Sosialurinarkiv
Sosialurin 1986-08-21, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. august 1986síða 6

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Telefon 118 20 Argjavegur 26. 3800 Argir Postsmoga 76, 3800 Tórshavn TT 1... 1. Utgevari: P/f Sosialurin Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Miller Fyritaksstjóri: Krisjan Dahi Blaðfótk: Høgni Djurhuus Randi Jacobsen Tórfinn Smith Ljósmyndari: Kalmar Lindenskov Uppseting: P/f Sosialurin Prent: P/f Pressan 1981 Sosialpolitikkur — hugflog, dirvi og áhugi! EISINI í hesum valskeiði hevur verið tosað nógv um at reka ávísan politikk á åvisum økjum. Og her hev ur orðið »politikkur« verið at skilja sum ein miðvís ætlan á einum ávísum umráði í samfelagsvirkseminum. Tos að hevur verið um íbúðar og ung dómspolitikk um sosial- og heilsu politikk, um ali- og fiskivinnupolitikk og ikki at gloyma um bygdamenning arpolitikk SUM vera man hava hesi samfelags ligu økini verid vidgjørd av javnaðarfólki og politikarum og um boðum floksins eisini A fleiri av hesum umrøddu økjum hevur flokkurin eis ini megnað at taka stig til og vera við til at fremja miðvísar ætlanir, ið miða ímóti at betra um støðuna í dagsins samfelag og haraftrat at skapa fram tíðar karmar fyri partar av samfelags virkseminum SOSIALPOLITIKKUR hevur eisini verið ein sjálvsagdur og náttúrligur partur av tí rikna politikkinum, men tykist tó sum at orðið »politikkur« frå at vera ein miðvís ætlan við framtíð- arsikti til at fremja atgerðir og åbøtur á mongum økjum, er broytt til bert at vera heitið á einum kjaki um, hvussu nógv oyru vit kunnu kroysta burtur úr eini blokkstudningsskipan, ella hvussu nógv oyru vit halda okkum at hava ráð til at lata ávísum bólkum av menniskjum, ið fyri stytri ella longri tíð bert hava avmarkaðar almennar veitingar at dúva uppá. ØLL eiga vit — eisini javnaðarfólk og politikarar — at rannsaka okkum sjálvi og spyrja, hvussu vorðið er við áhuganum fyri at kjakast og hareftir fremja atgerðir á tí sosialpolitiska ok inum. Hvar eru td. tiltøkini, sum skulu til fyri at reka ein livandi og ágangandi »politikk« á tí sosiala ok inum, kunnu vit spyrja? Hvar eru hug skotini og tiltøkini, ið skulu gera sosialpolitikkin til ein náttúrligan og innbygdan part av samlaða sam felagsvirkseminum? Tey tykjast drukna í dagligu umsitingini av sam felagnum VIT kunnu halda fram við at spyrja hvar hugskotini um at lata hendan partin sosialu tænastuna av al mennu tænastuni koma nærrri til borgararnar kring landið, soleiðis sum longu er hent á t.d. skattaøk inum og soleiðis sum er í umbúnað á arbeidseftirlitsøkinum ? NEYVAN er orsøkin at finna i ti, at flokkurin i hesum valskeidi ikki um situr sosialmål i Tinganesi. Ti annad og meira krevst av javnadarflokk inum til at reka ein veruligan sosial politikk enn ein åvisan landsstyris sess. Minstakrøvini til umboð floks ins mugu vera minstamál av hugflogi, dirvi og fram um alt áhuga VIT síggja, hvussu er statt í teimum høgraflokkarnir fingið fótin fyri seg. Tá møguleiki er at tosa um kreppustødu í samfelagn londum, har hava um, so eru teir borgarligu alt fyri eitt við spariknivinum á sosialøkinum og á heilsugkinum. Tey eru jú ikki pro fittskapandi og tí ikki so virðismikil eftir teirra måtistokki. Javnaðar flokkurin eigur ikki at lata sær slíkt lynda. Men tað er ikki nokk bert at leggja eftir politiskum mótstoðu- monnum og geva teimum skyldina fyri vånaligan sosial- ella heilsu- politikk. Heldur ikki nyttar tað at gabba sær av, at tað vóru vit, sum løgdu lunnar undir ta sosiallóggávu, ið virkar í samfelagnum í dag. NEYÐUGT er at taka í egnan barm og stinga út í kortið av nýggjum — aftur og aftur — og finna fram til, hvat ein veruliga vil og ynskir. Hetta eigur at verða gjørt einsvæl í lokalfeløgunum kring landið sum á landsfundum. Nógv liggur nevniliga á láni. Fyri bert at nevna eitt, so tørvar okkum ajour- føringar á fleiri økjum eitt nú innan dagpeningaskipanina. Okkum tørvar eisini nýhugsan á sosiala økinum, tá tað snýr seg um sambandið við Dan- mark. Vit eiga at loysa okkum frá donskum normum og laga framtíðar sosialpolitikkin eftir føroyskum við- urskiftum. TAÐ er eingin skomm at viðganga mistøk, men tað er ómansligt at dylja tey og einki gera fyri at bóta um tey AT tað er í umbúnað at stovna eitt sosialpolitiskt felag í heyst kunnu vit so berg fegnast um. Tað kann vón- andi vera við til at vekja áhugan mill um fólk fyri teimum álvarssomu spurningunum, veruleikanum fevnir um jamú | | sum sosiala økid í Nr. 93 — 21. august 1986 siga sína hugsan Trý starvsfólk á Almannastovuni, tvey teirra eru í letuni í farloyvi, Starvsfólk hava skrivað eina frágreiðing um viðurskiftini á Almannastovuni og | prenta vit teirra áskoðan í blaðnum í dag. Sí annars grein og oddagrein. Sannleikin um Almannastovuna Fleiri starvsfólk — hægri løn og betri útbúgving eru krevini, sum mugu lúkast, virka eftir førimuni halda trý um teirra eru tó í farloyvi i løtuni. Í greinini niðanfyri vísa tey á ta líkasælu, sum ræður millum landsins kosnu politikarar, tá tað snýr seg um sosialpolitikk. — Alt ov fá og als ikki politikararnir hava ánilsi um hverjar trupulleikar Almannastovan hevur og hevyr havt at dragast við, siga starvsfólkini og vísa á, at hóast fámenta manningin á Almannastovuni hevur fingið ekta arbeiðsbyrðu, so eru ikki fleiri fólk sett í starv. Almannastovan skal kunna starvsfólk á stovninum. Tvey Tey vísa eisini á, at meðan tað starvast 30 fólk á Almanna- stovuni, so arbeiða meira enn 100 fólk á sosialum umsiting í kommunu í Danmark á stedd við Feroyar. Vit geva orðið til tey trý starvsfólkini: Tíðindablaðið Sosialurin, sum er longdi armur Javn- aðarfloksins í feroyska blaðheiminum, leygardagsblaðnum 9/8-86 eitt rættiliga harðligt og hevði i somuleiðis rættiliga ófint álop á Almannastovuna og ávísar persónar, sum starvast a stovninum Landsins kosnu menn hava lagt ólíka í landsins sosialpolitikk, síðani Almannastovan Eitt sindur óvæntað kom hetta leiðsluna á Almannastov- uni frá tí politiska flokk inum, sum ein skuldi trúð hevði best innlit i forovska snigálopið á sosialpolitikkin og um- steður tess Javnadarflokkurin herði landsstyrismannin i almannamålum frå 1966 80, og hevur sami flokkur altíð sagt seg at hava sosi alpolitikk ovast á skránni (tó tykist hesin áhugi at vera settur til viks eina løtu, til fyrimuns fyri t.d aling og orkuspurningum). Sjálvsagt hava vit skyn- saman ali- og orkupolitikk varð yvirtikin í 1975. Ti er staðan sum hon er á Almannastovuni í dag.