Sosialurinarkiv
Sosialurin 1986-09-27, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 27. september 1986síða 23

‹ fyrra síða allar 23 síður

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tit ringja — vit skriva Er nakað á vási? — tvamál? Ein spurningur, ella tíðindi, so ring til okkara. Vit eru til reiðar! Lýsingar: Lýsingarmaður okkara er ráðgevari hjá fyritøkum og einstaklingum í lýsingaspurningum. Hetta verður gjørt uttan meirkostnað fyri lysaran. Kyndil tveir dystir móti NCR Blauw Wit: Fyrsti dysturin móti hol- lendingum í dag Kyndil skal spæla báðar dystir sínar móti hollendska liðinum NCR Blauw Wit í Føroyum. Tann fyrri verður í dag, meðan tann seinni verður í morgin. Kyndil, ið var fyrsta foroyska felagið, sum royndi seg í Europa-cup, tekur fyri niggjundi ferð lut í europeiskari kapping. Kyndil var fyrsta føroyska hondbóltsfel- agið, sum royndi segf í Europacup. Hetta var í 1972 tá Kyndil royndi seg móti finsku meistarunum Síðani hevur kYndil reglu- liga tikið lut i europeisk- um kappingum og um vikuskiftid skal Kyndil fyri niggjundu ferð royna seg í Europa-cup. Hesa ferð í kappingini fyri steypavinnarar. Kyndil skal á hesum sinni royna seg míóti steypavinnarunum úr Hollandi, NCR Blauw Wit nevndir. Feroyskt felag hevur ongantíð áður roynt seg móti hollendskum liði, men føroyska A-landslidid hevuyr i C-HM spælt móti hollendska landsliðinum Stødid í hollendskum hondbólti er ikki so nógv hægri enn hjá okkum før- oyingum, so spennandi verður at síggja, hvussu fer at gangast hjá Kyndli. Eins og Kyndil hevur landsliðsleikarar við á liði sínum, so hevur NCR Blauw Wit eisini royndar landsliðsleikarar við í hópi sínum. Nevnast kann m.a. at hollendski målverjin hevur spælt 96 lands- dystir fyri Holland. Hóast Kyndil hevur fyrireikað seg á besta hátt, so hevur liðið onkrar trupulleikar at dragast við. Hetta einahelst av at nakrir av stuðulsspæl- arunum á liðinum eisini spæla fotbólt við 1. deild hjá HB. Sum kunnugt fer HB jú til Tanzania á vitjan í morgin og hetta kemur sjálvsagt at ávirka i ávísan mun. Kyndil hevur til dystirnar ein leikarahóp, ið er saman- settur av royndum leik- arum og av yngri, avbera evnagóðum, leikarum, ið óivað koma at mynda fremra endan av feroysk- hondbólti um nogv ar M.a. er ein av bestu hond- bóltsleikarunum nakr- antíð, »veteranurin« Sverri Jacobsen, id er um tey fyrati, vid i leikara- hópinum. Hópurin er ann- ars hesin: Regin Jacobsen, Erlendur Johannesen, Jón Helgi Hofgaard, Kári Danielsen, Birgir Hansen, Áki Davidsen, Sverri Jac- obsen, Kári Nielsen, Jens Mohr Askham, Geir War- dum, Dia Midjord, Jónleif Sólsker, Rói Arting, Kári Rubek Nielsen, Gunnar gregoriussen, Hannis Wardum og Lars Segaard. Tað hevur eydnast Kyndli at fáa skipað so fyri, at báðir dystirnir verða leiktir í Føroyum, og verður tann fyrr spældur í dag kl. 16.00, meðan tann seinni verður spældur % morgin kl. 16.00. Tað verða norðmenninir Sjong og Ludvigsen, ið skula dema dystirnar 4) Europa-cup fyri meistaralið, VÍF-Víkingur: Avbera »sterkt« islendskt lid skal spæla móti VIF Fyri fyrstu ferð verður Vestmanna, t.v.s nýggja ítróttarhellin, karmur um dystin í Europa-cup. Hetta hendir í morgin, tá VÍF skal spæla tveir dystir í kappingini fyri meistaralið. Mótsteðuliðið er Víkingur av Íslandi. Vestmanna er tann fer- oyska bygdin, ið hevur tær størstu >traditiónir- nar< sum hondbóltsbygd. Vestmanna Ítróttarfelag hevur ognað sær hópin av meistaraheitum, og tað kemur ikki fyri, at VIF ikki er við í fremra endan- um í 1. deild hjá monnun- um. At vestmenningar hava roynst so væl í føroyskum hondbólti hevur eisini havt við sær, at teir hava havt hevi til at taka lut í millumtjóða dystum fleiri ferðir. Fyrstu ferð VIF royndi seg í Europa-cup var í 1975 og er hetta sjeyndu ferð, at vest- menningar taka lut í tílík- ari kapping. Og hetta er aðru ferð, at vestmenningar royna seg móti Víkingi. Í 1983 hitt- ust bæði liðini í tveimum dystum. Tann fyrri varð leiktur á Skála og tapti VÍF stórt, men í seinna dystinum, ið varð spældur í Havn, gekst betur. Hó- ast vestmenningar ikki vunnu, so varð ósigurin ikki sterri enn fýra mál. Vestmenningar hava vant nógv áðrenn hesar báðar dystirnar. Aftaná lokna landskapping í vár góvust teir ikki at venja. Teir hava verið saman eina ferð um vikuna fram til august mánað tá venj- ingarnar byrjaðu av álv- ara aftur, og hava einstak- ir av leikarunum eisini vant á »Form og Figur« venjingarsteðini í Havn. Seinastu tíðina hava vest- menningar so spælt nakr- ar venjingardystir. Teir hava m.a. havt vitjan av Akureyri, hava spælt móti KÍF, Kyndli og Neistan- um. Men nógv venjing krevst eisini til slíka upp- gávu, sum vestmenningar holt eru í við, tí seinastu tíggju árini hevur Víking- ur verið nógv tað besta liðið á Íslandi. Liðið vann fyri fyrstu ferð íslendska meistaraheitið í 1975 og hevur síðani vunnið í 1980, 1981, 1982, 1983 og nú aftur í 1986. Eisini í steypakappingini hevur Víkingur roynst væl. Lið- ið hevur vunnið hana í 1978, 1979, 1983, 1984, 1985 og 1986. Eisini í Europa-cup hava íslendingarnir roynst væl. Í 1985 spældi Víkingur seg fram til semifinaluna. Teir spældu tá tveir dystir móti Barce- lona, vunnu í Íslandi, men taptu í Spania. Barcelona tapti annars í finaluni móti CZSKA Moskva, sum hevði spælt fyrstu dystir sínar í kappingini júst móti VIF. At Víkingur hevur verið — og er — avbera gott lið sæst eisini av, at eina árið hevði felagið ikki færri enn 14 landsliðsleikarar samstundis. Hetta hevði so við sær, at tveir av landsliðsleikarunum máttu sita uttanfyri, tá liðið spældi landskapping- ardystir. Víkingur er í letuni við at spæla fleiri nýggjar ungar leikaar inn á liðið, so felagið hevur »bert« fýra leikarar við á ís- lendska landsliðinum í let- uni. Men her kann nevn- ast, at tveir av teimum hava spælt yvir 100 lands- dystir. Hesir báðir eru málverjin Kristjan Sig- mundsson og liðformaður- in Guðmundur Guð- mundsson. Hinir báðir landsliðsleikararnir = eru eisini væl kendir, nevnilig aHilmar Sigurð Gislasson og Árni Fridleifsson. Á liðinum eru eisini nakrir U-21 landsliðsleikarar. So ongin ivi er um, at tað verður góður hond- bóltur at síggja í Vest- manna í morgin og mána- kveldið. Leikararnir í íslendska hópinum eru: Kristjan Sigmundsson, Finnur Thorlasius, Einar Ingólfur Hilmar Jóhannesson, Steingrimsson, Sigurð Gislasson, Sigger Magnusson, Guðny Guð- finnsson, Benadikt Sveinsson, Guðmundur Guðmundsson, Bjarki Sigurdsson, Árni Frileifs- son og Sigurður Ragnars- son. Venjari er Árni Ind- ridarsson, meðan Guð- mundur Símunarsson er hjálparvenjari Árni, venjarin, hevur sjálvur spælt við Víkingi fyrr, men hevur vitjað í Feroyum sum leikari hjá KR. Hópurin hjá VIF er hes- in: Bergur og Kristin Johansen, Palle Askham, Kári Durhuus, Kári Mort- ensen, Palle Joensen, Sjúrður Holm, Bent Ják- up Hejgaard Hansen, Eyðbjern Brimnes, Hjalmar Klein Olsen, Jer- gen Bech og Páll Poulsen. Venjari er Palle Joensen. Í mun til í fjør eru nøkur nýggj andlit at síggja á liði vestmenninga. Teir báðir Sjúrður og Bent Jákup hava áður spælt við ávikavist Neistanum og Kyndli, meðan Hjalmar er fluttur upp frá unglingun- um. Eisini er Eyðbjern nýggjur á 1. liði. Tveir av sterku leikarunum í fjer eru ikki við í ár. Teir eru Herálvur Nielsen, ið er farin uttanlands í útbúgv- ingarerindum, og Áki Mortensen, ið ikki hevur havt tíð at venja orsakað av stórari arbeiðsbyrðu. Dómarar í dystunum báðum verða tveir hol- lendingar. Um nevn Brúdleyp Í dag giftast í Haldars- víkar kirkju Karin Joen- sen av Eiði og William Max Hansen úr Haldars- vík Brúdleypsaddr húsið EB-