Sosialurinarkiv
Sosialurin 1986-11-11, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. november 1986síða 14

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 14 Ráðleggingarneundinfyri sjúkrahúsverkið: Mælir til neyðsemju um ortopedi fyri at sleppa úr naggatódn Samd nevnd heitir á landsstýrið um at seta ortopedkir- urgiskan yvirlækna á Landssjúkrahúsinum og at játta ortopedkirurgiska skurðstovu á Klaksvíkar Sjúkrahúst. Ráðleggingarnevndin fyri foroyska sjúkrahúsverkið samtykti á fundi seinasta fríggjadag at mæla lands- stýrinum til at seta orto- pedkirurgiskan yvirlækna á Landssjúkrahúsinum og at játta eina ortopedkir- urgiska skurðstovu til Klaksvíkar Sjúkrahús. Vit kunnu ikki longur lata tey sjúku og teirra av- varðandi vera gíðslar, tí politikararnir ikki kunnu semjast um at loysa spurningin um ortopedkir- urgiina, sigur formaðurin í Ráðleggingarnevndini Tordur Niclasen. Blaðumreða fekk gong á málið Hann vísir á, at landsstýr- ið í mánaða sendi Ráðleggingarnevndini eina umsókn frá Stýrinum fyri Klaksvíkar Sjúkrahús um eina ortopedkirurgiska skurðstovu til Rådleggingarnevndin metti ikki, at hon kundi taka til hesa um- søknina fyrr enn lands- stýrið hevði sagt sina å- skodan um ålitid frå Råd- leggingarnevndini frå 1980, har ein meiriluti i nevndini gjørdi greitt, at ortopedkirurgiin åtti at verða útint á Lands- sjúkrahúsinum Tordur Niclasen sigur, at hóast at bíðað hevur verið eftir hesum num frá landsstýrinum í meira enn eitt hálvt ár, er einki svar komið. — Nú umreðan av orto- pedkirurgiini hevur tikið seg upp í bleðunum aftur helt eg, at tað var rætt at taka spurningin uppaftur til umreðu í nevndini. Tordur Niclasen vísir á, at tað leingi hevur verið eitt ávíst kegl millum læknar og politikarar um hetta málið, tó uttan at nekur endalig loysn er funnin mars ummælis stødu svarl- — Vit sóu hvussu brúk- arin, t. v. s. tann sjúki og tann avvardandi kundu sigast at vera tiknir sum gíðslar i hesum spælinum, ye tað hildu vit ikki kund wa longur ganga iOnNngutl Samd nevnd Tí varð so ortopedspurn- ingurin settur á skránna fyri fundin í Ráðleggingar- nevndini seinasta friggja- dag. Urslitid av fundinum var, at ein samd nevnd mælir landsstýrinum til at seta ein ortopedkirurgisk- an yvirlækna á Lands- sjúkrahúsinum og at játta eina ortopedkirurgiska skurðstovu til Klaksvíkar Sjúkrahús. Tordur Niclasen sigur víðari, at málið um skurð- stovuna í Klaksvík er so tað sama málið, sum Ráð- leggingarnevndin fekk til umreðu frá landsstýrinum í mars mánað. Hvat við- víkur ortopedkirurgiska yvirlæknanum á Lands- sjúkrahúsinum so væntar Tordur Niclasen, at hann fer at koma á fíggjarlógina hesaferð Hann vísir annars á, at landsstýrið sum so er ikki bundið av avgerðunum hjá Ráðleggingarnevnd- ini, men tá ein samd nevnd kemur til slíka niðursteðu, so roknar hann við, at hon verður tikin til eftirtektar Bæði í Havn og í Klaksvík Vit spurdu Tord Niclasen, um ikki Ráðleggingar- nevndin fyri ein part hev- ur skift steðu í ortoped- spurninginum sammett við niðursteðu hennara í 1980. Tá varð nevniliga mælt til, at ell ortopediin verður í Havn, men nú verður sagt ja til ortopedi bæði í Havn og í Klaksvík. — Tað má sigast, at her er hend broyting í steðu- takanini, men henda kemst fyrst og fremst av tí, at vit nú hava bíðað eft- ir eini loysn í málinum í seks ár, og enn er so einki hent. Veruleikin er tann, at naggatódn er komin í spurningin um ortopedi- ina, og tað kunnu vit ikki liva við longur. Nú má nakað henda Merkir henda avgerð tykkara so, at ortopedkir- urgiin í framtíðini skal verða bæði í Havn og í Klaksvík? Ja, tað ger hon. Men hvussu hetta fer at vera samskipað millum sjúkra- húsini dugi eg ikki at meta um. Eg rokni við at eitt natúrligt samstarv eigur at fara fram millum sjúkrahúsini. Glið kemur á Tá Rådleggingarnevnd- in kemur við sínum niður- steðum, byggja tær so eis- ini á fíggjarligar meting- ar? Sjálvandi gera tær tað. Men tað sum vigar tungt nú er at fáa gongd á málið, og kunna geva brúkaranum eina tæn- astu, sum honum tervar. Viðhvert mást tú taka av- gerðir, sum koma at kosta meira, enn um ein bar seg eðrvísi at. Tað kann eisini gerast ov dýrt at bíða bæði menniskjaliga og peningaliga. Vit siga so heldur ikki, at hetta er tann besta loysnin. Og vit duga eisini at síggja, at hetta ikki er tann bíligasta loysnin heldur. Men henda avgerðin ger so, at glið kemur á málið, og avgerð- in kemur so at loysa orto- pedspurningin í Feroyum. — Hví heldur tú tað hev- ur verið so torfert at fáa normerað ortopedkirurg á Landssjúkrahúsinum, nú tað so leingi hevur verið vist á tervin á einum tilik- um? Eftir míni metan er tað tí, at hetta málið hevur verið »en varm kartoffel«. Orsøkin til hetta er rætt og slætt politikkur. Tordur Niclasen leggur afturat, at tad nu eru politikarar, sum duga at síggja, at okkurt må henda í hesum málinum og tá ein samd Ráðlegg- ingarnevnd kann koma við eini nidurstødu, so er at gera eina neyð- ein semju, sum ger, at sleppur burtur år nagga- tódnini. Arbeiðsbýtið — Men eru tit greiðir yvir, hverjar avleiðingar henda avgerð tykkara fer at fáa fyri arbeiðsbýtið á sjúkra- húsunum og útbyggingini yvirhøvur? — Ein kennir ongantíð fult ut avleidingarnar av teimum avgerðum, sum ein tekur. Tað er givið, at verður ein ortopedkirurg- iskur yvirlækni settur á Landssjúkrahúsinum, so skal hann hava tær um- steður at arbeiða undir har, sum hann til eina og hverja tíð metir neyðugar. Men hví hava tit tá mælt til at seta ein orto- pedkirurg á Landssjúkra- húsinum, nú tveir tílíkir eru settir í Klaksvík ? — Eg og mong við mær hava alla tíðina mett, at tað var mest natúrligt, at ein ortopedur var í Havn. Tíðin hevur so prógvað fyri okkum, at tað hevur verið ógjerligt at seta henda ortoped, men hin- vegin er tað tí ikki minni natúrligt at hann er í Havn. Harafturat duga vit so eisini at síggja, at tað hevur verið arbeitt við ortopedkirurgi á Klaks- víkar Sjúkrahúsi og hað- ani er so eitt ynski um at fáa betri arbeiðslíkindi við eitt nú eini nýggjari skurðstovu. Vit hava skorið igjøgnum og mælt til, at so verður. Útskifting av liðum — Nú hava tit einki bein- Nr. 127 11. november 1986 Tordur Niclassen, formaður í Rådleggingarnevndini: — Við tað at tjakið um ortopediina tók seg uppaftur, so helt eg tað vera rætt hjá nevndini at koma við eini nidur- steðu sum kundi sleppa okkum burtur úr naggatódnini. Í Ráðleggingarnevndini fyri Sjúkra- húsverkið eru fimm limir: Tordur Niclasen, form., valdur av landsstýr- inum, Helena Simonsen úr Klaksvík, Trúgvi Strem av Tveroyri, Líggjas Joensen úr Havn og so Niels Bent- zen, rikisumbodsmadur valdur av innanríkismálaráðnum. leiðis sagt um spurningin viðvíkjandi útskifting av liðum, sum er eitt ortoped- kirurgiskt arbeiði. Hvar er ætlanin at tann viðgerðin skal fremjast ? Tann spurningin hava vit ikki vidgjørt. Hvussu arbeiðsbýtið skal vera millum sjúkrahúsini innan ortopediina má ein vóna, at skilagóð loysn finst á. Eg vóni í hvussu so er, at hetta við at seta sjúkra- hús upp ímóti sjúkrahúsi og fólk upp ímóti fólki er eitt liðugt kapittul og at ein júst á hesum ekinum fer at fáa eitt gott samar- beiði ístaðin. — Nú verður tað nevnt í umsóknini úr Klaksvík viðvíkjandi skurðstovuni har, at tervur verður á konsulenttænastu úr Dan- mark í samband við út- skifting av liðum. Hver er tín meining um tílíka kon- sulenttænastu yvirhøvur? — Mín meining er tann, at vit eiga at gera brúk av teimum fólkum, sum vit eiga, og hatta við konsu- lenttænastu úr Danmark á hesum økinum fer ti væntandi at fella burtur. »Skera igjøgnum« Herfyri kom danska heilsustyrid vid einum um- mæli av ætlanini at byggja eina ortopedkir- urgiska skurðstovu í Klaksvík. Eisini lands- læknin gav landsstýrinum sítt tilmæli eftir áheitan. Hesi mæla bæði frá at gera umreddu skurðstovu í Klaksvík men siga, at skal slik ortopedkirurgisk skurðstova gerast i Feroy- um, so eigur hon at verða á Landssjúkrahúsinum. Hvat hevur nevndin at siga til hesi úttalilsini ? — Eg kenni til hasi út- talilsini og tað gera hinir limirnir í nevndini helst eisini. Men tá avgerðir skulu takast, so eru mong ymisk viðurskifti, sum koma inn í myndina. Summi av hesum viðurskftum tala ímóti og summi fyri. Vit hava so skorið igjøgnum, tí vit vilja hava, at okkurt skal henda. Gera vit tað ikki, so fer henda so óhugnaliga naggatódnin bert at halda fram. -»