týsdagur 18. november 1986síða 20
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Foroya Banki tekur stig
tíðindi úr Foroyum hvorja viku
Feroyskir sjómenn, sum
sigla »Uti«, skulu ikki
longur vera við sviðið sod,
tá tað snýr seg um at fáa
tíðindi heimanífrá.
Hetta hevur leiðslan í
einum av okkara peninga-
stovnum — Feroya Banka
— nú ásannað og hevur
avgjørt at bera so í bandi,
at tíðindi úr Feroyum
verða send ellum skipum,
ið feroyingar sigla vid,
eina ferð um vikuna. Her
er talan um øll skip, ið
hava telex, og tað hava
flestu skip í dag.
Tað hevur leingi verið
stórur saknur á tílíkari
tænastu og hóast sj&
menn, sum hava verið
heima í frí, hava gjert vart
heimanifr
til at sjómenn faa
€
við hesa eftir teirra metan
ótolandi steðu, so er einki
hent í málinum
Árni Nielsen í Feroya
Banka sigur við Sosialin,
at teir hava arbeitt við
hesi ætlanini nú í eina tíð
Vit halda tað er rætt
at knýta tættari samband
við sjómenn okkara, sum
eru burturstaddir ein stór-
an part av árinum, sigur
hann og vísir á, at tað var
tá teir herfyri fingu ein
nýggjan lærling, ið
frammanundan hevði ver-
ið sjómaður, at teir komu
á hugskotið at taka stig til
at lata sjómonnum okkara
tíðindi.
Árni Nielsen sigur, at
bankin metir tað hava
FÅ
a
stóran tydning, at Ssjó-
menn kunnu fáa hesi tíð-
indi ókeypis, og at teir
kunnu fáa tey uttan mun
til, hvar á knettinum teir
eru staddir.
Bankin hevur longu sett
ein journalist til at taka
sær av hesum arbeiðinum.
Hann skal tó bert arbeiða
við tí nakrar tímar um vik-
una.
Ætlanin er so at lata til-
farið til Lyngby Radio,
sum so sendir tað út til
skipini eina ferð um vik-
una. Fyrstu ferð hesi tíð-
indi verða send verður
leygardagin 22. novem-
ber.
Tey verða so send til øll
skip, sum hava telex. Tað
verður so leygardag kl.
11.30. Men av tí at vána-
lig hoyrilíkindi kunnu
gera, at hesi tíðindi ikki
koma fram, so er ætlanin
at endursenda tey leygar-
dag klokkan 12 og náttina
til sunnudag kl. 01.30 eis-
ini.
Í tíðindaskrivi til bleðin
sigur Feroya Banki, at
endamálið við hesi ókeyp-
is tænastuni er ikki at
taka nakað frá feroysku
pressuni, men heldur
tverturímóti at vekja
áhuga hjá sjómonnum fyri
tí, ið teir ymsu fjølmidlar-
nir hava at bera fram.
Dentur fer at verða
lagdur á í stuttum at bera
tíðindi um sjóvinnu, her-
undir fiskiskap, hvat leg-
ting og landsstýri takast
við og annað leyst og fast
um tað, sum hendir í land-
inum.
Tíðindini fara so eisini
at verða rættiliga fesk, tá
tey koma fram til okkara
sjómenn. Tað fer at bera
til at hava seinastu tíðind-
ini við frá fyrraparti
fríggjadag, t.v.s. at tíðindi
nýtast ikki at vera eldri
enn eitt samdegur, tá fer-
oyskir sjómenn so langt
burturi sum í Australia
ella Japan hava tey.
leygardag kl. 11.30 á GMT á radio/telex kanal
leygardag kl. 12.00 á GMT
og náttina til leygardag kl. 01.30
Mentanardagar í Fuglafirði
Stór stevna 19. til 22. februar
Tónleikur og siðsega
verða hevuðsevnini í
mentanarstevnuni, ið
verður í Fuglafirði 19. til
22. februar. Men har verða
eisini framsýningar av
ymsum slagi, fundur fyri
listafólk, og arbeitt verður
eisini við at fáa onkran
sjónleik á skránna.
Síðan í summar hevur
ein fyrireikingarnevnd i
Fuglafirði arbeitt við
stevnuni. Í fyrireikingar-
nevndii eru Frits Johanne-
sen, Andrea Lervig og
Herluf Berthelsen. Tey
hava arbeitt saman við
starvsnevndini í Lista-
fólkasambandi Feroya.
LISA hevur tvær ferðir
áður verið við til at gjert
slíkar stevnur, eina ferð í
Frits Johannesen stjórnar gentukórinum í Fuglafirði
Klaksvík og eina ferð í
Suðri.
Við tónleiki er Fugla-
fjørdur væl fyri. Tað eru
kór og hornorkestur.
Fleiri ungir fuglfirðingar
eru burturi og útbúgva
seg, og ætlanin er at fáa
onkrar teirra heim til
stevnuna. Á stevnuni
skulu verða tvær konsert-
ir, og aftaná er ætlanin at
framføra konsertina í
Norðurlandahúsinum.
Ein siðsegulig framsýn-
ing verður, har gomul am-
boð og aðrir lutir úr Fugla-
firði, ið siga nakað um
bygdaseguna, verða at
síggja. Ætlanin er eisini at
sýna gomul skjel fram,
eitt nú handrit hjá Victor
Danielsen.
Fyri at fáa lív í sjónleik-
in í Fuglafirði skipar MáF
fyri skeiði, ið verður 21.-
22. november og 5.6.
desember. Tað verða
Laura Joensen og Jórun
Simonsen, sum undirvísa.
Ein kabarett verður eis-
ini. Henni stendur Niels
Midjord fyri. Kabarettin
verður í hellini á Kambs-
dali.
Skráin er ikki liðug enn.
Í høvudsheitum er hetta
stevna, ið byggir á tað
mentanarliga í Fuglafirði,
men har nakað vantar,
koma onnur listafólk við
ískoyti og stuðla.
Gunnar Hoydal, for-
maður í LISA, sigur, at
bæði bygdarráðið og fólk í
Fuglafirði hava sýnt sera
stóran áhuga fyri stevn-
uni. Uppskotini hava ver-
ið so nógv, at tey rúmast
næstan ikki.
randi
Tað er ikki nakað heilt
lítið tal av feroyingum,
sum fer at fáa ágóðan av
hesi nýggju tænastuni
Tað snýr seg helst um ein-
ar 1.000 feroyingar, ið
sigla við umleið 100 fiski-
og handilsskipum kring
heimin. Íroknað her eru
eisini teir fiskimenn, ið
veiða á fjarleiðum við
bæði føroyskum og út-
lendskum skipum.
Sent verður yvir
Lyngby Radio aftaná
donsku sjómanstíðindini
hvenn:
412-1245-1816
810-1226-1731
412-609-810
-
Klaksvik
fær |
vardan |
verkstað
Nú verður ein vardur
verkstaður settur á
stovn í Klaksvík. Ar-
beitt hevur leingi
verið við hesum máli,
og á fundi í gjár sam-
tykti Landsstýrið at
leiga heli til verkstað-
in. Verkstaðurin
verður í fyrrverandi
Sjóklædnavirkinum í
Klaksvík.
Nú skal reglugerð
gerast fyri verkstað-
in, og síðan verður
sekt eftir fólki.