týsdagur 26. august 1986síða 15
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
I eee
Nr. 95 — 26. august 1986
1. deild TB—Gi 1—1
Vit vóru
ohepnir
Tveir teir seinastu dyst-
irnir eru endaðir vid stór-
tapi, so tá oddaliðið í
fyrstu deild GI kom suður
at spæla móti TB, mundu
tað vera fá, ið góvu TB
nakran meguleika.
Men hetta var sum at
síggja eitt heilt annað lið.
TB stríddist fyri sakina og
komu teir eisini á odda
miðskeiðis í fyrra hálv-
leiki, tá eitt innkast varð
headað víðari til Henrik
Thomsen, sum ótarnaður
kundi seta fótin á. 1—0. —
Poul Enok hjá GI javnadi
ut uppå brotsspark, dømt
fyri hands, ådrenn hålv-
leik.
Í seinna hálvleiki fekk
TB eitt brotsspark, sum
venjari TB's misbrúkti.
Hetta var 3. brotssparkið
á rað TB hevur brent. TB
hevði mesta spælið
gjøgnum allan dystin,
men vóru sera óhepnir,
m.a. høvdu teir 3 skot á
stongina.
Nógv fólk vóru til dyst-
in, sum Magne Eides-
gaard demdi og kom ógvu-
liga væl frá.
tíðindablaðið Sosialurin
Síða 15
3. deild HB—B71 0—4
B71 Annan fótin
i aðru deild
Nú hevur B71 í nógv ár
roynt og ofta verið líka
við at koma upp í aðru
deild, men í ár sær tað út
til at tað fer at eydnast.
Teir vóru í Havn sunnu-
dagin og vunnu stóran sig-
ur á HB, nevnliga 4—0.
Nú bert 3 umfer eru eftir,
liggur B71 á odda við 18
stigum, meðan SÍ hevur
15, men B71 hevur heima-
dystin móti SÍ eftir.
So nú er einki at síga til
um sandingar av álvara
fara at brynja seg út til
stórfingna veitslu um tað
nú endiliga skal eydnast
at flyta upp.
Málskjúttar hjá B71:
Róin Clementsen 2. J. P.
Clementsen 1 og Torbjern
Jensen 1.
Evnariki leikarin hjå
HB, Allan Samuelsen,
fekk gula kortið stungið
undir næsarnar miðskeiðis
í seinna hálvleiki.
2. deild SÍF—EB 4—0 (2—0)
EB i
trupulleikum
Dysturin í Sandavági
leygardagin gjerdist eitt
satt vónbrot fyri EB. Ikki
bert fingu teir ein »sekk«
upp á 4—0, men mistu teir
eisini málmannin, íslend-
ingin Páll Guðlaugsson, tá
hann varð rikin av vell-
inum. So til komandi
heimadyst hevur hann
leikbann.
Áhugin fyri fótbólti er stórur millum sandoyingar í
hesum degum. Sjálvur Tórálvur Mohr Olsen hevur
leitað sær niðan í Gundadal at síggja bygdasynirnar
vinna tryggan sigur á HB.
Málini hjá SIF skutu
Jonhardt Joensen og Hall-
tór Aðalsteinsson í fyrra
hálvleiki og Jákup Olsen
og Emil Hentze skoraðu
til 3—0 og 4—0 í seinna
hálvleiki.
Dómari í dystinum var
Ewan Hansen úr Servági
og um 250 áskoðarar vóru
mettir.
Fót-
bólts-
úrslit
Gentur 12-14 ár:
HB-GÍ 0-1
Piltar:
B36b-G Í 1-6
Smápiltar:
GI-IF
GIb-IFb
0-13
0-8
TB fingið
hondbólts-
venjara
Seinasta kappingarár varð sera lítið gjert burturúr
hondbóltsvenjingini á Tveroyri.
Og tað var eisini um reppið at bronsuvinnararnir 1985
av Tveroyri fóru niður í 2. deild.
Um ikki fótbóltsvenjarin Egil var komin teimum til
hjálpar í evstu løtu, so høvdu teir neyvan vunnið H71 á
avgerandi dystunum.
Men nú ætla tverámenn at meira skil skal verða á
hondbóltinum í vetur.
Sáttmáli er skrivaður við Egil og skal hann verða
spælandi venjari hjá 1. deild hetta kappingarárið.
Lýsið í SOStalinum