Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-11-21, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. november 2002síða 11

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 224 - 21. november 2002 21 Fólk frá Jaguar Maga- zine, ið vóru her á vitjan í summar, hava gjørt stóra ferðafrá- søgn frá túrinum. Nevnt verður um bilin hjá Svenning Johannesen í Havn, ið er tann einasti Jaguar bilur, sum er keyptur nýggjur til Føroya. BILAR Magnus Gunnarsson Í seinastu útgávuni av Jagu- ar Magazine, ið kemur út fýra ferðir um árið, er stór ferðafrásøgn úr Føroyum. Blaðið verður sent út til Jaguar eigarar í ymiskum londum. Blaðmenn og myndamenn koyrdu í Føroyum í einum Jaguar S- Type í august mánaði. Í frá- søgnini í blaðnum eru myndir, ið eru tiknar í Norðurlandahús-inum, á Hotel Føroyum og úr føroysku náttúruni. Eisini skriva teir um bilin hjá Svenning Johannesen, ið er einasti Jaguar bilur sum er keyptu nýggjur til Føroya. Trolaraskiparar koyrdu Jaguar Tá vit spurdu Svenning Jo- hannesen, hví hann keypti júst hendan bilin, sigur hann, at tá hann sum trolar- skipari sigldi til Grimsby í 50-unum, koyrdu teir flestu trolaraskipararnir har í Jaguar. Síðan tá ynskti hann sær ein Jaguar. Tá Svenning seinni vitjaði aftur í Onglandi og sá hesar Jaguar bilarnar, setti hann sær fyri at keypa ein slíkan. Í 1978 gekk so dreymurin út, tá hann 21. august fekk ein nýggjan Jaguar XJ 4.2. Bilurin var dýrasti bilur í Føroyum tá. Hóast bilurin er 24 ára gamal, sær hann enn út sum nýggjur. Bilurin er ikki umlakkeraður, og dekkini blivu skift fyri 10 árum síðan, tá hann var í Aberdeen við bilinum. Nr. 225 • hósdagur • 21. november 2002 • 76. árg. Ferðafrásøgn úr Føroyum í Jaguar Magazine Jaguar Magazine fyri veturin 2002 hevur stóra ferðafrásøgn úr Føroyum Tá Margretha drottning var á vitjan í 1997, koyrdi hon í bilinum hjá Svenning Svenning Johannesen við 24 ára gamla Jaguar bilinum. Hóast bilurin ikki er umlakkeraður, sær hann út sum nýggjur Bilførari undir vitjanini í 1997 var Jákup Alberg Berg Í ár eru liðin hundrað ár síðan fyrsti Scania lastbilurin sá dagsins ljós. Eisini eru liðin 40 ár síðan Scania lastbilarnir komu til Danmarkar. Nakað seinni komu teir hendan vegin LASTBILAR Magnus Gunnarsson Í 1902 framleiddi "Maskin- fabriksaktiebolaget Scania" sín fyrsta lastbil. Talan var um ein lastbil við 2. syl., 12 hk og lastaði 1,5 tons. Hesi 100 árini hava teknisku framstiðini verið so ómeta- liga stór bæði hvat viðvíkur støddini á bilunum, stødd- ini á motorunum og hvat bilarnir lasta í dag. Scania Danmark bleiv stovnað í 1962, og seinni komu bil- arnir hendan vegin. Scania og Volvo avloystu Bedford og Austin / Morris lastbil- arnar í Føroyum. Teir fyrstu sum komu hendan vegin vóru Scania-Vabis. Í 1966 skrivaði russ- iska stjórnin sáttmála við italsku Fiat bil- verksmiðjuna um framleiðslu av Fiat bilum uppá licens. 19. apríl 1970 koyrdu teir fyrstu bilarnir út av russisku Lada bil- verksmiðjuni við Volgaánna BILVERKSMIÐJA Magnus Gunnarsson Nú meira enn 30 ár eru liðin síðan fyrstu Lada 1200, sum vóru Fiat 124, ið vóru bygdir við loyvi frá Fiat, satsar russiska stjórn- in veruliga uppá bilaídn- aðin. Herfyri var varastjórin á Lada bilverksmiðjuni, Nikolai Dybine, á vitjan í Danmark. Hann greiddi frá, at hann byrjaði at arbeiða við samlibandið á nýggju Lada verksmiðjuni í 1970. Hann arbeiddi seg upp til stjóra og síðan til varafor- seta. Tað at Sovjetsam- veldið datt sundur síðst í 80-unum førdi til stóran ótryggleika viðvíkjandi framtíðini hjá Lada. Øll 90- ini vóru ógvuliga trupul. Í 1993 bleiv Lada verksmiðj- an til eitt privat partafelag, har starvsfólkini áttu størsta partin av partapen- inginum. Lada samstarvar í dag við General Motors og evropeiska menningar- grunnin EBRD. Saman gera teir eina nýggja bil- verksmiðju, sum eftir ætlan skal framleiða 75.000 bilar árliga. Í Danmark fingu Lada bilarnir herfyri ein lemj- andi dóm frá FDM. Teir høvdu nógv at finnast at. Serliga tað at teir manglaðu alla ta útgerð, ið nútímans bilar hava sum standard í dag, eitt nú servostýring, ABS bremsur og airbags. Alt hetta verður nú broytt, sigur Nikolai Dybine. Í fyrsta umfari skulu tey modellini, ið eru á markn- aðinum í dag, liva upp til evropeiskan standard bæði hvat viðvikur kvaliteti og trygd. Seinni koma heilt nýggj modell á marknaðin. Kelda: Tíðindaskriv frá Fredericia Auto Import A/S Russiska Lada verksmiðjan gott mót uppá framtíðina Scania gjørt lastbilar í 100 ár Bæði russiski varaforsetin hjá Lada, Nicolaj Dybine, v.m. og stjórin í Fredericia Auto Import, Jørgen Hansen, vænta sær nóg av Lada í framtíðini. Nicolai Dybine stóð við samlibandið tá fyrstu Lada bilarnir blivu gjørdir í 1970 Station- vognurin Lada 111 Scania hava gjørt lastbilar í 100 ár Soleiðis fara Scania eXc lastbilarnir við longdum førarahúsi at verða innrættaðir í framtíðini Opel Meriva Nýggi familjubilurin hjá Opel, Meriva, hevur fingið design- heiðursløn frá bretska verkfrøðingastovninu m, Institut af Vehicle Engineers. Grundgev- ingin var at bilurin er gott dømi um nýhugs- an, serliga við atliti til praktiska innrætting og modernað design. Kelda: Tíðindaskriv frá GM Danmark Hyundai í Kina Hyundai hava fingið loyvi til bilafram- leiðslu í Beijing, har teir skulu framleiða Hyundai Sonata og Elantra. Ætlanin er at teir frá 2010 skulu framleiða hálva milli- ón bilar árliga Kelda: Motor Magasinet Infiniti M45 Luksusbilmerki hjá Nissan, Infiniti, kemur nú á marknaðin við einum nýggjum bili í USA. Talan er um M45, sum skal markn- aðarførast við at senda ein stuttan film uppá 6 minuttir til 615.000 møguligar kundar í USA. Seinni verður bilurin at síggja á www.inf initi.com- M45 Kelda: Motor Magasinet C M Y K 21 20