leygardagur 20. september 1986síða 12
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
UTVARPS-
SKRÅIN
Leygardagur 20.
08.15 Lurtararnir og vit
09.30 Vikan ið fer
10.05 Fyrrapartsløg.
Marner Andreas-
sen velur løgini
11.01 »Degningsvindar«
7. partur
13.01 Barnaútvarpið.
Oddvå og Robert
leggja til rættis
19.00 V4-dråttur
19.10 Um vikuskiftið.
Jógvan Arge
leggur til rættis
20.05 Ungdómsdiskotek-
ið. Hallur og John
skipa fyri
21.00 Dansitónar úr
Sunnudagur 21.
10.03 Barnaútvarpið.
Oddvá skipar fyri
10.30 Sunnumorgun.
Ove Olsen leggur
til rættis
11.00 Gudstænasta úr
Sandavágs kirkju.
David Johannesen,
prestur, prædikar.
12.00 Middagskonsert
12.30 Undir degurða
13.10 »Til skips við før-
oyingum«. Søgu-
mynd eftir Jénas
Årnason. Oskar
Hermannsson
leggur til rættis. —
3. partur.
13.40 „Vilt tå við mær í
ferðini vera« —
føroyskir sangir
14.00 Veðurtíðindi og
tíðindi
14.15 Á ferð á bygd. Jó-
hann Mortensen
leggur til rættis
14.45 Kveðuljómar
16.00 Meg minnist
Niels Juel Arge
tosar við Ludvík
Lydersen í Klaks-
vík
17.00 Kosmopol. Tón-
leikasending hjá
Heðini Jensen
17.50 Klassiska hornið
18.30 Veðurtíðindi og
tíðindi
18.40 Ítróttatíðindi
18.50 Tíðindi á grøn-
lendskum
19.05 Veðurtíðindi
Mánadagur 22.
10.05 Fyrrapartsløg —
Arni Thomsen
11.01 Fiskivinnutåtturin
15.00 Vedurtidindi og
tidindi
15.05 Seinnapartsløg —
Jåkup Magnussen
16.00 Um vikuskiftid
16.50 Kosmopol
Hedin Jensen
skipar fyri
17.30 »Til skips við før-
oyingum« 3. partur
18.00 Barnaútvarpið.
Oddvå og Robert
skipa fyri
19.00 Fiskivinnutåtturin.
Jåkup Andreassen
og Sigmar Blåberg
leggja til rættis
19.30 Stjørnuløg Tén-
leikasending vid
kendum løgum
20.00 Degningsvindar —
8. partur
20.30 Rockredaksjónin
Jåkup Magnussen
velur løgini
Tysdagur 23.
09.30 Barnaútvarpið
16.00 Ungdómssending-
in. Birita Mohr
leggur til rættis
16.50 Ungdómsdiskotek-
id (e)
17.30 Á ferð á bygd
18.00 Barnaútvarpið
19.00 »Til skips við før-
oyingum« 4. partur
19.30 Kvinnur og rock-
ténleikur. Fyrsta
sendingin hjå Jan-
usi Petersen
20.00 Talvkapping.
Fyrsta talvið i vetr-
arkapping útvarps-
ins
Mikudagur 24.
09.30 Barnaútvarpið
11.01 Kveðuljómar til
sjófólkið
16.30 Telefonprát við
lurtararnar
” 17.30 Á ferð á bygd
18.00 Barnaútvarpið
19.00 Úr grannalondun-
um. Sending úr
Grenlandi
19.30 Country-tónleikur.
Leif Láadal leggur
til rættis
20.00 Leikur og lestur.
Rói Patursson
skipar fyri
20.30 Løg mær dámar.
Hósdagur 25.
09.30 Barnaútvarpið
11.01 Fiskivinnutátturin
16.00 Leikur og lestur
16.30 Stjórnuleg
17.00 Úr grannalond-
unum
18.00 Barnaútvarpið
19.00 Aktuell Reportasja.
Bogi Godtfred
skipar fyri
19.30 Fiskivinnutåtturin.
Jåkup Andreassen
og Sigmar Blåberg
leggja til rættis
20.00 Operettur og visur.
Tónleikasending
20.30 Sálmar og sangir
Mohr skipar fyri
16.50 Ferðsla og viku-
18.00 Barnaútvarpið
19.00 Føroysk sega
19.20 Degningsvindar. 9.
partur
19.50 Ungdómsdisko-
tekið. Gudrun År-
tung Rubeksen
skipar fyri
Jåkup Magnussen
re,Cr.
OO) OX
PPP
Nr. 106 — 20. september 198t
UTVARPSUMMÆLI
Elin S. Jacobsen skrivar
Tvey mikukvøld hava vit
hoyrt sendingar, sum Bogi
Godtfred hevur gjørt i Nor-
egi. | fyrru sendingini var
evnið tann måtstødurørsla,
sum hevur tíkið seg upp
har, serliga millum bøndur,
alarar og fiskimenn móti
kjarnorkustødini í Doun-
reay í Norðurskotlandi. Teir
savna mótmælisundirskrift-
ir at handa bretsku stjórnini
og ætla at kroysta norsku
stjórnina at mótmæla form-
liga og harðliga, tí eingin
hevur álit á trygdartiltøkun-
um, og ringar royndir hava
vist, hvussu langt vindur
og streymur kunnu bera
eitrandi evni. Her hugsa
teir ikki bert um lekar, sum
kunnu koma av ósketni,
men eisini goyming og
burturbeining av eitrandi
avlopsevnum, m.a. tí sera
vandamikla plutonium,
sum stoðin skal fáa frá oðr-
um kjarnorkuverkum og
endurnýta til kjarnorku. — Í
seinnu sendingini vitjaði
OLP5 6065 00 60... .....................................................
Bogi fiskivinnustjóran og
tosaði við hann um norsk-
an fiskivinnupolitikk, um
broytingar í fiskastovnum í
Barentshavinum og ta
neyvu stýring, norðmenn
royna at hava á fiskivinn-
uni. — I báðum sendingum
vóru tað greiðir menn,
hann tosaði við, og eingin
ivi er um, at evnini kennast
viðkomandi fyri nógvar for- -
oyingar.
Ein nýggjur táttur er
»Um vikuskiftiå«, sum tey
ið leggja til rættis skulu
eiga rós fyri. Mangan tykist
tað, sum gerandislig evni
verða forsømd, og meira
gjørt burtur úr tí óvanligu
støduni (vanlukkum,
kreppum og ósemjum) —
bæði í utheiminum og hjá
okkum. Her verður prátað
um almenn og gerandislig
evni, og higartil eru fleiri
hugnaligar og frískligar
sendingar komnar burtur-
úr. Men eisini verður nomið
við evni, sum eru so eym,
at tey ofta verða tagd burt-
ur. Seinasta dømi: prát við
ein barrvørd. So mangir
sum klubbarnir eru, og so
vanligt tað er at vera limur í
einum klubba, so ljóðar tað
kortini næstan djarvt at
siga seg arbeiða sum barr-
verð í einum klubba (og so
hartil konufólk !)
Tað er rætt at biðja fólk
sum Hjørleif Enni siga frá í
barnaútvarpinum. Tó tykir
mær, at hann ikki heilt
kemur til sín rætt í stuttum
brotum millum alt møguligt
annað tilfar. Hetta fråsøgu-
kynstrið, sum aldrin kann
gerast eftir í upplestri, hev-
ur sínar egnu lógir, sítt
egna tempo. Maðurin (ella
konan) skal hava stundir at
tosa seg »heitan«, og lurt-
arin stundir at gera seg til
at lurta og fanga tann eyð-
kenda tónan, orðalagið.
Men — haldið fram, og
ongantíð betri um tit finna
fleiri fólk við hesum gávun-
um.
SJONVARPSUMMÆLI
Johan Samuelsen skrivar
Sendingin um fólkaatkvoð-
una 14. september i 1946,
sum Jógvan Jespersen
hevði lagt til rættis, var
áhugaverd á mangan hátt,
serliga fyri yngra fólkið,
sum bert kennir til henda
álvarsama politiska spurn-
ingin um loysing ella ikki,
frá segubókum, munnlig-
um fråsøgnum v.m. Hóast
lítið og onki av nýggjum
kom fram í hesi sendingini,
sohoyrdu vit tó okkurt
»gulikorniå«, m.a. tå Viggo
Dalsgaard í Skálavík segði
seg vita fyri heilt vist, at tað
vóru Petur Mohr Dam og
Andrass Samuelsen, sum
eggjaðu kongi til at senda
tingið heim aftaná fólkaat-
kvøduna og útskriva nýval
til løgtingid, so fólkaflokk-
urin, saman við Jákup í
Jákupsstovu, misti meiri-
lutan á tingi og harvið
møguleikan at taka loysing-
ina. Men um metast skal
eftir tí, sum einasti núliv-
andi luttakari í samráðing-
unum við ríkisstýrið, Poul
Petersen, førdi fram, so
høvdu fólkafloksmenn als
ongan áhuga fyri tosinum
um kvetting, loysing
o.s.fr., hóast tað var júst
hetta tosið, teir høvdu
vunnið eitt valið fyri og
annað eftir uppá! Ein freist-
ast at spyrja, hevur hesin
flokkurin ongantíð verið at
litið á?
Annars mátti myndatil-
farið frá hesi tíðini verið
rúgvismiklari enn tað, sum
sjónvarpið hevði fingið fat-
ur á hetta kveldið. Men
hugaligt hóast alt at upp-
lifa at sjónvarpsmanningin
torir at fara í holt við annað
enn festu føroysku send-
ingarnar, sum eru á skránni
— haldið áfram við at gera
føroyskar sendingar av og
á, okkurt mátti verið at triv-
ið í, hóast manningin, at
gera sovorðið sjålvstødugt
tilfar, ikki er tann nógva,
men vita skal SVF, at før-
oyskar sendingar eru Ogvu-
liga kærkomnar fyri eina
stóra siggjarafjøld.
A synini leygarkvøldid
sóu vit sending, sum BBC
hevå gjørt um murin i Ber-
lin, nå hesin hevur 25 år å
baki. Tad var tidliga å
morgni tann 13. aug. 1961,
at eysturtýskarar, við hjálp
frá russum, fóru undir at
byggja ein mur tvertur
igjøgnum fyrrverandi høv-
udsstad Tysklands — tað
sum heimurin allur helt
vera púrasta burturvið,
nevniliga kalt og miskunn-
arleyst at býta Berlin sund-
ur í tveir partar, sum í fram-
tíðini onki skuldu hava við
hvønn annan at gera, bleiv
gjørt náðileyst av eystur-
týskum múrarum, meðan
sokallaða >Fólkapolitiiða
stóð við løddum byrsum
vent ímóti hesum somu
múrarum, og gav teimum
boð um at fullfora verkið,
nevniliga at girða seg sjálv-
an inni aftan fyri múrar,
hegn, landminur v.m., so
ongin møguleiki skuldi vera
í framtíðini at sleppa úr hesi
stóru KZ-leguni, sum Eyst-
urtýskland, eftir filminum
KENNA
ON aaa?
at døma, í veruleikanum er.
Eitt system, sum hevur fyri
neyðini at nýta tílíkan fram-
ferðarhátt, hevur, hóast all-
ar undanførslur, so eiggi-
liga spælt fallit. 3 mill. fólk
vóru flýdd vestur um, áð-
renn múrurin bleiv gjørdur,
og hetta var ivaleyst høv-
uðsgrundin, at steðga
flóttafólkastreyminum, tí
Eysturtýskland var við at
fella saman sum eitt kort-
hús av hesi stóru fólkaflyt-
ing. Men at fara so harðliga
til verka, kann ongantýð
rættvísgera henda skemd-
armúr gjøgnum Berlin,
hvorki út frá politiskum og
enn minni út frá reint
menniskjaligum fortreyt-
um.
Royndirnar at sleppa
vesturum, hóast lívsvanda,
hava verið óteljandi síðani
1961 og ein undraðist yvir
uppfinnsemi i hesum
vandamikla leiki, sam-
stundis sum ein undrast
yvir, at fólk her á landi verja
henda Múr, og tað sum
hann stendur fyri, sam-
stundis sum tey rópa um
frælsi (og Fríu Føroyar) í
ødrum hverjum orði! Film-
urin vísti eina hóskandi
blanding av dokumentartil-
fari frá sjálvari byggingini,
og prát við fólk, sum á ein-
hvønn hátt høvdu við
hendingarnar at gera í
1961.
Føroyski upplesturin i
samband vid filmin var ut
av allari leid.
PPP,
DSP
KEE)
-
tt
SJONVARPS-
SKRÁIN
19.30 José og omma
hansara 2 (2)
20.20 Á sýnini
21.05 Skapa tær
21.45 Meistarar í tekni-
filmum
22.15 Skálkurin — fr.
filmur
00.10 Liðugt
Sunnudagur 21.
14.00 Sissi — eystur-
rikskur filmur
15.40 Missiónsbólkarnir
16.50 Å synini (e)
17.35 40 ár síðani fólka-
atkvøduna (e)
18.05 Benny Goodman
19.05 Steðgur
19.30 Skógarmaðurin á
Borneo
20.20 Gluggin
21.00 Her er lív títt —
Aina Cederblom
23.05 Andakt
23.10 Liðugt
Týsdagur 23.
19.20 Tíðindi fyri deyv
19.30 Barnasendingin
20.00 Dagur og vika
20.30 Ove aftur
í Føroyum
21.00 Jú, harra Ráðharri
22.00 Almenni sannleikin
— arg. filmur (ikki
fyri sm. børn)
23.50 Liðugt
Hósdagur 25.
19.30 Ítróttur
20.00 Dagur og vika
20.25 Ítróttur
Fríggjadagur 26.
19.30 Barnaløtan
20.00 Dagur og vika
20.30 Mafia 1 (7)
21.20 Fox
22.05 Cosby og tey
22.30 Morðið á ein hóv-
ligan mann 2 (5)
23.20 Liðugt