leygardagur 27. september 1986síða 8
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 8
|
Í
Í
Nýggju inntekulógirnar vórðu til aðru viðgerð á
tingi í gjár. Verða tær samtyktar fara tær bein
leiðis til 3. viðgerð, sum helst verður mánadagin.
Ætlan landsstýrisins við hesum inntøkulégun-
um er at fáa inn í landskassan einar 150 mill. kr
Avgjeld verða sett á oljuna og annað.
Inntekulógaruppskotini eru ikki fallin í góða
jørd hjá fakfeløgunum, sum eisini hava heitt á
landstýrið um at útseta endaligu viðgerðina. Víst
verður á, at avleiðingarnar av uppskotinum
verða, at fólk við låginntøkum gerast enn verri
fyri, meðan håinntøkurnar sleppa lættari.
Vit hava hitt Atla Dam, løgmann og tosað við
hann um fleiri av hesum spurningum.
jan
Fakfeløgini
tóku ikki av
tilboðnum
um
samráðingar
Vit spurdu Atla Dam,
hví landsstýrið ikki er
sinnað til at ganga
ynskjunum hjá fak-
feløgunum á meti. Tey
ynskja, at landsstýrið
skal útseta endaligu
viðgerðina av innteku-
lógunum, soleiðis at
meguleiki verður at
kanna avleiðingarnar
nærri. Atli Dam sigur:
— Tað eru gingnir
nógvir dagar síðani,
at hesi uppsketini
vórðu legd fram. Vit
bjóðaðu tá beinanvegin
fakfeløgunum samráð-
ingar um tey, men tað
vóru felegini ikki ser-
liga hugað fyri. Tey
søgdu, at tey vildu
heldur sjálvi gera tær
neyðugu útrokningar-
nar. Vit góvu teimum
sum sagt tilboðið at
gera nágreiniligar út-
rokningar av innteku-
lógunum, men hesum
tilboði tóku tey so ikki
av.
Vit spurdi eisini Atla
Dam, hvussu hann
metir, at slík innteku-
lógaruppskot = hevdu
sæð út, um ein borgar-
lig stjórn sat við vald-
inum. Hann sigur:
— Tað dugi eg ikki at
men tað undrar
siga
meg, at fakfeløgini sum
í fýra år sótu fullkomi-
liga kúrr, ongantíð
gjørdu vart við seg,
meðan reallenin undir
fyrrverandi landsstýri
raplaði niður við um-
leið 20%.
Í dag er reallenin
farin at vaksa aftur, og
tá ein so tekur ein lítlan
part av hesum real-
lenarvekstrinum, so
eru tey á gosi. Tey áttu
at vitað, at hetta fer at
koma teimum sjálvum
til góðar aftur seinni.
Tað er ikki talan um
niðurgongd. Tað er har-
afturímóti framvegis
talan um ein vekstur í
reallenini.
— Men um nú fak-
felegini fara at seta
tiltek í verk t.d. fara í
verkfall, hverja av-
leiðing kann tað so fáa
fyri eitt nú sitandi
landsstýrissamgongu?
— Eg leggi als ikki í
at hugsa henda tankan,
tí eg dugi ikki at
síggja, hvejum fak-
feløgini skulu fara i
verkfall ímóti — sam-
felagnum ella sær
sjálvum ella hvussu?
jan
lantókulóginnar
- -
SS SOSÍa/UFin
Logmaður:
Nr. 109 — 27 september 1986
ÆRE
Samlaði lógarpakkin
fer at koma láginn-
tøkunum til góðar
øv
gonguni.
Fleiri av fakfeløgunum
hava mótmælt nýggju
inntekulógaruppskotun-
um. Men hesi eru tó bert
partur av einum sterri lóg-
arpakka. Í hesum pakka
eru so eisini uppskot, sum
snúgva seg um há-
inntekurnar. Vit spurdu
legmann, um hann heldur,
at fakfeløgini og tey lág-
Atli Dam: Hóast javnaðarflokkurin og helst eisini tjóð-
veldisflokkurin prinsipielt kundu gingið við til at
hækka skattaprosentið, so er ikki meiriluti fyri tí í sam-
lentu fara at vera fegin um
samlaða lógarpakkan, tá
samanumkemur! Han
sigur: .
— I seinasta enda er tad
júst teimum, sum hetta
kemur til góðar, tí sum so
oftani sagt, so kemur
rokningin til samfelagið so
ella so, og vit vera ell um
at gjalda. Og tað er betur
at kunna ráða sjálvir fyri,
hvussu afturgja,dingin
skal fara fram, heldur enn
at långevararnir koma og
seta okkum stólin fyri
dyrnar.
— Men tá nú fakfelegini
so harðliga mótmæla
hesum uppskotunum, er
tað so ikki tí, at fak-
felegini hava havt ov lítla
tíð til at kunna seg við tey,
og at tit hava upplýst ov
lítið um tey?
— Tað er helst bæði. Vit
hava ikki informerað ser-
liga nógv. Men slík skatta-
lógaruppskot eru av teirri
náttúru, at nágreinilig
samráðing framman-
undan í mánaðir hon ber í
sær meguleikan at skapa
hol í lóggávuni t.d við
hamstring o.t. Tað er
heldur ikki vanligt at av-
gjaldsuppskot og skatta-
uppskot verða viðgjerd
frammanundan soleiðis
sum tit sipa til. Tað hevði
sjálvandi verið ynskiligt
um so hevði verið, men
hetta hevur so ikki verið
vanligt.
Legmaður heldur ann-
ars, at fakfeløgini hava
latið við seg koma
ógvuliga skjótt og hart og
jáðrenn tey hava fingið
hevi til at rokna út av-
leiingarnar av uppskot-
unum.
- Tað er jú greitt, at í
ellum hesum skulu nakrar
sosialar kompensatiónir
eisini inn í myndina,
summar teirra eru tengdar
saman við blokkstuðuls-
skipanini eitt nú pensións-
hækkingar osfr., og so tað,
sum ikki kann koma í gildi
fyrr enn í komandi ári,
nevniliga broytingar í
barnatilskotinum, soleiðis
at tær barnaríku familjur-
nar fáa eina kompensa-
tión. Alt hetta kemur og
skal síggjast sum ein part-
ur av heildini. Tá eri eg
sannfredur um, at tær
barnaríku familjurnar og
láginntekurnar ikki fara
at merkja hetta so har
sum tað tykist í letuni.
jan
Rentuspekulatiónin
sleppur ikki undan
Vit spurdu Atla Dam, løg-
mann, hvi teir ikki fyrst
leggja eftir háinntek-
unum, tá tað snýr seg um
at fáa pengar í lands-
kassan. Hann sigur:
— Vit eiga ikki at
gloyma, at vit longu í vár
komu við lógum, sum
skulu raka spekulatións-
vinningarnar. Tað var har
vit byrjaðu. Síðani eru vit
komnir til vanliga for-
brúkið. Tað nyttar ikki at
dylja, at okkara nýtslu-
meguleikar eru munandi
ektir. Tað sæst bæði á um-
setninginum og í handl-
unum.
Tá tað snýr seg um há-
inntekurnar, so vita vit, at
hetta við tí ætlaðu bundnu
uppsparingini er tekniskt
rættiliga kompliseerað.
Vit ætla nevniliga ikki at
gera tað á tann hátt, at vit
bert leggja bundnu upp-
sparingina omaná ta
skattskydugu innteku,
sum vanlig fólk hava, tí
tey liggja longu sum nú er
á 50% markinum. Fyri at
tað skal vera sosialt rætt-
víst fordeilt, so er neyðugt
at hava avskrivingarnar
inni í myndini eisini, so-
leiðis at tað er av brutto-
inntøkuni ein skal spara
upp.
Vidari sigur legmaður,
at til tess at fáa allar hesar
avskrivingar fram, sum jú
ikki standa á forskots-
ásetingini, so er neyðugt
at gera eitt ávíst arbeiði
fyri at fáa hesi telini fram.
Legmaður vísti eisini á,
at spurningurin um kap-
italstýring í samband við
rentuspekulatión er eitt
ógvuliga kompolserað ar-
beiði, sum má fremjast
helst í samvinnu við pen-
ingastovnarnar. Og í
hvussu so er er neyðugt í
samarbeiði við teir at
finna fram til, hvussu
nógv hesin spekulatións-
meguleiki kostar
landskassanum og harvið
skattaborgaranum sigur
Atli Dam.
jan
AR
Á
en
me DE A A