týsdagur 12. august 1986síða 6
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 6
Telefon 118 20
Argjavegur 26. 3800 Argir
Postsmoga 76, 3800 Tórshavn
Utgevari: P/f Susialurin
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Miller
Fyritaksstjóri: Krisjan Daht
Blaðfólk: Høgni Djurhuus
Randi Jacobsen
Tórfinn Smith
Ljósmyndari: Kalmar Lindenskov
Uppseting: P/f Sosialurin
Prent: P/f Pressan 1981
Nossligir vinir
USA, BRETLAND og onnur stór-
veldi eru okkara sonnu vinir, júk
ar borgarliga pressan. Hetta vin-
arlag útinna hesi lond via ein fel-
agsskap, ið kallast NATO. NATO
er eitt satt vælsignilsi fyri limirnir
NATO er til fyri at verja teir, um
okkurt ilt skuldi borist á — fyrst
og fremst um Sovjet skuldi lopið
á. Eitt álop á eitt NATO-land er
tað sama sum eitt álop á øll. »En
for alle og alle for en« — akkuråt
sum hjå De tre musketerer.
NATO er fyrst og fremst ætlad
sum verja av demokratinum.
Kortini eru lond limir, sum einki
demokrati hava — Turkaland til
dømis! Men hetta er kanska und-
antakið, sum prógvar regluna, so
tað lata vit fara.
EFTIR STENDUR SO, at felags-
skapurin er til verju fyri limirnar.
Afturfyri skulu limirnir halda ávís-
ar skyldur mótvegis felagsskap-
inum, leggja pening og fólk til
eina felags verjuskipan mótvegis
innanlendis og uttanlanda fígg-
indum. Samanhaldið er sterkt og
annað herrópið umframt tað hjá
musketerunum er: »Heldur
deyður enn reyður!a Sosialisman
er tað absolutta onda og verður
skråsett sum innlendis figgindi.
NATO-fólkið kann blunda trygt
um nåttina, Thatcher, Reagan,
Kohl og onnur vakja.
EISINI FØROYAR eru eitt slag av
limi í NATO gjøgnum okkara rik-
isfelagsskap vid Danmark, eisini
vit leggja rygg til, sum tað so vak-
urt verður tikid. Vit hýsa nøkr-
um av teimum mest vandamiklu
NATO-stødunum yvirhøvur, stød-
um, id eru soleidis utgjørdar, at
tær automatiskt gerast fyrsta
bumbumål, tå samanbresturin
millum Warzawa- og NATOsam-
gongurnar gerst veruleiki. Sostatt
kunnu hvørki Reagan ella
Thatcher koma og siga, at vit ikki
liva pent upp til omanfyrinevndu
herróp NATO's.
TAÐ MAN Ti ikki tykjast lítið
hugstoytt hjå øllum teimum, sum
meta NATO sum eitt vælsignilsi,
at vit, eitt litid oyggjaland mitt i
einum havi av superstrategiskum
týdningi fyri NATO, verða hótt av
fremstu og sterkastu NATO-lond-
unum. Annað landið Bretland
byggir heimsins mest vanda-
mikla kjarnorkuverk beint uttan
fyri okkara dyr. Tá Dounreay
stendur liðugt, man fara at vera
torført at marknadarføra før-
oyskan fisk, sum veiddan ur the
clean an unpolluted Northatlantic
seas og um Dounreay, hvat Harr-
in forbjóði, skuldi farið i luftina,
so verður ikki livandi í Føroøyum
tey næstu fimti árini. Hesi viður-
skifti ørkymla tó ikki bretsku
stjórnina — hon leggur kjarnorku-
verkið, har tað ger minst skaða á
bretskt øki og leggur vertin á, um
sama verk samstundis hóttir alt
lív í Føroyum.
ONNUR HÓTTAN kemur úr
størsta NATO-landinum USA, har
konservativir kongresslimir nu
eru farnir i part vid økofascist-
inum WATSON á herferð við ti
endamáli at knasa føroyska bú-
skapin. Framferðin er tann sama,
sum nýtt verður mótvegis Íslandi
og ætlanin er, at fáa samtykt eina
heimildarlóg, sum fer at loyva
Reagan at seta innflutningsbann
fyri føroyskum vørum.
HETTA ER SO takkarlønin fyri, at
vit leggja okkara land til fyri verju
av størstu og sterkastu NATO-
londunum — nossligir vinir!
jd
Nr. 89 — 12. august 1986
Neydarrop!!!
Vit soknast eftir itrottar-
skrivara/itrottarskrivarum
Olavsøkan er farin afturum og hava ivaleyst mangir av les-
arum okkara varnast, at ítróttarskrivingin, sum mongu
undanfarnu árini eftir stødg í ein mánaða altíð byrjaðu við
frásagnum frá ólavsekukappingunum, enn ikki er komin í
rættlag.
Men fyri at siga sum er, so hava vit ikki enn fingið av-
loysara/-loysarar fyri John og Sofus, sum í so mong ár við
skriving teirra tæntu okkum — og ikki minst ítróttinum —
bæði væl og virðiliga.
Men hvert hevur sína tíð, og er tað sjálvsagt avmarkað,
hvussu mong tíggju-ár fólk kann væntast at hava orku til
at nýta hvert vikuskifti til eykastarv sum hetta og ynskja
teir sum vera man at sleppa undan hesi skriving eina tíð.
Men sum einasta føroyska blad, sum i so mong ár hevur
havt eina fasta og vælskipada itrottarskriving, eru vit ikki
sinnadir til at lata henda spennandi tidindaflutningin detta
nidurfyri.
Ti sóknast vit eftir fólki ella fólkum við hugi og hegni til
hetta arbeiði — og ikki minni, við skili og alski til ítróttin —
um sum skjótast at seta seg í samband við okkum fyri at
frætta nærri um treytir og hvussu hetta best kann skipast.
Tidindabladid SOSTALURIN
Box 76 Tórshavn
Tlf. I 1820
GRUNDSKEID I SVEISING
Treytað av m.ø. nóg stórari undirtøku verður í døgunum 15.-
26. september 1986 (vikurnar 38 og 39, 80 tímar) eitt skeið í
sjóing á byrjunarstødi fyri handverkarar. Undirvíst verður i:
Elektrodusveising, gass-sveising, CO2-sveising, alumini-
ums-sveising, TIG-sveising, lodding og flammuskering —
við størsta denti løgdum á elektrodu- og gass-sveising.
Luttøkugjald: 1200 kr.
Nærri upplysingar fåast vid at venda sær til metalldeild
skulans, telefon 1 1957-14.
TEKNISKI SKULIN
Torsgøta 21, 3800 Tårshavn