Sosialurinarkiv
Sosialurin 1986-11-15, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 15. november 1986síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

I spSialurin Telefon 118 20 Argjavegur 26. 3800 Argir Postsmoga 76, 3800 Tórshavn Umhvørvid ikki úrtókan TÁ IÐ javnaðarflokkurin frammanundan valinum gekk so hart ímóti tí ætlaðu vatnorkuútbyggingini i Eysturoy, so hevði hetta sínar grundir. Ein grundin var sjálvsagt hon, at sjálvt projektið hjá SEV og Høj- gaard & Schultz í sjálvum sær var meira enn ivasamt. SUM øll vita, so var tad sin sek at leggja alt hetta stóra mál fult og heilt upp í hend- urnar á einari útlendskari størfyritøku, sum bæði skuldi rådgeva, projektera og gera arbeiðið fyri rokn- ing. Alt hetta skuldi í sjálv- um sær verið nóg mikið til, at politikarar við ábyrgdar- kenslu mótvegis brúkarum og landskassa steðgaðu hesum ørskapi. Soleiðis skuldi tað tó ikki gang,a men fara vit at lata ta sorg- arsøguna liggja í hesum um- fari. Hon skal tó verða tikin uppaftur seinni. SO var tað ein onnur grund: fyrilitið og umhugsnið fyri umhvørvinum. Sum tíðin gekk og meira og meira varð avdúkað av ætlanun- um hjá H&S og teirra før- oysku skutilsveinum vórðu avdúkaðar, gjørdist alt greiðari, at vatnorkuút- byggingin fór at verða einki minni enn ein vanlukka fyri náttúru og umhvervið í norðara parti av Eysturoy. Skaðin varð hendur og nú galt um at ansa eftir, at hann ikki gjørdist stórri enn neyðugt. Av hesi orsøk varð gjørt almenninginum greitt, at útbyggingarloyvið galt Eiði 1 hvorki meira ella minni! oddagrein TÍÐIN, sum er liðin, síðan vit høvdu tað stóra orða- skiftið á tingi og í bløðunum um SEV-málið hevur prógv- að, at allar atfinningar vóru rættar, meðan stórt sæð alt, sum SEV vardi seg við, hevði lítlan og ongan hald- botn í veruleikanum. Ein uttanveltað kanning prógv- aði soleiðis, at tað vildi loyst seg nógv betur at út- bygt í erva, meðan SEV sum kunnugt tvíhelt um skriviborðsætlanirnar hjá H&S. TAÐ er sjálvsagt ógvuliga hugaligt hjá teimum atfinn- ingarsomu at fáa prógv fyri sínum atfinningum, men hetta eigur tó ikki automat- iskt at føra til nakað krav um, at tað skal útbyggjast í erva. TAÐ skal heilt einfalt ikki útbyggjast meira enn Eiði 1! AT NOYÐA SEV at fara undir at útbyggja í hæddini er líka so skeivt sum at loyva SEV at útbyggja suð- ureftir. Tað er nóg mikið oyðilagt av náttúru í Eystur- oy og i Føroyum sum heild, og SEV eigur tí her og nú at fáa at vita frá landsstýri og samgongu, at ballið í Eyst- uroy er buðið, so H8S í góðari tíð kunnu fáa høvi til at pakka niður og fara aftur hagar, teir eru frákomnir. TAÐ var ongantíð spurning- urin um streymårtøkuna, sum var avgerandi fyri javn- adarflokkin, men spurning- urin um umhvørvid. Tiskil verður eingin víðari útbygg- ing av vatnorkuni í Eysturoy og enn minni í Vágum góð- tikin! jd Nr. 129 — 15. november 1986 Arbeidsumhvørvisråd, men uttan handverkarar i Sosialinum leygardagin 8. nov. stóð á forsíðuni um uppskot á tingi. Vilhelm Johannesen leggur uppskot fyri tingið um, at landsstýrinum verður heimilað, at seta ar- beiðsumhvervisráð. Endamálið við hvervisráðnum sigst vera, at partarnir á arbeiðs- marknaðinum skulu fáa hevi at gera sína áskoðan galdandi fyri einum trygg- um og góðum arbeiðsum- um- hvørvi. Alt gott um hetta neyðuga arbeiðsumhverv- isráð. Hvat hugsar verkamannavinur, tá hann setir eitt umboð fyri arbeiðsmenn og fleiri um- boð fyri arbeiðsgevara- felogini ? Er hann komin til hetta hesin býti sjálvur, ella hava aðr- ir ráðgivið honum um hetta? Tað er ófatuligt at ein verkamannavinur, sum skal umboða alt vinnulív- ið. kann koma til aðra nið- ursteðu í slíkum máli enn tað. at báðir partar á ar- beiðsmarknaðinum verða eins umboðaðir Eftir uppskotinum skulu handverkarafelagid, skrivstovu- og krambúð- aryrkið haldast uttanfyri alla ávirkan á arbeiðsum- hvervið hjá limum sínum, meðan mótsvarandi ar- beiðsgevarafelog einvíst saman við leiðsluni á ar- beiðseftirlitinum skulu hava hevi at siga sína hugsan. Tað finnast fleiri onnur á arbeiðsmarknaðinum, sum kunnu hugsast at vilja lýst sína hugsan. Hetta at verða hildir uttanfyri undrar okkun ikki, tí vit eru vanir við, at handverkarastættin verð ur hildin uttanfyri alla ávirkan á tað arbeiðseki sum viðvíkur limum tess Hetta uppskotið er ikk nakað eindemi, men vísir bert hvar veruligu áhuga málini hjá hesum sokall aðu arbeiðaravinun liggja. Ein freistast til at hugsa, nær lærast hesir ar beiðaravinir, men sun onkur hevur sagt áður, nú munnu tey flestu vera giv in at undrast. Við heilsu Hegni Hejgaard Rættleiðing til Frits Olsen Mær er komið fyri oyra, at Frits Olsen formaður Klaksvíkar Útróðrarfel- ags, segði í einum út- varpsorðaskifti saman við havnarnevndarformanni John R. Klakkstein 3 november í ár, at býráðs- formaðurin hevði sagt »nei« til at innrætta ovaru hæddina í sambandi við egningaskúrarnar á Stongunum. Hetta er ikki rætt. Á fundi við arbeiðs- nevndina hjá útróðrar- monnum vóru nevndin og eg samdir um, fyri ikki at málið skuldi gerast fløkt, áttu teir 14 skúrarnir í niðaru hæddini at fáast í rættlag fyrst, og skuldi Jógvan Hansen verkfrød- ingur gera eitt uppskot fyri ovaru hæddina, og leggja tað fyri aftur, tá hetta var klárt. Hetta varð eisini kunn- gjørt teimum 30 bátaeig- arunum og útróðrarmonn- unum, ið vóru á fundi í bý- ráðshellini = leygardagin tann 4. oktober í ár, og kunnu hesir vátta at so er Í sambandi við at mín persónur varð tikin við í tjakið í útvarpinum, og eg ikki hevði hevi at rætta hetta, samstundis sum hesi orð Frits Olsens ikki klárt vórðu afturvist, er neyðugt við hesi rættleið- ing. Klaksvík. 4. november 198 Jógvan við Keldu býráðsformaður Lítlating — smáting Tað vóru tveir óferir fisk- ar tú Finnbogi hevði fing- ið í trolið seinasta týs- kveld, men synd er at siga at tú hagreiddi hesi veiði væl, tú mest sum kruvdi netið og slepti teimum út aftur. Hesir superfølkafloks- menn lótust sum teir ikki vóru heilt samdir, men sótu annars og filmaðu hver til annan, spældu ein vánaligan og einkisigandi sjónleik, soleiðis at síggj arin sat eftir við einari kenslu av at hatta var bet- ur Ospælt ikki omakin vert at spilla tid uppå | ika se x seinasta g se 18t tlating KK ir, og sluppu sostatt und- an at svara. Hví kom einki fram um teirra merkisak- ir. Hví slapp Poul undan at greiða okkum frá sínum . luftkastellum á Kirkjubø- reyni. Hví skapti tú Finn- bogi ikki ein dialog mill- um Poul og Jógvan, um erskapsdepilin á Sundi (eru teir sum fólkafloks- menn kanska samdir har). Annars hevði hett averið eitt fralíkt høvi til eina millum konfrontatión Havn og bygd. Tit ringja Sosialurin, tlf. 11820 — vit skriva Hví slapp Jógvan und an at nevna sjúkrahúsvið urskiftini í Klaksvík, hv slapp hann undan sínum luftkastellum — Klaksvík in undir glas — o.s.fr. Niðursteða siggjarans kann bert vera henda, at annaðhvert ræddist tú hesar hávarnar tú hevð fingið í netið, ella svimur tú sjálvur í sama neti sun teir. Sjónvarpsgeispari tjak og meiningar Vit gera tesarar okkara varugar við, at treytin fyri at fáa lesarabrøv upptikin undir hesum teiginum er, at blað stjórnin veit, hver hev ur skrivað brøvini