Sosialurinarkiv
Sosialurin 1986-08-19, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. august 1986síða 7

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 92 — 19. august 1986 LL Útbyggingarætlanin av Dounreay-kjarnorkusteðini í N-Skotlandi: Føroyar og føroysku fiskamarkn- a0arnir eru eisini Í storum vanda — sigur John Goodlad, umbod fyri Fiski- mannafelagid i Hetlandi Ætlarnir hjá bretsku stjórnini at útbyggja kjarnorkustødina í Doun- reay i N-Skotlandi fyri at endurgera kjarnorku- brennievni hevur mtt stórari mótsteðu í N- Skotlandi, Hetlandi og Orknoyggjunum. Hetta slagið av kjarnorkustød- um er tað vandamesta, sum heimurin kennir, og um vanlukka hendir í Dounreay fara øll nær- liggjandi eki at kenna av- leiðingarnar. Slík van- lukka fer óivað eisini at raka Feroyar. Bert tann sannroynd, at kjarnorku- stød verður bygd í N Skotlandi åvirkar fiska marknaðin hjá teimum, ið eru bundin at sjóvinnuni — hetta hava royndirnar hjá fiskimonnunum i Írska havinum progvad i- tøkiliga Í seinastuni hevur eitt umboð fyri Fiskimanna- felagið í Hetlandi, John Goodlad, verið í Føroyum samráðst við og m.a. Landsstýrið og leiðsluna av foroyska fiskimanna- felagnum um henda spurningin Sosialurin hevur tosað við John Goodlad og biðið hann greiða lesarunum frá ver andi støduni viðvíkjandi útbyggingarátlanini i Dounreay Geistlavirkið burturkast Dounreay er serligt slag av kjarnorkusteð, tí her er ikki bert talan um at nýta kjarnorku til framleiðslu av ravmagni, men eisini at endurgera kjarnorkuburturkast frá ødrum kjarnorkuvirkjum, segði John Goodlad. Dounreay fer at taka imoti geislavirknum burturkasti frå kjarnorkusteðum í Tysklandi, Italiu, Bret landi og enntå Japan Hetta burturkast verður flutt við lasbilum, tokum, flogforum og skipum til Dounreay og har verður tadendurgjørt til pluton- ium. Plutonium kann end- urgerast og brukast aftur, og tað verður eisini nytt til framleiðslu av kjarn- orkuvápnum. Plutonium er vandamesta evni, sum STO RMY Bank and Nuclear waste… vit yvirhøvur kenna. Um tú innandar bert ein mill- iónta part av einum grammi,kann tað gerast atvoldin til krabbamein. Taðflótandi burturkastið frá Dounreay verður pumpað út í Pentland- fjorðin og har spjaðist tað við streyminum út í Atlantshavið og Norð- sjógvin. Vit vita ikki hvert tað fasta evnið fer, men øll líkindi eru til at tað verður »dumpad« i sjógvin á Stormy Bank undir Orknoyggjunum. Má steðgast beinanvegin Frá byrjan av hevur mótstaðan móti útbygg- ingarátlanini av Dounreay kjarnorkustødini verid serdeilis stør i Hetlandi, Orknoyggjunum og i åvis- um pørtum av Skotlandi. Vegna mótsteðuna hevur bretska stjórnin nú sett eina nevnd, ið skal kanna allar grundgevingar fyri og imóti hesi átlan. Kann- ingarnevndin byrjaði sítt virksemi i mars. Øl] felog fåa høvi at kunna nevnd- ina vid sinar grundgev- ingar, og ímillumhesi felogini er CADE (>Cam- pain Against Dounreay Expansion<), ið umboðar millum annað fiskimanna- felagið í Hetlandi. Vit halda fast við, at henda útbyggingarætlan má steðgast beinanvegin og vit vilja heldur ikki, at tað verða bygdar kjarnorku- stoðir aðrastaðni í Skot- landi. Steðini fylgir ó- metaliga stórur vandi fyri alt norðurskotska ekið og fyri Hetland, Orknoyggj- arnar, Feroyar og Noreg. Vandin hevur fleiri ym- iskar síður. Burturkastið verður flutt yvir land og sjógv og í luftini frá nógv- um londum í Europu og enntá allan vegin frá Japan. Tað skal sjálvandi ikki nógv til at ein van- lukka fer at henda. Um geislavirkna burturkastið sleppur í sjógvin, eru ell havøkini kring Hetland, Føroyar og Noreg i vanda fyri dålking. Dålkingin av irska havinum Royndirnar av hesum stødum í Bretlandi eru sera ringar. Í Onglandi er onnur kjarnorkustød, Windscale, ið endurger plutonium burturúr geislavirknum burturkasti og tað hava staðist trup- ulleikar av hesi steð frá byrjan av, tí flótandi evni hevur dálkað sjógvin, ser- liga Írska havið. ØIl eru samd um at stigið av geislavirkni í Írska hav- inum er nógv meira enn aðrastaðni í Bretlandi. Vísindamenn. ið arbeiða fyri bretsku stjórnina, siga kortini, at hetta stigið ikki ber við sár vanda fyri menniskjur. Men tað er her fiskimenn- inir koma inn í myndina. Vit meta, at kjarnorku- burturkast fer at dálka sjógvin við skotsku strondina. Sjálvt um stig- ið av geislavirkni ikki er so stórt at tað stendst vandi av ti fyri menn- iskjur, so prógva royndir- nar frá Írska havinum, at um folk heldur, at geisla- virkin evni sleppa i sjógv- in undir n-skotlandi, so vilja tey ikki eta fisk, sum kemur frá hesum leið- unum. Okkara hevuðs- vinnugrein er sjóvinnan. Vit hava, akkurát sum tit her i Føroyum, lagt nógv- an pening í at kunna okkara fiskaúrdráttir út- um lond og finna markn- aðir fyri teir. Allar hesar ílogur fara fyri skeyti, um fólk heldur at sjógvurin, har vit veiða fiskin, er dálkaður av geislavirkn- um burturkasti. Royndir- nar frá Irska havinum vísa, at selan av fiski er stórliga minkað, ikki ti har er ongin fiskurat fáa, men tí at írski fiskimað- urin finnur ongan markn- að fyri síni veru. Fiska- handilsmenn í Onglandi seta skelti í vindeyguni hjá sær, har teir boða frá, at her verður ikki seldur fiskurúr Irskal havinum. Vit skulu ti gera okkum greitt, at sjålvt um tað ikki stendst lívsvandi av geislavirkninum, so eru fiskamarknaðarnir í stór- um vanda. Åhv ,amålini hjá fiskimonnunum standa í veð — Vit mugu eisini gera Framhald á síðu 15