hósdagur 11. september 1986síða 6
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tíðindablaðið
Allende —
Pinochet og
Breckmann
RODRIGO ANDRÉS ROJÁS DE NEGKI
gjørdist bert 19 ára gamal. Saman við
gentu síni var hann við til eina fridarliga
mótmælisgongu móti hernaðarstýrinum
hjá Pinochet í Chile. Harðrenda løgreglan
legði uppí og myrdi frá hond. Átta chil-
enarar lógu eftirá. Ein teirra var Rodrigó
Andrés Rojas De Negri. Saman við gent-
uni varð hann fyrst píndur. Síðani oystu
teir tey bæði undir í bensini og settu eld á.
Rodrigo brendi spakuliga í hel, meðan
legreglumenninir skemtandi hugdu at.
Genta hansara livir framvegis illa.
HETTA er bert ein av teimum mongu mill-
iénunum av sorgarsøgum úr tí suður-
amerikanska landinum Chile, sum tann
harðrendi einaræðisharrin og fascisturin
Pinochet er upphavsmaður at. Í samfuli
13 ár hevur tað eydnast hesum fókaræð
isins og menniskjanna bødla og figginda
nummar eitt at kúga og knuska sitt egna
fólk
NÚ Um dagarnar varð ein drápsroynd
framd ímoti sama Pinochet. Tað var um
reppið, at hann her varð offur fyri egnu
gerningum sínum. Tað var nevniliga sami
Pinochet, sum í 1973 við eitt hernaðar
kvett tók valdið í Chile og myrdi tann tá
verandi demokratiskt valda forsetan
Salvadore Allende. Sami Pinochet hevur
síðani tá hundraðtúsundtals manna-
lagnur á samvitskuni
VIT minnast, hvussu tað gekst teimum.
sum undir krignum framdu drápsroyndir
móti leiðandi nazistum — og øllum
teimum, sum stýrið ynskti at leggja undir
illgruna, fyri á tann hátt at sleppa av við
allar hugsandi fíggindar eins og and
stødingar. Just somuleiðis gongur við
øllum andsteðingum hjá Pinochet í Chile í
hesum døgum. Í hevndartosta sínum
sendir Pinochet sínar leiguhermenn inn í
hverja fátækrakroysu í hevuðsstaðnum
Santiago og ødrum býum at revsa tey.
hann heldur vera tey seku. lligrunin og
hevndarhugur hansara kennir einki
mark. Borgarligir politikarar og borgar-
ligir persónar annars, id hesi seinastu 13
árini hava sett seg upp ímóti Pinochet-
styrinum og kortini hava verið spardir, tí
Pinochet hevði nóg mikið við at taka sær
av teimum vinstravendu, teir verða nú
eisini dripnir ella settir fastir
PINOCHET nýtir allar snildir fyri at varð-
veita vald sitt. Meðan amerikumenn i
1973 góvu honum sín fulla stuðul í kvett-
royndini móti Allende, hevur harðskapur
hansara verið sjålvt amerikumonnum ov-
boðin. Teir hava tí í seinastuni kravt, at
hann skal seta demokratisku rættindini í
gildi aftur í landinum, tí annars fær hann
ikki longur stuðul úr USA.
MEN eins og Hitler á sinni visti, hverjar
snildir hann skuldi taka til fyri at fáa
fólkið at tekkjast sær, so ger Pinochet.
Hann skipar fyri tiltskum og bryggjar
lygusegur, sum skulu geva bæði fólkinum
í Chile og amerikonsku vinunum ta fatan,
at ágangurin frá vinstravendum er so
álvarssamur, at tað er neyðugt at fara
fram við harðari hond og at lata landið
vera í undantaksstødu. Herfyri kunn-
gjørdi Pinochet, at menn hansara høvdu
funnið fleiri goymslur við våpnum, og at
andstødingar åttu tær. Sidani er tad
komið fram i chilenskum blødum, at
hetta eru ispunnar søgur og skulu brukast
måtvegis USA fyri at amerikanarar skulu
fáa ta fatan, at kommunistiski vandin lúrir
i Chile.
SLIKAR eru metodurnar, sum Pinochet
brukar og ikki so undarligt, at tad hevur
eydnast honum at hildið landið i undan
taksstødu í næstan 13 ár. Nú er tað so lýst
í krigsstødu eisini, og nú hevur so um-
heimurin nærum ongan meguleika at
fylgja við, hvat hendir teimum mongu,
sum hava talað at hernaðarstýrinum
MEÐAN vit hoyra hesar sannroyndir, so
eru tað fólk í Føroyum, virknir politikarar,
sum verja og skammrósa Pinochet. Tað
nýtast tí als ongar avdúkingar av loyni-
ligum felagsskapum í Danmark fyri at av
dúka stavnamann fólkafloksins Ola
Breckmann fyri at fremja undirgravandi
virksemi og fyri at vera í hóslag við
gomlum sum nýggjum nazistum og
fascistum. Sami Breckmann skrivaði í
1979 grein í málgagni fólkafloksins um
Allende og Pinochet. »Tibetur fekk
Allende sekkin«. Hetta vóru orðini og
skoðsmálið, fólkafloksmaðurin og sokall-
aði verjin av fólkaræðinum, Ok Breckmann,
hevði til tann demokratiskt valda All-
ende, sum í 1973 skammiliga varð myrdur
av Pinochet, sama Pinochet, sum Dag
blaðið síðani hevur stuðlað og kjúklað um
bert tí hann hatar marxistar, kommunist-
ar og aðrar vinstrahallar.
HELDUR offra demokratiið enn at geva
demokratiskt valdum sosialistiskum for-
setum ein møguleika at visa tað í verki,
tað fólkið hevur valt teir til. Hvar er log-
ikkurin og hvar er menniskjað, tá ein, ið
sigur seg verja fólkaræðið, um somu tíð
tekur undir við Pinochet og freist yvir
deyða Allende? Pinochet hevur sagt. at
hann hevur einki til yvirs fyri politikarum.
Og har eru Óli Breckmann og hann sam-
líkir. Heldur ikki Óli Breckmann hevur
nakað til yvirs fyri politikarum, um teir
ikki halda og meina tað sama sum hann.
Munurin á teimum er bert tann, at Pino-
chet myrðir politikararnar. Oli Breck
mann undirgrevur teir.
Nr. 102 — 11. september 1986
LFU, Føroya Ungdóms-
ráð og íbúðarnevndin
Í seinastu Miðskiftuni
harmast Tórálvur Weihe
um, at LFÚ skal verða
hildið uttanfyri íbúðar-
nevndina. LFÚ er sum tú
eisini skrivar, limur í Fer-
oya Ungdómsráð (FUR).
FUR hevur fingið eitt um-
boð í íbúðarnevndina. Tað
at FUR, ið umboðar allan
foroyskan ungdóm, fær
eitt umboð í ibådarnevnd-
ina og ikki LFU, má sig-
ast at vera tað einasta
rætta. Hví LFÚ skal hava
ein serstakan framíhjá-
rætt fram um hini feløg-
ini, ið mynda FUR, dugi
eg ikki at síggja.
LFÚ hevur ein lím í
nevndini hjá FUR og
skuldi sostatt havt bein-
leiðis ávirkan á arbeiði hjá
FUR og harvið eisini á ar-
beiði í íbúðarnevndini.
Um hetta ikki er so, mugu
tit heldur taka í egnan
barm.
Tá ein lesur greinina hjá
Tórálvi, fær ein ta fatan,
at LFÚ er tann einasti
demokratiski felagsskap-
urin í FUR. Ein kundi
hugsa sær at Tórálvur
greinar hetta »postulat«
eitt sindur betri.
Til seinast: FUR er ein
demokratiskur felags-
skapur, ið umboðar 14
feløg, og tað kann ikki
sigast at vera demokrat-
iskt, at LFÚ skal hava
nakran framíhjárætt.
Heldur ikki er tað demo-
kratiskt, at melda seg út
úr einum felagsskapi, um
ein ikki hverja ferð fær sín
vilja.
Eyðólv Dimon
So kom tú aftur í donsk
blað, Óli Breckmann. Men
um ein skal taka tað fyri
fult, sum Ekstra Blaðið
skrivar og tað, sum bleiv
nevnt í tí donsku >TV-
avisini«, ja so er tú komin
í eitt veruliga »eksklusivt
selskab<. Innast inni haldi
eg tú er komin í hatta um-
hvervið orsakað av tínum
áskðanum um sosialistar
o.l.
Satt at siga, so haldi eg
at tu uttan at vita av ti er
komin í hatta »kom-
plottid«.
Fólkaflokkurin í síni
heild má hava etið tíni
sjónarmið. Tú byrjaði jú
sum bladstjøri í 1974.
Fólkaflokkurin livir ella
dúvar uppá sínar hug-
sjónir sum ein sokallaður
fólksins flokkur. Men sum
vanligur javnadarmadur
býður tann flokkurin mær
alt ímóti. Lat tey ríku fáa
frið og so hava vit ein
»millum-klassa« (lønarliga
sæd) og so tey harúti —
tey, sum arbeiða til breyð.
Hetta er tykkara politikk-
ur.
Fyri meg, so gevur javn-
aðarflokkurin tað einasta
svarið. Vit skula ikki út í
tann kommunistiska leirin
fyri at finna eina ella aðra
loysn. Vit skulu virka fyri
javnari len millum rík og
fátæk.
Hetta er kanska sum
lættisoppalesnaður hjá
teimum, ið stuðla Ola B
Men vit eru mong, ið
ynskja at vit fóru frí fyri
skrivingini á Traðarvegi.
Tað vóru sanniliga aðrar
tíðir tá Knút Wang, sáli
stýrdi blaðskútuni hjá
Fólkaflokkinum.
Hann var
vælumtókti
eisini tann
kommunal-
| Hugleiðing og veruleiki
politikarin her í Havn. Eg
kann jú til tin kunnleika,
Oli, nevna Sigfred Skaale,
såla, id ynskti alt gott fyri
Havnina, men tó eisini
fungeraði sum landspolit-
ikari.
Føroyingar hava altíð
okkurt at klandrast um
kanska onkran jardarteig
men lat fara, ti tad hava
vit nokk ikki patent upp
å.
Arbeidararørslan og vid
henni Føroya Javnadar-
flokkur arbeida moti teim-
um miðum, sum fólka-
flokkurin við »magt og
agt« aldri fær vikað.
Nógv er broytt góði
blaðstjóri og lukkuvís
nógv til tað betra. Reyða
bók og rustikustar eru
farin tíð. Vit skulu víðari.
Havnarmaður
Ræðuligt
Fyri nakað síðani var ein
filmur í barnasjónvarp-
inum. sum var sjáldsama
góður. Tá yvirstaðið var,
komu tvær fittar
gentur fram á skermin,
men hvat sker?
Jú onnur sigur við hina,
at hetta var ein RÆÐU-
sera
LIGA góður filmur!
Tað fyrsta vit mugu
vænta av hesum fittu
gentunum má vera, at tær
vita, hvat tær sjálvar siga.
Tíverri vita tær hetta
ikki, tí EINKI fær verið
RÆÐULIGA gott, av tí
at orðið sigur. at tað er
nakað vit ræðast, og vit
ræðast ikki nakað, sum e!
vakurt og gott, sum henda
frálíka góða filmin.
Ti gera hesar dåmligu
genturnar ongantíð tílíkt
mistak aftur, tí gera tær
tað. so gera tær synd mót
sær sjálvum og børn
unum, sum tær tala til.
Vinarliga
Viggo Dalsgaard
Meinlikt nynazismu
Ju, ju, nu gerst mikil
rómur av, at komið er und-
an kavi, at okkara polit-
iski playboyur á dana-
tingi, Oli Breckmann,
hevur kukkað bleytt
hann er rættiliga framma-
laga í nøkrum, sum er sera
meinlíkt nýnazismuni.
Men so er at spyrja.
hvar skal hann annars
vera. Vit kenna hann jú
her heima á landi. Hvat
hevur hann ikki hund-
dálkað okkara bestu
menn.
Nú hevur hann útvíðkað
hetta virksemið niður til
Danmarkar, er lagstur á
Gert Petersen fyri, at
hann hevur í barnaárum
gjørt tað sama sum Kai
Munk gjørdi í ungdóm-
inum: at liggja á búkinum
iyri monnum sum Musso-
lini og Hitler.
Tað var sanniliga heldur
ikki sert fyri hetta sama
her á landi undir krignum,
tað komst neyvan út fyri
dyr fyri klapparum hjá
følkaflokkinum, tá al-
mennir fundir vóru, sum
teir bóru seg at. "
Meira enn so at byrsa
varð havd á lofti móti
P.M. Dam, og Louis Zach-
ariassen varð álopin á opn-
ari getu.
Jú Óli hevur gott til at
breðga.
Honum kunnu vit vera
errin av. Hann ger tað
hann er settur til.
xx