týsdagur 16. september 1986síða 6
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Ábyrgdarblaðstjóri:
Telefon 118 20
Argjavegur 26. 3800 Argir
Postsmoga 76, 3800 Tórshavn
Fyritaksstjóri:
Blaðfólk:
tíðindablaðið
Vinir
á vitjan
Í HESUM døgum hevur
Føroya Løgting vitjan av is-
lendska altinginum. Hetta
er vid at gerast ein fastur
sidur, at islendskir og før-
oyskir tingmenn vitja
hvønn annan.
ÍSLENDINGAR eru okkara
sonnu og bestu vinir í
norðurlendskum saman-
hangi og tað hava teir
prógvað so mangan og á so
mangan hátt, at okkum nýt-
ist ikki at vísa á dæmi. Hetta
er heldur ikki sø legið, tí
sum øll vita, eru íslendingar
og føroyingar runnir av
somu rót og hava so nógv
til felags í søgu, mentan og
menning.
HETTA, at vit hava so nógv
til felags, ger tað lætt at
skifta orð og skuldi gjørt
tað rættiliga lætt at funnið
sama stev í málum av
felags áhuga. Tað er vaks-
andi áhugi millum politik-
arar og almenning fyri ein-
um øktum samstarvi mill-
um tær tjóðir, sum liggja í
ein útnyrðing av Norður-
londum. Hetta samstarv
hevur fingið sína fyrstu og
góðu byrjan við Tingmanna-
ráði Útnorðurs, har ting-
menn úr Grønlandi, Íslandi
og Føroyum hittast, skifta
orð og taka avgerðir um
spurningar av felags áhuga.
Sum kunnugt er her talan
um spurningar, sum veru-
liga eru sermerktir fyri hesi
trý londini — spurningar,
sum tað mangan er torført
at fáa hini Norðurlondini til
at skilja og sýna áhuga fyri.
TINGMANNASAMSTARV
er gott, men spurningurin
er, um ikki eisini átti at
verið sett á stovn eitt form-
Føroyum. Eitt tílíkt ráð vildi
styrkt samstarvið og tað
vildi eisini tryggjað, at tær
samtyktir, sum tingmanna-
ráðið ger, verða fylgdar upp
av stjórnum og landsstýr-
um.
VITJAN íslendsku altings-
manna hevur sýnt stóran
áhuga fyri gllum hesum
spurningum og vit eru sera
fegin um hesa vitjan. Vit
vóna, at hon fer at styrkja
vinabondini millum báðar
tjóðirnar og bróta slóð fyri
øktum samstarvi á øllum
økjum.
Nr. 104 — 16. september 1986
Svar til Eyðólv Dimon frå Tórálvi Weihe:
Ikki eitt ålop
Føroya Ungdómsráð
Tad gledir ein altid, tå id
tað ein skrivar verður
lisið, og viðmerkingar
koma. Hinvegin er tað ikki
so gott, tá tað ein skrivar,
verður misskilt. Og ein
setir tá sær sjálvum tann
spurningin, um tað er ein
sjálvur, ið hevur for-
mulerað seg illa, ella um
tað er mótparturin, sum
ikki hevur lisið greinina
nóg væl
Tá ein so skal svara aft
ur, er tað eisini eitt handi
kapp, at greinin ikki hevur
staðið í tí blaði, har við-
merkingin kom Tí nýti
eg hevi at senda Sosial-
inum greinina, sum stóð í
Miðskiftuni. Við loyvi til
at endurprenta hana, um
teir meta, at hon hevur
áhuga fyri lesarar blað-
Men annars er at
siga, at Miðskiftan m.a. er
til taks á bøkasøvnunum.
Tað, sum eg ætlaði við
greinini í Miðskiftuni, var
at informera um nakað, ið
fór fram innan bústaðar-
ekið, og sum hevði áhuga
fyri útbúgvandi.
Og í hesum sambandi
gera vart við, at lands-
stýrið ikki hevði boðið
Landsfelag Feroyinga í
Utbugving við til eitt
nevndararbeiði um leigu-
sins. —
íbúðir, hóast at ar-
beidsøkid hjá nevndini
nettupp fevndi um bú-
staðir til útbúgvandi.
Og at um landsstýrið
nýtti limaskapin hjá LFU
í FUR sum grundgeving
fyri ikki at lata LFU vera
umboðað í nevndini, so
kundi LFU verða noytt til
at taka seg burturúr FUR
So um talan var um álop
a nakran, so var tað 1
hvussu er ikki talan um
eitt álop á FUR.
Eyðólv sigur meg hava
skrivað nakað í rættning
av, at LFU var tann ein-
asti demokratiski felags-
skapurin í FUR, og biður
meg útgreina hetta. Til
hetta má eg svara, at tað
ikki ber til at útgreina
nakað, ið ein ikki hevur
sagt.
Hinvegin inniheldur les-
arabrævið hjá Eyðólvi
nakrar metingar um FUR
og um leiklutin hjá lima-
feløgunum, sum eg meini
kunnu diskuterast. Men
at gera tað her vildi vera
at fara burtur frá tí, sum
ætlanin var við grein míni
í Miðskiftuni.
Eg rokni tó við, at tað
hevur áhuga hjá Eyðólvi,
tá eg nevni, at kjak hevur
verið í eðrum londum,
hvert ungdómsráð skuldu
verið vald beinleiðis av
ungdóminum, mótvegis tí
indirekta valinum gjegn-
um áhvgafelog.
Annars kann eg nevna,
at fleiri feløg ivadust i at
fara upp í FUR, tí tey vóru
bangin fyri at missa
sjálvsræðið hjá sær og
teimum limum, tey um-
boðaðu. Tí varð gjerd ein
samtykt í FUR, sum
sigur, at FUR kann um-
boða limafeløgini, um hesi
ynskja tað.
Tí meini eg ikki, at LF
hevur nakað útistandandi
við FUR. Tverturímóti
Tað er gott at FUR hevur
fingið eitt umboð í bú-
staðarnevndina, tí hetta
kann gera, at t.d. tey pol-
itisku ungmannafeløgini
fáa áhuga fyri spurn-
ingum og kunnu vera við
til at leggja trýst á polit-
ikarar sínar. Men LFU má
eisini kunna forvænta, at
FUR stuðlar einum kravi
frá LFÚ Um at fáa eitt
serstakt umboð fyri tey
útbúgvandi í bústaðar-
nevndina.
Tórálvur Weihe
Tann øvugta
verð at upsa-
prisurin fellur
Torfert er at skilja tosið,
sum hevur verið seinastu
dagarnar um, at upsa- og
kongafiskaprísirnir skulu
niður.
Okur hava í dag ein av-
reiðingarprís upp á 4,40
kr. fyri 1A upsa, og fyri
upsa II er kiloprísurin
1,50 kr. Tað eru serliga
hesir prísir, ið eg havi
ringt við at skilja, skulu
niður.
Taka okur til demis prís-
irnar á uppboðinum í Dan-
mark, so hava teir verið
rættiliga nógv uppgang-
andi seinastu tíðina. Á
middegi hvenn dag kann
ein og hver frá danskaran-
um hoyra miðalprísin á øll-
um fiskasløgum
Í august mánaði lógu
upsaprísirnir úr 5,50 til
5,80 kr. fyri kilo. Tá vóru
prísirnir serliga lágir. Tað,
ið farið er av september
mánaði, hava prísirnir ver-
ið munandi hægri; fyri
smáupsa upp til 1,5 kg
5,20 fyri kilo. Tann minna
steddin er so lítil har, at
ein fær bót fyri at landa
hana í Føroyum
Nakrir bátar hava sein
astu tíðina landað nógvan
upsa í Danmark, og har
hevur kiloprísurin ligið úr
5,30 kr. fyri smáan upsa
upp til 7,00 kr. fyri sterri
upsa. Tá er tollur goldin
av eisini
Her skal ikki verða kom-
ið inn á til dømis toska-
prísin, sum í flestu forum
liggur uppi á tí dupulta
fyri kilo
Nú hevur ráfiskanevnd-
in verið ferð uttanlands.
Tað haldi eg vera sera
*
gott, og vónandi hava teir
sæð, hvussu sela av fiski
fyrigongur, tá hon er best,
læra av tí, teir hava sæð
og venda og snara tí fleiri
ferðir, áðrenn teir fleiri
ferðir seta upsaprisirnar
niður.
Henrik Old
BERGMENN
spæla allan
tónleik til dans
fyri rímiligan
peuga
TIf. 16134