Sosialurinarkiv
Sosialurin 1986-09-18, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. september 1986síða 6

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tíðindablaðið FHM BR — Nr. 105 — 18. september 1986 | == Telefon 118 20 Argjavegur 26, 3800 Argir Postsmoga 76, 3800 Tórshavn Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Mútler Krisjan Dahi Høgni Djurhuus Randi Jacobsen Tórfinn Smith Ljósmyndari: Kalmar Lindenskov Uppseting: P/f Sosialurin Prent: P/f Pressan 1981 Útgevari: Fyritaksstjóri: Blaðfólk : Búskapar- tiltøk TEY buskapartiltøk, sum landsstýrið umhugsar at leggja fyri løgtingid, og sum møguliga longu eru komin fram, tá hetta blað kemur á gøtuna, eru ikki tiltøk, sum nakar fegnast yvir ella sum verða løgd fram eftir fumm- um. HETTA eru tiltøk, sum koma at merkjast hjá brúk- arunum og hjá vinnuni. Men her er eingin vegur uttan um. Búskapurin er ovurupp- hitaður, virksemið er óvan- liga sterkt og nýtslan, ser- stakliga av innflutningsvør- um, er ta seinastu tíðina far- in út um alt mark. Alt hetta hóttir ta búskaparligu javn- vág og tann búskaparliga endurreisingarpolitikk, sum samgongan hevur sett sær fyri at reka. ORSØKIN til ta truplu bú- skaparstøduna er at finna i ti borgarliga óskili, sum valdadi undir borgarliga alternativinum. Í fýra ár var einki, sum æt stýring av fiøgum og almennum an- leggsvirksemi. Partar av al- menna og privata virksem- inum fingu loyvi til at ansa sær sjálvum, meðan annað virksemi uttan skilagóðar grundir varð steðgað. i hesum finna vit høvuds- orsøkirnar til ta ovurstóra byggivirksemid, sum eyð- kennir føroyska samfelagið í dág. ORSØKIRNAR til ta stóru nýtsluna finna vit ikki bert i tí sterka virkseminum, men tær skulu eisini søkjast i okkara peningaviðurskift- um, serstakliga kreditt- marknaðinum. Tað ræður nú næstan ruðuleiki á hes- um øki. Lånimøguleikarnir til brúkaralán eru óavmark- aðir og stórir partar av vinnulívinum hava fram- vegis alt ov góðar møgu- leikar til at smúgva sær igjøgnum meskarnar í skattalógunum. TAÐ ER tí bert ein partur av búskapartrupulleikunum, sum verður taklaður við teimum tiltøkum, sum nú eru komin ella eru um at koma á tingborð. Hesi tiltøk eiga at verða fylgd upp av peningapolitiskum tiltøkum seinni í heyst, eins og effek- tivt eigur at verða sett inn móti spekulatiónini. AT ENDA skulu vit bert minna á, at hesi tiltøk ikki eiga at verða sett í verk utt- an, at fólka- og avlamispen- sionistar fáa fulla kom- pensatión fyri meirlivi- kostnaðin. Eftir, hvat vit hava frætt, verður talan um munagóð uppskot í so máta og tað fegnast vit yvir. Føroya Fiskimannafelag um nyggju avreidingarprisirnar i skrivi til Føroya Løgting og Føroya Landsstyri dagf. 16. sept. 1986. Sum kunnugt hevur landsstýrið givið nevndini fyri ráfiskagrunnin loyvi til at endurskoða ráfiska- prísirnar í úrtíð, og sum tað frættist í útvarpinum kundi nú roknast við eini munandi lækking í rá fiskaprísunum Í skrivi til Feroya Landsstýri dagsett tann 26. august heittu vit á landsstýrið um at veita rá- fiskagrunninum so mikið av eykajáttan, at tað kundi bera til at halda rá fiskaprísunum óbroyttar Sum tað skilst hevur landsstýrið ikki gingið hesi áheitan á meti, og úr- slitið av nýggju prísáset- ingini má so vera hareftir. Vit skilja ikki hesa stød- una hjá landsstýrinum og fara vit at loyva okkum at endurtaka tey sjónarmið, sum vit settu fram í okk- ara fyrra brævi til lan.s- stýrið. Tað er jú so, at ein av meginorsekunum fyri nú- verandi steðuna hjá rá- fiskagrunninum er tann ekti kongafiskafiskiskap- urin. Hesin er umleið tví- faldaður í mun til somu tíð seinasta ár, og er hetta ein gongd, sum landsstýrið jú beinleiðis hevur elvt til. Hetta er gjørt við beinleið- is at útbyggja flotan á djúpum vatni, og ætlanin er eisini við tiltøkum sum fer at økja um veiðuna av djúpvatnsfiskaslogum enn meira. Men landsstýr- ið tykist at hava gloymt at hesin setningur tess at økja um veiðuna á djúpum vatni kostar pening, ið hvussu er enn. Tí sam- stundis sum veiðan av t.d. kongafiski er økt, hava stórir trupulleikar verið á marknaðinum, sum hevur merkt lægri avrokningar- prís og tilsvarandi hægri ískoyti úr ráfiskagrunnin- um Men um hesa síðu av saknar ein eina stødutakan sakini undirbygda hjå landsstyrinum. Annars meta vit príslækking nú fara at fáa rættiliga ålvarsligar av- leiðingar, sum kunnu fara at gerast kostnaðarmiklar sum frá líður. Tað er jú so, at tað er tann slækkasti parturin av árinum, sum er eftir. Og har inntekur- nar vanliga eru lágar. Og tað vísir seg longu nú við galdandi prísum at vera trupult at fáa fólk. Sum kunnugt er stór kapping um arbeiðsmegina her á landi, og hetta vísir seg longu nú. Menn fara ikki til skips uttan so, at teir fáa meira burtur úr enn á landi. Og ein príslækking nú fer ikki at beta um hesa stødu, tað kann ein og hver sjálvur meta um. Og vit vita eisini úrslitið, tá fiskimenn ikki stødast um- borð. Vit kunnu eisini minna á, at flestu prísir í dag eru lægri enn teir vóru t.d. 1 februar 1983 ella fyri skjótt 4 árum síðan. Ein lækking nú fer sostatt at okkum enn longur eina seta aftur í tíðina. Vit skulu eisini gera vart við, at tey sjónarmið, sum her eru sett fram í samband við ráfiskaprísir- nar kunnu eisini gerast galdandi í samband við prísirnar á idnadarfiski Her eru prísirnir so lágir, sum menn neyvan kunnu minnast. Og úrtekan er sjálvsagt har eftir. Og vit vilja gera vart við, at manningin á lodnuskipun- um ikki hava fingið nakað sum helst endurgjald fyri, at teirra prísur er fallin við meira enn eini helvt eftir heilt stuttari tíð. Alt hetta reisir aftur spurningin, hver ið skal gjalda, tá tað gongur okk- ara hevuðsvinnu illa. Skulu tað bert vera teir, sum eru umborð, ella er hetta eitt mål, sum viðvík- ir ellum samfelagnum. Vit vilja mæla til, at spurningurin um ráfiska- og ídnaðarprísir verða tiknir upp til nýggja um- hugsan bæði av landsstýri og legtingi. Og at vit fáa eina loysn sum lutvíst tryggjar feskfiskamonn- um í minsta lagi somu av- reiðingarprísir sum í dag og sum tryggjar monnum á ídnaðarfiskiveiðu endur- gjald fyri ta príslækking, sum teir hava havt nú eftir stuttari tíð. Við heilsan Feroya Fiskimannafelag Oli Jacobsen Ikki tjóðveldisflokkinum fyri at takka Tá ein lesur 14. September mikudagin 3. sept., so sæst, at Karin Kjølbro roynir at taka sær fjarðar til láns og seta tær í tjóð- veldishattin. Hetta ger hon í sam- band við, at tað á fíggjar- løgtingsløgini 1987 er tiki in hædd fyri, at barnferð- arloyvi skal leingjast til 24 vikur og at tað somu- leiðis eisini er tikin hædd fyri at inntøka hjá hjúnar- felag ikki kemur at ávirka avlamispensiónina hjá hinum hjúnarfelagnum ! Tjóðveldisflokkurin (Karin K.) skuldi skamma seg í hesum frekleika, tí hvert mansbarn í Feroy- um, sum fylgt hevur bert eitt lítið sindur við í politikki, veit hví upp- hæddir nú eru settar av til nevndu endamál! Hetta hevur so als einki við Tjóð- veldisflokkin at gera! Nei, vit minnast hver flokkur tað var, sum undir val- stríðnum legði serligan dent júst á hesi og onnur familjupolitisk mál! Tað var ið hvussu so er ikki Tjóðveldisflokkurin! Nei, tað var KRFF-flokkurin, sum so eisini gjørdist ein partur av sitandi sam- gongu. Hetta við familju- politikkinum var teim eitt hjartamál og eru nú longu nakrar fruktir at síggja! At tjóðveldisflokkurin, sum partur av samgong- uni á henda hátt roynir at stjala sær æruna frá teim, ið æran av sonnum tilkem- ur, sigur ikki so lítið um henda sama tjóðveldis- flokk! Hvussu man slíkur flokkur vera at sam- arbeiða vid? Meg, sum havi nær til- knýti til tjóðveldisfólk, skuldi tað ikki undra, at stersta mótsteðan fyri ein- um skilagóðum familju- politikki, júst kom frá Tjóðveldisflokkinum. So mikið hava vit hoyrt frá Karini Kjelbro, tá hon hevur havt slíkt á munni. Livst so spyrst. Annars var tað áhuga- — %+ 5 g