Sosialurinarkiv
Sosialurin 1986-08-14, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. august 1986síða 16

‹ fyrra síða allar 16 síður

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Lýsingar: Lýsingarmaður okkara er ráðgevari hjá fyritskum og Tit ringja — vit skriva Er nakað á vási? — tvamál? ú%. Ein spurningur, ella tíðindi, so ring til okkara. Vit eru til reiðar! einstaklingum í lýsingaspurningum. Hetta verður gjørt uttan meirkostnað fyri lýsaran. at bjarga gamlari bygd Nú verður roynt at forða fyri, at hendan gamla føroyska bygdin, Sund, verður avtikin. Pláss er bæði fyri henni og Sundsdeplinum, verður sagt. Stórur ahugi fyri nýggjum grunni — Foroya Fornminna- grunnur hevur havt sín fyrsta ársaðalfund. Í Feroyum er stórur á- hugi fyri at varðveita fornminni, serliga Múr- in og onnur fornminni í Kirkjubø Hetta er nidurstødan hjå nevndini i Føroya Fornminnagrunni, sum nú hevur virkað í stiv- liga eitt ár. Grunnurin varð stovnaður 30. mai i fjør Í juli varð heitt á fólk um at seta seg undir eina áheitan um játtan til Kirkjube- múrin, sum krevur um- væling. ongantíð ov skjótt. 480 tóku undir við hesum og higartil eru 150.000 kr. goldnar í grunnin. Verri enn so oll hava goldid enn og roknað verður við eðr- um 150.000 kr., tá á- minning er send út Roknað verður eisini við dupult so nógvum gjaldandi stuðuls- limum, ella 700 Í ársfrágreiðingini til ársfundin hjá Forn minnagrunninum verð- ur fýlst á. at tað tók Landsstýrinum næst- an eitt ár at góðkenna og staðfesta stovns- skipan grunsins. Legtingið hevur játtað 3 mill. kr. til bráðneyðuga um- vælingararbeiðið í Kirkjube. Men arbeiðið kundi tó ikki byrja í summar, sum annars var væntað. Hildið verður, at tær 3 milliónirnar rekka til bráðneyðugu umvælingina. Men hugsast má eisini um framtíðina. Onkur hevur skotið upp at gera Múrin lidnan, tað vil siga gera hann til dómkirkju, verð- ur upplýst í arsfrågreidingini hjá Fornminnagrunn- inum. Myndin er ein gomul tekning. Soleiðis kundi dóm- kirkjan sæð út. Sagt verður. at eitt jovdal Arkitekta endamál hjá grunnin felagið. Zakaris Wang um er at gera han: Samband før- kendan uttanlands, kra studenta og m.a. við beinleiðis á Pall Patursson, festari heitanum á útlendskar iv Kirkjubøgardi grunnar um stuðul Hesir fimm hava so Hetta krevur samstars valt Bjørn á Heygum millum fornfrødingar og Kjartan Kristiansen og blaðmenn, verður og tóku stuðulslimirnir sagt idir við hesum vali á Stór nevnd aðalfundinum fyrst í Sjey mans eru í nevnd- hesum mánaðinum Filtaksiimir eru Sim- ini hjá Fornminna- un V. Arge. Jóhan H grunninum. Teir eru W. Poulsen, Gunnlevg Heini Olsen fyri Forn- Durhuus. Hanna gripafelagid, Høgni D Mortensen. „Jákup Joensen fyri Fróð- Haraldsen og Anna skapartelagid, Gunnar Maria Persson hd Nú verður roynt at fáa bóndahúsini á Sundi friðað, so tey ikki hvørva, tá farið verður undir at byggja Sunds- depilin hjá Hans Mort- ensen. Málið var frammi á ársaðalfundinum hjá Foroya Fornminna- grunni herfyri. Víst varð á, at ein gomul foroysk bygd verður avtikin, tá ætlanin um Sundsdepilin gerst veruleiki. Okkurt á Sundi, nekur jardføst fornminni, er friðað. Men ikki bóndahúsini, sum eru bygdin Mortan Winther Poulsen, sum reisti málið á ársfundinum hjá Fornminnagrunn- inum, helt onki vera til hindurs fyri, at bónda- húsini á Sundi verða standandi. Hetta má Sundsdepilin kunna orka fíggjarliga, helt hann. Mortan Winther Poulsen vísti á, at freistin at mótmæla broyttu byarskipanini fyri Sund er úti 1. sep- tember. Hann helt, tað munar meira, um Fornminnagrunnurin eisini mælir til at eira garðinum enn, um bara Forngripafelagið stendur aftan fyri eitt tílíkt tilmæli Múrurin og stólarnir Annars vóru Kirkjubø- múrurin og Kirkjubø- stólarnir nógv umredd- ir á ársfundinum hjá Fornminnagrunninum. Zakarias Wang skeyt upp at halda altjóða arkitektakapping um uppskot at varðveita Murin. Johan Hendrik W. Poulsen fyltist á, at Postverkið ikki vil geva út frímerki til frama fyri tornminnini í Kirkjubø. Ikki minst, ta tað ber til at geva út merki til frama fyri danska frímerkjafram- sýning. Hann mælti til ikki at sleppa hesum máli. Páll Patursson mælti til, at Kirkjubestólar- nir, sum koma higar å eina framsýning í heyst, ikki fara av land- inum aftur, men verða førdir aftur í Kirkju- bear kirkju. Og har hava eisini tann hegt metta Mariumyndin og altartalvan teirra rætta pláss. Stuðla í Koltri Mortan Winther Poul- sen mælti til, at Forn- gripafelagið og Forn- minnagrunnurin stuðla varðveitingararbeiðin- um hjá ungum drongi í Koltri. Limir í Forn- gripafelagnum hittu hendan unga drongin á- útferð í Koltri og fegn- aðust um tað hegni og tann áhuga, hann hevði at varðveita og umvæla gomul hús og úthús. hd UVAOUØJS LAUT AM Frímerki eru við Kirkjubestólunum. Men hetta eru vanlig merki. Fornminna- grunnurin hevur, sum tad skilst, roynt at fingið Postverkid at givid ut frimerki vid fornminnunum i Kirkjubø sum evni og selt hesi til dømis eina krónu ella báðar tvær dýrari enn virði merki- sins. EP