Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-11-20, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. november 2002síða 12

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 223 - 20. november 2002 Nr. 223 - 20. november 2002 23 VITJAN Tíðindaskriv Í sambandi við vitjanina av evropeiska leiðaranum fyri Youth With A Mission, Jeff Fountain, verða tvey al- menn mini-seminar um heimsáskoðan. Youth With A Mission, Føroyar, hava í hesum døg- um vitjan av evropeiska leiðaranum, Jeff Fountain, ið er komin henda vegin at undirvísa á lærusveinaskúl- anum (Discipleship Train- ing School) hjá YWAM í Føroyum. Jeff Fountain er lærara- lærdur, søgufrøðingur og sera væl kunnaður um politisku- og kirkjuligu støðuna í Evropa. Jeff er ættaður úr Ný Sælandi, men starvast sum leiðari út frá Hollandi. Hann er kend- ur undirvísari á YWAM- skúlum kring heimin, og ferðast eisini sum fyrilestr- arhaldari fyri politikkarum og leiðandi vinnulívsfólki. Jeff Fountain hevur m.a. skrivað partar av “Brave New Europe”, sum kann síggjast á heimasíðu www.ywameurope.org undir weekly word. Í sambandi við vitjanina verða almenn mini-seminar við evninum: Heimsáskoð- an bíbliunnar. Evnið - heimsáskoðan bíbliunnar - er sera við- komandi í okkara døgum, nú politikarar, vinnulívs- fólk, leiðarar og føroyingar annars mangan standa yvir- fyri torførum spurningum, ið verða settir. Hvat lærir bíblian um hesar spurn- ingar? Seminarini verða: – Mikudagin 20. november 2002, kl. 13.00 á Hotel Tórshavn, Sjómansheim- inum – Fríggjakvøldið 22. nov- ember 2002, kl. 20.00 í Mentanarhúsinum, Fugla- fjørður Undirvíst verður á ensk- um, men tolkað til føroyskt. Á seminarunum, ið eru ókeypis, verður ein drekka- muður í steðginum. Møgu- leiki er eisini at stuðla til- tøkunum við eini peninga- gávu henda dagin. Evropeiski YWAM-leiðarin á vitjan Flytidagur í Sornhúsinum Mánamorgunin klokkan hálvgum átta byrjar frítíðarskúlin í Klaksvík í hølunum hjá Klaksvíkar Hús- møðrafelag. Fríggja- dagin var flytidagur FLYTIDAGUR Solby A. Eliasen Klaksvík: Í øllum vindinum fríggja- morgunin sóust børn og vaksin fara til gongu oman eftir Bøgøtu við flytikass- um og skógvareólum. Frí- tíðarskúlin Sornhúsið hev- ur hildið til uppi á loftinum í KÍ høllini, men nú fer hann framyvir at halda til í hølunum hjá Klaksvíkar Húsmøðrafelag, sum liggur heilt stutt frá KÍ høllini. Stutti teinurin millum hølini bæði gjørdi tað møguligt hjá børnunum og teim vaksnu at flyta nógv av innbúgvinum sjálvi. Hetta bleiv so ein stuttligur háttur at flyta, har børnini fingu høvi at verða við. Men tað var fitt av vindi fríggjamorgunin, so eina løtu sá tað út til at vera trupult at fáa skógvareólir- nar at makka rætt. Tær høvdu hug at fara við vind- inum, so tey vaksnu noydd- ust at halda fast. Men tað var tó ikki nakar trupul- leiki, tá samanum kom, og nógv varð flent hesa løtuna. Børnini gingu so hugagóð millum KÍ høllina og nýggju hølini við flytikass- um, sum vóru fullir av klæðum, leikum og øðrum frá frítíðarskúlanum. 65 børn saman við starvsfólkunum kunnu so- statt gleða seg til at byrja í nýggju hølunum hjá frítíð- arskúlanum, sum er undir dagstovninum Mylnuhúsið, mánadagin. Fríggjadagin var rokan á firðinum í frítíðarskúlanum Sornhúsið í Klaksvík, tá børn og starvsfólk fingust við at flyta innbúgv og annað í nýggju hølini, sum skúlin framyvir skal húsast í TÍðINDABRÆV: Sp/f Breyðmolin Í sambandi við at bakaríið Breyðmolin í Fuglafirði hevði sín 7 ára føðingardag 10. november, varð útskriv- að ein teknikapping. Teknikappingin var hátt- að soleiðis, at ein skuldi vera millum 7 og 13 ár og skuldi ein tekna okkurt, sum hevði tilknýti til bak- aravirksemið. 80 góðar tekningar komu inn til kappingina, sum endaði mikudagin 6. november. Tekningar úr Fuglafirði, Gøtu, Leirvík, Toftum, Runavík, Oyndafirði, Klaksvík og Tórshavn vóru við í hesari spennandi kapping um eina Nokia 3410 fartelefon. Eisini var vinningur til nr. 2 (Linda Midjord, Hoyvík) og 3 (Ragnhild Joensen, Klaks- vík), sum fáa hvør sítt køkufólk á sínum føðingar- degi. Hóast nógvar sera vakrar tekningar og góð hugskot, kundi tað einans vera ein vinnari, sum fór avstað við tí vælumtøktu Nokia 3410 fartelefonini. Vinnarin av kappingin gjørdist Vár Hansen (Fuglafjørður), sum hevði teknað bæði bakara og bakaríð (sí mynd). Grundin til at júst hendan myndin var vald framum aðrar var, at tekn- ing og hugskot var framúr gott. Sp/f Breyðmolin við Ivan Skorheim varð sum áður nevnt stovnað fyri 7 árum síðani, og hevur ment seg ómetaliga nógv. Tann nýggjasta vøran, sum bak- aríið hevur kunnað bjóðað sínum kundum, er smá- køkur við góðum smakki, til diabetikarar. Breyðmolin ynskir at takka øllum teimum, sum gjørdu sær ómak við at tekna til hesa kapping. Framsýning av øllum tekn- ingum verður víst fram í handlinum hjá Sp/f Breyð- molanum á Bakkavegi 12, til fyrst í desember mánaði. Støkk inn á gólvið og hygg eftir tí góða hugflognum børn hava. Væleydna teknikapping Vinnarin av kappingini varð Vár Hansen úr Fuglafirði Myndin hjá Vár Hansen, sum gjørdist vinnari av teknikappingini hjá Sp/f Breyðmolanum. C M Y K 23 22