Sosialurinarkiv
Sosialurin 1986-10-18, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 18. oktober 1986síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tíðindablaðið FS »É|N. 117 — 76 oktober 1986 Ásanna, at neyðugt er við almennari stýring — eisini á peninga- marknaðinum RENTUPOLITIKKURIN hjá Foss-bankanum er ábyrgd- arleysur, sigur stjórin í Føroya Banka. Gomlu bank- arnir vilja kvala okkum, sig- ur stjórin i Fossbankanum. Oheppid, at utlånsrentan hækkar, sigur løgmaður og leggur aftrat, at hetta kem- ur at kosta samfelagnum nógvar pengar. RENTUKRÍGGJ er í eyg- sjón. Fossbankin hevur valt at hava sín egna rentu- politikk, meðan hinir banka- arnir hava samstarvað um hendan í mong ár. Ein væl- signaður friður á økinum við lítlari og ongari kapping, hava teir gomlu bankarnir ivaleyst verið samdir um. MEN NÚ varð friðurin órógvaður. Hóast hesin Dávid móti teimum mongu Goliat tykist lítillátin og hevur ikki meira enn 1/60 part av øllum føroyskum bankavirksemi, sýnist nú ikki bert at fara at stýra rentupolitikkinum hjá hin- um peningastovninum, men fer eisini at nerva landsins búskap og lands- styfisins politikk. ORSØKIN er tann, at Foss- bankin hevur valt at halda eina hægri innlánsrentu enn hinir bankarnir við tí úrsliti, at fólk taka sínar pengar út úr gomlu bankunum og bera hann niðan í Fossbank- an, har rentan er hægri. Hetta vilja teir stóru íkki bert sita og hyggja at og fara helst fyrst í komandi viku at seta sína innláns- rentu upp — ið hvussu er á Utgevari: P/f Sosialurin (> Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Miiller Fyritaksstjóri: Krisjan Dahl Blaðfólk- Høgni Djurhuus hædd vid hana i Fossbank- anum. HETTA FØRIR so aftur vid sær, at útlánsrentan må hækkast samsvarandi, og tað er her, ið samfelagsligi spurningurin kemur inn i myndina. MEÐAN landsstýrið íkki leggur seg út í hvønn inn- lánsrentupolitikk bankarnir føra, er landsstýrið sjålv- andi ógvuliga áhugað í út- lánsrentuni. Hendan skal helst ikki vera hægri enn rentustødid í Danmark, helst lægri, tí annars fáa vit nógvan útlendskan kapital higar til lands, og hesum hava vit meira enn nóg- mikið av i løtuni. AT ÚTLÁNSRENTAN verð- ur høg kemur eisini at nerva vinnulívið — ikki minst fiski- vinnuna, og hetta førir so bert við sær, at landsstýrið skal lata meira pengar út í studningsskipanina. HETTA ER eitt týðiligt prógv um, at alt prát um fría kapping á peningaliga økin- um er tann reini heila- spuni, og tí heitir m.a. Før- oya Banki á Landsstýrið um at lóggeva á økinum so- leiðis at sleppast kann und- an at útlánsrentan hækkar. HETTA átti eisini at sagt landsstýrinum so mikið, at tað ongantíð hevur verið so neyðugt sum júst nú at fáa til vega eitt amboð, sum kann stýra samfelagsbú- skapinum. Talan hevur ver- ið um ein landsbanka í mong ár. Lat okkum fáa hann upp á fótur. Og tað ongantíð ov skjótt. tór.- Hví keypir Tvøroyrar byråd útgerðina hjá P/f Nautilus? Ikki so sjáldan er ein farin til húsa eftir fundir í Tver- oyrar býráð, spyrjandi seg sjålvar, hvat í allari víðu verð hesir menn og henda kvinna ætla sær. Men so skelkaður og so bilsin, sum eftir fundin í seinastu viku, havi eg nú ongantíð verið áður. Hetta hevði fleiri orsøkir, men tann stersta var Nautilus-mál- ið Herfyri fekk býráðið sendandi bræv dagfest 29/8 1986 frá m.a. Johan Dahl, stjóra í Vági, Petur Nolsee, stjóra í Havn og C.C. Johansen, stjóra í Havn, har hesir bjóða kommununi at keypa alla útgerðina hjá P/F Nauti- lus. Men hesir stjórar hava verið so vísir í, at bý- ráðið fór at hjálpa teimum burtur úr fíggjarliga til- knýti teirra til Nautilus, at teir við hjálp frá einum sakførara høvdu sett upp ein sølusåttmåla, sum var klårur til undirskrivingar. Keypspeningurin verður her settur til kr. 2.500.000, treytað av, at goldið verð- ur kontant. Utgerðin talan var um. er henda: Science Fitnes maskina ] - nr. ] - nr. l — nr. — nr. 2 — nr. 2 — nr. ] — nr. l — nr. 1 — nr. 2 — nr. ] — nr. ] ] l 1 1 1 ] SSD 109 Ta ÁN ND — — nr — nr. — nr. me nr. nr. 16 - nr. 17 — nr. 18 -— — oa > Umframt hesar maskinur umfatar sølan eisini: 1 skriviborð við stóli 1 spæliborð 1 stumtænara 2 dupultir beinkir til umklæðing 1 kaffiautomat 1 fløskuautomat 2 sminkuborð við 4 stólum 4 hárturkarar 2 krullujørn 2 solarium við 2 smáum bonkum 2 sauna 3 veggjaklokkur ymisk ruskílet Satt at siga kom tað mær ongantíð til hugs, at eitt slíkt tilboð fór at verða tikið í álvara, tí hvat í all- ari víðu verð skal komm- unan gera við slíka útgerð. Men tað ótrúliga hendi so á býráðsfundinum í seinastu viku, har tverá- fólk hoyrdu sunnheits- apostlarnar Hermund, Pál Danjal og Áslu av ellum alvi royna at fáa fundar- fólkið at trúgva, at júst hetta tilboðið fór at bjarga okkum burtur úr ellum trupulleikum av fíggjar- ligum, sálarligum "og heilsuligum slag. Sera stuttligt var tað at hoyra Hermund, sum fyrr hevur reypað av, at hann hatar alt, sum hevur við ítrótt at gera, hvussu væl hann greiddi frá týdninginum av einari heilsuvenjinga- miðsteð. Men alt er sanniliga ikki bert stuttleiki i hesum måli, ti her må bugva nak- að annað undir. Ti hvussu ber tað til, at um meining- in var at útvega slíka út- gerð, at býráðið so ikki innheintaði tilboð. Fram kom á sama fundi, at mentunarnevndin hevði fingið tilboð uppá slíka út- gerð frá Trading Aps í Danmark uppá somu maskinur fyri um! 800.000 kr. Men hetta til- boð hevur verið goymt, so at býráðslimir ikki skuldu síggja tað, men tíverri for- talaðu tey seg á fundinum, bæði Asla og Hermund. Maskinurnar frá Trading Aps eru nýggjar, meðan maskinurnar frá Nautilus eru fimm ára gamlar. Ann- ars er eisini vert at nevna, at tað finnast fleiri onnur feløg, sum selja slíka út- gerð. So her hevur verið talan um, at Tveroyrar bý- ráð fyri ein hvenn prís skuldi hjálpa nekrum spekulantum, sum vóru komnir í fíggjarligar trup- ulleikar = av — Nautilus. Næsti spurningur, ein so má seta sær, er so hví. Eitt annað mål, sum var fyri á sama fundi var, at Johan Dahl, stjóri í Vági beyð sær til at byggja eina surimi-verksmiðju á Tver- oyri. Eg kenni so ikki henda stjóran sum nakran filantrop, men kanska fari eg skeivur. Men legið tyk- ist tað mær, at júst hesin maður skal fara undir slíkt her á Tveroyri. Meira eg hugsi um hetta mál, meira vísur verði eg í, at hetta mål bert varð nýtt sum ein narrisutt, fyri at fáa bý- ráðið at keypa Nautilus. Mátin, sum hetta stóra mál varð snykt inn gjøgn- um bakdyrnar, er sanni- liga mistonkiligur. Kemur tað so seinni at visa seg, at álvara er aftan fyri surimi- virkið, so hevur her verið talan um mutur í stóran stíl, tí so hevur kommun- an goldið ein yvirprís uppá uml. 1 millión til m.a. ein ávísan stjóra, sum so afturfyri hesa fyri haan sera góða selu byggir eitt virki. So samanumtikið, gongu ein rámur luktur fra hesum Nautilus-máli, og tað líkamikið um nakað surimi-virki kemur ella ikki. Málið ber undir ong- um umsteðum dám av pol- itiskum reinferi. Eisini er likid út, at aft- ur fyri Nautilus, skal sam- arbeiðið millum skipa- smiðjuna í Vági og Skipa- rekt útbyggjast. Eitt sum eisini má undra mangan feroyingin er, at somu menn, sum í hverjum blað og aðra- staðni hava kært og gramt seg um figgjarligu stød- una hjá kommununi og um prísin á skúlanum og ítróttarhellini í Trongis- vági, nú fara at útbyggja skúlan og ítróttarhellina við einum 4 milliónum íroknað innrætting av hel- um til heilsuævintýri hjá Hermund og Co. Fyri ikki so langari tíð síðan. sektu nakrir ungir tverámenn býráðið um at leiga helið til júst sama endamál, men munurin var, at teir sjálvir skuldu útvega amboðini. Hesir fingu ongantíð svar. Eis- ini vita vit, at fleiri kvinn- ur i býnum, sum ikki hava umsteður til at arbeiða úti, hava havt eina lítla inntøku av sólviðgerð. Hetta verður nú sega, tí m.a. Asla keypir sólir fyri býráðsins krónur. Eisini er onkur privatmaður í ferð við at innrætta slík helir til heilsuvenjángar- miðsteð, hann má so bara pakka saman. Nei, her ruggar ikki rætt, men livst so spyrst. Tað hevði kanska verið apropos fyri býráðsmeiri- lutan at ístaðin fyri at keypt hesa ónyttuútgerð at útvegað ein scannara, tí her eru fleiri hevd, sum ikki virka rætt. Jóannes Eidesgaard PRÍSFALL Frá í dag og til jóla, kostar henda bókin ikki 120,- kr. men einans 75,- kr.