leygardagur 20. september 1986síða 18
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 106
20. september 1986
Síða 18 TTK 2222) sosialurin mm
Jens Pauli Heinesen, rithøvundur skrivar:
Hedin Bru åttati fimm |
— nakrar hugleiðingar
Tann 17. august í ár fylti okkara mæti rithøvundur Heðin Brú
85 ár. Í hesum sambandi skipar rithøvundafelagid saman við
Norðurlandahúsinum fyri kveldsetu komandi hóskveld 25.
september — Heðini til heiðurs.
Jens Pauli Heinesen, rithøvundur, hevur fest nakrar hug-
leiðingar á blað, og tær endurgeva vit her niðanfyri.
Eg fari at loyva mær at
endurgeva eitt lítið brot
úr einum av bókum mín-
um. Tað ljóðar soleiðis
Eg kom inn í kekin
Mamma sat og gav lítlu
systir bróst, hon varð
fedd fyri nekrum vikum
síðani. Onkur tosaði úti í
stovuni, og mamma bað
meg fara uttar. Við stovu-
borðið sótu beiggi mín,
pápi mín og ein fremm-
andur maður Eg setti
meg ljódliga niður og tal-
aði ikki eitt orð. Tann
fremmandi maðurin
hevði brillur, hann tosaði
hóvliga, men var skemt-
ingarsamur og láturmild-
ur, eitt skálkabros gekk
aftur í heilum aftan fyri
brilluglesini. Eg visti,
hvør hann var, hann
plagdi stundum at gista
hjå okkum. Hann æt Hans
Jákup, men hevði eisini
eitt annað navn, eitt dul-
nevni — aftur eitt nýtt og
vakurt orð — og tað var
Heðin Brú. Eg sat mål-
leysur og hugði at honum,
og sum var eg tystur,
drakk eg hvert orð, ið kom
av varrum hansara. Nei,
eg tordi ikki tala, tí eg
visti, at madurin likasum
Hans Andrias Djurhuus
skrivadi bøkur, og her sat
hann nú inni i stovu okk-
ara, ikki meir enn tveir
metrar frá mær, ótrúligt,
ótrúligt. Ein av bókum
hansara æt Lognbrá, eg
hevði lisið hana og elskaði
hana, ikki bara innihald-
ið, men eisini tað hvíta
pappírið og teir svertu
bókstavirnar, id lógu og
hvíldu á tí og tóku seg
saman um tey vakrastu
orð og teir yndisligastu
setningar. Summi petti
las eg aftur og aftur, og
eitt av teimum, har tann
ólukkuligi Hegni rýmir
heimanífrá, dugdi eg utt-
anat:
»Og so fór Høgni. Lyg-
klónna tók hann við sær.
Niðan vetureftir tók hann
leiðina. Tessut var at
ganga, áðrenn hann kom
niðan um Klovnusteinar,
so hann fór upp um øklar í
móru og datí av og á, tí
skymligt var í haganum
Hann bert gekk. Tað
var einki stað, hann leit-
aði til, tað var bert eitt og
tað sama, at sleppa burt-
ur, langt, langt burtur og
ongantíð koma aftur.
Lyngklónna ber hann í
hondini og roynir at verja
hana so væl, hann kann
Hverja ferð hann dettur,
hevur hann hana upp fyri
seg,so hon skal ikki koma
fyri fallið. »Hon skal vera
hjá mær,< hugsar hann.
— »Gunnvå — hevði hon
nú verið við mær, ella
hevði hon verið har uppi á
Kombunum ella hinu-
megin fjallið! So at kunna
sagt henni alt!«
Og so siglir hann við
Jens Pauli Heinesen. rithøvundur
sínum nýggja holabáti út
til Oynna Stóru til ta
fremmandu gentuna, ið
hyggur so undarliga
bangin og biðjandi at hon-
um við sínum stóru, bláu
eygum og sínum fagra,
gula håri.«
Eg hevði ilt í hálsinum
av sorg og samkenslu við
hesum neyðars dreingi.«
Her kann eg skoyta
uppi eina hending um
hetta sama mundið. Vit
komu inn í stovuna,
beiggi min og eg, og har
sótu teir báðir, pápi og
Heðin Brú. — Hvat hava
tit gjert? spurdi pápi. Vit
høvdu verið inni hjá ein-
um granna og dansað fer-
oyskan dans. Hvat við
hevdu kveðið? Jú, vit
hevdu kveðið ein tått.
Tátturin var um ein ting-
mann úr Vágum, sum
fekk eina stemmu ov lítið
Vit høvdu lisið tåttin í ein-
um bóklingi, sum æt Ól-
avsøkuteiti, og okkum
dámdi hann so væl, at vit
hevdu lært hann uttanat
Heðin Brú smiltist
skålkaliga at hesum, men
segði einki. Ikki fyrrenn
seinni fingu vit at vita, at
Heðin Brú var táttayrkj-
arin. Um tað ikki er al-
mannakunnugt, lat tað so
verða sagt, at hann um-
framt alt annað eisini var
ein framúr góður tátta-
yrkjari
Fyrigevið mær, eg noyð-
ist at endurgeva eitt lítið
brot afturat. Eg eri smá-
drongur, og hesin smá-
drongurin hevur yrkt eina
yrking, sum hann er sera
stoltur av. Og hann hugs-
ar:
»Eg visti tað nú. Eg
visti tað til fulnar. Eg fór
at verða gudalíkur sum
Hans Andrias Djurhuus
og Heðin Brú. Teir vóru
guddémligir. Teir búðu í
himlum og vóru ósærilig-
ir, tann, ið vildi skaða teir,
fór sjálvur at verða rakt-
ur av ólívssári. Hinvegin
var tað óhugsandi, at
nakar kudi hugsa ilt um
slíkar edilingar Teirra
avrik var so reinmeint,
stórt og virðismikið fyri
mannaættina og ævinleik-
an, at tað var ein sjålv-
fylgja. at teir vórðu við
farnir sum fínasta posta
lín
Verið hesi orðini endur
givin fyri at vísa, hverja
virðing eg havi og havi
havt fyri Heðini Brú, og
hvenn týdning hann hevur
fyri meg sum skrivandi
persón. Eg eri vónandi
vorðin eitt sindur vísari
og meira vitandi nú, enn
tá ið eg við so grøtandi
stórum tonkum gjørdi
míni fyrstu stetlandi fet
út í tann heim, har tú vón-
ar at finna skaldskapin.
Ið hvussu er veit eg nú,
at slíkir edilingar ikki al-
tíð, um nakrantíð, verða
viðfarnir- sum fínasta
postalin, og at tey, id vilja
skaða teir, vissuliga ikki
verða rakt av nekrum
ólívssári. Og gud havi lov
fyri tað. Hvussu hevði
verðin sæð út, um tey
vórðu?
Nei, sjálvsagt skulu tær
skapandi kreftirnar ikki
farast við sum fínasta
postalín, tað hevði verið
ótolandi trist og lítið gev-
andi bert at vera til pynt
Menniskjan er ikki skapt
til prýðis, neyvan. Id
hvussu er er tad ikki likt
til, soleiðis sum alt tíggj-
ar sær. Og kortini er tað
guddómligt á sin vís. Men
gudar eru menniskju
ikki. Hverja ferð tað hev-
ur verið roynt at hevja
eitt teirra so høgt uvp
hevur tad miseydnast og
verið til mikla ólukku og
fer at verða tað í allari
framtíð
Fólk, id fåast við ands-
liv, latið okkum rópa tey
andsarbeiðarar, eru ikki
gudar. Tey eru heldur ikki
meira »menniskja« enn
onnur menniskju. Hvussu
kann man tað? Og kortini
ber til at tosa um ein viss-
an mun við tað, at andsar-
beiðarin ikki fyrst og
fremst strevast og virkar
í gerandisdegnum fyri
sítt dagliga breyð ella
fram um alt jagstrar eftir
mammons fúkandi bosi
Hansara verk og virkan
er ein gáva til tíðina
(Eitt annað er so tað,
hvussu tíðin tekur við
hesi gávu eila um hon
Heðin Brú — áttati fimm.
skoytir um hana, tí tíðin
er ein strangur dómari og
sáldar eirindaleyst. Slík
ar eru treytirnar og má so
vera
Latið okkum gera eina
stutta hugsunarroynd
fyri líka sum at prógva
henda pástandin. Latið
okkum hugsa okkum, at
andsarbeiðarar sum
Svabo, Hammershaimb,
doktor Jakobsen, Rasmus
Effersøe, Jóannes Paturs-
son, Regin i Lid, Janus
Djurhuus, Hans Andrias,
A. C. Evensen, Jåkup
Dahl, Victor Danielsen,
Mikkjal á Ryggi, Rikard
Long, o.s.fr. Poul F., Chr.
Matras, William, Jergen-
Frantz, H. D. Joensen,
Karsten Hoydal, Regin
Dahl, Martin Joensen,
Hedin Bru, og vit kundu
hildið fram at reksa og
reksa upp — latid okkum
hugsa okkum, at hesir
persónar onga gávu
høvdu at geva tíðini, einki
verk, ongan sang, einki
tónalag, ongan málning,
onga segu, einki, null,
hvussu ótrúliga fátæks
ligt, oyðið, deytt, útkalt og
deyðans kvirt hevði tað
ikki verið í Føroyum
Tankin er óhugnaligur.
Tí eiga vit at sýna slík-
um persónum eina vissa
virðing. og tá ið eg nýti
orðið virðing, hugsi eg
ikki um, at vit skulu for-
guda teir sum yvirmensk-
ar, eg hugsi meira um tað
slagið av virðing, sum
Hans Andrias Djurhuus
skrivar soleiðis um í 1946 í
Vardanum:
>Tað er soleiðis við
skaldum og bókmonnum
her á landi, at yrki teirra
verður lítið eftiransað
Soleiðis er tað ikki í eðr-
um londum, har verður
arbeiði slíkra manna
mett fyri tað, tað er vert
Vit her heima hjá okkum
mugu gera tað sama, um
vit vilja teljast millum
menn; ti eitt mugu vit
vita, at eitt fólk livir ikki
bara av tí, sum kroppurin
krevur. Av og á hava redd
ir ljóðað um hetta mál
men tað hevur verið sum
eitt róp í oyðuni. Einki er
gjert og verður einki
mynd: G.S
gjert. so liggja vit brát
niðri í djúpasta myrkri —
og tí vissa andalig:
deyða
Nógv er hent, gjert of
broytt til tað betra, síðan
hetta var skrivað, of
menn sum Martin Joen
sen og Heðin Brú vóru
bestu manndóms árum
Teir stóðu so at siga á ber
um, høvdu báðir fulltíðar
starv, vóru noyddir til tað
skuldu teir hóra undan
Tað er stórur fyrimunu!
hjá rithøvunda at kenn:
lívið aðrastaðni frá eu
aftan fyri sitt egna skrivi
borð, men í longdini rigg
ar eitt fulltidarstarv ikk
væl saman við skriving
ini, ið eisini, skal hon út
innast til lítar, krevur sit
fulltidarstarv Millun
tvey fulltidarstørv verdu
tú lætt malin sundur of
megin sogin úr tær.
Tað eydnaðist ikki Heð
ini Brú at gerast rithev
undur burturav, fyrrenr
hann fór frá, eitt, vit
kunnu hugsa okkum, man
hava nitið honum fast
Hann var altíð noyddur at
stjala sær stundir, tå id
hann hevði avlopsmegi og
avlopstid, og tað var
sjáldan tá í tíðini. Tí er
tað undrunarvert at
síggja. hvussu nógv hann
hevur fingið avríkað,
samstundis sum tað er
nakað av eini tragediu, at
hann ikki fekk hevi til at
fáast meira við
Tíðin sáldar, segdu vit
Tað er ilt at siga í dag,
hverji verk eftir Heðin
verða standandi, men eg
eri sannførdur um, at eitt
av teimum altíð fer at
liva Johan Nielsen,
prestur såli, plagdi at
síga, at tað fór ikki år
ímillum, at hann ikki tók
„Feðgar á ferð< niður av
hillini at lesa
Undirritadi hevur tað á
sama hátt. Tað fer næst-
an ikki ár ímillum, at eg
ikki taki bókina fram, og
tað merkiliga hendir: hon
verður betri fyri hverja
ferð. Mål, stílur, persón
lýsingar, náttúrulýsingar
skemt, spei, ålvari, alt
—
|
i
1
i
he ———