Sosialurinarkiv
Sosialurin 1986-10-16, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. oktober 1986síða 3

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 116 — 16. oktober 1986 Ein onnur áskoðan Tað eru ikki allir læknar, sum eru samdir um, at klassiska ortopedi in skal liggja á Landssjúkrahúsin- um. Ein teirra, sum heldur hon eigur at vera í Klaksvík, er Leif Knudsen, yvir- lækni á Klaksvíkar sjúkrahúsi. Hann skrivar í Dimma- lætting seinasta leygardag: »Politikerne = skal muligt be- vilge et beskedent be- løb til en ekstra op- erationsstue på Klaksvíkar sjúkra- hús, sá patienter med behov for snarest kunstige hofter og knæ kan be- handles forsvarligt her — året rundt.« Og hann sigur vid- ari: »Så kan Hanus Bærentsen holde sine sommerferier på Færøerne i en afslap- pet turistatmostære og undlade sine vrede læserbreve til pá- trængende patienter, samtidig med at han som den ferste aflast- er Landssjúkrahús- ið s budget.« Leif Knudsen, yvir- lækni á Klaksvíkar sjúkrahúsi í Dimma- lætting 11. oktober Jógvan Durhuus, heilsumålarådharri: Landsstýrið onga avgerð tikið um klassiska ortopedi Fundur verður um umsókn frá Stýrinum fyri Klaksvíkar sjúkrahús um nýggja skurðstovu skjótt. Stýrið fyri Klaksvíkar Sjúkrahús sekti í januar í ár landsstýrið um at sleppa at byggja eina nýggja skurðstovu á sjúkrahúsinum har upp á 70 fermetrar. Kostnaðurin er mettur til einar 4 mill krónur. Ætlanin er at fremja ortopedkirurgiska viðgerð á hesi skurðstovu við ser ligum atliti til at skifta út mjadnar og knø Jógvan Durhuus, lands- stýrismaður í heilsumál- um sigur við Sosialin, at landsstýrið enn ikki hevur vidgjørt hesa umsóknina, men at hon fer at koma fyri á landsstýrisfundi skjótt Í samband við hesa um- sókn hevur so landsstýrið biðið landslæknan koma við einum tilmæli. Hann svaraði longu landsstyri- num 12. juni í ár. Hann mælti, sum tað eisini framgongur av greinini á síðu 2 í blaðnum í dag, frá at fremja »Klaksviks- loysnina«. - Vilja framskunda Jógvan Durhuus sigur annars, at ætlaða heildar- útbyggingin í Klaksvík fevnir eisini um eina skurðstovu. Hetta er í 3. byggistigi. Ætlanin er so, at henda, ið nú er sekt játtan til, skal virka til hin kemur. T.v.s. at hetta er eitt framskundað projekt, sum stýrið fyri Klaksvíkar Sjúkrahúsið vil hava inn í- millum byggistigini. Uppá fyrispurning hví hetta skal framskundast sigur Jógvan Durhuus, at hetta helst er ti, at ynski er frammi um eina betri loysn viðvíkjandi ortoped viðgerð, soleiðis at sokall- aða klassiska kann vera har á sjúkra- húsinum t.v.s. útskifting av mjadnum og knøum ortopediin Fyri ortopedi á LS Enn er so eingin avgerð fallin um hetta málið í landsstýrinum. Men hver er so áskoðanin hjá heilsu- málaráðharranum í hesum spurningi. Jógvan Durhuus: — Eg havi sjálvur skotið upp til báðar tær seinastu fíggj- arlógirnar, at ein ortoped- játtaður til Landssjúkrahúsið. Tað havi eg so ikki fingið meiriluta fyri í landsstýri- num. Hver er steða tín til ortopedkirurgi á Klaks- víkar Sjúkrahúsi? Eitt er tað, at teir ur verður hava eina deild og ein lækna har norðuri, sum kann gera hasi tingini, men hann er jú almenn- kirurgur eisini og kann gera so nógv annað eisini Men eg haldi ikki, at tað er rætt at leggja alla deild- ina har norðuri, tá tú skalt hava serdeildir sum hjálpardeildir til tað mest kompliseraða, og tí eri eg samdur við landslæknan. — Finst nekur sam- tykt, sum sigur at orto- pedkirurgiin skal vera á Klaksvíkar Sjúkrahúsi ? — Nú kenni eg ikki søg- una so langt aftur, men tað, sum er hent er, at har hevur verið ein maður sum hevur hasa útbúgvingina og so hevur hetta útvikiað seg mestsum av sær sjálvum. Hetta er ein sera dugnaligur lækni og hann hevur havt gott samstarv við læknarnar á Rikis- hospitalinum. Nú er útbyggingin av feroyska sjúkrahús- verkinum eitt stórt mál og hevur henda útbygging ligið á láni leingi, kanska serliga tí at ein ikki veit, hvussu veruliga arbeiðs- býtið skal vera millum sjúkrahúsini. Nær kunnu vit vænta loysn í hesum máli? Vit hava í prinsippi- num longu fyri einum ári síðani viðtikið í hvenn mun vit skulu byggja út bæði hvar og hvussu nógv. Tað er ein útbygg- ing sum í dag snýr seg um einar 250 mill. kr. Henda hevur so partvíst bíðað eftir blokkstuðulssamráð- ingunum. Jógvan Durhuus, landsstýrismaður: — Sjálvur haldi eg, at slík sergrein sum klassisk ortopedi skuldi verið á Landssjukrahusinum, ti hon hevur tørv á fleiri ødrum hjálpardeildum Politiskt ómegu- ligt higartil — Men hvar liggur so ortopedkirurgiin í hesi út- byggingarætlan? Tað finst eingin sam- tykt um hana, tí tað hevur tíverri vist seg at vera pol- itiskt ómeguligt Vil tað siga, at so- leiðis sum tann politiska samansetingin er ' lands- stýrinum í dag, kunnu vit ikki rokna við at fáa nakra endaliga loysn í spurningi- num um ortopedkirurgiina í bræði — antin henda ser- grein skal vera á Lands- sjúkrahúsinum ella í Klaksvík ? — Tað er nakað nógv sagt. Tað meini eg vit mugu kunna tingast okk- um til rættis um. Tað er so eingin sum forðar fyri, at hetta málið kemur fram frá figgjarnevndini sum eitt uppskot, og so er upp til løgtingid at samtykkja ella vraka tað. Tvey mál Annars vísir Jógvan Dur- huus á, at hetta at nor- merz ein ortopedkirurg á Landssjúkrahúsinum og at byggja eina skurðstovu í Klaksvík sum hevur meguleika fyri at geva ortopedkirurgiska við- gerð, er í grundini tvey mál. - Vit hava jú ein lækna í Klaksvík, sum kann geva ortopedkirurgiska við- gerð. Spurningurin er nú um vit skulu hava ein aft- urat og útbyggja eina deild á Landssjúkrahúsi- num Men hava vit ráð til at hava dupultfunktiónir sum hesa? — Hendir eitt ferðslu- óhapp í Kalksvík, og tú hevur ein lækna har, sum er kønur í brotum 0.1., so ger hann tað har norðuri í tann mun tað er forsvar Framhald á síðu 15 Jógvan Durhuus svarar Peturi Ellefsen: I grein i Dimmalætt- ing herfyri skrivadi Petur Ellefsen, yvir- lækni m.a., at tad næst astigid vidvikj- andi útbygging av Klaksvíkar sjukra- húsi er krógvað í eini parantes í legmans røduni, har talan er um nýggja »ventila- tion«. — Neyvan er ivi um, at henda ventila- tiónsslanga endar við eini ortopedkirurgisk- ari serskurðstovu, skrivar Petur Ellef- sen. Men er nakað í hes- um. Vit hava spurt Jógvan Durhuus landsstýrismann. Hann sigur: — Tað er rætt, at ætlanin er, eftir áheit- an frá starvsfólkun- um, at beta um ven- tilatiónsviðurskiftini á skurðstovu, feði- stovu m.a. á Klaks- víkar sjúkrahúsi, tí hetta er avgiert neyð- ugt. Men tá Petur Ellef- sen vil vera við, at bøtanin av ventila- tiónsviðurskiftunum skal hava við byggjan av orto- pedkirurgiskari skurðstovu, so er tað sjálvandi heilt burt- urvið. Tað fyriliggur eingin avgerð um at byggja ortopedkir- urgiska skurðstovu á samband Klaksvíkar sjúkra- húsi, sigur Jógvan Durhuus i síni til Petur Ellefsen jan rættieiðing