima, vinum og skyldfólki, meðan onnur líta á Guds umsorgan aðrar vegir. HVUSSU VIT ARBEIÐA: GleðiboðanFrá Svøriki til Saipan boðar ungdómur í Trúarverki frelsuna á mangan ymiskan hátt. Gleiboðanarhátturin hevur verið ógvuliga fjølbroyttur, tí hver einstakur ungur i trúarverki verður stuðlaður til at søkja Gud um Hansara hjálp til best at rekka einum serligum fólkabólki í einum býi, á eini oyggj ella úti á landsbygd. Hetta kann gerast við tænastu til treingjandi í stórbýum, við at vitja universitet, vid at býta Bbliur ókeypis til meksikansk heim, at vitja altjóða ítróttarsteynur, at taka lut í sjónleiki og tónleiki, at búgva hurð um hurð við innfødd í afrikanskari bygd ella amerikanskum býi ella at vera partur av eini skipstænastu við óavmarkaðum meguleikum. Í hverjari roynd at boða gleðiboðskapin fylgja vit nýumvendum og seta tey í samband við grundfestar samkomur ella kirkjur, har sum tað er møguligt. Vit hjålpa eisini hesum umvendu at skipa kristnar samkomur, har sum ongar eru frammanundan. Upplæring. Vanlig samanlegging ber ongantíð gleðiboðini um Jesus Krist til hvenn einasta persón í heiminum. Til hetta krevst margalding. Við at viðurkenna hesa arbeidsreglu taka vit lut í ymiskum upplæringaætlanum mangastaðni i ellum heimspertum UPPLÆRINGARSKÚLAR. Miða ímóti at fyrireika boðarar av gleðiboðskapinum, leggja fólki lag á at kenna Gud inniliga. Vit arbeiða at evna Kristi sinnalag, at stovna bíbilsk samskifti millum næmingar og Gud og millum næmingar og familjur og vinir teirra. Málið er at fáa í lag dagligt lív við Gudi heldur enn at savna vitan. Fimm ella seks mánaða ætlanirnar fevna tríggjar mánaðir av bíbliuskúlafrálæru og tveir ella tríggjar mánaðir við virknari tfubodan. Livandi frálæra og fyrilestrar á sjónbondum frá ymiskum pertum av heiminum og ráðlegging millum einstaklingar hjálpa trúgvandi at gerast virkin kristin og sálarvinnarar. Skúlar í evangeliiboðan greiða boðskapin og trúboðanarmátarnar at hjálpa fólki at gera Gud kendan um heimin. Við at fylgja krøvunum hjá upplæringarskúlunum geva evangelisku skúlarnir víðari venjing um eginleikarnar og arbeiðslagið hjá Gudi, sum tað verður greitt frá í Hansara orði, og hvussu Hansara kærleiki kann verða borin víðari til allar partar av samfelagnum. Evangeliski skúlin tekur seks til niggju mánaðir, 3 mánaðir í flokki, 3 mánaðir á eini verkterd, har trúboðanin verður vist í verki, og 3 mánaðir sjálvvalt fremmand mál ella serliga arbeiðshátt. Serligir skúlar hjá YWAM læra meiri um arbeiðshættir at gera Gud kendan í ymiskum pørtum av samfelagnum og á ymiskan hátt. Hesir hættir umfata kristna ráðgeving, barnaskúlaupplæring, sjúkrahálp, fremmant mál, trúboðan og bíbliugranskan. Harumframt hava vit skúlar, sum arbeiða við muhammedanska heiminum, kommunistiska heiminum, eini skapandi tænastu, fødslulæru og jarðarbrúki. Upplæringarætlanir hava eisini verið frá barna- og til universitetsstødi. YWAM forskúlar og barnaskúlar eru settir á stovn ymsastaðni at geva bíbliugrundaða upplæring til mong, harimillum børn hjá tfubodarum i YWAM og ødrum. Kristin universitet á Kyrrahavsøkinum og í Asia eru stovnað í Kona á H awaii, sum laggja dent á altjóða trúboðaraarbeiði Háskúlar, sum nú virka, leggja dent á kristnibodan, upplæring. ráðlegging og heilsurøkt. Háskúlar, sum undirvisa í humanistiskum lærugreinum, altjóða gransking, útinnandi list og kommunikasjon verða stovnaðir í framtíðini. YWAM náðartænastur stremba eftir at sýna Guds kærleika til fátæk. treingjandi og neyðstedd. Vit hava avdúkað, at gleðiboðan einsamøll er ikki nóg mikið. Sum ein hungursraktur maður í Afrika segði við eitt av okkara verkfólki fyri nøkrum árum síðani: ""Eg kann ikki hoyra teg. Eg eri ov svangur" Náðartænastur kunnu rudda slóð fyri teirri máttmestu trúboðanini — at vinna gleðiboðskapinum rættin at verða hoyrdur. Okkara náðartænastur umfata búnaðarlæru, fødslutænastur, bygnings- og vidlikahaldstænastur, heilsu- og tannarøkt, sjálvbodna endurútbúgving, mål og mentanartillagingarflokkar fyri flóttarfólk, matna=og klædnaútbýting. Eisini fara menningarlið til oki, har knapplig neyð er og veita hjálp í landbúnaði, heilivági, bygging og aðra hjálp. YWAM skipið, M/V Anastasis (”uppreisn”” á grikskum) fekk siglingarloyvi í 1962 og varð útgjert til tænastu í havnabýum kring heimin. Skipið er 11.700 tons og slakar 200 metrar til longdar við uppihaldsrúini til 674 fólk. Tað hevur 5 lastrum til neyðsynjarútgerð og mat og 18 sjúkraseingir. Hetta skipið er ein serlig flutningstænasta, sum er tek til at bera gleðiboðskapin um Jesus Kristus og Hansara praktiska orð um kærleika til øll neydstødd havnarøki. i upplysingar i hu. Glenn Miller var bara 40 åra gamal, tå hann doyði í 1944 Í 1953 varð filmurin um lív hansara og tónleik gjerdur James Stewart spælir sera væl heimskenda tonlistarmannin, sum gjørdi messing til gull Filmurin eitur nú >The Glenn Miller Story<. Fyrr æt hann »Moonleight Serenade« eftir eyðkennislagnum hjá Glenn Miller Filmurin er alitandi og filmsframleiðarin Universal noyddist at gera nógv uppskot til hesin Framhald av forsíðuni hjá Orkuráðnum. Men at tað er ov tíðliga at siga nakað enn um úrslitið. Ætlanin er at halda fram við at fundast seinnu helvt av hesum mán- aðinum. Uppá fyrispurning um SEV er komið fram við nýggjum upplýsingum í málinum, sum ganga ímóti niðursteðuni hjá Orkuráðnum, sigur Klæm- int Weihe, at teir hava tosað um álitið hjá Orku- ráðnum og fortreytirnar annars og leggur aftrat, at málið er ikki so svart og hvítt, sum bleðini seta tað upp. — Tað er ikki »enten eller“ og tað er tað sjålv- andi í ellum lívsins viður- skiftum. Tað eru altíð nakrar fortreytir, sum allar loysnir byggja á. Um samráðingarnar annars sigur stjórin í SEV, at tær hava verið sera konstruktivar. — Men fyriliggja nýggir sum ikki samsvara við seinasta álitið frá Orku- ráðnum? tjaldinum handrit, áðrenn einkjan eftir Glenn, Helen Mil- ler, var nøgd Glenn Miller gjørdist kendur fyri løg sum Tuxedo Junction, In the Mood og Chattan- ooga Choo-Choo og i filminum er eitt brot, har Glenn Miller sjálv- ur og Louis Armstrong spæla í einari jazzholu í Haarlem. Teir spæla Basi n Street Blues og har vóru eisini teir báð- ir framúr góðu trummusláararnir Gene Krupa og Cosy Cole — Vit hava tosað um teirra álit út frá okkara fortreytum. — Er nakað nýtt í hes- um fortreytunum? — Tað eru tvær fortreyt- ir, sum eru týdningarmikl- ar. Tað eru hydrologiurin og kanalirnar í erva. Har hava vit verið ósamdir, og vit eru framvegis ósamdir. Tann tekniska loysnin í erva í samband við kanal- irnar er eftir okkara met- ing stak ivasom. Klæmint Weihe sigur, at SEV hevur gjert ávísar kanningar, síðani Orku- ráðið kom við sínum áliti. Tað eru m.a. hesar teir fara at tosa meira,ym á komandi fundum. 2 (Lesið samreðu vid Klæmint Weihe í komandi viku). jan Sostalurin telf. 11820 %x F i ” bå Í 3 F ”