Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-11-19, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. november 2002síða 15

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 222 - 19. november 2002 Nr. 222 - 19. november 2002 29 Gøtu kommuna søkir 1 Dagrøktara, at byrja skjótast tilber. Dagrøktarheimið skal vera innrættað barnavin- arligt, har rúm er til børnini at spæla í og hós- kandi trygt spæliøki uttanfyri. Í skipanini eru tvær dagrøktarar, ein í Syðru- gøtu og ein í Norðragøtu. Vit hava skipað eina spælistovu,har dagrøktarar saman við børnun- um og leiðaranum koma saman til ymiskt – ein dag um vikuna – mánadag frá kl. 7.30 til kl. 12.00. Vit eru í stovuni sum frítíðarskúlin brúkar. Lønin er sambært sáttmála við Føroya Kommunala arbeiðsgevarafelag. Til Dagstovnin í Gøtu søkist 1 pedagog til starv í vøggustovu, fyri ped. í barnsburðarfarloyvi frá 01.01.03 til 01.01.04. Arbeiðstíðin er 30 tímar um vikuna. Í Dagstovninum eru 5 stovur, ein vøggustova 14 pláss 0-2 ár, ein smábarnastova 18 pláss 2-4 ár, ein barnagarðsstova 21 pláss 4-6 ár, ein barnagarðsstova við børnum í forskúlaaldri 20 pláss og frítíðarskúlin til børn í 1.flokki 10 pláss. Dagstovnurin lat upp 1. februar 2000 og liggur í hugnaligum og barnavinarligum umhvørvi, við Gøtugjógv. Um eingin pedagogur søkir verður hjálparfólk sett. Lønin er sambært sáttmála við Føroya Peda- gogfelag. Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til Torgerð Hansen, tlf. 442012 lokal 10. Skrivlig umsókn, skal sendast okkum áðrenn fríggjadagin 29. nov. 2002. Bygdarráðið tekur sær rætt til frítt at velja ímillum umsóknirnar ella ongan at seta. Dagstovnurin í Gøtu, boks 32 511 Gøtugjógv Starvið Av tí at eitt av starvsfólkum okkara fer í annað starv, er eitt áhugavert starv sum skrivstovufólk/málsvið- geri leyst at søkja á Stuðulsstovninum. Høvuðsuppgávurnar verða m.a.: • Málsviðgerð í ÚSUN-skipanini* • Umsiting av lestrarlánum • Vanligar skrivstovuuppgávur Førleikakrøv Vit vænta okkum m.a., at umsøkjarar hava • Skrivstovuútbúgving og HH/student ella líknandi • Góðan kunnleika til enskt í skrift og talu* • Góðan kunnleika í nýtslu av edv. • Góðan kunnleika til føroyskt • Fyrikomandi og góð samstarvsevni • Førleika til at arbeiða sjálvstøðugt Vit bjóða • Eitt ábyrgdarfult, áhugavert og fjølbroytt starv í einum stovni í menning • Sjálvstøðugt starv við møguleikum fyri bæði persónligari og fakligari menning Setanar- og lønartreytir Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjar- málaráðið og Starvsmannafelagið. Viðmerkjast skal, at setanarøkið fevnir um alt aðal- ráðið og deildir/stovnar tess. Umsókn Umsókn við prógvum o.ø. skulu sendast til: Stuðulsstovnin Stílað: Terja á Lakjuni Hoyvíksvegur 72 Postrúm 3279 110 Tórshavn Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 21. november 2002. Starvið verður sett 1. januar 2003 ella skjótast tilber. Um tú ynskir fleiri upplýsingar,kanst tú ringja til Terja á Lakjuni, leiðara á Stuðulsstovninum, á telefon 319680 ella 444739. * Í ÚSUN-skipanini verður útbúgvingarstuðul veittur til tey, ið lesa uttanfyri Norðurlond. Tað er í hesum sambandi at kunnleiki til enskt er ein fyrimunur. Skrivstovufólk/málsviðgeri F Ø R O Y A L A N D S S T Ý R I Mentamálaráðið Stuðulsstovnurin Stuðulsstovnurin er ein stovnur undir Mentamálaráðnum, ið hevur til uppgávu at veita fíggjarligan stuðul til lesandi føroyingar. Á Stuðulsstovninum starvast 5 fólk. Stovnurin rindar mánaðarligan lestrarstuðul til umleið 1.800 lesandi í Føroyum og árligan ferðastuðul til umleið 1.100 lesandi uttanlands, umframt at veita lestrarstuðul til lesandi uttanfyri Norðurlond (ÚSUN). Harumframt krevur stovnurin inn lestrarlán frá umleið 2.700 persónum.Stuðulsstovnurin hevur í 2002 eina útreiðslujáttan uppá 2,4 mió.kr.,og veitt uml.69 mió.kr.í lestrarstuðli. FIRMAKAPPING!!! Skála Ítróttarfelag vil hervið boða frá, at firmakapping verður í høllini á Skála tann 23. november. • Spælt verður við hondbóltsmálum. Málmaðurin hevur ikki loyvi at brúka hendurnar • Fýra leikarar eru á vøllinum. Loyvt er at hava tveir útskiftarar • Tað er bert loyvt at hava ein leikara, ið hevur leikt við 1. deild síðsta kappingarár, á liðnum. Eisini er loyvt at hava ein leikara, ið hevur leikt við 2. deild ella unglingum síðsta kappingarár. Lið, ið ikki halda hesa reglu, sleppa ikki at luttaka Seinasta freist at tekna seg til luttøku er mikudagin 20. november. Luttøku- gjald er 400,- kr. Øll virkir eru vælkomin at luttaka. Um tit ynskja at luttaka ella kanska onkrar spurningar eru, kunnu tit ringja á tlf. 227397/447670 ella 223804/449804. Skála ítróttarfelag Grót til sølu Sprongt grót úr Skotarók til sølu. Prísur, 400 kr. lessið, uttan koyring. Áhugaði ring 21 38 42 Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi viðv. hesum feløgum: Nevnd og stjórn er farin frá. Feløgini eru send Føroya Skiftirætti til tvingsilsavtøku 15. november 2002 eftir § 87, jvb. § 86 í Sp/-lógini og § 117 jvb. § 118 í P/F-lógini. Skrásetingar-nr. P/F 760, P/F Heimafisk í likvidatión undir tvingsilsavtøku, 100 Tórshavn. Skrásetingar-nr. P/F 2235, P/F I.R. Lastvognar undir tvingsilsavtøku, 410 Kollafjørður. Skrásetingar-nr. Sp/f 2729, Sp/f Fær-Byg undir tvingsilsavtøku, 826 Trongisvágur. Skráseting Føroya tann 15. november 2002 Kristin Balle _______________________ -tað loysir seg C M Y K 29 28