Sosialurinarkiv
Sosialurin 1986-08-28, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. august 1986síða 4

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tíðindablaðið hjá SEV tekur kritikkin í álvara — men vit hava ikki fingið nakra vissu fyri, at verandi útbygging er skeiv, sigur formaðurin í Umboðsráðnum hjá SEV, Hanus Joensen. Hann er tó ikki fegin um, at arbeiði við vatnorku- útbygging verður gjørt uppá rokning og heldur fyri, at tá verandi arbeiði í Eysturoynni er liðugt, so man tað fara at vera liðugt hja Højgaard & Schultz eisini. Tað verður ikki kallað inn til umboðsráðsfund hjá SEV í úrtíð nú eisini Orkuráðið er komið til ta niðursteðu, at verandi út- bygging við Eiðisvatn eigur at verða broytt Hetta upplýsir for- maðurin í Umboðsráðn- um, Hanus Joensen Hann sigur, at Umboðs- ráðið fer at hava fund sum vanligur síður er. T.v.s einaferð í heyst. Helst verður tað um miðjan sep- tember. Men hetta veldst so alt um, nær sjálvt stýrið er liðugt við sítt fyrireikandi arbeiði til sjálvan fundin. Hanus Joensen við- gongur, at umboðrsráðs- fundirnir hesi seinastu ár- ini hava verið rættiliga óregluligir og skyldast hetta einfalt tað, at umsit- ingin hjá SEV er undir- mannað, og at hon í mongum førum hevur verið noydd til at taka sær av uppgávum, sum hon kanska ikki átti. Framskunda keyp av motori Uppá fyrispurning um -sldur Hanus Joensen keyp av nyggjum motori til Sundsverkid fer at verða lagt fyri Umboðs- ráðið sigur Hanus Joen- sen, at meguleiki er fyri tí Tað er nevniliga ivasamt, nær tað verður klárt at seta ta fyrstu turbinuna í gongd á Eiði. Ætlanin var at hon skuldi takast í nýtslu nú í heyst, men nú vatnorkuútbyggingin er seinkað nakað, er helst neyðugt at framskunda keypið av motor. Hvat viðvíkur ti nógva kritikkinum móti vatn- orkuútbyggingini, so heldur Hanus Joensen tað ikki vera neyðugt at kalla inn til ein eykaaðalfund. So álvarsliga metir hann nevniliga ikki støduna. — Tað hava verið at- finningar móti vatnorku- útbyggingini hjá SEV alla mína tíð, og eisini langt áðrenn vit fóru at byggja vatnorkuna út, sigur Han- us Joensen. Lítið semiligar atfinningar Men hverja viðmerking hevur so umboðsráðsfor- maðurin til hesar at- Veydugt er at framskunda keyp av motori, nú útbyggingin i Eysturoynni er seinkað finningarnar. Hann sigur Eg vil ikki siga, at tær eru lítið verdar, men nógv er lítið somiligt. Ég haldi, at blaðmenn eru ov lítið vaksnir. Teir hava hug at bryggja aftrat. Teir áttu at vitað betur Men kritikkurin kemur nú ikki frá blaðmonn- unum sjálvum. Tað eru jú orkuráð, {-mannanevnd og einstaklingar við áhuga og skili fyri orku- spurningum, sum finnast at utbyggingini! — Tad er rætt. Men tad skerst ikki burtur, at blað- mann stýra tjakinum. Tað eru eisini so nógvir blað- menn í Feroyum í dag, at teir rímiligt royna at lofta tí, sum er at lofta. Og tað verður so eisini gjert í hesum málinum. Nógvur politikkur — Hvussu kennir tú tað sjálvur sum formaður í Umboðsráðnum, tá tað á henda hátt verður »skotid við skørpum« eftir SEV og ráðgevum tess? — Eg haldi nógv av tí er politikkur.Nú nevndi eg blaðmenn, men tað sær út til, at eisini politikararnir Få sb ib * Nr. 96 — 28. august 1986 eru sera virknir i hesum målinum. Eg haldi, at tad er lika nogv ein politiskur spurningu". sum verður vidgjørdur sum ein reint tekniskur. Men heldur tú íkki eisini, at avgerðirnar, sum eru tiknar í SEV í ein vissan mun eru stýrdar av politikarum? Jú, í ein vissan mun. Tað gongur annars týðiliga fram í ellum kritikkinum, at menn vilja leggja SEV undir landið, og tað er ein politiskur spurningur Men er tað ikki ein ralevantur spurningur at seta sær, tá tosað verður um orkumál, um el framleiðslan eiguru at liggja undir landinum? — Eg dugi ikki at síggja. at ein er betur tekniskt sloppin við ti. Um tað er landsstýrið ella loggåvan sum avger, hvussuleiðis tað skal gerast er ilt at svara. Men tað er ikki vist, at eitt landsstýri verður meira heppið enn SEV at finna røttu loysnirnar. Men eg sigi ikki, at tað ikki kann gerast uppá annan máta eisini Eitt stórt men Hvat viðvíkur atfinn- ingunum móti útbygging- ini, so heldur Hanus Joensen, at tað er torført at skilja hesar atfinningar nar. Hann vísir á, at ein kritikkinum alla finnur eitt MEN, sum eingin er 0 svara Egh fair eru Visir kritikki legs aftrat Men er tad ikki upp gávan hjá Umboðsráðnum og formanni tess at henda kritikk og spyrja hvat nú er rætt ella skeivt ella er tað tykkara gáva fyri einhvønn pris at verja SEV og tiknar av- gerðir í SEY? viga upp- Hanus Joensen hevur verið formaður í Umboðsráðnum hjá SEV síðani 1974. Hetta at SEV verjir SEV er nakað, sum er upp- funnið av blaðmonnum. Tað verður so sanniliga funnist at ymsum viður- skiftum í SEV á sjálvum umboðsráðsfundunum. Men vit eru noyddir at fylgja meirlutanum til eina og hverja tíð Skuldu bygt vatnið fyrr Ein kann ikki siga, at umboðsráðslimirnir hava verið serliga atfinning- arsamir, tá hugsað verður um, at bert ein av .e... 75 limum á sinni atkveddi ímóti vatnorkuutbygg- ingini og såttmålanum vid H&S! Tad kann synast so, men nøkur år framman- undan feldi umbodsrådid målid um vatnorku- utbygging. Sjålvur helt og haldi eg enn, at vatnið átti at verið útbygt nógv fyrr — longu tíðliga í 60- unum. Ein átti ongantíð at verið givin við at byggja út á sinni, men átti at havt manning í gongd alla tíð- ina. Hetta varð ikki gjert og nú eru vit í tí steðuni, al ein so stórur biti skal svelgjast í einum og við tí fylgja so trupulleikarnir Hanus Joensen heldur, at vatnorkuútbyggingin hevur verið so ruddiliga forsømd. Såttmålarnir — Men hevur tu ongantid sjålvur sett spurnartekin vid såttmålan vid H&S? Tad hava verid gjørdir fleiri såttmålar og ikki bert vid HÁS. Sjálvur skrivaði eg í blødunum tá tann sonevndi landssátt- málin var gjerdur. Eingin ónti mær aftursvar. Tað var ein sáttmáli, sum var heilt út av lagi í allar nátar. og har SEV fult og ilt varð sett út av spæl- Men er hetta ein góð- ir sáttmáli sum tit hava rjørt við HK S? Tað skal eg ikki gera meg klókan uppá. — Men tú hevur sagt gott fyri honum? Eg haldi meg ikki minnast, at hann hevur verið fyri í Umboðs- ráðnum. Tað er stýrið, sum hevur góðtikið hann. — Varð sáttmálin ikki lagdur fyri Umboðsráðið? Tað kann eg ikki hugsa mær. Tað er ógvu- liga óregluligt, um tað var gjørt Tvs. at styrid hevur myndugleika at undir- skriva slíkan sáttmála uttan at umboðsráðið skal góðtaka hann? Ja, stýrið hevur rætt til at gera sáttmálar Um SEV/H&S sátt málan sigur Hanus Joensen annars, at hann var eitt framhald av sam arbeiðinum millum SEV og H&S. Minnist meg rætt, so var treytin frá danskari síðu fyri at fíggja vatn- orkuútbygging í Feroyum á sinni, at teir skuldu góð- kenna felagið, ið skuldi gera arbeiðið. Og soieiðis komu HÁS til Føroya. Gevast við at gera arbeiði uppá rokning Hanus Joensen vísir eisini á, at tá H&S varð liðugt við fyrstu útbygging arnar, tá vóru tað fleiri í SEV — men kortini ein minniluti, sum meinti, at SEV skuldi halda uppat við at lata arbeiðið gera uppá rokning. Hetta var fyri Umboðsráðsfundin fleiri ferðir. Eisini varð mett, at ein átti at verið fyrr á sjóvarfallinum við eini vatnorkuutbygging soleiðis at arbeiðið kundi bjóðast út — Ein hevði tær royndir at vísa á, at tað var ov seint útbygt og ti var ein altíð í »bakhondini«. Og gekk tað so ov skjótt, sí hevði ein als ikki tíð til at projektera, og avleidingin var, at ein skuldi projekt era, medan ein bygdi. Og tad endadi vid, at arbeitt varð uppá rokning Hanus Joensen leggt aftrat, at tað dagliga var stríð um tey málini á fund unum. Framhald á síðu 14