týsdagur 2. september 1986síða 9
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
SR LE EG
Nr. 98 — 2. september 1986
tidindabladid
Svanna og neistakvinnurnar venja nógv og gleða seg at leika ímóti svenska liðnum Ystad.
Europa-Cup hondbóltur
Lutakast var í Sveits hósdag
Vestmeninngar leika ímóti íslendsku meistarunum Víkingi, Neista-
kvinnurna ímóti svensku meistarunum Ystad og mansliðið hjá Kynsli
skal leika ímóti hollendskara liðnum Blauwiess. Foroysku liðini fara at
royna at fáa dystirnar leiktar í Føroyum.
Tað var ein stórhending,
tá ið finskt lið í 1972 kom
til Foroya at leika Europa-
cup dystir ímóti Kyndli.
Hetta var fyrstu ferð eitt
foroyskt lið var við í eini
Europa-cup kapping.
Nógv fólk vóru til dystir-
nar í hellini á Halsi og teir
fyrstu Europa-cup dystir-
nir slóðaðu fyri fleiri
Europa-cup dystum i
ramtíðini.
Vit hava nú 1986 og før-
oysku hondbóltsfelegini,
sum kunnu vera við í tílík-
um kappingum royna at
melda til, tí nidurstøda
teirra er, at skal feroyski
hondbólturin mennast, so
mugu vit út um landoddar
okkara. Vit mugu læra av
teimum, sum eru betur
eun vit.
Hósdagin kl. 10.00 var í
Basel lutakast, og tá var
sjálvandi greitt, hverjir
mótstandarar VÍF, Neist-
in og Kyndil fingu.
VÍF og Víkingur
Vestmenningar vóru
fyrstu ferð við í Europa-
cup kapping í 1976, tá ið
VÍF leikti ímóti FH á
Haufnafirði i Íslandi.
Kendi íslendski leikarin og
foroyavinurin Vidar
Simonarsson leikti tá við
FH.
VÍF hevur síðani leikt
ímóti Víkingin úr Íslandi,
Brentwood úr Onglandi,
Lugi úr Svoríki, Urædd úr
Noregi, og fyri tveimum
árum síðani leikti VIF
ímóti russiskum liði í
kappingini fyri steypa-
vinnarar.
Í ár verður mótstand-
arin hjá VIF aftur Víking-
ur, og eru vestmenningar
ikki so glaðir um hetta, tí
íslendskur hondbóltur er í
verðinsklassa. Vestmenn-
ingar venja hart í letuni
og fyri at kunna seg meira
um íslendskan hondbólt,
hevur VIF bjóðað ís-
lendskum 1. deildarliði úr
Akureyri á vitjan. Ís-
landska liðið kemur
fríggjadagin og skal leika
fyrsta dystin ímóti VÍF í
Vestmanna leygardagin.
Neistakvinnurnar
til Sveríkis?
Fyrsta umfarið í Europa-
cup kappingini fyri meist-
arar er geografisk, og tað
vil siga, at norðurland
metir norðurlandi.
Neistakvinnurnar vóru
fyrstu ferð við í Europa-
cup kappingini í 1979.
Neistin trekti frítt í
fyrsta umfarinum og í
eðrum umfarinum var
mótsteðuliðið KS. Ruch
úr Pólandi. Henda netin
var herð at bróta, men
polska vitjanin eydnaðist
til fulnar, og fólk minnast
enn, hvussu kvinnuhond-
bóltur kann og skal keik-
ast.
Í 1979 leiktu neista-
kvinnurnar ímóti Fram úr
Íslandi. Íslendskur
kvinnuhondbóltur er ikki
so frammaliga, og ís-
lendsku kvinnurnar vóru
at tosa við.
Í 1982 var norska liðið
Skjæberg í Feroyum og
leikti tveir Europa-cup
dystir ímóti neistakvinn-
unum. Norskur kvinnu-
hondbóltur er hin besti í
norðurlondum,og tað bóru
hesir báðir dystir eisini
prógv um.
I ár er mótsteðuliðið hjá
neistakvinnunum Ystad
úr Sveríki. Ystad er ein
byur i Sudursvøriki, men
enn hava vit ikki fingid
uppspurt, hvussu svensk-
ur kvinnuhondbóltur er
fyri í løtuni, uttan tað, at
hann er á lægri stødi enn
tann norski.
Frá Neistanum frættist,
at nógv fólk eru at taka til
í ár
Tað gleðiliga er, at tann
málverjin Óluva
Djurhuus og útileikarin
Marjun Christiansen eru
við aftur á Neistaliðnum
og hetta fer at styrkja lið-
ið frá í fjør.
góði
Kyndil áhuga-
verdan
mótstandara
Í kappingini fyri steypa-
vinnarar fekk Kyndil ein
spennandi mótstandara.
Kyndil skal leika fyrsta
dystin í Feroyum ímóti
hollendska steypavinn-
arunum Blauwiess, sum
tey í Kyndil enn onki vita
um.
Kyndil fer at royna at
fáa báðar dystirnar í
Føroyum, tí fyri øll trý før-
oysku hondbóltsfelegini
Kyndil, Neistan og VIF,
so er tað sra kostnaðar-
mikið at leika í eini
Frein á Kyndlagentum er stór. — Tær hava júst vunnið Neistan fyri fyrstu ferð í
mong ár.
Nær verður roysnið endurtikið ?
Europa-cup kapping.
Flúgvibillettin Vágar-
Kastrup tekur allan ferða-
peningin.
IHF hevur boðað frá, at
fyrsti Europa-cup dystur-
in skal leikast í døgunum
22.-29. sept. og seinni
dysturin skal verða leikt-
ur áðrenn 5. oktober.
Feroyski hondbólts-
áskoðarin hevur nógv at
gleða seg til.
Ítróttar-
veddingin í
donsku
fótbólts-
kappingini:
| € md md NK K INNA
Í
” xX
|
1
- |x
13 røtt: kr. 14.246
12 røtt: kr 693
11 røtt: kr. 72