Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-11-16, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 16. november 2002síða 23

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

44 Nr. 221 - 16. november 2002 Nr. 221 - 16. november 2002 45 Gideon Mikukvøldið kl. 20.00 Bønar- møti. Hóskvøldið og fríggjakvøldið kl. 20.00 er Møti við Bergur Skovgaard, pastor í Danmark. Drekkamuður verður aftaná. Sunnudagin kl. 14.00 Sunnu- dagsskúli, kl. 18.00 Møti. Tú ert hjartaliga vælkomin. Missiónshúsið í Hvalvík Sunnudagin kl. 14.30 Sunnu- dagsskúli og hugnaløta kl. 18.00 – filmurin frá vígsluni av Missiónshúsinum verður vístur. Øll eru hjartaliga vælkomin. Eiði Kirkju- og missiónsvikan heldur fram í dag og í kvøld í Karmel. Kl. 17.00 barnamøti við Jónu Thomsen, sunnu- dagsskúlaráðgeva, Strendur, kl. 19.30 Bíbliutími: Lukasar evangel. kl. 20.00 Møti við Frits Thomsen, Skála. Hannis syngur. Í morgin, sunnudagin kl. 12.00 Lestur, kl. 15.00 Barna- gudstænasta, kl. 18.30 Bíbliu- tími: Jóhannesar evangel. kl. 19.00 Møti við Martin Res- torff Jacobsen, presti. Argja streingjakór syngur. Inn- savnan til Karmel. Keldan, Skálafirði Leygardagin kl. 15.00-17.00 Juniorarbeiði fyri børn 3.-7. fl. Vikuskiftismøti við Bergur Skovgaard, byrja leygardagin kl. 17.00 við Ungdómsleið- ara-seminar, kl. 21.00 Opið hús. Sunnudagin kl. 17.00 Møti, Barnamøti kl. 17.00 Vælkom- in í Kelduna. www.keldan.fo Meinigheitshúsið á Skála Sunnudagin eingin sunnu- dagsskúli vegna jarðarferð. Kl. 19.00 møti við Jóhannus Mortensen og Sólbjørg. Aftaná møti hevur streingja- kórið venjing í samband við missiónsvikuna, sum verður frá 26.11. til 1.12.02. Lívsins Orð, Saltangará Fríggjadagin kl. 17.15 Barna- møti. Sunnudagin kl. 17.00 Møti við Palla Højgaard. Mánadagin kl. 20.00 Ung- dómsmøti. Thabor, Fuglafjørður Sunnudagsskúli verður sunnudagin kl. 14.30, møti við Thaborkórinum er kl. 18.00 og ungdómsmøti kl. 21.00. Missiónshúsið í Skopun Sunnudagin kl. 14.00 Sunnu- dagsskúli, Lovsang- og Bønarløta kl. 17.30, kl. 18.00 Møti. Týsdagin kl. 16.00 venja gentur frá 1. flokki og upp- eftir Santa Lucia. Mikudagin kl. 20.00 Bíbliu- tími. Øll eru hjartaliga vælkomin. Betania, Skopun Fríggjakvøldið kl. 20.00 Ung- dómsmøti – vitjan úr Fila- delfia. Leygardagin kl. 11.00 Barna- møti 3 til 6 ár, kl. 14.00 Barnamøti 1. fl. til 3. fl., kl. 17.00 Barnamøti 4. fl. til 6 fl. Sunnudagin kl. 11.00 Mor- gunmøti, kl. 18.00 Sangmøti uppi í Samljóð. Soli Deo Gloria Hósdagin kl. 20.00 Ungdóms- møti. Sunnudagin kl. 14.00 Sunnu- dagsskúli, kl. 18.00 Møti, Eyðun Jacobsen talar. Mánadagin kl. 20.00 Alpha- skeið og bønarmøti. KFUM & K í Klaksvík Hósdagin kl. 20.00 Bíbliu- tími. Sunnudagin kl. 14.00 Sunnu- dagsskúli, kl. 18.00 Møti við Regin Høgnesen – sangur: Glyvra Streingjakór. kl. 21.00 Ungdómsmøti. Samkoman Getsemane, Klaksvík Mikukvøldið kl. 20.00 Bønar- møti. Hós- og fríggjakvøldið kl. 20.00 Møti við Bergur Skovgaard, pastur í Danmark. Drekkamuður verður aftaná. Sunnudagin kl. 14.00 Sunnu- dagsskúli, kl. 18.00 Møti. Tú ert hjartaliga vælkomin. Café One Way, Tvøroyri Leygarkvøldið kl. 20.00 hava Elisabeth og Sámal Jákup Joensen úr Frelsunarherinum møti. Øll eru hjartaliga væl- komin. Mánadagin kl. 15.30 Barna- møti, øll børn vælkomin. Onskvøldið kl. 20.00 Hugna- løta fyri 10 ár og eldri. Betania, Porkeri Kvinnumøti verður mána- dagin kl. 20.00. Missiónshúsið á Tvøroyri Ungdómsmøti verður leygarkvøldið kl. 20.00. Sunnudagin kl. 14.00 Sunnudagsskúli, kl. 18.00 Møti. Bønarmøti verður hálvan tíma áðrenn møti. Øll eru hjartaliga vælkomin. Betel, Vágur Sunnudagin kl. 11.00 Breyð- bróting, kl. 13.30 Sunnudags- skúli, kl. 18.00 Evangel. fundur. Mánadagin kl. 20.00 Bønar- fundur. Ónsdagin kl. 20.00 Uppbygg- ingarfundur. Bygdahúsið í Lopra Møti verður sunnukvøldið kl. 20.00. Øll eru hjartaliga vælkomin. Esbjerg Føroyskur sunnudagsskúli verður í Gjesing kirkju Ulvevej 110, sunnudagin 17. november kl. 15.00. Børn í øllum aldri eru vælkomin. Aftaná sunnudagsskúlan verð- ur borðreitt við kaffe/te/saft og kaku. Øll børn og vaksin eru væl- komin. Nærri fæst at vita hjá Árant Johannessen trúb. á tlf. 75153505. Dagtilhaldið í Vági er opið hvønn týsdag og tórsdag frá kl. 15.00-18.00. Øll kunnu vera við. Dagtilhaldið Fløvin kemur saman mánadag- fríggjadag kl. 15.00-18.00 í húsunum hjá Kongshavnar Kvinnufelag. Reyði Krossur Føroya Sorgarlinjan svarar mánadag, mikudag og fríggjadag kl. 19.00-21.00 á tlf. 212380. Kennir tú føroying í Keypmannahavn, ið hevur tørv á vitjan ert tú vælkomin at seta teg í samband við Reyða Kross Føroya, Bryggjubakki 10, 100 Tórshavn tlf. 319630/61655400. Felagið Tórshavn – spákingartúrur Leygardagin 16. november verður ein lættur gongutúrur gjøgnum býin: Sjómansskúlin – forsøga og rundvísing. Byrjað verður undir Pisuvarða kl. 14.30. Varaskúlastjórin Petur Hans Dahl vísir runt úti á sjómansskúlanum í Nóatúni. Spælistovan í Meinigheitshúsinum er opin frá kl. 9.00-12.00 mánadag, mikudag og hósdag fyri foreldrum við børnum uttan ansing. TILTØK EITT LJÓS Á GØTU MÍNI »Verði vilji tín, sum í himli so á jørð« Mt. 6.10 »Faðirvár« er vorðin høvuðsbøn heimskirkjunnar, og er tann bønin, ið flest menniskju duga at biðja yvirhøvur. Hetta er eisini tann bønin, ið tey flestu børnini í Føroy- um, verða lærd at biðja av foreldrum sínum, frá tí at tey eru heilt smá. Henda bønin er slitsterk og røtt at biðja, tí at sjálvur Jesus lærdi okkum, at biðja soleiðis. Hóast at næstan øll kristin menniskju duga at biðja bønina Faðirvár, so eru tað mong menniskju, sum hava ilt við – ella aftra seg við, at biðja hana, m. a. tí, at tað er so torført at biðja fimtu bøn: »Fyrigev okkum syndir okkara, so sum vit eisini fyrigeva teimum, ið móti okk- um synda«. Er tað nakað, sum vit alt ov ofta mangla, so er tað tað fyrigevandi sinnalagið. Vit koma so mangan út fyri, at mistaka okkum, bæði í orðum og verki, men tað tykist altíð so tungt, at við- ganga okkara brek, og enn verri at fara til rætta við- komandi og biðja um fyrigeving. Men Guð ynskir, at vit í halgan okkara, koma at líkj- ast honum meiri og meiri, soleiðis at vit gerast betur og betur før fyri, at viðganga brek okkara og mistøk, og til at fara til rætta viðkomandi, fyri at biðja um fyrigeving, – tað er: til okkara medmenniskja og Guð. Men tað er ein onnur bøn í Faðirvár, sum tykist líka so torfør at biðja, Og tað er triðja bøn: Verði vilji tín sum í himli so á jørð! Vit hava so lætt við at heita á Guð tá ið vit eru í neyð, – ella tá ið vandarnir lúra, og rætt er at gera tað, nógv dømir eru um persónar í Bíbliunni, sum hava gjørt tað og hava fingið hjálp frá Harranum. Men tað er ikki altíð, at vit fingu ta hjálp, sum vit bóðu um. Mangan hildu vit kanska tvørtur ímóti, – at Guð slett ikki svaraði bønum okkara, – at vit ikki fingu nakað av tí, sum vit bóðu um. Og tað kann eisini vera rætt, – at vit ikki fingu tað soleiðis, sum vit bóðu um, at fáa tað. Tí at Guð, sum skapað hevur himmal og jørð bert við einum orði, – hann veit, hvat okkum er tørvur á, langt áðrenn vit biðja hann, og Jesus sigur, at hann veit, at geva børnum sínum góðar gávur, teimum sum biðja hann. Eitt vita vit út frá Guds orði, at tað, sum Guð mest av øllum ynskir at geva okkum, er eitt lívssamfelag við seg. Eitt lívssamfelag, hvar Guð við sínum vísdómi og ráðum, sleppur at leiða okkum trykt fram í móti málin- um, sum er Himmalin. Tann, sum hevur tikið ímóti Guði við trúgv á Jesus Kristus, hevur fingið eina vón fyri framman, bæði her í lívinum og í tí komandi. Tað menniskja, sum livir í trúnni á syndanna fyri- geving, og livir av øllum tí, sum Guð eigur at geva, -tað kann trykt leggja lív sítt í Guðs hendur og biðja bønina: Verði vilji tín, sum í himli so á jørð! Amen! Sverri Steinhólm BRÚDLEYP Í dag, leygardagin kl. 13.00 giftast í Fríðrikskirkjuni á Toftum Tóra Højgaard, Toftir og Hans Toftegaard, Fugla- fjørður. Brúdleypsadr.: Bygdarhúsið í Leirvík. Í dag, leygardagin kl. 16.00 vígast í Kunoyar kirkju Magna Dania Danielsen, Kunoy og Sørin Ragnar Joen- sen, Toftir. Brúdleypsadr.: Undir Brúnni 4, Klaksvík. Brúðarhús er sunnudagin 17. nov. Undir Brúnni 4, Klaks- vík. Í dag, leygardagin kl. 15.00 giftast í Vestmanna kirkju Tóna í Niðristovu, Vestmanna og Ernst Olsen, Tórshavn. Veitslan verður hildin í HB-húsinum kl. 19.00 fyri inn- bodnum. Leygardagin 23. november kl. 13.00 giftast í Gideon Vestmanna, Alice Simonsen, Sørvágur og Finnbjørn Garðalíð, Vestmanna. Borðhaldið verður fyri innbodnum á Hotel Vágum, kl. 17.00. Kl. 21.00 verður opið hús í heiminum í Sørvági, har øll eru hjartaliga vælkomin. Møguligt verður hjá avbygdafólki at sleppa heimaftur. 14. desember kl. 16.00 giftast í Gøtu kirkju Noomi Sørensen, Norðragøta og Petur Reinert, Leirvík. Tey, ið ynskja at gleða brúðarparið, kunnu tekna seg á tlf. 441363 ella 443215 í seinasta lagi 8. desember 2002. Leygardagin 4. januar kl. 17.00 giftast í Vesturkirkjuni Margreta Dam, Argir og Brynjer Gregoriussen, Tórshavn. Veitsla verður í HB-húsinum kl. 19.00. Tey, ið ynskja at gleða brúðarparið við at koma í veitslu verða vinarliga biðin um at ringja á tlf. 21 30 65 ella 31 30 54 innan 20. desember. Tórshavn: Læknavaktin tlf. 310033 Eysturoy: Leygardagin 16. nov.: Runavík, tlf. 44 80 16 Sunnudagin 17. nov.: Runavík, tlf. 44 80 16 Norðoyggjar: Læknavaktin tlf. 458888 Vágar: tlf. 332413 Suðuroy (norður): tlf. 371560 Suðuroy (suður): tlf. 373030 Tannlæknavakt, Tórshavn Bráðfeingishjálp fæst leygardag, sunnudag og halgidagar kl. 13-14. Tlf. 314544. LÆKNAVAKTIR SILVURBRÚDLEYP 3. desember kunnu hjúnini Ásbjørg og Heini Reinert, Leirvík, halda silvurbrúdleyp. Vælkomst verður heima 30. november 2002 frá kl. 19.00. GULLBRÚDLEYP Leygardagin 30.11.2002 hava Sanna og Henning Morten- sen, Argjavegur 40 á Argjum, verið gift í 50 ár. Opið hús verður í Róðrarneystinum á Argjum kl. 19.00 har øll eru hjartaliga vælkomin. 75 ÁR Mánadagin 18. november verður Salli Lognberg í Skopun, 75 ár. Hann er burturstaddur. 95 ÁR Sunnudagin 17. nov. verður Karin Strøm í Trongisvági 95 ár. Dagurin verður hildin hjá soninum, Ólavur frá kl. 14.00 til 18.00. Tilhaldið í Tórsgøtu 21, tlf. 316491 Opið er mánadag 10.00- 18.00. Týsdag-fríggjadag kl. 10.00-17.00. Drekkamunnur er at fáa hvønn dag, eins og bløðini eru til taks. Mánadagin 18. nov.: kl. 10 Fimleikur, Sonja Danielsen kl. 10-18 Ítriv vit hugsa um jólini Alla vikuna verður framsýning í kjallaranum av nálatøvdum lutum. kl. 14-18 Kortspæl, telving, bobspæl, dart og onnur spøl Tilmelding til døgurðan miku- og fríggjadagin tlf. 316491 Týsdagin 19. nov.: kl. 10-12 Vit baka til jóla kl. 10-11.30 Vit syngja, Eyðun Sørensen. Øll eru hjartaliga vælkomin. kl. 15 Vælgerðarmerkir. Suni Vinther og Álvur Danielsen. Vitjan frá Føroya Fólkaháskúla. Mikudagin 20. nov.: kl. 10-13 Matgerð, Anne Grethe Harlou kl. 12 Døgurði. kl. 15 Túrur. Sjá skránna í bløðunum Hósdagin 21. nov.: kl. 10-10.30 Fimleikur, Sonja Danielsen kl. 10.30-17.00 Virka til jóla. kl. 14-17 Telduprát, Brandur Petersen Fríggjadagin 22. nov.: kl. 10-13 Matgerð, Anne Grethe Harlou kl. 12 Døgurði. kl. 13-17 Opið hús Tað er altíð ein krókur í Til- haldinum – um tygum ikki fáast við nakað ítriv. Vit ynskja at øll skulu kenna seg vælkomin. Frá felagnum Pinkubarnadeyði Vit hittast 2. leygardag í hvørjum mánað í Jákupsstovu í J. Patursonargøtu 24 í Havn. Nærri fæst at vita frá Annvør Nielsen tlf. 317261 ella Sólgerð Foldbo, tlf. 422184 Heilaskaðaráðgeving Spyr um alt innan heilaskaða. Fyri bæði heilaskadd, avvarðandi og tey, ið arbeiða við afturvenjing. Sendið okkum eitt meyl til neozone@neozone.dk NeuroPlan, BellaVista, Bellevuevej 7, 2. tv., 2930 Klampenborg, Danmark. Tú kanst eisini ringja til: tlf. +45 39902665 (Jón) mobil: +45 24430903 (Jón) www.neozone.dk AA-fundir í Havn Reinsaríið, Tórsgøta 5: Roykfríur fundur í morgun kl. 9-10. Fundur verður í kvøld kl. 17-18 og sunnudagin kl. 11-12. Heimasíða: http://heima.olivant.fo/~aa- fo/ AA-fundur í Eysturoy Á Toftum hvønn týsdag kl. 20 í húsinum norðanfyri skúlan. Á Glyvrum hvønn fríggjadag kl. 20 í Hvíta- skúla. (gamla læraraíbúðin). AA-fundir í Vágum Í gamla skúla í Sandavági hvørt hóskvøld og leygar- kvøld kl. 19.00 (á loftinum, inngongd niðanfyri). Al-Anon í Vágum Fundur fyri avvarðandi hjá alkoholikarum er hvørt týs- kvøld kl. 19.30 í Gamla skúla í Sandavági. AA-Suðuroy/Vágur AA-fundur verður í Vágs skúla hvønn leygardag kl. 19. AA-Suðuroy AA-fundirnir í gomlu læknamiðstøðini á Tvøroyri eru fríggjakvøld kl. 19.00 og sunnudag kl. 15.00. Blái Krossur – Glyvrar bjóðar til eftirviðgerðarfund hvørt mánakvøld kl. 19 í hølunum hjá Bláa Krossi á Glyvrum. Blái Krossur – Eiði bjóðar til eftirviðgerð í Losj- uni á Eiði annaðhvørt týskvøld kl. 20. Meira fæst at vita á tlf. 315575. ACA (Adult children anonymous). Fundur fyri tilkomin, ið eru uppvaksin í alkoholiskum ella dysfunktionellum familjum er hvørt leygarkvøld kl. 20.00-21.30 í Reinsaríinum, Tórsgøta 5, Tórshavn. www.aca- danmark.dk. E-mail: acafaroeislands@hotmail.co m Opin roykfríur fundur fyri øll áhugaði er hvønn sunnudag kl. 16.00-17.00, í Mariukirkjuni, Varðagøta 16. Náttarravnarnir í Tórshavn Tín stuðul ger mun! Blív limur ella gang ein royndartúr. Ringið Carl 215570, Guðrið 220019, Hans Jákup 217818, Tone 261165, Ella 316261, Arni 222552 Føroya Heimavirkisfelag Postboks 1209 - 110 Tórs- havn. Teldupostur: fhf@craft.fo Heimasíða: www.craft.fo Felagið hevur ikki fasta skrivstovutíð, men samband við felagið fæst við at ringja til formannin: Nigro Herm- ansen tlf. 314304 / fartlf. 288304. Kvinnuhúsið svarar alt samdøgrið á tlf. 317200. Skrivstovan er opin frá kl. 10 til 17, og hósdagar til kl. 21. Ráðgevingin er hóskvøld eftir avtalu. LFÚ-skrivstovan hevur opið mánadag og mikudag millum kl. 12 og 16 og týsdag kl. 16-18. LFÚ-ráðgevingin hevur opið týsdag og hósdag frá kl. 16- 18. TILTØK C M Y K 45 44