Sosialurinarkiv
Sosialurin 1986-12-02, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. desember 1986síða 7

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 136 — 2. desember 1986 Odugnaligir grinda formenn eiga at leggja 5 frá sær í stundini — sigur Jákup Andr. Mohr, grindaformaduri Havn Gamalt er í Feroyum, at allur bati betir. Undirrit- aði havi nú í nekur ár víst á nekur vandamál, tá ið tað snýr seg um grind, men nú fari eg at gevast Tann líkasæla og tverr- andi innlit í, hvat spurn- ingurin snýr seg um, sum eg síggi hjá teim flestu sum hava við grind at gera, er eftir míni metan út um alt mark. Tað tykist mær at teir ikki skilja álv- arsemið í spurninginum, tá ið tað snýr seg um grind, men tað kann vera, at teir hava ov nógv um oyruni, soleiðis at skilja, at tað ikki er pláss í teirra hevdi at viðgera grinda- spurningin, Feroya fólki at gagni. Eg eri sannferd- ur um, at verður ymiskt, sum undirritaði hevur ávíst, ikki tikið til um- hugsunar í stundini og loyst sum skjótast á skila- góðan hátt, fáa vit uttan iva skjótari enn mangur grunar bann fyri at drepa grind í Feroyum. Tá hetta bann kemur, vaknar uttan iva mangur føroyingur úr dvala og må bara ásanna, at gjerd gerð fær onga vend. Tann dag grindabann verður sett í gildi í Feroyum, vil eg siga tað soleiðis, hatta var høgg, ið munti, og bleiv harvið kutað eitt stórt stykki av Feroyum, og hevdu vit sjálvir skuldina í ti. Nýggja grindareglu- gerðin $ 18, sum sigur utt- anumdemisbátar og - manningar, hava ongan rætt til dráps-bátspartar, uttan so at sýslumaðurin ella grindaformaður hevur biðið teir/tær, elvir uttan iva til orrustu, koma grindir, tí bátar úr einum grindaumdømi vilja eftir hesi skipan uttan iva berj- ast sum úlvur á skóg fyri at fáa grindina at leggja beinini í sínum umdømi, tí annars smyrja teir ikki knívin. Tað er lætt at skilja hes- ar síðstrevndu, tí í mong- um feri eru tað teir ið hava knossast í tímavís við grindina, og er tað hug- stoytandi hjá teimum at lata grindina frá sær til bátar úr grindaumdemi, sum teir sjálvir ikki hoyra til. Tað er lætt at skilja at skaði kann standast av hesum. At sett verður bann at drepa grind í grindaum demi, tá grindin er feitast, er ikki at skilja, stundis sum stórt grinda sam- trot eri eðrum umdømum, og eisini flutnings- møguleikarnir i dag so frá líka góðir. Eg skilji væl, at fólkið sum býr i grindaumdømi, sum valla eigur grindabit- an, er ónegt og ikki sørt firtið um hesa hepisleysu skipan, og ikki so fá av hesum fólkum (væl skilj- andi), tey siga sum so, nú havi eg næstan gloymt, hvussu grind og spik smakkar. Eg fái ikki bit- an, so eg havi einki ímóti, at forboð verður sett fyri at drepa grind. Feroyingar hava higar- til verið eitt friðarfólk, og vóni eg ikki, at eisini tey fara at mótmæla avlíving av grindahvali. Ta tíðina grindin er feit- ast, er nærum einki fremmandafólk í Feroy- um, og mong av teimum skilja ikki, at eitt stórt kríatúr, sum verður avlív- að, má bleða nógv, og hugsa sær, at tá sjógvurin rodnar er alt blóð (ógvus- ligt), men teirra atfinning- ar eru sanniliga ikki altíð ógrundaðar. Undirritadi var fyri kortum á hvalvág har grind skuldi haldast til, og var eg komin við báti mín- um saman við 4 reskum grindamonnum, og ellum hugsandi sum einum rett- um grindabáti hoyrir til. Á vánni vóru fýra for- mansbátar, og legdu vit at borði hjá einum av teimum at spyrja, hvussu vit skuldu fyrihalda okk- um og hvat teir ætlaðu, og vit vóru sanniliga íkki komnir sum saboterar, men ætlaðu okkum at gera okkara ítarsta at fáa alt at ganga so fyrimynd- arliga til sum gjerligt. Vit fingu sum vátan vettin frammaná, hvat vit fingu var eitt sera ónærisligt svar, og tað var hugstoyt- andi, tí vit vóru komnir í bestu meining. Vit svar- aðu ikki hesum óheviska grindaformanni, men sóu skjótt, at hann var neyvan einsamallur og alt annað enn væl fyri, og var tað mín persónliga hugsan, at tað skal vera logið um her spyrst nakað gott burtur úr, og so bleiv. Formans- bátarnir mest; teir troðk- eru aðu ella damlaðu grindina inn á óegnað pláss, og har lá henda neyðars grind og striddist i 1'2 tíma áðrenn hon bleiv høgd av Undirritaði og óivað aðrir við høvdu stóran ampa av ådurnevnda óheviska grindaformanni tí hann lá og sigldi sum óður í hevdinum við mikl- ari ferð millum bátarnar, áðurnevndi grindaformað- ur hevði stóran bát við miklari maskinorku, men eg sá ongan reiðskap á tí bátinum. Teir 90 minuttir- nir ið grindin lá og strídd- ist, vóru svárir fyri meg og bátsfelagar mínar, og einasta grundin til at vit ikki fóru til hús var at vit vildu hjálpa til fyri at fáa so skjóta avlíving sum meguligt, tí tað mátti ger- ast — hon hevði mist gongdina, og bleiv hon ikki hegd og skorin á háls av grindamonnum, so kvaldist hon, men tað gingu 1%: tími áðrenn tað byrjaði. Tá ið drápið var at enda rann mær í huga, um nú eitt sjónvarpslið úr USA stendur á bryggjuni, tvey vóru her í summar. „Jákup Andr. Mohr, vit hava sæð navn títt fleiri ferðir í samband við grindadráp; og meguliga ert tú serkenur hvat grind viðvíkir, og nú eru vit so heldigir at vit hava sæð teg luttikið. Hvat sigur tú til hetta grindadråpi« Tað rennur mær kalt niður eft- ir rygginum, fekk eg henda spurning. Fór hetta dráp í sjónvarpi runt verð- ina ivist eg ikki i, at grindadráp í Feroyum var steðgað í stundini, eg vil meta innan fyri eina viku. Sjónvarpsfólk og síggj- arar eins og óivað nevndir á hegum stigi úti um heimin, men eg vil vóna vit, hava ikki fortreytir fyri at síggja tann mark- leysa kleyvarskap og tað dugnaloysi, sum var or- sekin til hesa, eg má siga óhugnaligu hending. Er áðurnevnda dráp upptikið uttan at vit vita av tí, so gud náði okkum, og eg havi varhugan av at er tað upptikið av onkrum við vinningi fyri eyga, er honum stórur vinningur í væntu. Sum flestu landsstýrið gjert ymiskt fyri at vit framhaldandi báti bátar vita hevur , skulu fåa grind og spik til matna; eg hevði ikki viljað verið í teirra skóm, sum tað skulu gera, um vit geva umheiminum slík kort á hondina (púra óneyðugt). Um so skuldi verið, at nakar tímir at lesa hesar reglur, fari eg at biðja við- komandi at bera yvir við mær, at hetta bleiv so rúgvusmikið, men nú koma neyvan fleiri skriv frá mær. Grindaspurning- urin hevur mín stersta áhuga og taki eg hann í ramasta álvara. Tað tyk- ist mær eitt sindur tilvild- arligt, hverjir ið blíva út- nevndir til grindafor- menn, ja næstan hver Hanus og Janus. At nakar grindaformað- ur í Feroyum roynir at halda grind til við skútu, sum í stødd og vavi er havgangandi far er ikki at skilja, og tað eydnast neyvan, ið hvussu er sjáld- an til lítar. At grindafor- menn kortini gera tað er ófatuligt. At grindafor- menn blíva við at halda til, sum einki duga og kortini gera tað, er heldur ikki at skilja. Dugir grindaformaður ikki at síggja sítt egna dugnaloysi og biður onkr- an annan um at halda til, sum hevur skil fyri tí, má hann koyrast frá í stund- ini, tí tað, at grindin ikki kemur á land, kann skjótt enda við banni ímóti at drepa grind. Verða heilar grindir hegdar ofta fitt úr landi, er bannið víst, og tað havi eg vissu fyri sam- bært upplýsingum, sum eru 100% rættar. Kemur grindin ikki á land, tað kann nokk miseydnast, so má og skal hon útaftur Tað, eg her havi nevnt, og sum eg eisini havi skrivað áður um grind, er Síða 7 álvarsamari, fólk hava minsta ånilsi um, grindaspurninginum nogv enn viðvíkjandi. Tey allar- flestu her á landi so at siga øll liva í tí trúgv, at øsingin ímóti grindadråpi er av å hesum sinni, men her fara tey skeiv. Mótsteðan frá einstakl- ingum er meguliga ikki so hættislig grindadrápi við- víkjandi, men vit hava við måttmiklari kreftir at gera, sum uttan hóvasták kunnu seta bann fyri grindadrápi, fara vit ikki fram við skynsemi. Altjóða hvalaveiði- nevndin er samansett av 42 londum og Feroyar eru umboðarar saman við tí donsku nevndini. Tað, at vit so dánt sleppa at av- líva grindahval enn, er donsku nevndini fyri at takka, sum verjir áhuga- mál feroyinga sum úlvur á skóg, og tekk havi hon fyri tað. Men geva vit donsku nevndini í altjóða hvalaveidinevndini = góð kort í hondina, eg ivist stórliga. Hetta síðsta og tað, at vit beint nú eru uppi í stórari kanning av ollum hvat grind viðvíkir og sum mong lond fíggja, er eisini orsekin til, at vit sleppa at avlíva grinda- hval enn. Í altjóða hvala- veiðinevndini finnast um- boð úr fleiri londum, sum síggja sær stóran politisk- an fyrimun við at royna sum harðast at steðga grindadrápi. Hesi umboð styrkja í stóran mun sína politisku steðu í sínum heimlandi og aftan fyri umboðini standa sera væl- skipaðir umhvørvisfelags- skapir við r'sastórari figgjarorku, og hesi um- boð standa í eygunum á veljarunum i heimlandi sínum uppaftur sterkari. Síggja tit ikki kæru velj- arar, eg eri eisini grenur í yvirmát, tá ið á stendur og eg meini at tað eru orsekir til tess. A hin bógvin er iva- samt, um hesir politikarar eru so góðir við grinda- hvalin, eg ivist stórliga. Eitt skal standa fast. Í okkara núverandi steðu er best at binda um skaddan fingur, tí avger altjóða hvalaveiðinevndin at steðga grindadrápi í Feroyum, og vit íkki fylgja tí í stundini, eru stórir eksportmarknadir lukkað lond, tí hesi lond eru sáttmálabundin í slík- um ferum. Tað eg havi nevnt í hesi grein og eðrum við, er skrivað í bestu meining, og vóni eg, at tað verður tikið í ramasta álvara, og at fókl dugir at síggja trupulleikarnar i eyguni og tekur sær um reiggj. Duga teir menn, sum hava við grind at era ikki nú og beint nú at beta um hesi vandamál, fáa vit grindaforboð. Ein annar máti, og hann kann megu- liga tykjast harðligur, er, at landsstýrið setir bann í eina tíð, heilt stutta tíð, fyri at avlíva grindahval og fáa skil á, soleiðis at vit kunnu forsvara grinda- drápið úteftir. Verður grindin ikki hild- in til við góðum skili, tað kann miseydnast kortini, so má og skal hon útaftur, tí slík dráp meguliga, og allarhelst bara eitt, skal til afturat, so er bannið víst. Eg vil vóna, at hesi vanda- mál eg havi víst á nú í fleiri ár, fáa ábetur í stundini, førovingum at gagni. n 30.11.1986 > í Orshat Jákup Andr. Mohr —— øm