Sosialurinarkiv
Sosialurin 1986-08-26, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. august 1986síða 20

‹ fyrra síða allar 20 síður

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tit ringja — vit skriva Er nakað á vási? — tvamál? Ein spurningur, ella tíðindi, so ring til okkara. Vit eru til reiðar! Lýsingar: Lýsingarmaður okkara er ráðgevari hjá fyritskum og einstaklingum í lýsingaspurningum. Hetta verður gjørt uttan meirkostnað fyri lýsaran. Venjingarskúlin — uttan fyri sitt egna næmingagki Síðan Venjingarskúlin varð bygdur, hevur býarveksturin vestur eftir gjørt, at skúlin nú liggur uttan fyri sítt egna næmingagki. 1., 2. og 3. flokkarnir á Venjingarskúlanum hús- ast í skúlanum við Landa- vegin Venjingarskúlin er vorðin ov lítil. Tá Venjingarskúlin varð bygdur fyri umleið 20 ár- um síðani, var hann lagdur soleiðis fyri í býn- um, at hann tók ímóti næmingum sum búðu utt- an um skúlan. Men so er ikki longur. Nú liggur skúlin ikki í sínum egna næmingaøki. Upprunaliga komu øll tey børn, sum búðu vestan fyri Dalavegin í Venj- ingarskúlan. Býar- veksturin vestureftir hev- ur gjørt tað neyðugt at flyta næmingamarkið, sum nú er Frælsið og í beinari linju í Marknagils- vegin. Hetta vil siga, at skúlin ikki tekur ímóti sín- um nærmastu grannum. Hvar markið verður kom- andi ár er ilt at siga, men einki er at ivast í, at tað verður flutt enn longur vestureftir, tí longu í ár eru báðir fyrstu flokkarnir fullteknaðir. Fáa vit nú fyrispurn- ingar at taka móti enn fleiri næmingum til fyrsta flokk mugu vit teimum til aðrar skúlar í býnum, sigur Heri Jensen, skúlastjóri. Heri Jensen sigur, at tað leingi hevur verið ætl- als visa anin at byggja eina lon upp i skulan, men enn er ikki spaki settur i jørdina. Nær hetta verður gjørt, veit skúlastjórin ikki. Men hóast Venjingarskúlin fær eina lon aftrat er ikki eins- týðandi, at meira pláss verður í skúlanum. Lær- araskúlin skal hava nakað av plássinum, men har- aftrat er ætlanin, at flyta sum nú ganga i heimasta skulanum ut å Meginskul- an. Hetta verður stórur fyrimunur, tí tað er ógvu- liga óheppið at húsast í teir næmingar, ymsum ættum, sigur skúlastjórin. Spurdur um hann heldur rettu loysnina verða at byggja smáskúl- ar vestan fyri í býnum, sigur Heri Jensen, at rætt- ari man vera at byggja ein skúla fyri næmingar í 1., 2. og 3. flokki. Annars sig- ur Heri Jensen, at ymsar meiningar eru um hendan spurning. Onkur heldur, at byggjast eigur skúli til næmingar upp í 6. ella 7. flokk, men krevst eisini fimleikarhøll og fleiri ser- stovur, so hetta verður ein ógvuliga kosntaðarmikil loysn, leggur hann aftrat. tor.- Norsk fram- sýning í Lista- skalanum Enn er høvi til at síggja list frá Sogni og Firðunum í Listaskálanum. Framsýningin er stór, ljós og leikandi lett, fjel- broytt og ymisklig: máln- ingar vatnlitsmyndir, tekningar, kollasjur, gra- fikkur, fotomyndir, stand- myndir, leir- og steintoy, klæði, pløgg 0.a. Sum vera man, er fram- syningin samansett so- leidis, at hon skal umboda sum mest av tí, ið skapað verður á hesum eki í hes- um norska fylki. Eini hålvthundrad listafólk, yngri og eldri, eru um- boðað. Í eygum og huga á myndlistafólkunum i hesum spjatt bygda fylki, ið einans telur 100.000 fólk og ikki hevur ein bý á stedd við Havnina, er sambandið millum nátt- úruna og listina sera bein- leiðis og eyðsæð. Her er eingin stórbýarmentan. Landslagið er eitt avger- andi myndevni, tó — lista- liga lyndið og fatanin av myndevnunum er heilt eðrvísi enn í okkara álv- arssomu føroysku expressionismuni. Stundum bera verk å brå at hava surrealist- iskan snert, og dagsins heimslist hevur týðiligt árin serliga á tey yngru. Tó ikki í ósodnaðum líki, sum rímiligt er. Hevuðs- dámin hevur tó tann norski poesiurin og tann norska isjónin. Her er at síggja bæði, tað vanabundna og tað, ið leitar nýggjari leiðir, tað staðbundna og tað óhefta, tað eyðskilta — men í lítl- málningatrad- an mun tað torskilta. So- leiðis skal ein forvitnislig framsýning vera, umenn hon setur ikki hol í sjógv- in. Væl er skipað og hongt upp. Rårt hjå okkum føroy- ingum at siggja rættiliga leirlist (keramik). Og høvi er eisini at keypa Mong hava vitjad hesa vøkru framsyning. Tey, id enn ikki hava sæd, eiga at nýta hevið. Framsýningin er opin hesa vikuna aftrat hvenn dag kl. 15—17. Seinasti dagur er 31. august — sunnudagin. j