leygardagur 27. september 1986síða 6
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Telefon 118 20
Argjavegur 26. 3800 Argir
Postsmoga 76. 3800 Tórshavn
Útgevari:
Ábyrgdarblaðstjóri:
Fyritaksstjóri:
Blaðfótk:
Vit bíða
MEÐAN Dagblaðið, mål-
gangið fyri føroyska fólka-
flokkin í einum blaði fyri og
ðrum eftir noyðist at av-
sanna fúlar og útspillandi
greinar, har ósannindi er
reyði tráðurin, so kunnu vit
boða Dagblaðnum frá, at vit
bíða í tolni eftir nógv umtal-
aðu stevningini, sum Dag-
blaðsstjórin herfyri kunn-
gjørdi fór at verða send
Sosialinum og javnaðarting-
manninum Jóanesi Dals-
gaard. Hon man fara at
koma, ella?
TIL hesa stevning er lítið
annað at siga enn tað, at vit
eru tilreiðar at leggja fram
rúgvismikið tilfar, sum sera
væl lýsir muruna í fólka-
floksins stavnapenni.
VIT halda, at eitt sakarmál,
júst nú Óli Breckmann er
vorðin avdúkaður fyri undir-
gravandi virksemi, kemur í
tøkum tíma. Við hesum sak-
armáli fer alt Føroya fólk at
fáa skorið út í papp, hvor út-
spillandi herferð og hvers
undirgravandi virksemi,
sum hevur verið fastur tátt-
ur í fólkafloksmálgagninum
í meira enn 10 ár, er.
TAÐ er upp á sítt pláss, at
fólk sleppa at fylgja við í
hesi utspillingarrøD frá byrj-
an av. Vit hava skuldsett Óla
Breckmann at hava rikið
undirgravandi virksemi og
at taka undir við rasistiskum
stýrislag. Tað standa vit við.
Prógvini um hetta finna vit í
sjálvum Dagblaðnum og
gðrum høgravendum ritum,
har stavnamaðurin sjálvur
skrivar sínar hatsku setning-
ar, sum bara hava til enda-
mål at nidurberja einahvørja
hugsan, sum ikki hóvar hon-
um.
DEMENTIINI í Dagblaðnum
nú í seinastuni prógva tó, at
fólk við tíðini er farið at
vakna og ger vart við seg.
Fyri ikki sjálvir at vera sak-
søktur, er stavnamaðurin nú
noyddur at fylla Dagblaðið
við slíkum dementium.
TAÐ man nú vera sólarklárt
fyri teimum flestu, at skip-
aða útspillingin av øllum
vinstrahallum — av øllum
teimum, sum hava aðra
hugsan enn hana fólka-
flokkurin stendur fyri, hon
verður rikin sambært »Går
den, sá gár den-morali-
num«. Soleingi tann útspilti
ikki torir at bíta frá sær, so
leingi hann ikki hóttir við
sak ella ger vart við seg á
annan hátt, so leingi standa
útspillandi skuldsetingarnar
hjá Dagblaðnum sum sonn
sannleiksvirði i eygum
teirra, ið stuðla málgagni
fólkafloksins.
DANSKI teologurin fekk
lortabyttuna yvir seg. Tað
var honum ovboðið. Hann
hótti við at stevna og Óli
Breckmann mátti sum
flongdur hundur eta orðini í
seg aftur.
jamii
Nr. 109 — 27. september 1986
Tonleikur — skattur ella dyrgripur?
Hvat hevði hent, um eing-
in tónleikur var at hoyra í
dansihelunum kring land-
ið í framtíðini? Hevdu
fólk ikki undrast og møgu-
liga gjørt uppreistur?
Høvdu vit ikki kent ein
sakn, eitt tómrúm ?
Landsins hegu menn
eru byrjaðir at gera hetta
tómrúm. Teir eru farnir í
holt við at taka tónleika-
bólkarnar av degum. Ég
havi frætt, at nógvir eru
hoknaðir undir tí byrðu
teimum er álegd, nevni-
liga skattinum. Fleiri av
bólkunum, sum í sjálvum
sær eru ein skattur, eru
givnir og eg veit um fleiri
av teimum ið enn liva, at
„teir spæla seinasta melo-
diin«. Eisini eru fleiri tón-
leikarar komnir sær í
fíggjarligt óferi (av
skatti), tí teir hava eitt frí-
tíðarítriv ið kallast tón-
leikur.
Sjálvur eri eg limur í
tónleikarabólki sum er um
at gevast, hóast fleiri fólk
dagliga ringja og kæra
sína neyð, tí tey einki fáa
av tónleiki til ætlaða
veitslu ella annað. Tá tey
so fáa eitt »Nei tiverri«
ganga tey heilt amok, tí
tey halda seg verða hildin
fyri gjøldur, ti allastaðni
har tey ringja fáa tey
sama svar. Tey vita ikki,
at hin parturin (viðkom-
andi tónleikari) er minst
líka keddur.
Eg haldi, at hetta er eitt
evni, ið blød, útvarp og
sjónvarp eiga at taka upp.
Landsins hegu menn
eiga sjálvsagt at taka mál-
ið upp av nýggjum.
Hetta fellur helst onkr-
um tungt at lesa, og eg má
viðganga at hetta ljóðar
harðligari enn ætlað, men
nógv mildari kann tað ikki
sigast, og sannleikin er, at
málið er beiskt og tungt at
svelgja.
Vónsvikin tónleikari
P.S. Mong veitslan man
verða hildin, har landsins
hegu menn stuttleika sær
ófert, og har teir ikki vildu
verið tónleikin fyriuttan.
Til Atla Dam og Lassa Klein:
Sparið 10 milliónir
— Fyri tað fyrsta haldi eg,
at tað var ein skeiv gerð at
flyta ferjuleguna úr
Kirkjube og norður í
Gomlu rætt. Í Kirkjube
fekst hon fyri ein bíligan
penga, og hon bleiv helst
stak góð. Nú hon er flutt
norður í Gomlu rætt er
mett, at hon fer at kosta
einar 48 mill. kr., so talið
verður helst 60 til 65 mill.
Og plássið siga tit er
vælegnað. Men tað munnu
helst vera fleiri meiningar
um tað. Eg meti, at har
eru stak vánalig viður-
skifti. Fyri at fáa nakað
parkeringseki, má
spreingjast inn í bergið.
So er tað vegurin, sum
skal upp gjøgnum bergið.
Ég trúgvi, at tað eru fáir
politikarar, sum hava ver-
ið niðri á bakkanum og
hugt, hvussu har sær út.
Eg stúrsaði við, tá eg
kom oman á bakkan og
hugdi niðurfyri. Tað var
heilt ómetaliga langt at
síggja niður í havið og har-
til bratt. Eg hevði forsvor-
ið, at nakar politikari setti
nakað sovorðið arbeiði í
gongd. Tað fer at kosta
fleiri mill. kr. at sleppa
upp við vegi har, aftrat tí,
at hann má gerast av
nýggjum líka til Havnar.
So tað verða nógvar mill.
kr. tilsamans.
Aftrat tí er ætlanin at
byggja eina ferju á somu
stedd sum Tróndur, sum
skal taka 16-20 bilar og
kemur helst at kosta einar
40 mill. kr., og hartil er at
siga, at hann er alt ov lítil
sum er. Og má sigla eyka-
túrar vidhvørt, tí tað
standa upp í 25 bilar eftir,
og ofta mugu fólk í bussin
dagin eftir fyri at fáa bilin
til hús. Tað er ikki tæn-
asta at bjóða fólki í dag.
Væl veit eg, at hon fer at
sigla fleiri túrar, tá ferju-
legan kemur, men tervur-
in verður so nógv meira,
so ein lítil ferja kemur als
ikki at nekta tervin. Og
vónandi kemur hon ikki at
sigla uppá hetta plássið,
sum tit hava valt.
Men eg kann vísa tykk-
um á, at her í Skálavík
standa vit klárir til at
byggja eina vetrarhavn
fyri 40 mill. kr. Tá er ferju-
legan íroknað. Tá kunnu
vit taka Teistan inn alt ár-
ið. Tað hevði einki verið í
vegin fyri, at hann sigldi
tríggjar ferðir um dagin.
So nøktadi hann allan
tervin í oynni, og vit
hevdu eitt stak gott skip,
sum helst nógv høvdu ver-
id glad fyri.
Hann brúkar einar 40
minuttir um túrin. Tað eru
einar 10 minuttir longri
enn á Gomlu rætt, og skip-
ið er somumikið stórt, at
rullið verður lítið og einki.
Teistin skal ikki seljast,
siga tit, so tað er so líka
til, at hann siglir til Skála-
víkar. Eg haldi, tit skuldu
hugsað tykkum um, nú
steðan er so vánalig sum
tit siga hon er. Tí her
spara tit 100 mill. kr., og
tit koma at nekta okkum
tann terv, ið vit hava
brúk fyri á samferåsluøk-
inum, og vit fáa eina góða
skipahavn, sum tit noyð-
ast at koma við, hóast tit
royna at útseta hana sum
longst, helst uppundir val.
Eg veit, at tað eru mong
her í oynni, sum eru nógv
ímóti Gomlu rætt. So tað
er ikki meira enn náttúr-
ligt, at lufta tankan út. Ég
vóni, at nakað verður
gjørt við hetta, at vit fáa
viðmerkingar frá tykkum
trimum: Atla Dam, Lassa
Klein og Tórálvi Mohr Ol-
sen.
Hans Martin Lydersen,
Skálavík
Tolluppskotini
At lesa Dagblaðið í dag er
sum tá jarðarlógin kom í
1938 — tå var sjongurin,
at nú fóru Føroyar oman-
av.
Eyðvitað eru hesi tiltøk-
ini neyðug, men tey koma
bara tvey ár ov seint. Tey
skuldu komið, tá hesir
tóku við, og verið brúkt til
eykaavdrátt, av tí óferi, ið
Pauli Ellefsen og Óli
Breckmann á Co hevdu
komið okkum í.
Og so er í komandi tíð at
ansa eftir ikki at bera seg
at sum teir, men brúka vit
og skil — duga at vita,
hvat vit hava ráð til.
Sjálvandi má haldast
fram og brúka pening har
neyðugt er, men ikki bara
oysa út fyri at tekkjast
veljarum. So vil gangast
væl framyvir.
Ein kann
seg arman.
Teir, ið sótu í Ellefsens-
eisini spara
stjórnini, hava einki at
læra nakran, teir stóðu
politiskt spilnaknir og
standa tað enn.
Tað ið umræður er fyrst
og fremst ikki at bera seg
at sum teir — hava teir
sum ræðu.
++