Sosialurinarkiv
Sosialurin 1986-09-20, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 20. september 1986síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Telefon 118 20 Argjavegur 26. 3800 Argir Postsmoga 76, 3800 Tórshavn Utgevari: P/ Sosialurin > Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Múller Fyritaksstjóri: Krisjan Daht Blaðfólk: Høgni Djurhuus Randi Jacobsen Tórfinn Smith Ljósmyndari: Kalmar Lindenskov Uppseting: P/f Sosialurin Prent: P/f Pressan 1981 Login liberalisma TAÐ SIGST, at hin Føroyski Fólkaflokkurin er ein liberal- ur og frisinnadur flokku:. HETTA VIL siga, at tað al- menna í størst møguligan mun skal halda fingrarnar burtur og lata hin einstaka ráða sær, ella við øðrum orðum gongur flokkurin inn fyri »de frie kræfters spila. MEN OFTA svikur logikk- urin hjå hesum flokki og málgagni > hansara. Oli mionnast hvussu dyggiliga Dagblaðið tók undir, tá kon- servativa stjórnin í Bret- landi vildi avmarka virkis- møguleikarnar hjá fakfeløg- unum har i landinum. ØLL MINNAST eisini, tå sama blad tók eins dyggi- liga undir, tá póllendingar vildu hava somu fakfelags- rættindi, sum bretar høvdu havt. VIÐ ØDRUM orðum: Tað sum er rætt í Bretlandi, er ikki rætt í Póllandi, og øvugt. Hvar og hver. Tað tykist vera hin avgerandi spurningurin hjá Dagblaðn- um og Fólkaflokkinum. Hetta var bert eitt av mong- um dómum, og lat tað fara. oddagrein TAÐ ER helst einki blað í tí frælsa heiminum, ið hevur staðið so manniliga til verju um hvíta minnilutastýrið í Suðurafrika, sum Dagblað- ið. Hvussu stendur so til við liberalismuni og frisinninum í tí landinum ? HELDUR tað almenna i størst møguligan mun fingr- arnar burtur, og letur hin einstaka råda hvørjum sær? Nei. Tad almenna styrir sjálvir jarðarferðunum. Tað ger av, nær tey deyðu verða jarðaði. Hvussu = mong kunnu jarðast sama dag, og eisini hvussu stórt tal av fólki skal sleppa til hverja jarðarferð. HETTA STÝRIÐ fær fullan stuðul frá tí liberala og frí- sinnaða Dagblaðnum. Hendir nakað líknandi í t.d. Póllandi, verður tað skírt almenn stýring, uppílegging frá myndugleikunum og kommunisma. MEN TÁ talan er um Suður- afrika er tað talan um liber- alismu og frísinni. Ein løgin liberalisma, ella hvar er log- ikkurin? Nr. 106 — 20. september 1986 Ar |— |———— = —————— | |——— 70 — — Thomas Arabo um nyggja leigusåttmålan fyri Norrønu: Oli, Ninn og Norrøna Gjørdist eitt sindur skakkur, tå eg nu miku- dagin las Dagbladid. Har verdur skrivad, at leigu- málið, sum Norrena nú hevur fingið, og sum tryggjar fíggjarliga grundarlagið fram til 1. mars næsta ár, er komið í lag, ti Ninn-Hansen hevur greitt målid. Lat meg beinanvegin siga, at samrådingar hava verið um hendan spurn- ingin eina tíð, og eg má siga, at ferovskir teknik- arar hava gjert eitt stórt arbeiði fyri at fáa hendan sáttmálan og samráðing- arnar hava verið við danskar tænastumenn og danskar teknikarar. Hvussu Oli Breckmann, ein av leiðarunum í Fólka- flokkinum, hevur fingið tað í sín ervitisknokk, at nú skal oll æran takast frá foroyingum, ið hava sam- ráðst, tað skilji eg ikki. Í staðin fyri vil hann gera tað til, at ein danskur ráð- harri hevur givið einum foroyskum felag eitt >ol- mussuleigumál<. Fantas- tiskt! Nei, her er gjert eitt rættiliga væl úr hondum greitt tekniskt arbeiði. Ur- slitið talar fyri seg og er púra eingin grund fyri at taka æruna fyri hetta frá førovingum og leggja hana yvir til tann kon- servativa fólkaflokkin við Ninn-Hansen. Vati-Tori Tá ið dyrnar á brennistød- ini í Havnardali verða latnar aftur, er ætlanin at dyrnar á brennisteðini á Sandvíkarhjalla hjá Poul Michelsen og hansara »meiriluta-diktaturi« skulu latast upp Uti i Havnardali siga menn, sum hava arbeitt har i mong harrans år, at tá ið lotið liggur vestan, kunnu teir brenna upp til 16 tons um tíman, annars umleið 10 tons, tað vil siga 5-8 tons í hvørjum ovni. Fort hevur verið fram, at besta loysnin, tekniskt, er at brenna ruskið, og at samla stødin í Havn skal steingjast, tá tann nýggja fer í gongd. Hvussu skal bert ein nýggjur ovnur uppá 2,5 tons/tima klára 4 til 6 ferðir tað sum stødin í Havnardali er før fyri? Nevndin fyri brenni- steðina sigur í skrivi í Sosialinum tann 22. mai 86, at meiningin er at fáa borgararna rat savna avís- pappír, vikublød og tílíkt saman fyri seg og somu- leiðis fløskur og onnur glasiløt. Hetta tykist somuleiðis heldur logið, tá sagt verður, at tann nýggja brennisteðin sal kunna brenna alt rus'.ið í Føroyum. Ein kundi hugs- að sær, at fingið greiði å, hvat tað er fyri rusk/ burt- urkast, ið talan er um skal brennast, tá ið somuleiðis verður tosað um erdur- nýtslu. Fyri mær tykist hetta fyri ein part sum vitt samanrenn av stuðli til partamenn og fyri ein part ein lættkeypt roynd at tekkjast vanligum fólki við at nýta »populera« målbering, til eitthvørt projekt, ið skal trumlast igjøgnum. Eg sóknist eftir eini greiðari heildarskipan fyri ruskspurninginum. Fleiri ávís demi finnast uttan- lands um, hvussu rusk- trupulleikin kann lovsast T.d. kunnu vit fyri ein part heita á fólk um at skilja ruskið heima, í t.d. turr ug vát evni — tað kann vera pappír, floskur, gløs, battaríir, metallir, træ o.t. og skitið pappír, eplaskrellir o.a. lívrunnið evni — og fyri ein part skilja ruskið' burturkastið á skiljingarstød. — Tá hava vit als ikki brúk fyri einari brennisteð, tí einki er at koyra í hana. Fyri at vísa hvat víðari kann/skal henda við rusk- inum, kann t.d. nevnast, at pappir'papp verður buntad og avskipad sam- an við komprimeraðum bilvrakum, brotnum glasi 0.0. Eisini kunnu/skulu kemisk evni, battaríir 0.0. evni, ið t.d. innihalda kvik- silvur, sendast retur í okk- ara tómu farmaskipum Meðan hetta eru evni, vit ikki kunnu viðgera sjálvi, so ber væl til at tyrva alt lívrunni evni líkasum nógv burturkast kann nýtast aftur, ofta beri við smáum ábetum. Tað nyttar ikki bara at ganga hendur í favn og hyggja at, meðan brenni- stødirnar verða bygdar og halda alt standa væl til. Ti eiga vit at minnast til, at vit ikki hava fingið náttúr- una í arv frá okkara for- fedrum, men at vit hava fingið hana til láns frá okkara eftirkomarum. Terji Rasmussen Blandimeistari Søkt verður eftir blandimeistara til blandistød okkara. Ein við maskinútbúgving hevur fyrimun. Starvið er eitt ábyrgdarstarv við góðari løn til tann rætta. P/F MH Betong TIf.155 11 * Tórshavn