leygardagur 6. desember 1986síða 10
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 10
Landsmidstød fyri undirvísingaramboð:
Í fyrstu syftu skal lands-
stýrið leiga heli til lands-
miðsteð fyri undirvís-
ingaramboð, men sam-
stundis skal landsstýrið
taka upp samráðingar
við Menningargrunnin,
Húsalánsgrunnin og Len-
javningargrunnin um at
keypa ein part av ogn
teirra við Hoyvíksvegin til
landsmiðsteðina
Hetta sigur meirlutin í
mentanar- og skúlanevnd
løgtingsins åliti, sum
varð lagt fyri legtingið
mikudagin
Landsstýrið ætlaði upp-
runaliga at keypa húsið
hjá Emil Juel Thomsen í
Bókbindaragetu, men
hetta hús heldur
mentanar- og skúlanevnd-
in ikki vera egnað til enda-
málið. Í staðin mælir
nevndin til at keypa ein
part av bygninginum,
sum ftríggir almennir
grannar hava keypt við
Hoyvíksvegin. Saman við
umboðum fyri Lands-
skúlafyrisitingina og ein-
um arkitekti frá arkitekta-
fyritøkuni A-Plan er
nevndin komin fram til, at
hesin bygningurin er
rætta loysnin.
Í bygninginum við Hoy-
víksvegin eru umleið 1000
fermetrar sum landsmið-
steðin kann fáa, og grunn-
arnir, sum eiga húsið, eru
sinnaðir at lata lands-
stýrið keypa part í hús-
inum. Enn kunnu teir tó
ikki siga, hvussu hegur
kostnaðurin verður.
Landsmiðsteð fyri und-
irvísingaramboð er fyri-
skipað í fólkaskúlalógini
frá 1979, og tí má haldast
at vera upp á tíðina, at
hon fæst at virka, sigur
mentanar- og skulanevnd-
yrst leiga so keypa
in i ålitinum.
Til raksturin av lands-
midstødini standa 1,5 mi6.
krónur á fíggjarlógini i år.
Landsstýrið hevur skotið
upp at seta 1,9 mió. krón-
ur á fíggjarlógina næsta
ár. Av hesum eru tær
840.000 krónurnar ætl-
aðar til bøkur og undir-
vísingaramboð, meðan
restin skal fara til rakstur.
Meirilutin í nevndini,
Hergeir Nielsen, Hilmar
Kass, Jóannes Dalsgaard
og Eilif Samuelsen, mælir
til at keypa part í húsinum
við Hoyvíksvegin, men at
leiga helini í fyrsta umfari
Meirlutin leggur dent á, at
fermetraprísurin ikki eig-
ur at fara upp um tað, ið
verður latið fyri tilsvar-
andi heli á privata markn-
aðinum. Men tað beinasta
er, at landið ognar sær hel-
ini sum skjótast, sigur
meirlutin. Í seinasta lagi
1. oktober skal landsstýrið
hava heimild til keypið.
Minnilutin í nevndini,
Óli Breckmann tekur ikki
steðu fyrr enn í tingsal-
inum, við tí grundgeving,
at eingin kostnaðarmeting
er fingin fyri at seta
bygningin í stand til enda-
málið.
Fiskivinnuskúlin
byrjar í summar
Ætlanin um at seta ein
skúla fyri fiskiidnad og
havbúnað á stovn er nú
komin so langt, at lógar-
uppskot er lagt fyri tingið.
Uppskotið varð lagt fram
hósdagin.
Hetta verður ein tvey
ára útbúgving, sum gevur
almennan og yrkisligan
kunnleika og fjølbroytta
starvsvenjing.
Frálæran byggir á frá-
faringarroynd fólkaskúl-
ans eftir 9. flokk. Næm-
ingar við stytri skúla-
gongd kunnu tó sleppa
brekið er rættað aftur.
Betri næsta ár
Telefonsambandið til Sumbiar hevur verið út av
lagi vánaligt í seinastuni. Í tímavís kann vera tor-
fert at fáa samband við umheimin.
Vit hava roynt at spurt hver orsøkin er, men
telefonverksstjórin er burturstaddur, og eingin
annar kann siga nakað. Tó vita vit so mikið, at øll
skipanin er ov lítil, og tí er galið við sambandinum
til fleiri bygdir. Roknað verður við, at sambandið
til Sumbiar verður betri einaferð næsta ár, tá ein
útbygging verður gjørd.
Hóskveldið var sambandið millum norðaru og
sunnaru helvt av Suðuroynni í ólagi, men tað
inn á skúlan, um teir hava
arbeitt nøkur år í fiskiidn-
adinum ella å annan hått
verða mett at vera fer fyri
at fylgja undirvisingini.
Allir næmingar skulu vera
fyltir 16 ár.
Útbúgvingin er tvey ár
umframt starvsvenjingar-
tíð, og hvert ár endar við
próvteku.
Starvsvenjingartíðin
kann antin vera eftir
fyrsta skúlaári við 10
mánaðum i fiskiidnadin-
um ella havbúnaðinum,
ella skal næmingurin hava
arbeitt í minst tvey ár í
fiskiídnaðinum ella hav-
búnaðinum. Arbeiðið skal
góðkennast av skúlanum.
Undirvíst verður bæði í
vanligum skúlalærugrein-
um og eðrum lærugrein-
um, sum matverulæru, til-
farslæru, maskinlæru,
reiðskapar- og tóllæru,
havlæru, marknaðarlæru,
virkislæru og mongum
eðrum lærugreinum.
Fyri at tryggja, at frá-
læran á yrkisskúlanum er
í samljóð við menningina í
vinnuni, verður sett eitt
skúlaráð við umboðum
fyri feløg og stovnar á
virkisskinum hjá skul-
anum.
Til fyrsta skúlaárið eru
settir pengar av í uppskot-
inum til fíggjarlóg fyri
næsta ár.
Ein nevnd hevur gjert
eitt álit um útbúgvingina,
og har er eisini ein ætlan
yvir næmingatal, og terv
á helum og lærarum. Sjálv
útbúgvingin er eisini
nærri lýst í álitinum. Hav-
búnaðarparturin av út-
búgvingini er ikki vid
gjørdur í álitinum, og til
at gera hetta hevur lands-
skúlastjórin sett eina
nevnd.
Skúlastjórin fyri skúlan
verður settur fyrst í árin-
um, soleiðis at hann kann
fyrireika útbúgvingina.
randi
Karl varð
afturvaldur
Karl Johansen man vera
væl dámdur sum formað-
ur í Havnar Arbeiðs-
mannafelag. Hann hevur
verið formaður í felagnum
í fleiri ár, og á aðalfund-
inum mikukveldið varð
hann enn eina ferð aftur-
valdur. Einki annað upp-
skot var til formansevni.
Nevndarlimirnir Andre-
as Debes og Tórður Arge
vórðu eisini báðir aftur-
valdir.
Umframt teir sita Kris-
toffer Joensen og Christ-
ian Joensen í nevndini.
Sáttmáli um
vernd av
ferðandi
villum
djórasløgum
Legmaður legði týs-
dagin sáttmála um
vernd av ferðandi vill-
um djørasløgum —
tann sonevnda Bonn-
sáttmálan — fyri ting-
ið. Legtingið skal góð-
kenna, at hesin sátt-
málin verður lýstur at
galda i Føroyum.
Endamálið vid sátt-
málanum er at verja
ferðandi dýr. Sáttmálin
fevnir ikki um dýr, sum
ikki frammanundan
eru friðað í Feroyum
(t.d. bláhvalur, kúlu-
beka, fiskiern,
sangrælingur smb
lista 1 og 2 í sáttmál-
anum).
Málið hevur verið til
ummælis hjá Fiski-
rannsóknarstovuni,
Yvirfridingarnevndini
og Náttúrugripasavn-
inum, og hesir stovnar
hava mælt til, at sátt-
málin verður lýstur at
galda í Føroyum.
Veðhald fyri lánum
til fiskiskip
og fiskavirkir
Landsstýrið hevur lagt
uppskot fyri tingið um
veðhald fyri lánum til
fiskiskip og fiskavirkir.
Sambært hesum upp-
skoti verður landsstýr-
inum heimilað at veð-
halda fyri lánum til
fiskiskip, fiskavirki, og
smolt- og alibrúk, sum
eru komin í fíggjarliga
trongsteðu. Samlada
veðhaldsupphæddin
má ikki fara upp um
15. mió. kr.
Treytirnar fyri at
veðhalda eru m.a., at
líkindi eru til, at rakst-
urin framyvir fer at
bera seg. Har talan er
um fiskavirki
smolt- og alibrúk er
treytin tann, at egin-
peningurin verður
hækkaður við í minsta
lagi 10% av veðhildna
láninum.
|
|
|
Í
|
ella |
sr
sæ
[ER