Sosialurinarkiv
Sosialurin 1986-11-18, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. november 1986síða 3

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

TE ————————— vr 130 18 november 1986. :OF Resttekning av partabrøvum i Oljufelagnum Føroyar P/f Freistin at tekna B-partapening longd til 3. desmber. Almenninginum stendur enn i bodi at tekna 1,2 milj. kr. i B-partabrøvum Oljufelagid Føroyar er eitt nytt føroyskt oljufelag, sum varð stovnað í mai mánað i år. Felagið byrjaði sitt virk- semi í juli mánað. Fyribils er ein oljugoymsla bygd í Fuglafirði, og frá hesi goymslu verður brenniolja seld til húsarhald og skip í Føroyum. Samladi partapeningurin i felagnum er kr. 7.550.000. Av hesum eru kr. 750.000 A-partabrøv og kr. 6.800.000 B- partabrøv. A-partabrøvini, sum stovnararnir hava tekn- að, hava avgerðarrættin í felagnum, meðan B-partabrøv hava framíhjárætt til vinningsbýti. B-partae garar skulu hava 15% í vinningsbýti fyri hvert ár, áðrenn A-parta- brøv fáa part í vinningsbýtinum. Felagið hevur boðið B-partabrøvini út í almenna fría tekning, og higartil eru kr. 5.600.000 teknadar. Almenn- inginum stendur framvegis í boði at tekna kr. 1.200.000 í B-partabrøvum. Tekningarfreistin er uti 3. desember. Partapeningur kann teknast vid at senda útfyllingarblaðið til Oljufelag- ið Føroyar P/f, Postsmoga 2029, 165 Argir. Partaeigarar biligari olju Felagid hevur eina serliga avslåttarskipan fyri partaeig- arar. partaeigarar fáa eyka avsláttur í mun til parta- brævaognina. Oljufelagið Føroyar P/f, sum hevur heimstað í Fuglafirði, varð stovnað tann 23. maí við hesi stovningarsamtykt: Stovnarar felagsins eru: P/f Faroe Oil, Sjúrður Gorm Petersen og Jákup Waagstein. | | | | Tekning av B-partabrøvum Oljufelagid Føroyar P/f Undirritada/i: Navn: Bustadur: Starv: tekni meg hervið fyri B-partapening í Oljufelagnum Før- oyar P/f, av teimum kr. 6.800.000 i B-partapeningi, sum er bodin ut til almenna tekning. Eg eri kunnug/ur við stovningarsamtyktina hjá Olju- felagnum Føroyar P/f, og greið/ur yvir, at verða teknaðar meira enn kr. 6.800.000 í B-partapeningi, verður upp- hæddin, sum eg havi teknað meg fyri, avmarkad í mun til yvirtekningina. B-partapeningurin verður teknaður til kurs 110, og skal peningurin gjaldast innan 23. maí 1987. Er peningurin ikki goldin innan hesa freist, hevur Oljufelagið Feroyar P/f heimild til at krevja peningin inn við rættarstigi, men felagið kann eisini strika tekningina og lata hana til onn- ur. Partabrævatekning: partabrøv á 1.000 kr. = kr. partabrøv á 5.000 kr. = kr. partabrøv å 10.000 kr. = kr. partabrøv å 50.000 kr. = kr. partabrøv å 100.000 kr. = kr. Tilsamans — —— kr. (undirskrift) Postsmoga 2029, 165 Argir . Sida 3 m=- on