Sosialurinarkiv
Sosialurin 1986-09-23, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. september 1986síða 6

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Útgevari: Ábyrgdarblaðstjóri: Diskrimin- ering TAÐ NÓGVA byggivirk- semið í landinum hevur havt við sær, at neyðugt er at innflyta fremmanda ar- beiðsmegi. Talan er ser- stakliga um danir og íslend- ingar. Saman við føroysk- um arbeiðsmonnum og ødrum verkafólki eru hesir við til at gera ein hóp av stórri sum smærri arbeið- um kring alt landið. Eitt av hesum stórarbeiðum er tað, sum danska byggifyritøkan Højgaard & Schultz saman við føroyskum byggifyri- tókum stendur fyri á Eiði. TAÐ HEVUR leingi verið gitt og mett, at teir fremm- andu arbeiðsmenninir og handverkararnir fáa mun- andi meira í løn enn før- oysku starvsfelagar teirra. Hetta hevur eitt nú formað- urin í Føroya Arbeidarafelag hardliga átalað. Sagt verður, at tað kann ikki vera rætt, at fremmandir ar- beiðsmenn og handverk- arar skulu fáa meira í løn enn føroyskir arbeiðsmenn og handverkarar fyri júst sama arbeiði umframt at teir fáa ókeypis bústað og kost, umframt ofta eisini ókeypis bil og feriu heim so og so ofta um árið. Slík stóða er at líkna við hana i Fyritaksstjóri: Blaðfólk: Uppseting: Prent: P/f Pressan 1981 Grønlandi, har danir nú í mong mong ár hava fingið munandi hægri løn enn teirra grønlendsku starvs- felagar. Hetta málið hava fakfeløgini i Grenlandi stridst fyri at loysa, og har restar litid i, til at talan er um > ikaløn fyri sama arbeidi. NU grønlendingar hava beint fyri hesum órættvísa lønaréskilinum, so gongur tað tann øvugta vegin hjá okkum. Og hetta vilja hvorki føroyskir arbeiðs- menn ella handverkarar góðtaka. Ti hava feløg teirra nú kravt, at byggi- feløgini ikki diskriminera føroysku arbeiðsmegina i mun til ta utlendsku. HETTA er ikki meira enn sjålvsagt krav og kunnu vit bert geva føroysku fak- feløgunum fullan studul i royndum tess at koma hesi diskrimineringini til lívs. jamii Nr. 107 — 23. september 1986 Sosialistiska regn- skjólið i Dagblaðnum Av misgáum var mær skeitandi í Dagblaðið nú um dagarnar. Har var at lesa um alstóra avdúking av alskyns felagsskapum, sosialistiskum, kommun- istiskum og vinstrahall- um. Hetta vælabland var alt stúgvað undir risa- regnskjól. Nú sigst, at klókir skølt- ar hava roknað út, at eru allir limir í hesum felags- skapum so vinstrahallir, sum í Dagblaðnum sigst, ja, so eru minst 40.000 vinstrahall i Føroyum. Víðari hava hesir heysar roknað ut, (og teir duga bæði brek og at dividera), at av hinum 5.000 sum so- statt høgrahall mugu vera, eru teir tríggir: Oli B. og Óla J. sjálvskrivaðir Bygdamenning ella Sundsdepil? Tá pengarnir fólkið flyta hvat man hatta vera fyri nakað tvætl, tonkti eg við mær sjálvum, tá sendingin »Å ferð á bygd« í útvarpinum sunnudagin byrjaði við einum sangi: men satt at siga var hetta inngangslagið so væl valt, at eingin hevði gjørt tað betur, so rámandi sum tað var. Væl og virðiliga lurtaði eg eftir bóndahjúnunum á Sundi, tá tey greiddu frá garðinum, sum tey hava sitið við í 40 ár — stríðst frá morgni til myrkurs, ambætað neytum, rektað seyð og tikid slakt upp, bygt upp og hampað, og hava uttan iva fegnast um hetta lív saman við bern- um og vinum — men sum tey nú skulu forláta, með- an breytin við gapandi kjafti sínum stendur til reiðar at lata kreftirnar gera av við sethús, fjós og hoyggjhús. Uttan nakra propa- gandu kláraðu útvarps- menninir at lýsa hesa minstu bygd okkara á lagnustund síni — men er hetta bara lagnustundin hjá hesi einu bygdini ? Álvaratos, tit sum ráða fyri borgum, lata tit hetta óðamannaverk um tykk- um ganga, so liggur getan greið til eina samlaða bygdaavtoftan. Hvar er logikkurin, at tosa um bygdamenning, gera vegir og tunellir, brúgvar og havnir, og so lata bygdafólkið fara á Sund, tí ein eirindarleysur knokkur hevur fostrað ein tanka um at trunka 1500 arbeiðspláss saman í limir, meðan hini 4.990 eru bern undir 5 ár, ið av mis- gáum hava sett krossin í skeivu síðu. Væntast kann tó, til stóran ugga fyri for- fjamskaði foreldur, at hesi skifta stødu, áðrenn 14. ár- ið. Smb. Gert Petersen. Mary Poppins Havn, har tað ljóðar, at hverki maður ella kvinna fáast til arbeiðis, tí øll hava nokk. Vælsignaðir menn, gerið eina kanning av konse- kvensunum, um bygdaav- toftingardepilin = verður bygdur, tí hon fer at vísa, at hatta er ikki gongda leiðin. Tit hava verið so óferir at hugsa um bygdirnar, nú tá t.d. smoltloyvi eru giv- in, og ikki hava gjert sum fiskaselustjórin og hasin Bridgestone-selumaðurin prædika, so vónandi binda tit nú um heilan fingur, og siga kortanei til hatta fantasifostrið ! Ein sum vil bygdamenning Illa fór bóndans flokkur Fyrr stuðlaði hann bóndunum — nú rekur hann teir frá garði Eg fari at takka Sosialin- um fyri tann góða dekning hann hevur havt um Sunds-málið. Tað er nógv fyri, at hann skal vera tað einasta blaðið, sum verjir einstaklingin og interess- urnar hjá bóndunum. Tað skal Fólkaflokkurin vita, at vit eru nógvir bøndur um Føroya land, sum hava hildið okkum til flokkin síðan Bóndans tíð, sum við undran sita og fylgja við tí óhugnaliga spæli, sum Sunds-bóndan- um er fyri. Ikki hevdu vit droymt um, at fólkafloks- menn soleiðis skuldu reka ein kongsbónda frá garði sínum, ja, tað var tann tíð, tá Fólkaflokkurin var bóndaflokkurin, men hvat er hann nú? Eg skal ikki siga tað, men ein sonur segði tað soleiðis, at hann var ein flokkur hjá speku- lantum, karierumakarum og pylsukapitalistum; eg haldi at okkurt man vera um tað. Útviklingurin hevur gingið út yvir nógvar garðar; summir hava mist be, aðrir undirhaga, og kanska eisini sethús og fjós, men tað hevur altíð lagað seg so, at teir hava fingið skotbrá til at flyta fjós og velta nýggjan be, men nú er ordrin frá politikarunum og einum, sum skal hava alt: ut! Hvar er Jarðarráðið i øll- um hesum? Er tað blivið uppgávan hjá Jarðarráðn- um at klípa av jøråunum allastaðni? Gott nokk hevur Jarðarráðið skyldu at útvega kommunum jerð, men sigur jarðarlóg- gávan ikki eisini okkurt um, at Jarðarráðið skal keypa jerð upp, sum skal leggjast til festini ? Nei, ikki trúgvi eg, at alt hetta var hent, um tað vóru Knút Wang, sáli, Demmus í Uttastovu ella Dánjal í Búðini sum stíl- aðu fyri í flokkinum, illa fór hann. Frystigoymslur til pylsur ístaðin fyri snot: lig fjós til mjólkneyt — tað verður gongdin. Harmur bóndi Lystiliga prentar i Gøtu, tlf. 41085 Vit gera hvat vit kunna — og kunna tað vit gera BERGMENN spæla alfan tónleik til dans fyri rímiligan periga Tlf. 161345 pr