Sosialurinarkiv
Sosialurin 1986-08-19, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. august 1986síða 2

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tíðindablaðið Nýggjar logir skulu fyribyrgja og avmarka smittu- vandan hjá fiski Landsstýrið fer um stutta tíð at leggja lóg um veter- inertænastu og um trygd- argrunn fyri alivinnuna fyri tingið. Fyrireikandi = arbeiðið við at smíða hesar báðar lógirnar er nú liðugt og skal tilfarið nú viðgerast í landsstýrinum, áðrenn lógaruppskotini verða løgd fyri tingið. Onnur login snýr seg at- gerðina í samband við at kunna beina fyri illkynj- aðum sjúkum hjá fiski. Stórur tervur er á slíkari lóg, nú fleiri dømi hava verið um, at neyðugt hevur verið at beina fyri alifiski, sum hevur verið sjúkur. Í dag er eingin lóg- gáva á hesum eki, so landsstýrið stendur á ber- um, tá steða skal takast til slík mál. Sluppu av við smittu Hetta mátti landsstýrið eisini ásanna nakað her- fyri, tá tað vísti seg, at laksasmoltini á smoltsteð- ini Harenga í Getu vóru smittað av eini illkynj- aðari sjúku og at fleiri sjúk smolt eisini vórðu latin alarum á fleiri firð- um. Til tess at fyribyrgja at smittan eisini fakti frís- kan fisk hevði landsstýrið við partar- nar, og avgjert varð at drepa allan tann sjúka fiskin. Eftir hvat blaðið frættir, so eydnaðist tað heilt at sleppa av við sjúk- una. Øll tey sjúku laksa- smoltini vórðu nevniliga dripin og brend í rusk- ovninum í Havnardali. Nú skal so ein lóg setast í gildi, sum sigur, hvussu myndugleikarnir skulu bera seg at í slíkum feri. Tað verður so heilsu- myndugleikin tvs. djóra- læknin, sum fær heimild til at geva alarum boð um samráðingar Krav sett politikarum og arbeiðsgevarum: Arbeiði og kvøldskula til evnaveik Arbeidi og kvøldskula til evnaveik! Hetta er evnid, sum skal vidgerast á pallborðsfundi á Kambsdali hósdagin 4. september kl. 19.30. Javni, landsfelagið evnaveikum at bata, skipar fyri fundinum. Vil- helm Johannesen, lands- stýrismaður, Hensar Ell- ingsgaard, landsskúla- stjóri, Karin Kjelbro, sos- ialráðgevi, Finnur Helms- dal, sosialleiðari á And- veikraverndini og Hanne- fía Poulsen, mamma at brekaðum ungum manni, hava játtað at sita við pallborðið Orðstýrari verður Hans Trúgvi Henriksen, lærari. Heldur útlendingar Í einum tidindaskrivi i sambandi við fundin 4 september sigur Javni, at evnaveik, sum búgva á Eirargarði 14 — 16 og á eðrum hava stovnum, vart arbeiði á verkstað- unum Vón fyri so at siga onga løn. Nøkur hava vart arbeiði á vanligum ar- beiðsplássum, fyri av- markaða len. Men sera fá arbeiða fyri fulla len. Og hetta undrar Javna, sum vísir á, at arbeiðsplássini rópa eftir fólki og noyðast at taka inn útlendingar, sum eru nógv dýrari enn føroyska arbeiðsmegin. Tað átti at borið til at givið vaksnum veikum arbeiði, tá soleiðis er statt í landinum, heldur Javni. Javni heldur, at við mið- vísari upplæring og skyn- samligari fyriskipan kann tað gagna bæði arbeiðs- marknaðinum og teimem evnaveiku, at tey sleppa at arbeiða sum onnur fólk. evna- Í Havnini brúka nógv evnaveik tilboðini hjá kveldskúlanum Men aðrastaðni tykjast hálv- vaksin og vaksin, sum búgva heima, ikki í nóg stóran mun at vita um teir meguleikar, kveldskúlar- nir eru. Øll vælkomin Pallborðsfundurin á Kambsdali er almennur og ell eru vælkomin, sigur Javni, sum bjóðar lands- politikarum og kommunu- politikarum og arbeiðs- gevarum, almennum og privatum, á fundin. Endamálið er, sigur Javni, í felag at bøta um arbeiðs- og útbúgvingar- meguleikarnar hjá teim- um vaksnu evnaveiku hd Nr. 92 — 19. august 1986 AA at drepa sjúkan og smitt- aðan fisk. Men til tess at kunna praktisera eina slíka lóg- gávu er eisini neyðugt at seta fleiri fólk, ið kunnu verða við til at skipa fyri tiltøkum, ið hava til enda- mál at fyribyrgja og av- marka sjúkuvandan. Tað verður so a:tur upp til landsstýrið at avgera, hvat skal setast av fólki til at fylla karmarnar í nýggju lógini út. Trygdargrunnur Nær tengt at lógini um sjúkur hjá fiski er eitt uppskot um lóg um trygd- argrunn alivinnunar. Hetta er grunnur, sum skal vera alarum til hjálp- ar í serligum kreppuviður- skiftum. Sjúka og annað kann verða mongum alara at bana og er tí neyðugt at hava ein grunn, sum tryggjar, at alarar undir ávísum umsteðum fáa endurgoldið nakað fyri miss. Ætlanin er helst, at alararnir sjálvir og tað al- menna skulu seta pening í umredda grunn. Bæði lógaruppskotini hava verið til viðgerðar í Aliráðnum, sum sendi tey víðari til landsstýrið. jan Felagið Javni er stovnað í 1971. Tá var eitt høvudsendamålid, at ongi evnaveik skuldu sendast av landinum, ti umstødur ikki vóru at hava tey her. Nú eru nógv, sum vóru í Danmark, komin heim aftur. Fleiri búgva á Eirargarði 14—16. Men tað gongur striltið hjá teimum at fáa vanligt arbeiði fyri vanliga len. Ráðgevandi Nevndin vitjar Í døgunum 19. til 26. august vitjar Ráðgev- andi Nevndin í Feroy- um. Hetta er nevndin undir danska forsætis- málaráðnum, sum ráð- gevir í spurningum, ið viðvíkja føroyskum vidurskiftum Vid i ferdalagnum hesaferð eru N.V Skak-Nielsen, ríkishag- frødingur, Henning Holten, umsitingar- stjóri, Vøgg Løwe Nielsen, skrivstovu- stjóri, Sven Caspersen, rektari, Ernst Kristen- sen, fulltrúi, E. Húb- ertz Christensen, skriv- stovustjóri, Sven Ege- mose, fulltrúi, Seren Skafte, fulltrúi, Lis Pedersen, vvirassist- entur og Lisbeth Blond, yvirassistentur I dag skulu umboðini i Ráðgevandi Nevndini hava fundir vid Bu- skaparrådid, Hagdeild- ina og buskaparligu deildina hjå landsstyr- inum Sidani tara tev at vitja flakavirkini Fisk í Hvalba og Polar- frost í Vági. Eisini verður vitjað á eini ali- stød i Lopra og á skipa- smiðjuni í Vági. A vitjanini stekka tey eisini inn á gólvið hjá Føroya Fiskasølu, Bacalao, Fiskirann- søknarstovuni, Føroya Banka, Råfiskagrunn- inum, Blue North, rækjuvirkinum å Oyri og nýggju royndar- steðini í Kollafirði. Komandi mánadag skal nevndin hava fundir við landsstýrið og figgjarnevndina. Farið verður ú aftur Foroyum týsdagin tann 26. august