Sosialurinarkiv
Sosialurin 1986-11-22, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 22. november 1986síða 7

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 132 — 22. november 1986 Sjálvur haldi eg, at hetta fyri fleiri árum síðan átti at verið sett í verk. Leon sipar til grein í Dagblaðnum, har Svend Áge Ellefsen roynir at jarða allar ætlanir um sjó- vinnuskúla í Suðuroynni. Eg kann geva Leon rætt í, at Svend Áge, Fólka- flokkurin og Dagblaðið hava roynt at lagt eftir Suðuroynni, og ikki minst tí vinnulívi, sum er á Tveroyri, og sumt er enn- tá givið út í bók. Heldur ikki tann nýggi trolarin, sum skjótt kem- ur til Tveroyrar, er slopp- in undan at fáa sítt. Tíverri sær tað út til at vera meir enn ein slanga í paradís sum Leon tekur til. Pauli Ellefsen sær út til at vera farin í part við bróðrinum, og kom hetta greitt fram, tá umreðan av legmansreðuni varð út- varpað, har Pauli E. segði, at Rankin og Suðringur hevdu fingið 10-11 mill. úr landskassanum síðsta ár. Pauli E. eigur at vita, at tann skipan vit hava við studningi, gevur teimum mest studning, ið fiska mest. So hetta er ikki komið av, at onki er fisk- að, tverturímóti. Tvey skip burtur úr øll- um flotanum skuldu nevn- ast, sjálvt um aðrir eisini hava fingið, sum ikki vórðu í tí endanum, sum Suðringur og Rankin síð- an teir komu. Hesir máttu ikki nevnast við einum orði. Eitt skip í Vági fekk somu viðferð í Dimma- lætting frá Paula E. áðr- enn tað fór í drift og líka til tað íkki kláraði seg meir, av góðum grundum. Rætt er, tá sagt verður í greinini hjá Leon, at Fólkaflokkurin ikki hevur víst samferðsluni til Suðuroynna nakran tokka, men lítið mætari hevur verið hjá samband- inum. Seinasta landsstýr- issamgonga skar niður uppá siglingina til Suður- oynna, tí tað var ov dýrt, varð sagt. Alla aðrastaðni bleiv túratalið óbroytt ella upp- sett. Eitt er víst, tann bati, sum er gjerdur sein- asta árið, skal halda fram til ein brúkilig skipan er komin. Ein sambandsmaður, Jákup Mortensen, legði tó rygg til, tá aðrri vildu taka eitt tak fyri sigling- ini til Suðuroynna. Mær tykir at innan Sambandsfl. stóð hetta tak ikki hegt í metum. Eg haldi, at bæði Svend Áge og Leon blanda ting- ini saman, tá tosað verður um plasering av sjóvinnu- skúla, har flakavirkið og onnur fiskavirkir eru. Var talan um fiski- vinnuutbågving, so var sjålvandi fyrimunur at verið í nánd av fiskavirki, men hetta kann ikki vera treyt, tá sjómansútbúgv- ing umræður. Eg eri sera væl nøgdur við. at hendan útbúgving nú kemu rí lag, tí skal okk- um verða lív lagað sum sjóvinnutjóð, so má út- búgvingin á hesum eki ikki dragna. Eg trúgvi ikki, at viljin manglar hjá teimum trimum — samgonguting- monnum, og heldur ikki hjá ti fjórða uttanfyri, at fáa skúlan lagdan í Suður- oynni. Við góðari vón Henrik Old Framhald av síðu 4 vellin, sum ætlaður er at leggja á Gundadalsekin- um. Spurdur um hvussu verður við ætlanunum til rennibreyt og annað í samband við frían ítrótt við niðara vell sigur Jan Christiansen, at nær hetta verður gjert er ivasamt, men meguleikin er at gera rennibreyt um niðara vøll, sum helini hjá fótbólts- feløgunum verða løgd har sum tey nú eru ætlaði. Settar eru 7 miljónir av til stadioneki hesi fýra árini, men rennibreytin er ikki við í hesi upphædd — og hon er dýr. Stuðul til byggingar — ikki til rakstur Býráðið í Havn letur stuð- ul til frítíarfelagsskapin eftir teirri meginreglu, at stuðul verður latin til bygging, men ikki rakst- ur. Tað kann tá hugsast, at sjálvt smærri feløg freist- ast at fara undir bygging av dýrum felagshúsum í staðin fyri at finna bíligari loysnir. Spurdur um bý- ráðið ikki ger hesum feløg- um eina barnatænastu við hesi meginregluni til studning, sigur stadion- nevndarformaðurin, at felegini vita sjálvi, hverja skuld tey seta seg í, og um tey eru fer fyri at gjalda hesa aftur eru tey best sjålvi før fyri at svara fyri. B36 húsið til B36 hús? Spurdur um tað ikki var bíligari og skilabetri loysn at latið B36 fingið síni hús aftur og bygt ein barna- garð til bernini í B36 hús- inum, sigur Jan Christian- se, at húsini eru alt ov lítil til B36, og tí er hetta eing- in loysn. Hann leggur aftrat, at framtíðarætlanirnar = við- víkjandi Gundadalsøkin- um eru at samskipa ekið og fríðka um tað. Og hetta arbeiðið, sum fer at taka nógv ár, er nú byrjað í smáum. tór.- Síða 7 Útvarpið og mál okkara W. Poul- Johan Hendrik sen Tekk fyri, at tú ringdi i gjárkveldið. Jú, nú havi eg lísið greinina hjá Jóhan Hendrikki. Eg skilji greinina soleiðis. hóast tað er ikki beinleiðis sagt. at Niels Juel trokaði Jó- han Hendrík út úr útvarp- inum við >Orðabókini<. Hver er orsekin, ha? Hvussu kundi hetta henda? Fólk spyrja. og tey undrast. Var »Ordabékin« so tydningarleysur tåttur i utvarpinum, at hon skuldi skúgvast út av útvarps- skránni? Hver maður spyr Øll spyrja. Jú, Niels Juel sígur í jánkasligum brævi við blødini: »Men tå id Jóhan Hendrik takkar fyri seg, so må tað takast til eftir- tektar.« Hetta ljóðar er- kymlandi. Er tað út- varpsnevndin, ið hevur givið Niels Juel boð um at koyra Jóhan Hendrik á dyr við »Ordabékini«, ella hevur Niels Juel av sínum eintingum ftíkið hesa steðu? Eitt svar eigur at koma. annaðhvert frá Niels Juel ella frá út- varpsnevndini, um hver orsekin er. Tað fer al- menningurin at krevja. Jú, tað er ringt at gera metingar um tað, ið hent er, tá ið einki frættist um orsekina tíl hesa sjáld- somu avgerð. Hvat heldur hetta? Ju, tað er rætt, og nú rennur mær í huga tær mongu ferðirnar, vit hava verið samdir um, at eina- ferð fór kinkur at koma á í útvarpinum, tí har hev- ur frá byrjanini verið ov lágt til loftið, tá ið rúmd var væntandi at koma fyri máli og mentan. Men annað var íkki at vænta, tí har saknaðist hegni, vilji og kærleiki. Og í endanum á nevnda jånkasliga brævi sigur Niels Juel: »At enda havi eg hug at seta fram spurningin, hvør id hevur verid meiri føroyskur enn utvarpid.« Hetta sigur Niels Juel tå um uttan at blúgvast við. Hvat heldur tú? Ja, eg veit ikki, um ein skal gráta ella læa. Undantiknar tær send- ingar, har menn og kvinn- ur hava greitt frá lívi og lagnu síni, hevur verið og er fátæksligt í útvarpin- um á málsliga og ment- anarliga ekinum Eg haldi, útvarpið hev ur verið og er ein daglig málspilla árið í kring Jú, várt kæra gamla móðurmál, tað fór illa Nú hesin svári tvidråit- ur millum okkara sera kena málfreðing Jóhan Hendrik og Niels Juel endaði so syrgiliga, at »Ordabokin«, sum fólk kring landið alt freddust um, hverja ferð hon kom, er steðgað í útvarpinum, rennur fram fyri meg brævaskifti við vinmann. Hesin maður hevur sera stóran tokka til móður- málið. Úr nekrum brotum úr brevum hansara, eg her fari at endurgeva, síggja vit, hvussu harmur hann er um ta viðferð, móður- málið hevur fingið í skúl- unum og fjølmidlunum. Hann skrivar: »G60i vinur! Eg vildi so fegin skrivad, helst til tin, ið hevur verið so trugvur og beinasamur vid meg. Ilt er divad hjå tær at skilja, hvussu tor- ført og tungt tad er hjå mær at skriva… Tá id eg fór úr skúlan- um 14 ára gamal, dugdi eg illa at lesa og als íkki at skriva móðurmálið. Danskt lósu vit sum brent. Lærarin hevði ann- að at hugsa um enn at læra okkum móðurmálið. Hann finglaðist helst við politikk.... Úr skúlanum fór eg til skips nekur ár. Síðan fór eg uttanlands at sigla vid farmaskipum. Eg var 30 ára gamal, tá ið eg kom heim aftur til Feroya. Mær longdist altíð heim aftur. At lesa móðurmálið gekst ikki væl, nú eg var komin heim, og enn verri gekst mær at skriva tað.... Tað var soleiðis hjá mær, at eg rendi meg ímóti tí danska málinum — eg flekjist í tí — í ellum mínum orðavali og orða- lagi.... Lættari var hjá mær at skriva danskt >„tvætli- mála, hetta málið, sum í øldir og enn í dag avskepl- ar okkara fornu tungu.... Eg havi hoyrt, hvussu rama feroyska málið er borið fram, og hvussu tað er skrivað. Munur hevur sjálvandi verið og er á skrivaða málinum og tí talaða.... Eg kenni tað sum stolt- leika at eiga 6. norrena málið, og eg haldi al'ir feroyingar áttu at rætt eina betandi hond. Jú, men eg haldi eisini, vit av øllum alvi eiga at verja mál okkara. Einki mál, einki fólk Eg havi roynt at menna meg málsliga við at lesa frálíku rithevundar okk- ara: Hans Andrias, Heðin Brú. Martin Joensen, Chr. Matras og eisini William og Jergen Frants nú bekur teirra eru komn- ar á okkara mál, og væl hevur munað Hvussu nógva rúmd hevur út- varpið vigt verkum teirra nevndu, eg meini viðgjert verk teirra bókmenta- liga? Svarið man óivað vera tað, at útvai pið ong- antid hevur átt og enn ikki eigur evni til at gera sovordid arbeidid. Vordin sum føroyskur menning- arstovnur. Minnist meg rætt, heiðraði útvarpið Heðin Brú á 80 ára feðing- ardegi hansara við einari gamlari sending. Hvat gjørdi útvarpið tá ið mæta skald okkara Krist- jan Osvald Viderø varð 80 ár? Tað yður av spurning- um.… Hóast góðir lunnar eru lagdir, hava seinastu 20 árini verið lagnutung fyri mál okkara... Ilt er at byggja borð fyri báru, og má hetta sannast, tá hugsað verður um, hvussu illa mál okk- ara verður hagreitt í skúl- um og fjelmiðlum.... Dýrabaru endingar- sjálvljóðini í málinum verða týnd, orðalagið av- lagast, og málburðurin kámast so við og við av ellum tí fremmanda árin- inum, sum mest ger vart við seg í útvarpi og bleð- um.... Vit hava fingið stásilig- astu og dýrastu skúlar, og enn koma næmingarnir eftir próvteku rennandi út úr teimum við students- húgvu á hevdinum, men duga ikki einfaldastu bendingarnar í feroyska málinum... Og Útvarp Feroya, sum fleiri ferðir um dagin kemur inn í hverja stovu í landinum, har teir »stuttu« útvarpsmenninir við sínum målspillandi tungum pota sitt av- bronglaða orðalag og annað »jammerligt misk mask<, sum Hammers- haimb tekur til, inn i oyr- að á hverjum barni.… Ja, so kann vera spurt, hver uggi er í at eiga prýðilig, stór hús og heli, ið málsliga og mentanar- liga eru tóm... Í sjónvarpinum hoyra vit Finnboga — eftir at hann hevur fingið sær - son í endan á eftirnavnin- um — síga: »vid hensyn til«.… Eg haldi, stødan er ikki góð... Niels Juel Arge, utvarps- stjóri Nú er tað ikki einans tað danska málið, ið ger okkum mein. Enska og kanska meira tað amer- iska geylið, flutt verður inn á bondum og plátum, fyllir tey ungu við óment- an.. Semjast vit og taka dik á okkum, hjálpa vit mál- inum.. Ødrvisi hevði óivað ver- ið í dag, varð rætti madur- in settur sum leiðari á Út- varpi Feroya frá byrjan- ini... Tá høvdu vit ikki í dag havt útvarpsmenn, ið so at siga dagliga noyða fólk at snara fyri tíðindunum og eðrum sendingum... Jú, sum vit so tíðum hava havt á lofti og verið samdir um: Niels Juel átti aldri at verið settur sum stjóri fyri so týdning- armiklan fjølmidil, sum útvarpið er. Hann hevði hverki målsligar, ment- anarligar ella útbúgving- arligar treytir at rekja eitt so kravmikið starv... Men Niels Juel heldur væl standa til, — ja, og kanska heldur útvarps- nevndin tað sama — so leingi Niels Juel spælir happadráttarmaður, sum fær nógvan pening at renna í kassan hverja viku frá 2000-10000 vón- sviknum lurtandi feroy- ingum... Betri hevði óivað verið, um hesir vónsviknu lurt- arar lótu hendan pening av hjarta, tí teir fingu mentanarlig virði fyri hann. Men so er tíverri ikki... Ja, hvat dámar tær? Jú, eg haldi avgjert hasin vinur tín hevur grein í sínum máli. Ja, tú, loksins kann verða spurt: hví letur íkki legtingið tann pening, id krevst til útvarpið á mannsemiligan hátt? Tað er móðurmál okk- ara, málið snýr seg um — ikki um Niels Juel Arge. Vit eru púra samdir. Ja, vit hittast aftur. Málvinir