leygardagur 29. november 1986síða 7
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 135 — 29. november 1986
Triðja floks borgarar
— Í egnum landi
„Vit vilja halda
Sudurafrika hvrtt.
At halda tað hvitt
merkir, at tey
hvítu skulu halda
fram við at ráða í
ollum lutum tað
merkir hvitharra-
veldi í allar ævir.«
Soleiðis målbar Henrik
Verword, forsætisráðarri
seg í parlamentinum í
Sudurafrika 1963
Enn tann dag i dag er
henda yvirlysing grundar
lagið undir hvíta Suður
afrikapolitikkinum
Hóast onkrar brovting
ar hava verið, hóast talan
av og á hevur verið um
ábetur á viðurskiftini hjá
teim svertu, so er handa
yvirlýsing framvegis
stavnhaldið hjá hvíta
Tjóðskaparflokkinum,
sum í dag ræður í Suður-
afrika. Í roynd og veru er
einki broytt í politikki
teirra hvítu ella boaranna.
Tað einasta, ið broytt er,
eru nevn og heiti
Tað er púra beint, at
tann eygsyniligi rasu-
skilnaðurin, sum t.d. buss-
ar fyri svert og hvít, benk-
ur fyri svert og hvít o.s.fr.
er burtur. Somuleiðis er
orðið »apartheit« ikki al-
ment í nýtslu meir — talað
verður í staðin um »separ-
ate development«, sum
merkir nakað tað sama.
Avisir privatskúlar taka
upp hvít einsvæl og svert.
Men hetta er bert at
síggja til. Í hinum endan-
um er rasuskilnaðurin
vorðin upp aftur sterri,
kúganin av teim svertu
harðrendari, og politisku,
sosialu og búskaparligu
rættindini og meguleikar-
nir hjá teimum svertu eru
munandi skerd.
Hetta er gjert við ser-
lóggávum, undantaks-
steðum, polititerrori og
torturi, ja við at kriminali-
sera alt politiskt virksemi,
sum hevur til endamåls at
broyta apartheitskipan-
ina.
Steðan í Suðurafrika er
sum kunnugt sera spent
orsakað av apartheitstýr-
inum, sum sjálvsagt hev-
ur sínar seguligu retur,
sum ganga langt aftur í
tíðina, heilt til 1652, tá
teir fyrstu hvítu niður-
setumenninir, hálending-
ar, settu búgv í Kappro-
vinsini.
Boar, sum teir nevnd-
ust, bardu seg longur og
longur inn í Suðurafrika í
stríð við svort fólkasleg
og bretska koloniveldið
Líðandi vórðu tey
svertu fólkaslegini kúgað
Hetta, at ein lítil fáment
tjóð megnaði at vinna á
fleiri svørtum tjóðum,
tali var nógv, nógv
til. at bo
ar alt meira foru at kenna
sum 1
størri, gjerdi sitt
tt harrafólk,
seg Sum €i
sum var útvalt at ráða
yvir teim svertu
Henda rasistiska hei
spekin varð seinri útbygd
til, at tey
svertu skuldu
eiga leiklutin sum bilig ar
beiðsmegi hjá teim hvítu
og á hesi bílig kúgaðu
arbeiðsmegi vertun
og littum, ið vóru innflutt
sum trælir úr Ast
Mosambique í 1700-tali
um, hvílir tað hvíta bú
skaparliga harradømiå
Soleiðis mentust
nir ella afrikanarnir, sum
teir kalla seg, uttan sam
band við allan utviklingin
í Europa í 18. og 19. eld,
og hetta er nokk ein for
kláringin uppá teirra
eftir okkara metan
ótrúligu trongskygni,
fanatismu og avskeplaða
mentunar- og lívssýn
Kríggið móti Bretlandi
og endaligi ósigurin í 1902
skapti beiskleika og hat-
ur, sum nerdist av teim-
um búskaparligu, sosialu
broytingunum, sum inn-
limanin í Bretska heims-
veldið bar við sær.
Beiskleiki boaranna
vendi sær ímóti bretum í
landinum og ellum, sum
teir hildu hótta seg. Hetta
er grundin til teirra ideo-
logi samstundis sum hon
er rasistisk, er antibretsk,
antisemitisk, antikatólsk
og antiliberal.
Boar hildu seg hava
nógv at hevna og gjerdu
tað so sanniliga eisini, tá
teir endiliga langt um
leingi aftur fingu politiska
valdið í landinum. Hetta
hendi í 1948, tá ið núver-
andi stjórnarflokkurin
»National Party« fekk
meirilutan i hvita parla-
mentinum. Tað var hesin
flokkur sum alt fyri eitt
fór undir at styrkja steðu
boaranna mótvegis eðrum
hvítum, men fram um alt
settu gongd á apartheit-
skipanina. Apartheit er
sostatt ikki nekur gomul
skipan. Apartheit varð
fyrst av álvara sett í verk
við eini umfatandi lóg-
gávu aftaná 1948 og hev-
ur til endamáls at halda
rasurnar skildar sundur í
Suðurafrika. Við hesari
lóggávu hevur hvíta stýr-
ið hjá Verword, Vorster og
Bota stig fyri stig tikið
boar
aftur tey avmarkaðu borg-
ara- og mannarættindini,
sum tey
áttu, meðan bretar ráddu í
svertu hóast alt
landinum
Men apartheit er ikki
bert vanlig rasisma
Apartheit er eisini eitt
system, ein politikkur
Endamálið við apartheit
ella Separate development
er, at svarta fólkið í Suð-
irafrika, te. 75 av øll-
um ibugvum, skal spjað
ist eftir ættarbólkum og
ymiskum
heimlond
Hesi
bantustans svara til 12
av samlaða landaekinum,
búsetast í 9
sjálvstýrandi
um, Bantustans
og hava ta vánaligastu
jørdina
Tey svertu eru vorðin 3
floks borgarar í egnum
landi, tey hava bert loyvi
til at vera í hvítu økjun-
um«, so leingi tey fungera
sum bílig arbeiðsmegi hjá
teimum hvítu. Kvinnur og
bern verða skild frá monn-
um og pápum, tey skulu
verða verandi eftir í yvir-
fyltum reservatum. Um
hvussu viðurskiftini í hes-
um bantustans eru, siga
telini frá ST eitt sindur
1) 40% av ellum bernum
doyggja áðrenn tey
fylla 9 ár
2) politiskt eru tey svert
diktatur, har svartir
einaræðisharrar for-
melt útinna tað vald,
sum veruliga liggur í
Pretoria hjá teim
hvítu
3) hóast tey skulu klára
seg sjálv við landbún-
aði, noyðast tey í
bantustans at innflyta
90% av ellum matver-
um, so vånalig er jerð-
in
Soleidis er stødan i hesum
»heimlondum«. I størbyn-
um er hon upp aftur verri.
Her liva milliónir og aftur
milliønir i slummi, undir-
lønt, uttan utbugvingar-
meguleikar, uttan heilsu-
ligar hentleikar. Soleiðis
eru t.d. 43% av ellum teim
svertu í býunum analfa-
betar.
Onkur undantek eru í
ávísum býarpertum, t.d. í
ávísum pertum av Soveto,
har myndugleikarnir hava
bygt upp eitt toluligt tæn-
astusteðu at sýna fram
fyri góðtrúgvnum europe-
iskum blaðstjórum og
tingmonnum sum koma at
vitja.
Meðan tað eru 90.000
hvítir studentar, eru bert
9.000 svartir, hóast tey
svertu umboða 75% av
fólkinum. Millum hvítar
nyfødingar doyggja bert
20 út av hverjum 1.000 í
fyrsta í býunum,
somu tel fyri tey svertu í
liviåri
byunum eru 135 ut av
1.000. Tey svørtu hava
ongantíð góðtikið sína
ringu stødu. Longu í 1912
varð ANC, størsti og elsti
borgararættindafelags-
stovnaður. I
stríddist ANC
livikorum og
rættindum
skapurin,
mong ár
fyri betri
politiskum
Sama gjerdu aðrir felags-
skapir PAC og
ICL
Í fyrstuni og heilt upp
til okkara dag trúðu ANC-
leiðararnir upp á non-vio-
lence ikki-harðskap
Politiskt vóru leiðararnir í
ætt við Gandhi, sum jú
vaks upp í Suðurafrika, so
har var long siðvenja fyri
sum t.d
non-violence og civil dis-
obedience.
Hvíta minnilutastýrið
svaraði við valdi og harð-
skapi.
Nelson Mandela, forseti
ANC's, varð handtikin.
Bert eitt heimsumfatandi
trýst bjargaði honum und-
an deyðanum. Hann situr
nú í fongsli á fimm og
tjúgunda ári.
Aðrir sluppu íkki við
lívinum. Steve Bike æt ein
ein av hundraðtals
svertum politikarum, sum
eru myrdir í Sudurafrik-
anskum fongslum.
ANC og PAC, kirkjur-
nar — samkomurnar —
fakfelogini vendu sær til
útheimin um stuðul.
Í Rhodesia virkaðu bú-
skaparlig tiltøk. Boycot
av øllum handilsligum,
politiskum og mentunar-
ligum samskifti gjørdu
sitt til at fella rasistiska
stýrið hjá lan Smith.
Hugskotið var Bret-
lands. Hví so ikki nýta
sama taktikk?
Biðið varð um búskap-
artiltøk móti Sudurafrika.
Í ST var stórur meiriluti,
men Bretland legði nú nið-
ur veto.
Kortini eru ræðuleikar-
nir vorðnir so ógvusligir,
órætturin so himmalróp-
andi, at land aftan á land
tók undir við handilsboy-
cotti. Ikki minst eftir at
moderatir leiðarar sum
Desmond Tuto mæltu til
tað sama.
Endamálið og ætlanin
við handils- og samskiftis-
banni eru
1) moralskur stuðul til
tey svertu
2) at tiltekini eru einasta
hjálp altjóðasamfelag-
ið kann veita anti-
apartheitstýrum
3) at tiltek svara til at
Síða 7
Vit prenta reðuna, sum Jóannes Dalsgaard, ting-
maður, helt í samband við 1. viðgerð av uppskoti
landsstyrisins um at banna øllum handli vid
Suðurafrika
Meirilutin av heimsins
tjóðum ganga nú inn fyri
tiltøkum.
Vit kunnu koma uppi
henda meiriluta við at
samtykkja tað uppskot,
sum liggur á tingborði í
dag.
Búskaparliga merkir
hetta lítið fyri apartheid-
stýrið, fyri svertu and-
steðuna merkir hetta mor-
alskan stuðul.
Fyri okkum merkir ein
samtykt tað sama sum at
varðveita okkara umdemi
og æru.
taka kúgingarvápnini
frá Pretoria
4) at tiltøk fara at stytta
um tað borgarakríggj,
sum nú í roynd og
veru leikar á í Suður-
afrika
5) Við tiltøkum stillar tú
ell menniskju yvirfyri
einum vali
Ert tú í móti tiltek-
um, ert tú fyri apart-
heid. Eingin kann
taka undir við sam-
starvi við apart-
heidstýrið og sam-
stundis vera í móti ap-
artheid.
Leys størv
Á gjaldstovuni eru tvey størv leys at
søkja.
Talan er um skrivstovustørv i rokn-
skapardeild gjeldstovunnar.
Í deildini verður arbeitt við framkomn-
um edv-systemum.
Fólk við útbúgving í skrivstovuarbeiði
hava fyrimun, men at seta skrivstovu-
næming kann eisini koma upp á tal.
Løn sambært sáttmála millum Føroya
Landsstýri og Starvsmannafelagið.
Umsóknir við prógvum og megulig-
um viðmælum verða at senda gjaldstov-
uni í seinasta lagi 16. desember 1986.
FØROYA GJALDSTOVA
Tórshavn