leygardagur 18. oktober 1986síða 19
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 117.
18. oktober 1986
“
SINGER seymimaskinur
Hettaframúr góða tilboð fyri model 8618 er einans galdandi
fyri tær, ið eru á goymslu.
Vit hava sett kostnaðin á SINGER modell 8618 niður við kr. 1.000,- til bert
3.098,- nú. (Kostnaður fyri sama modell var áður kr. 4.098,-). Seymimask-
inan hevur tað alra nýggjasta innan nyttu-, pynti- og s-t-r-e-k-k-seymir og
veitir harumframt møguleika fyri stoppan, monogrammum og broderi-
um.
Ligeudsyning * zig-zag * blindsting * forstærket
zig-zag * skjold zig-zag * M-sting * domino-sting
e fagot-sting * halvmånesting
e kædesting * 3 stings zig-zag
skrå overlock * bikubesting
e dobbelt overlock
e enkelt overlock
e tyrolersting * sildebensting,
fjordsting og 4-trins knaphul
Desuden er der mulighed for
syning med tvillingenål
FYR IP
— eitt framkomið mo-
dell (v/ berihandtaki)
friarmi og elektron-
iskum fótpedali.
Dupultnål til spennandi
effektir. Seymar i alt
nýmótans toy.
SINGER
SINGER model 8618 har følgende 18 nytte-, pynte- og s-t-r-æ-k-sømme
ør” =
4 Kostnadur bert kr.: 4
8:
mo?
. Hans Nybo Brekkugøta 20, Torshavn, Tlf. 12122
o
rese ig 0 SSG SSG GG SSG GSGS
Telefonstormur
å Posthusinum
tt fólk fingu ikki blødini
Sannur telefonstormur var á posthúsið herfyri
Hetta vóru fólk, sum høvdu goldið fyri blød, men
fingu kortini ikki bleðini. Eisini ringdu nógv til
okkara og helst til hini bleðini eisini og kærdu
sína neyð.
Hetta eru serliga tey, sum hava goldið blað-
rokningina í banka. Og við tað, at bankin ikki
hevur sent postverkinum pengarnar fyrr enn ein-
… ……vvovrovroeroeroer ore DOGG DTG
ar 14 dagar aftan á, hevur postverkid av góðum
grundum ikki vitað, at hesi skuldu hava tey bleð,
tey hava goldið fyri.
Eisini er tað hent, at bankin, í staðin fyri at
senda postverkinum blaðpengarnar, hevur sett
teir inn á konto hjá viðkomandi blaði. Hetta hev-
ur bert gjert alt hetta enn truplari.
Ein onnur orsek kann vera, at blaðrokningar-
nar vóru nógv seinkaðar frá postverkinum hesa-
ferð. Vanliga sendir postverkið út blaðrokningar-
nar fyrst í seinasta mánaða í einum fjórðingsári,
men hesaferð vórðu hesar tríggjar vikur seinkað-
ar. Hetta orsaka av tí, at á posthúsinum er bert
ein maður, sum dugir at handfara nýggja system-
ið við blaðrokningunum, og hann var uttanlands.
tor.-
Síða 19
Flakakvinnan
Tann tímalenta arbeiðarafjeldin
3. partur: Morgunlesturin 15 minutt-
ir og sveimandi tankar
Eg hvekki við
ein borðiskur smellur í gólvið
í smildur
Hanagal, barnagrátur og ravmagnsóljóð
Falli aftur í tankar
tú gevur, gevur
og fær nakað ?!?
Hvekki aftur við
— rakimaskinan steðgar
skolað verður niður
á wc-inum
Nú eru all
— eisini HANN
savnað saman í køkinum
Brátt hava øll etið
tað vanabundna ábitið
Enn ljóðar morgunlesturin
hóast barnagrát og annað óljóð
ljóðar hvellur
tó ei innar í kapitalistaslátrini
bert innar í kroysurnar
tí — har búgva júst teir
»syndararnir«, ið morgunlesturin
hevur bod til
Sortudíkið talar Bert til
ómegdina í trælalivi
arbeiðarafjeldarinnar
Ein fær varhugan av
at teir í Sortudíkinum
eru leigusveinar
hjá kapitalistaveldinum
eru spekulantar — maktgreðingar
eins og allir aðrir slíkir
Tveita tað út í luftina
sum manskynið og ell hini
sum dyrka makt og veldi
slúka rátt.
Barnagrátur, hanagal
kestaluktur og Aquarella
Teir — í Sortudíkinum
kenna ei til hetta:
at vera kvinna — kanska einsamøll
hava bern — arbeiða
vera bæði pápi og mamma
og mangt, mangt annað
Teir kenna bert eitt:
varpa út, tað ið fellur
væl í huga mansins,
og eftir hesum vil
HANN LIVA
undirtrykkja kvinnuna — bernini —
samfelagið
Kvinnuna, ið hevur ALLA ábyrgdina
ER LÍVIÐ
Pegasus