týsdagur 9. september 1986síða 6
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
SEV eigur
útspælið
NÓGV hevur verið sagt og skriv-
að um vatnorkuútbyggingina hjá
SEV í Eysturoynni. Og fleiri eru
meiningarnar um hesa útbygging.
Meðan SEV alla tíðina hevur tráð-
hildið um, at teir fremja ta skila-
bestu útbyggingina, so eru tað
fleiri og fleiri, sum hava sett
spurnartekin við hana og hava
víst á aðrar alternativar útbygg-
ingarhættir. Nýggjar kanningar
eru gjørdar, og nógvar frágreið-
ingar eru festar á blað. Saman-
umtikið kann sigast um alt hetta
nýggja tilfarið, at tað jarðleggur
fyri stóran part verandi út
bygging. Sagt verður, at meira
orka hevði fingist burtur úr fyri
minni kostnað, um SEV hevði
lagt útbyggingina í hæddini í
staðin. Og at hetta átti at verið
gjørt frá byrjan av.
HÓAST henda nógva kritikkin, so
tykist tað ikki sum, at SEV tekur
hann í álvara. Í hvussu so er, eru
tekin til, at SEV-leiðslan ikki vil
viðganga, at nakað er skeivt í ver-
andi útbygging.
LANDSSTÝRIÐ, sum er landsins
hægsti myndugleiki, hevur eisini
víst stóran áhuga fyri hesi vatn-
orkuútbyggingini. Sjálvur leg-
maður hevur virkin tíkið lut í
tjakinum, tí hann hevur mett tað
av so stórum týdningi, at sam-
felagið fær sum mest burtur úr
eini slíkari útbygging. Hesin
áhugi løgmans fyri einum so stór-
um álvarsmáli hevur fingið and-
stødupolitikarar og eisini leiðsl-
una í SEV at siga, at løgmadur
leggur seg út í viðurskifti hann
einki hevur at gera við.
HESUM eru vit ikki samdir við
teimum í. Tað má vera bæði
skylda og ábyrgd løgmans og sit-
andi landsstýri at fylgja við, hvat
fyriferst á einum so týdningar-
miklum øki, sum útbygging av
okkara vatnorku er.
MEN hvat skal nú alt hetta tjakið
til, tá tað tykist sum um SEV ikki
vil lurta og ikki vil viðganga, at
tað og ráðgevar tess hava borið
seg skeivt at? Er tá yvirhøvur
neydugt at bruka kreftirnar til
slíka viðgerð soleiðis sum ein av .
limunum í Orkuráðnum herfyri
vísti til!
SEV eigur útspælið segði sami
maðurin í samrødu við blað her-
fyri. Men enn er einki útspæl
komið frá SEV og ivasamt er, um
nakað kemur. Aftaná fundirnar
við Orkuráðið í seinasta mánað
segði stjórin í SEV, at teir skuldu
gera ymsar kanningar og metti
hann, at partarnir fóru at metast
aftur í seinnu helvt av august. Vit
skriva nú 9. september og enn er
einki hent í málinum.
UM somu tíð heldur SEV fram við
útbygging síni í Eysturoynni sum
um einki var hent. Tað tykist tí
meira og meira greitt, at leiðslan í
SEV als ikki er sinnað til at tosa
um nakra broyting av verandi
projekti.
MEN er SEV ikki ført fyri at vísa tí
nógva kritikkinum aftur sakliga
og vælundirbygt, so eiga landsins
hægstu myndugleikar at gera
vart við seg. Við verandi saman-
seting av SEV-leiðslu og stýri
freistast ein til at spyrja, um tað
kanska ikki júst er tað, sum SEV
ynskir. Tí gongdin higartil hevur
víst, at SEV í veruleikanum íkki
ynskir at tosa um ta skilabestu
loysnina og ongantíð hevur viljað
tað, men heldur ynskir at fast-
halda um sítt fyri á tann hátt at
provokera sitandi myndugleikar.
Kanska ein slík provokatión
kundi komið væl við hjá eini polit-
iskari andstøðu, sum er væl
umboðað í SEV-stýrinum!
NÚ fáa vit so at síggja, hvat
veiggj er í landsstýrinum. Kann
ein veruliga lata sær alt lynda —
og er tað SEV, sum stýrir land-
inum og ikki landsstýrið?
„tíðindablaðið søsialurin 5
Nr. 101 — 9. september 1986
Til Føroya Løgting
Á Feroya-ferð síni i aug-
ust 1986 segði Uffe Elle-
mann Jensen, uttanríkis-
ráðharri. í viðtali við
Dimmalætting:
„Bæði heima í Danmark
og eisini her í Foroyum eru
tað fólk, ið vilja vera við,
at hetta alt samalt (t.e.
hermálsligar útbyggingar)
er kroyst niður yvir foroy-
ingar, uttan at teir eru so
eftirspurdir.
mikið sum
Hetta er bara als ikki so, ti
alt er hetta sett upp í sam-
ráð við foroyskar myndug-
leikar.
Felagið Fríu Feroyar
metir, at hesi orð danska
uttanríkisráðharrans alsa
ikki samsvara við tað, ið
foroyski = almenningurin
hevur fingið at vita um
gongdina í hernaðarmálin-
um.
Felagið vendir sær tí
hervið til Feroya Legting
við fyrispurningi, um
danski uttanríkisráðharr-
in sigur sannleikan, tá ið
hann sigur, at øll hern-
aðarútgerð í Feroyum er
sett upp í samráð við fer-
oyskar myndugleikar.
i Við vón um svar
v. FRÍU FOROYOYAR
Arnbjørn R. Thomsen, fm
Vágsbern slept uppa fjall
Nú, gott ár eftir at skúla-
gølan í Vági kom fram, er
Vágs Skúli vorðin ein
skinklandi institutión,
ið ongan góðan tykist
eiga.
Flestu faklærdu lærarar
skúlans eru rýmdir í aðrar
skúlar, og Vágs skúla-
nevnd hevur sum eina
neyðloysn fylt skúlan við
vikarum, sum at kalla
hátt góðtakast. At tveir
ella tríggir vikarar verða
settir sigur eingin nakað
til, men so nógvir sum teir
í dag eru í tali, er besta
prógv um ábyrgdarloysi
frá skúlamyndugleikanna
síðu. Sjálvt í framhalds-
deildini í Vágs skúla sita
vikarar og undirvísa.
Hvat sigur Landsskúla-
fyrisitingin til hetta? Ella
enda sum analfabetar, ið
ikki eru ferir fyri at liva í
atomeldini?
Undirritaði ætlar sum
foreldur ikki at sita hend-
ur í favn og síggja, hvussu
lítið bernini í Vági verða
vird av feroysku skúla-
myndugleikunum.
Vit foreldur mugu gera
okkurt munagott. Nú.
ongar praktiskar royndir foreldrafelagið? Ella E.
hava við undirvísing. landsstýrið? Skal eitt heilt
Hetta kann á ongan ættarlið av vágbingum
Hver er hes in »eini«?
ør er nes In »venl«:
Sat i dag og las vidtal vid Ålvaratos, væl veit eg eitt nú >„tú-, »folk«
legmann Atla Dam um
viðurskiftini á Almanna-
stovuni. Helt tað vera so
undarligt at lesa, tí mað-
urin tóktist alla tíðina at
benda á ein ávísan »ein«,
sum eftir ellum at døma
alt snúði seg um — hver
hann var fekk eg nú ong-
antíð greiði á.
„Ein meinti nús, »um ein
hevði kunnað fingið at
vita«, sein missir løn« um
»ein ikki ger arbeidi«, »ein
må klåra seg sum best
hesa tidina«, »ein vildi
royna at hyggja at mål-
inum«, »metir ein seg ikki
hava sagt« »hetta er ikki
nakað ein bara kann leypa
út i« »ein må fyrst um-
hugsa« — ja so nógv var
um henda »eina« at hann
neyvan kann hava verið
heilt aleina.
at roynd einaferð varð
gjørd at fáa føroyingar at
siga »ein« í staðin fyri tað
teir segdu — og siga —
„man“, stytting av orð-
inum »madur« (menn-
iskja). Hetta
miseydnaðist, eins og alt
annað konstruerað mál, tí
hverki feroyingar ella aðr-
ar norrenar tjóðir hava
nakrantíð sagt »ein« í hes-
um sambandi. Íslendingar
siga »madur« og hinar
tjóðirnar styttingina
»man«, sum feroyingar
eisini gera. >Ein< hverki
riggar ella tænir nekrum
endamáli uttan erkyml-
anini.
Ég veit ikki heldur um
nakra feroyska bygdamál-
isku, har vendingin »ein«
verður brúkt har vit onnur
siga »man«. Vit siga eisini
„
»menn« (vilja vera við)
- ella tað sum hóskar best:
at nevna tað/tey sum sip-
að verður til og ikki sleppa
sær undan ábyrgd við at
brúka tað neutrala (gene
rella) »man« og líknandi.
Vælsignaðir bladmenn
sleppið okkum undan
hasum illa hóskandi orð-
inum. Ikki haldi eg, at fólk
í viðtali sigur hetta, held:
ur man hetta vera nakað,
blaðmenn broyta aftaná —
til tað verra.
Hvat heldur annars mål-
stovnurin um hesa — eftir
mínum tykki óferoysku —
vending?
Til mammur og pápar!
Hví hava tit fingið
tykkum bern? Av misgáv-
um? Ikki planløgd? Hvi
blivu vit so 4 systkin? Tit
hava ikki tíð til okkum i ti
dagliga, tí tit mugu ar-
beiða. Men so kemur
weekendin, pápi drekkur,
tí nú hevur hann frí og má
slappa av. Mamma er eis-
ini troytt, hon má hugsa
um klæðini til komandi
viku, hon kann ongatíð
fara út frá okkum, tí vit
tora ikki at liggja einsa-
mell um náttina. Hon er
kedd, tí pápi altíð mí út
við vinunum tá hann
hevur frí. Pápar, tit hava
sjálvir skapt okkum, vit
eru kedd, gráta og leingj-
ast, tí vit eru góð við tykk-
um, men tað er ikki stutt-
ligt altíð at hava eina
mammu sum er kedd og
grætur, tí pápi er úti. Vit
fela tað sum tað var nógv
betri, at vit ikki vóru til, tí
so kundu tit gjørt sum tit
vildu.
Kundu ikki ell foreldur
lagt av at ballast hverja
ferð, tey hava frí?
Ein sonur!