mikudagur 20. november 2002síða 10
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Sosialurin Nr. 223 - 20. november 2002
Jólakappingin
Nú stendur annað umfar í jólakappingini fyri durum, og nú er tað tíðin komin hjá
tykkum at luttaka.
Hesuferð er tað eitt sitat úr einum filmi, sum verður borðreitt við. Tit skulu
fortelja okkum, hvør tað er, sum hevur sagt hetta, og hvørjum filmi tað var í.
Navnið kann verða antin navnið hjá leikaranum í filminum, ella veruliga navn
hansara.
Sitatið ljóðar soleiðis: »... I´m having an old friend for dinner....«
Sendið svar tykkara til okkara á adressuni:
<ph_1>
Sosialurin
Box 76
110 Tórshavn
Ella á teldupostbúðstaðin: ph_1@ sosialurin.fo
og til ber eisini at senda okkum eitt fax á nummarinum: 31 47 20
Seinasta freist at luttaka í hesum umfarinum av kappingini er týsdagin 3. desember
Grønar nummarplátur til prutl
Vinnumálaráðið hevur gjørt av, at eftir 1. november í ár skulu øll prutl í
Føroyum skrásetast.
Nummarpláturnar, sum eru minni enn nummarpláturnar á bilum, hava
bókstavar og tøl og ein grønan kant.
Øll nýggj prutl, sum eru keypt eftir tann 1. november í ár skulu
skrásetast og kannast áðrenn tey sleppa út á vegin at koyra, og øll brúkt
prutl, skulu verða kannað og skrásett áðrenn 1. juli 2003.
Kanningarnar, sum fara fram á bileftirlitinum, kosta 350 krónur, og
sjálv nummarplátan kostar 250 krónur. Eisini skal prutlið verða tryggjað og
prógv um trygging skal takast við til kanningina.
Móti er til kvinnur, sum ikki
hava smak og ein etikett til
menniskju uttan uppaling.
– Maria av Rumenia
Sálum okkara nýtist ikki eins
nógv klæðir og kroppur okkara.
– Samuel Butler
Hjartað fær ongantíð rukkur
– Madame de Sévigné
Eitt vakurt menniskja er eitt
menniskja við ljótum hugskotum
– Jonathan Swift
Sosialurin Nr. 223 - 20. november 2002
7
nú á døgum er ta›
blivi› meira og meira
populert at taka ta›
stóra koyrikorti›,
ikki bara millum
mannfólk, men eisini
millum konufólk.
Vit fóru ein túr við einum
treylarasjaføri, ið skuldi til
Havnar henda dagin eftir
salti.
Í bilinum var nógv órudd at
síggja, men eitt ógvuliga
hugnaligt umhvørvi.
Veðrið var av tí fagrasta,
sjálvt um tað var kavi oman
av fjøllunum, og at tað var
kalt fingu, vit so sanniliga
at merkja, av tí at ventila-
tiónin var góð, vindeygað
var víðopið alla tíðina.
Vit møttu eini rúgvu av
stórum bilum hendan dag-
in, millum annað Hera
Thomsen, Ian Rasmussen,
OCD, Strandferðsluni og so
víðari. Sum tað sá út, er
samanhaldið gott, og sja-
førarnir kennast væl, teir
bæði vinka og floyta, tá
teir møtast.
Vit spurdu bilføraran, hvat
tað besta við at koyra trai-
lara var, hann svaraði, at
man lærir nógv fólk at
kenna, og arbeiðið varierar
nógv, og so legði hann
eisini dent á, at lønin er
super. Men tað kann eisini
vera strævið av og á, tá
fara teir til arbeiðis tíðliga á
morgni og eru ikki heima
aftur fyrr enn seint á
kvøldi, men tað ger einki
fyri teir ungu og leysu, sum
ikki hava konu og børn.
Sum vit hava skilt, er tað,
sum irriterar mest, at teir
ikki hava loyvi at koyra
skjótari enn 70 km/t, tí ofta
mugu teir skunda sær at
náa eini ferju, og um teir
ikki klára tað, verða teir
noyddir at bíða eina góða
løtu, og tað seinkar eisini
arbeiðinum.
Tá vit komu á saltsøluna,
var tað ein góð løta at
bíða, meðan ein maður
fylti vognin við salti. Aftaná
ein góðan tíma sluppu vit
avstað aftur við 30 tonsum
av salti.
Á veg norður aftur var eitt
sindur av svartakálki, tá
blivu vit eitt sindur bang-
nar, tí hvat kundi ikki hent,
um ein so stórur og tungur
bilur fór á glið? Men vit litu
á sjaførin og komu til húsar
aftur í øllum góðum.
Hetta var ein fínur túrur,
men vit vóru báðar samdar
um, at hetta er ikki eitt
arbeiði, vit høvdu kunnað
hugsað okkum, tí at tað er
eitt krevjandi arbeiði og
serliga um veturin, tá tað
er kavi og hált, tá skalt tú
ikki verða bangin av tær..
Men tað er eisini flott, at
konufólk tora at átaka sær
eitt slíkt arbeiði!!
Sólrun og Rannvá
Treylaraførari eitt mótaarbei›i?
Ung
or›:
Van the Man
Van Wilder er hin atypiski college-
næmingurin. Hann hevur gingið á
skúlanum í sjey ár, og hevur sum
so ongar ambitiónir um at gera
seg lidnan. Babba sendir feita
check’in, ið rindar fyri lívsins uppi-
hald, og annars er tað bara ball,
ball, ball.
Ikki fyrr enn babba skrúvar fyri
heita vatninum, gerst støðan
álvarslig hjá Van. Megnar hann
ikki at útvega nógvar túsund doll-
ars, sleppur hann ikki at halda
fram á Coolidge College. Alterna-
tivar loysnin gerst at skipa fyri feit-
um festum saman við vinmanni-
num Hutch og indiska AFS-næm-
inginum Taj, sum hetta árið gjørd-
ist tann hepni at fáa arbeiði sum
persónligi hjálparmaður hjá Van.
Filmurin Van The Man er ein film-
ur um lívið á einum amerikanskum
college. Kanska ikki óvæntað er
hann ikki um lívið í skúlatímunum,
men heldur um lívið eftir skúlatíð
og tey mongu ballini.
Mótsetningurin til ball-leyvuna
Van er Grace. Hon er seriøs í
skúlanum og skrivar m.a. fyri
skúlablaðið. Hon fær til uppgávu
at skriva eina forsíðu um Van Wil-
der – mannin, ið øll á skúlanum
dyrka. Tað skal vísa seg at vera
truplari enn av fyrstan tíð væntað,
men sum frálíður fáa tey bæði,
Van og Grace, hug á hvørjum øðr-
um. Trupulleikin er bara, at Grace
gongur saman við einum yvir-
seriøsum og yvir-nørdutum lækna-
lesandi, ið ikki hevur hugskot til at
hugsa um nógv annað enn seg
sjálvan og sína karrieru. Hansara
leiklutur verður spældur nærum til
tað ekstrema, og sum hyggjari
spyr tú kanska teg sjálvan, hvat
tað í grundini var sum gjørdi, at
tað av fyrstan tíð blivu tey bæði.
Van The Man er ikki ein filmur við
djúpum morali, og enn minni ein-
um manuskripti, ið stingur djúpt.
Tvørturímóti er hann ein filmur
um at ball, og um at hava tað
stuttligt – men tað er nú ikki so
galið kortini. Skal ein allíkavæl
tosa um moral í filminum, so má
tað vera, at øll eru vit góð til okk-
urt og at tá vit møta tí rætta, so
broytir tað okkara lív. Tá Van møtir
Grace opnar hann seg, og aftan
fyri eina coola facadu síggja vit ein
mann, ið ikki torir at taka stigið út
í veruliga heimin. Hann stórtrívist
á college, og har kundi hann gott
hugsað sær at verið verandi. Men
tá tað veruliga umræður, so er
dugur í honum kortini.
Veit ikki rættuliga, men eitt ella
annað stað líkjast teir allir, hesir
amerikansku skemtifilmarnir um
lívið og ballini á college. Men kort-
ini keðir tú teg ikki, tann góða
hálva annan tíman, filmurin varir.
Filmurin verður hildin uppi við
stuttligum brotum og fínur rep-
likkum, ið kortini ikki krevja tann
stóra heilafimleik.
fakta um van the man
leikarar:
ryan reynolds, tara reid, tim
matheson, kal penn o.o.
longd:
93 min.
sta›:
havnar bio, um tú ert 12 ár ella
eldri
C
M
Y
K
19
18