týsdagur 7. oktober 1986síða 2
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 2
Thomas Arabo:
Nr. 112 — 7. oktober 1986
Ósannindi og lygusøgur
grundarlagið undir øsingini
móti inntøkulogunum
— Henda øsing hevur havt til endamáls, annaðhvort at
fáa fólk at keypa í panikki, ella syrgja fyri, at brúkarin
heldur, at hesar hækkingar eru so stórar, at tað ber til at
seta ein storri vinning uppá vøruna, tá lógin er samtykt,
enn avgjaldid veruliga gevur grundarlag fyri, skrivar
Thomas Arabo tingmaður í ehsi greinini.
Hann vísir á, at úrslitið av skrivingini í Dagblaðnum
varð at nógvir »panikkhandlar« vórðu gjørdir.
— Vit mugu nú vóna, at brúkarin ansar eftir, at pris-
voksturin í handlunum ikki verður størri, enn hann eigur.
Verður hann hægri, so mugu vit taka málið upp gjøgnum
Prísráðið.
— Hverja ferð skatta- ella
tolllógir verða broyttar,
verður roynt at fremja
ávísa spekulatión til fyri-
muns fyri nakrar fáar, og
oftast uppá »bekostning«
av teimum nógvu.
Til dømis minnast vit í
vár, tá legtingið samtykti
lógir, ið kanska koma at
taka eina helvt av speku-
latiónsvinningi av selu av
handilsbygningum,
um 0.ø., 50% av eini virðis-
øking, ið samfelagið hevði
skapt, og sum er bundin
at nekrum samfelagslig-
um viðurskiftum. Hetta
samfelagið, sum vit øll
hava goldið fyri. Hetta
vóru nakrir heilt fáir, ið
sita á ognarlutunum, við
loyvi frá tí almenna, ógvu-
liga firtnir um.
SKIp-
Spekulatión
Tað er soleiðis við eini
skattalóg, at tú kanst
verja borgaran ímóti, at
samfelagið missir alt ov
nógvar pengar í spekula-
tión í tíðini, lógin er til við-
gerðar, við at siga, at lógin
er galdandi frá framlegu-
degnum.
Í summar vórðu so
sanniliga eisini nógvir
sáttmálar gjørdir, aftaná
at lógirnar vórðu lagdar
fram, treytað av at lógir-
nar fóru at falla í tingin-
um. Oli og Sundstein
gjørdu sær ógvuliga stór-
an ómak fyri at fáa lógir-
nar at fella. Jú, rættar-
trygdin var frammi og tár-
in vóru næstan í eygun-
um, tað var so synd so
synd, men samgongan
stóð saman og samtykti
lógirnar.
Ødrvisi er við toll- og av-
gjaldslógum. Har ber ikki
til at seta lógina í gildi,
soleiðis at hon er at galda
frá framlegudegnum. Toll-
verkið skal virka og peng-
arnir skulu koma javnt
inn í landskassan. Sostatt
er tað ikki meguligt at
seta lógirnar í gildi, fyr
enn tær eru samtyktar
Øsing
Reglurnar i nyggju ting-
skipanini eru, at ein log,
sum kemur i tingid, må
liggja i tinginum eina
viku, áðrenn hon er enda-
liga samtykt, og hetta
gevur so tíð til at upp-
byggja eina esing ímóti
einum lógarkompleksi.
Henda esing hevur til
endamáls, annadhvørt at
fáa fólk at keypa í panikki,
ella syrgja fyri, at brúkar-
in heldur, at hesar hækk-
ingar eru so stórar, at tað
ber til at seta ein sterri
vinning uppá veruna, tá
lógin er samtykt, enn av-
gjaldið veruliga gevur
grundarlag fyri.
Lógirnar eru nú sam-
tyktar í tinginum, og her
var veruliga esing. Tær
gomlu vælkendu reddir-
nar, Óli og Sundstein,
vóru aftur frammi.
Nú var tað tann vanligi
maðurin, ið kom at bera
tær tungu byrðarnar,
pensiónistar, sjúk og gom-
ul. Tað vóru ikki tey orð,
ið hesir báðir yvirklassans
menn ikki nýttu at rera
hjartastreingirnar hjá
hverjum mansbarni í Før-
oyum. Gloymt var alt tos
um privat hospitalir,
gloymt var alt um sjálv-
pensionering, gloymt var
alt um teir ótýdligu sosial-
ráðgevarar, ja alt var bert
neyð og elendigheit. Hetta
var nú væntandi
Fakfeløgini!
Men so koma aðrar røddir
uppí. Fakfeløgini byrjaðu
at gera vart við seg, og tað
er heilt náttúrligt, tá av-
gjøld verða åløgd, at fel-
egini gera hetta. Tað
gera tey eisini aðrastaðni,
men beinleiðis at byrja at
syngja í kóri við Óla
Breckmann, tað er rættu-
liga ótrúligt. Persónliga
havi eg tað soleiðis, at um
eg síggi, at eg verði alt ov
samdur við Óla Breck-
mann, so hyggi eg viður-
skiftini aftur igjøgnum
og hugsi, at her má vera
okkurt skeivt. Annars er
tað ikki ofta, at eg komi á
teir tankar, sum nærkast
hansara.
Men tað eydnaðist fyri
Óla Breckmann. Vit sóu
tann dagin í tinginum eina
sjáldsama blanding av
fakfelagsleiðarum, >Vilja-
fólki“, sosialráðgevarum
o.s.fr. Nú heldur onkur, at
undirritaði er ógvuliga
firtin um at vera kritiser-
aður fyri lógir og avgerðir,
sum verða tiknar í tingin-
um. So er ikki. Tað, sum
hent er, er at henda esing-
arkampagna, ið altíð vil
koma frá hegru ímóti
slíkum lógum, sum rakar
»prosentkallad« virksemi i
hesum landi, hon varð
styrkt av tí, at fakfelags-
leiðarar púra kritikkleyst
stóðu og tóku tel uppaft-
ur, sum Dagblaðið skriv-
aði um
Urslitid
vórðu nógvir »panikk-
handlar“ gjerdir. Fólk
hevur keypt timbur til
hús, tí Dagblaðið skrivaði,
at húsini komu at dýrka
kr. 100.000,- í tilfari. Ein
og hver seljari kann jú
vísa á, undirforstaðið at
fakfelagsumboð meintu jú
tað sama sum Óli Breck-
mann í hasum ferinum.
Pensionisturin, ið
kanska fer at keypa sær til
ein kaffimunn nú, hann
góðtekur kanska, at kaffi
hækkar einar 5 krónur fyri
kilo, tí sosialráðgevarar
hava sagt, at nú fer alt á
húsagang av avgjaldslóg-
unum. Eg kundi hildið
fram við fleiri, fleiri døm-
um.
varð, at har
Prísirnir
Hvat er so veruleikin um
tað árin inntekulógirnar
hava í samfelagnum! Jú
veruleikin er tann, at olju-
prísurin nú sambært lóg
er hækkaður til eina krónu
undir ta legu, hann hevði
síðsta ár, og bilprísirnir
eru umleið teir somu. Nek-
ur fá bilsløg verða nakað
dýrari. Matverur, vanligar
brúksverur, eru hækkaðar
við eini 2% og ongin í hes-
um samfelag fer á heysin
av tí, t.d. eiga mjølprisir
o.t. at hækka við 5 oyra
kg, kaffi við 25 oyru pr.
kg.
Thomas Arabo: — Hugstoytt at síggja, hvussu fakfel-
agsleiðarar púra kritikkleyst stóðu og tóku tel upp-
aftur, sum Dagblaðið skrivaði um
Nú vóna, at
brúkarin tekur hesar upp-
lýsingar til eftirtektar og
ansar eftir, at prísvekst-
handlunum ikki
verður enn hetta
Verða teir hægri, mugu vit
taka sakir gjøgnum Prís-
ráðið uppá hesar handlar,
er so al
urin i
størri
so fåa vit at síggja
Givið er, at tendensurin
til at hækka prísirnar meir
enn tað er grundarlag fyri,
hann er ektur munandi av
rættiliga stórum ábyrgd-
arloysi frá fakfelagsleið-
arum, ið kasta seg út í
»popputar« påstandir,
sum einki grundarlag
hava í veruleikanum, ella
taka nekur punkt burtur-
år, sum eru ikki vanlig
fyri heildina. Ein má siga,
at skulu vit hava fak-
felagsleiðarar í Feroyum,
og tað skula vit, so er at
verja sínar limir, og lata
okkum sleppa av við hetta
at persónligir mótsetning-
ar stýra gerðum og steðu-
takanum.
Fakfeløgini kunnu ikki
standa modell til hetta, og
nevndirnar eiga at seta
sinar formenn uppå plåss
og syrgja fyri, at tad, sum
teir fara i fjølmidlarnar
vid, hevur »dekning« i
nevndini og er samsvar-
andi veruleikanum.
Halda okkara lyfti
Sum javnaðartingmaður
er tað greitt, at okkara
uppgáva er partvís at
arbeiða fyri okkara lokalu
politisku málum, og eisini
landspolitiskt. Vit lovaðu
áðrenn valið at fáa hetta
landið upp á fetur aftur.
Tað ætla vit at gera. Vit
hava lovað, at tað skulu
verða lenarhækkingar í
hesum landi, meðan vit
sita við ræði, og tað lyfti
halda vit.
Tað hava verið realløn-
arhækkingar hetta sein-
asta árið, og skal hetta
ikki vera avloyst av einum
reallønarfalli, so er
neyðugt at seta hesar av-
gjaldslógir sum nú eru
komnar áðrenn jól, og at
gera aðrar inntekulógir
Vit hava lovað tað, vit
vilja halda tað. Tað hjálpir
ikki, at fólk, tað veri seg
javnaðarfólk og onnur
byrja at hugsa sum sam-
bandsmenn, ið ongantíð
síggja longur enn til í
ovurmorgin. Tað halda
teir er framtíð.
Okkara uppgáva er at
byggja eina góða framtíð
upp, eina framtíð vit
kunnu vera negd við og
sum vit ætla at liva í. Hon
skal vera fyri eina heild.
Mín ráð til eitthvert
javnaðarfólk og tey, sum
siga seg umboða tey veiku
í samfelagnum: tann dag
tit eru samd við Dagblað-
ið, tá er okkurt galið, tá
mugu tit hugsa tykkum
væl um, tí tað kompagniid
vil ongantíð arbeiða fyri
einum góðum samfelag
fyri tey nógvu. Teir ar-
beiða fyri einum góðum
samfelagi fyri tey fáu og
einki annað.
Virðingarmest
Thomas Arabo