leygardagur 4. oktober 1986síða 6
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Telefon 118 20
Argjavegur 26. 3800 Argir
Postsmoga 76, 3800 Tórshavn
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Miller
Utgevari: P/f Søsialurin >
Fyritaksstjóri: Krisjan Dahi
Blaðfólk: Høgni Djurhuus
Randi Jacobsen
Tórfinn Smith
Ljósmyndari: Kalmar Lindenskov
Uppseting: P/f Sosialurin
Prent: P/f Pressan 1981
Storvelda-
fundur
i Reykjavik
MONG mundu frøast, tå útvarpið
nú um dagarnar visti at siga frá,
at amerikanski forsetin Ronald
Reagan og sovjettiski ríkisleiðar-
in Mikhail Gorbatjov skulu møt-
ast til samrådingar i isendska
hevuðsstaðnum, Reykjavik nú
um fáar dagar. Ætlanin við hesum
fundinum er at fyrireika ein kom-
andi toppfund millum báðar leið-
ararnar, sum skal vera í USa um
ikki so langa tíð.
HÓAST tað munnu vera mong,
sum yppa gksl og seta spurnar-
tekin við nyttuna í slíkum fundi,
so eiga vit kortini ikki at undir-
meta hetta, at leiðararnir í tveim-
um av heimsins mætastu londum
metast. Og hóast einki itøkiligt
úrslit spyrst burtur úr einum slík-
um fundi, har leiðararnir eitt nú
skriva undir avtalur o.l., so kann
ein tílíkur fundur vera eitt stig á
leiðini til ein rættvísari, betri og
friðarligari heim.
EIN AV hevuðsspurningunum,
sum teir báðir Reagan og Gorba-
tjov fara at tosa um, verður helst
kappdubbingin og møguleikarnir
fyri avvåpnadi. Vit vita, at négv
hevur verid sagt um hesar ålvars-
spurningar og kanska ov lítið
gjørt við at røkka itøkilig úrslit,
sum allur heimurin kann vera
nøgdur við. Vit kunnu so bert
vóna, at bæði stórveldini taka
kjarnorkuhóttanina meira í álvara
enn fyrr. At tey viðganga fyri sær
sjálvum og fyri hverjum gðrum,
at ein framhaldandi kjarnorku-
vápnadubbing bert økir um vand-
an fyri ragnaroki.
MEN vit mugu heldur íkki stara
okkum blind í, at einasta hóttanin
móti mannaættini í dag er vandin
fyri einumkjarnorkukríggi. Hetta
er helst ein tann størsti vandin og
tann vandin, sum vit best kunnu
imynda okkum avleidingarnar av.
Men aðrar hóttanir móti okkum
menniskjum og kanska serliga
móti komandi ættarliðum eru
tann støðugt vaksandi dálkingin
av okkara umhvørvi — okkara
náttúru.
DÁLKINGARVANDIN eigur als
ikki at undirmetast. Hóast vit ikki
øll merkja henda vanda á egnum
kroppi, so megu vit brúka okkara
vit og skil fyri at læra henda
vanda betur at kenna. Tað skylda
vit okkara eftirkomarum. Og vit
hava bert fingið henda heim til
láns frá teimum.
Í BÁÐUM stórveldunum finnast
serfrødingar, ið betur enn onnur
vita, hverjar avleiðingar ein åhald-
andi dálking av náttúruni kann
hava við sær. Tað eru m.a. eisini
hesar kreftir, sum teir báðir stór-
veldaleiðararnir skulu sameina,
soleiðis at dálkingarhóttanin
gerst ein globalur spurningur, ið
vit mugu loysa í felag eins væl og
tá talan er um vandan fyri einum
kjarnorkukríggi. So eisini her hev-
ur tílíkur fundur millum ríkisleið-
arar stóran týdning.
MEN stórveldaleiðararnir eiga so
sanniliga eisini at taka í egnan
barm. Tað finst eisini ein heimur
uttanfyri bæði USA og Sovjet. Og
hesin heimurin kann á ongan hátt
góðtaka ta uppílegging, sum Sov-
jet fremur í innlendis viðurskifti í
Afghanistan og ei heldur ta uppí-
legging, sum amerikanar gera
seg sekar í í Mið- og Suður-
amerika.
HUNGUR og hall, valdsgerðir og
torturur, forfylging av ødrvisandi
hugsandi menniskjum eru eisini
spurningar, sum Reagan og Gor-
batjov áttu at givið sær fleiri
stundir at tosa um.
VIT eiga ongantíð at undirmeta
týdningin av einum dialogi. Held-
ur ikki tí millum Reagan og
Gorbatjov.
jamú
Nr.
111 — 4. oktober 1986
Formaðurin
læt seg misbruka!
Seinnapartin mikudagin
ljóðaði, at býráðsformað-
urin í Havn hevði bjóðað
nevndini í arbeiðsmanna-
felagnum til fundar! So
fantastiskt sum tað ljóðar.
Og evnið á fundinum
skuldi vera: Sundsdepilin!
Jú, nú skuldi hann
(mislbrúka Havnar Ar-
beiðsmannafelag fyri at
leggja trýst á landsstýrið.
Og formaðurin fall so
„pladask< útí. Sjónvarpið
hevur sikkurt eisini fingið
eitt »prei« frá tí altvald-
andi býráðsformanninum
og formaðurin í arbeiðs-
mannafelagnum læt seg
interview a
Um? Ja, um hvat. Jú,
tað at landsstýrið kanska
ikki fer at góðkenna broyt-
ingina í almennu býráðs-
samtyktini, sum býráðið
hevur samtykt fyri Sund,
soleiðis at tað verður
broytt frá landbúnaðareki
til ídnaðareki.
Landsstýrið hevur tað
síðsta at skula sagt í hes-
um máli, og um meguleik-
an at landsstýrið kann
siga nei, hevur Poul Mich-
elsen brúkt til »at leggja
seg útí kommunal viður-
skifti«. Og hesi orð, ella
líknandi, fullu av munni
arbeiðsmannafelagsfor-
mansins!
Jú, uppseting býráðs-
formansins er eydnast
væl!
Nú hevði annars verið for-
vitnisligt at spurt, nær
býráðsformaðurin hevur
fingið eina slíka umsorgan
fyri arbeiðsmanninum í
Havn?
Hetta er ikki júst tað,
arbeiðsmaðurin hevur
merkt til áður. Karl eigur
sikkurt at minnast, hvat
býráðsformaðurin gjørdi i
»åri teirra brekadu«. Ju,
sendi brekadan mann av
verkstaånum á Hálsi
heim.Men tá setti Karl har
móti herðum. Og vann.
Hvussu stóra umsorgan
hevði býráðið fyri arbeiðs-
manninum, tá lenarhækk-
ingin frá mai ikki kundi
verða útgoldin sjálvt til
ólavseku nú eitt árið. Tá
setti Karl eisini hart móti
herðum og vann, hóast
onkur ætlaði at trekkja
menninar fyri ta letuna,
teir hevdu »sit-down-
streiku« i grótbrotinum!
Og hvussu stora vælvild
sýndi býráðsformaðurin,
tá hann trumfaði eina
nýggja bussskipan igjøgn-
um yvir hevdið á buss-
førarunum og nevnd
Havnar Arbeiðsmannafel-
ags? Ja, Karl, tú minnist
sikkurt orðini hjá tínum
egnu limum tá. Og ikki
vart tú blíður.
Nei, frá hasari síðuni er
ongantíð nekur vælvild
sýnd, men mangt vápnið
er í neyðini nýtt.
Rætt hevur formaðurin í
arbeiðsmannafelagnum í
tí, at einaferð er arbeiðið
upp á vatnverkið í Vill-
ingardali liðugt, eins og
arbeiðið uppá nýggju
góðshavnina eystanfyri
og uppá rusksteðina á
Sandvíkarhjalla, men álv-
aratos Karl, hvussu
nógvir mans úr arbeiðs-
mannafelagnum arbeiða
her?
Man stersti parturin
ikki vera útlendingar og
bygdamenn?
Og hvussu nógvir aðrir
bygdamenn arbeiða ikki í
Havn? Vit hava upplivað
tíðarskeið, tá limir í Havn-
ar Arbeiðsmannafelag
ikki hava fingið arbeiði,
meðan heil sjakk av
bygdamonnum hava ar-
beitt hjá byggifeløgunum
í Havn.
Hvat gjerdi
mannafelagið, tá hesir
unglingar í Havn, sum
ikki hevdu arbeiði, vendu
sær til felagið?
Bygdamenninir, sum
ikki gjalda skatt her,
vórðu í ellum ferum ikki
riknir út um kommunu-
mark.
Sjálvandi skal komm-
una og arbeiðsmannafelag
alla tíðina síggja til, at
arbeiði er í býnum og at
nýggj arbeiðspláss verða
skipað.
Men eitt vita vit, at ar-
beiðsmenn í Havn verða
ikki arbeiðsleysir, um
havnabyggingin á Sundi
ikki fer í gongd 1. oktober
ella seinni í ár. Tað standa
arbeiðs-
uttan iva nógv arbeiði
framman stavn — havna-
útbygging vestanfyri,
íbúðarhús, kolegiir, fiski-
rannstóknarstova, ring-
vegir o.m.a., so limirnir í
arbeiðsmannafelagnum
hjá okkum her í Havn
verða ikki arbeiðsleysir
næstu árini.
Skaðilig mið-
savning
Um tey framleiðslu-
skapandi arbeiðsplássini,
sum ætlanin er at leggja á
Sundi, er at siga, at tey
eins væl liggja í teimu
idnadarutstykkingum,
sum ætlanin er at fremja.
Ja, nógv betur. Alla aðra-
staðni hava fólk ásannað,
at miðsavning er drep-
andi.
Hvussu nógvir små-
handlar í útjaðaranum og í
miðbýnum í Havn eru ikki
afturlatnir síðan selumið-
í HA
staðin varð bygd? Helst
15-20!
Lat bygdamenning vera
tos í hesum umfari, men
fyrr ella seinni má spurn-
ingurin viðgerast: Hvussu
nógv skal Havnin vaksa
afturat, sammett við rest-
ina av Feroyum?
Alla aðrastaðni verður
tað hildið at vera óheppið,
at ein hevuðsstaður verð-
ur so stórur, at hann telur
helvtina av fólkinum.
(Samanber Ísland og tað
íslendingar siga). Heldur
verandi gongd fram, telur
hevuðsstaðareki skjótt
20-25.000 fólk.
At enda: Hvussu ber tað
til, at Sjónvarp Feroya ber
so einoygdar og
ókannaðar frásagnir frá
Sundsdepla-málinum?
Týskveldið segði SVF,
at byggifelagið kundi fara
í gongd dagin eftir, 1. okt-
ober, men at tað gjerdi
felagið tó ikki, tí komm-
unan hevði biðið felagið
keypa nakrar maskinur
ella okkurt líknandi.
Alvaratos. SvF átti at
vita, at sjálvandi kann ein
kommuna ikki fara í
gongd, fyrrenn lands-
stýrið hevur góðkent eina
broyting í almennu byggi-
samtyktini = fyri eina
kommunu!
Harafturat átti SVF at
vitað, at longu í summar
boðaði Landsstýrið Tórs-
havnar byråd frá, at
byggifelagið skuldi ikki
seta hol á, tí festarin á
Sundi hevði klagað um, at
ætlanin var at seta á bein-
anvegin.
Og nú hóskveldið kom
SvF so snópið og segði, at
nú hevði landsstýrið givi-
ð kommununi boð um ikki
at fara í gongd á Sundi
fyrrenn landsstýrið hevði
vidgjørt og sagt ja til ætl-
aðu broytingarnar. (Men
mundi hetta boð frá lands-
stýrinum ikki koma, tí
SvF var vaðað ov langt út
týskveldið?)
Og nú fór SVF knapp-
liga at gera samreðu frá
fundi millum býráðsfor-
mannin og arbeiðsmanna-
felagið. Handa samreðan
luktaði bestilt. Tá SVF nú
hevur fingi áhuga fyri ar-
beiðara-málum, kundi
verið hóskiligt at spurt,
hví SVF onki hevði frá ar-
beiðssteðginum mána-
dagin ella tíðindafund-
inum fríggjadagin, og hví
SvF onki hevur sagt í sein-
astuni um trætuna millum
FA og donsku byggi-
felagseyðrænararnar norð-
uri á Eiði, har feroysk
arbeiðsmegi verður undir-
betalt?
OBSERVA