týsdagur 9. september 1986síða 10
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 10
Nr. 101 — 9. september 1986
Hetta er ikki ein klaga —
men kemur hon
Nógv hevur seinastu tíðina verið tosað og skrivað um Carl
Whitehouse, enska málverjan hjá GI.
Onkur hevur viljað verið við, at Carl ikki hevur loyvi til at
leika við í føroysku landskappingini, tær hann hevur leikað
kappingarfótbólt í Onglandi í ár, áðrenn hann kom higar.
Fólk flest hava sum vera man ikki viljað trúð uppá, at F.S.F
hevur loyvt einum manni at leika, tá hesin ikki hevur loyvi til
LESS.
Allar illgitingar og leysasøgur hava verið skúgvaðar til viks.
Alt hetta er ivaleyst bert íbirt av evundsjúku. Fólk flest spyr
eisini: »Hvi klaga nú — tá getumenn hava vunnið??? »Hvi klag-
aðu tit ikki við kappingarårsbyrjan«?
Ja flestu fótbóltsáhugað kring oyggjarnar munnu ivaleyst
hava sett bæði ødrum og sær sjálvum nógvar spurningar í sam-
band við tað, ið hoyrist um enska getumannin Carl Whitehouse.
F.S.F. gevur einki
spæliloy vi:
Sum sagt hevur nógv
verið skrivað um omanfyri
nevnda mál.
Vit á Ítróttasosialinum
hava ikki viljað tikið mál-
ið upp fyrr, tí tey tíðindi
vit hava fingið framman-
undan hava verið rættiliga
nógv merkt av slatri og
leysatíðindum.
Vit hildu, at málið var
out. At allar reddir vóru
tagnaðar.
Hetta vikuskiftið hava
vit tó fingið hendur á
avriti av einum telexi,
sum uttan iva, er eitt full-
gott prógv um, at áður-
nevndi Carl Whitehouse
ikki hevur loyvi til at leika
i føroysku fótbóltslands-
kappingini 1986.
Vit hava ti i besta
Oyggjatidindastili roynt
at fáa røttu viðkomandi at
siga okkum eitthvert um
málið.
Náttúrliga
okkum í samband
umboð fyri F.S.F.
Og vit spurdu sjálvsagt,
um Carl Whitehouse hev-
ur fingið spæliloyvið frá
F.S.F.
Tann fyrsti vit høvdu í
telefonini bað okkum um
at ringja til GI.
Í daru atløgu gekk bet-
ur. Viðkomandi segði, at
tað krevst ikki spæliloyvi
til útlendskar leikarar.
Viðkomandi segði, at
F.S.F als ikki kannar við-
urskiftini = hjá teimum
útlendingunum, ið verða
meldaðir til frá ymsu
feløgunum.
settu vit
vid
Spurdur hvi hetta er so,
varð svarað, at hetta ong-
antíð hevur verið gjert í
F.S.F. Sami maður sigur
tó, at allir feroyingar sum
leika fótbólt uttanlands
verða kannaðir av viðkom-
andi fótbóltssambandi.
Viðkomandi vit tosaðu
við váttaði, at hóast F.S.F
er vitandi um at leikari er
ólógligur, so verður einki
gjørt við málið, fyrr enn
ein klaga FRA EINUM
FELAG (i hesum føri fót-
bóltsfelag) fyriliggur.
T6 varå dentur lagdur å,
at viðkomandi ikki kundi
hugsa sær, at GÍ hevur
framt nakað lógarbrot í
hesum sambandi. Tað
líkist teimum ikki, varð
sagt.
Vit hava sæð
prógv
Sum sagt, so hava vit
fingið loyvi til at síggja
prógv um, at Carl White-
house ikki hevur loyvi at
verja málið fyri GI í lands-
kappingini 1986.
Venjarin hjá HB Jack
Johnson fór fyri fleiri
mánaðum síðani í holt við
at kanna málið
Jack hevur
ferðast víða sum fótbólts-
leikari og -venjari, og
kennir hann tí hópin av
fólki bæði her og har.
Hóast striltið hevur
gingist, so hevur hann nú
megnað at fáa eitt telex,
sum sigur, at Carl White-
house hevur leikt í felag-
num Harrisons, sum spæl-
ir í West Midland League
(fyri semiproffar og non-
amaterar).
Fyri at eingin ivi skal
verða um tað vit her
skriva, fara vit at seta tel-
exið í.
Johnson
Johnson vil klaga
Jack heldur at
eingin ivi kann vera um, at
GI skal klagast fyri lógar-
brotið
Fyri tað fyrsta eigur eitt
Johnson
felag sjálvsagt at vera
revsað fyri eitt lógarbrot,
sigur Jack Johnson.
Øll felog eiga at leika
undir somu treytum, sigur
Jack og við peikifingr-
inum beint uppeftir sigur
hálvgamli unglingin, at
júst hansara felag mátti
senda ein málmann sum
ivaleyst hevði borið av
ellum her á landi, retur, tí
hesin hevði leikt ein (!)
dyst í donsku kappingini.
Jack Johnson tosar her
um Erik Mork frá Varde,
sum kom her upp til tess
at leika við HB. Erik var
ein framúr málmaður, men
mátti nakkalangur aftur
til hús — Carl er fram-
vegis í GI. M.a. hetta met-
ir Jack Johnson ikki er
rættvíst.
Jack sigur nakað so-
leiðis: »Uttan at taka
nakað frá nekrum, so meti
eg, at um Erik hevði verið
málverji hjá okkum í ár,
so var lítil ivi um úrslitið.
Jack nevnir eisini ein
John Klein, somuleiðis
dani, sum ikki hevur
fingið loyvi til at spæla.
B68 hevur eisini keði-
ligar royndir av at hava
fingið danskar fótbólts-
leikarar til bygda.
Sonur John Kramer,
Jern, kom higar í 1984,
men fekk hann ikki loyvi
til at leika við B68, tí
hesin hevði leikt ein ung-
lingadyst í D.K.
Reglur — ella ikki
Sum sagt, so sigur gr. i
okkara fótbóltslógum, at
útlendingur, su mhevur
leikt kappingarfótbólt i
eðrum landi í sama ári,
ikki hevur loyvi at leika
landskappingarfótbólt her
hjá okkum.
Ein tann fremsta upp-
gáva og ábyrgd hjá nevnd-
unum innan F.S.F. er utt-
an iva at syrgja fyri at
lógin ikki verður brotin
(um hetta ber til).
Hetta fyri at verja fót-
bóltslandskappingina og
felogini.
Sum umsitingin av
stórum parti av fótbólts-
lógum okkara fer fram
ídag, so er tað ikki F.S.F.
men felegini og einstak-
lingar sum umsita hana.
Hetta er soleiðis, tí at
F.S.F. viðger einki lógar-
brot (stórt sum smátt)
uttanso at eitt felag hevur
gjørt teir varugar við
hetta lógarbrot. Felag
skal hava sent skrivliga
klagu og goldið trygdar-
gjald, áðrenn eitt lógar-
brot (ofta alment) verður
vidgjørt.
F.S.F. verjir hesa fram-
ferð soleiðis, at teir siga
seg ikki megna at halda
eyga við ellum, sum fyri-
ferst í føroyska fótbólts-
heiminum.
Tað kunnu teir hava
allan rættin í. Sjálvsagt
skulu vit ikki hava nakra
fregnartænastu í Gunda-
dali.
Hinvegin so elvir steða
F.S.F.'s feløg og einstak-
lingar til at fremja sjålv-
tøku. T.v.s. at tey taka
lógina i egnar hendur og
hetta førir aftur vid sær at
felogini verða spæld út
ímóti hverjum eðrum.
Tað er í veruleikanum
ein treyt at eitt felag
stendur sum ákæri um eitt
lógarbrot (stórt sum
smátt) skal sektast.
Sum ein fótbóltsleiðari
hevur sagt: >Hasar klag-
urnar eru nakað lort,
høvdu bert feløgini komið
undan teimum“.
Lítið man vera at ivast í,
at menn fleiri ferðir hava
latið vera við at kæra upp-
løgd lógarbrot, bert fyri at
sleppa undan óhepnum
fylgjum fyri seg og síni.
Tí vil Jack Johnson og
kanska onkur annar kæra
GÍ, meðan leiðarar úr HB,
B36 og B68 aftra seg við
at gera tað.
»Vit mugu hugsa um av-
leiðingarnar< siga teir all-
—=