týsdagur 9. desember 1986síða 6
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Sjúkra-
kassarnir við
eitt vegamót
EIN av fyrstu døgunum verður
Havnar Sjúkrakassi 100 ár, og
man hann vera ein av elstu fel-
agsskapunum í landinum. Tað var
fyrsta fakfelagið í landinum
»Thorshavn Arbejderforening<,
sum tók hetta stig og endamálið
var at „frísk skuldu hjálpa sjúkum
og rík skuldu hjálpa fátækum.
BERT endamálið vísir, at tað hava
verið hugsjónarmenn, sum hava
stovnað sjúkrakassarnar. Og
heldur er einki at ivast í, at teir í
sær sjálvum hava verið stór fram-
stig. Eisini hava sjúkrakassarnir
verið ti »meiniga« manninum ein
stérur studul, tå neydugt hevur
verid at fåa læknahjålp.
MEN samfelagið er broytt ómeta-
liga nógv hesi 100 árini, sum
sjúkrakassarnir hava virkað. Og
ein hevur mestsum varhugan av,
at sjúkrakassarnir ikki rættuligt
hava fylgt við tíðini. Og tí kann
tað stundum felast sum at tað,
sum fyri 100 árum síðan var eitt
stórt framstig, í dag í summum
førum felist sum eitt haft. Fyri at
nevna eitt dømi, roknar sjúkra-
kassin framvegis við A og B lim-
um, sum verða býttir upp eftir
inntøku. B-limirnir gjalda hægri
limagjald, teir hava onkur rætt-
indi, sum A-limir ikki hava. Men
tir skuldu afturfyri gjalda ein part
av læknarokningini sjálvir. Hetta
er ein skipan, sum tåin fyri lang-
ari ti sidan er lopin frå. Sjålvsagt
skulu allir limir í dag hava somu
rættindi og somu skyldur. Afturat
hesum kemur, at sjúkrakassin als
ikki kann umsita hetta uppbýti í
A og B limir. Tí síggja vit A limir
við høgari inntøku og B limir við
lágari inntøku. Vit síggja eisini
hvussu trupult tað hevur verið at
fáa sáttmálar við læknar og tann-
læknar. Og fyri teir seinnu sígja
vit, at tað í veruleikanum er upp
til teir sjálvar, um teir vilja hava
sáttmála ella ikki.
VIT vita, at små »tillop« hava ver-
ið til at fáa nýskipanir innan
sjúkrakassan, men hetta tykist at
arbeiða serdeilis tungt, og í veru-
leikanum er einki broytt her í
mong ár.
NÚ vita vit, at sjúkrakassarnir í
verandi líki fyri mongum árum
síðan eru avtiknir í Danmark. Vit
vita eisini, at tað hevur ljóðað, at
ætlanin er at gera tað sama her á
landi. Í hesum sambandi telur tað
sjálvsagt eisini, at verandi skipan,
har tað at vera sjúkrakassalækni,
er ein privat vinna, har gjaldast
skal fyri hvgrja einstaka kontakt
sjúklingurin hevur við læknan,
sjålvt tá talan er um resept, neyv-
an longur er hóskandi. Og hetta
vilja politisku myndugleikarnir
hava broytt.
VIT ynskja Havnar Sjúkrakassa
hjartaliga tillukku við teimum 100
árunum. Vit ynskja eisini sjúkra-
kassanum eitt langt lív.
MEN her eigur sjúkrakassin sjálv-
ur at vera úti um seg. Henda ong-
ar broytingar kunnu okkara
sjúkrakassar fáa somu lagnu sum
teir donsku. Men kann sjúkra-
kassin laga seg til nútíðina og
kann hann ávísa, at ein framtíðar-
skipan við sjúkrakassarnar er eitt
alternativ til eina framtíðarskipan
uttan sjúkrakassar, skuldi Havnar
Sjúkrakassi trygt kunnað farið
inn í sína 2. eld.
MEN hetta er upp til sjúkrakass-
arnar sjålvar!
+.
Nr. 139 — 9. desember 1986
Åheitan á Læknafelagið
Í Sosialinum frá 2. desem-
ber síggja vit, at Lækna-
felagið nú vil hava eitt orð
at siga um sjúkrahúsút-
byggingina.
Sagt verður at ein fund-
ur hevur verið, og at
seinni verður skipað fyri
einum temadegi, og síðani
at royna at koma við eini
felags niðursteðu.
Fyri tað fyrsta vil eg
siga, at tað er í lagi at fak-
bólkar úttala seg, men fyri
at niðursteðan ikki skal
hava nakra slagsíðu, so vil
eg koma við nekrum
áheitanum til Læknafel-
agið.
Vit vita, hvussu Feroya
geografiska støda er, og
harav stendst, at vit
mugu og skulu framyvir
hava minst 3 sjúkrahús.
Harum er nokk eingin ivi.
Men hvussu skulu nú hesi
virka. Hesi skulu sjálv-
andi virka sum verulig
sjúkrahús, har: læknar
kunnu trívast og útvikl-
ast. Tí mugu onkrar spesi-
algreinar leggjast á
smærri sjúkrahúsini. Tað
eru nógvar sergreinar til,
og á Landssjúkrahúsinum
koma so aldri allar at vera,
vit koma altíð at hava
brúk fyri Ríkishospitalin-
um, sum vit hava nógv
fyri at takka.
Tá tit nú taka avgerð
ella geva eina tilráðing, so
mugu tit minnast til, at
tað er ein ógvuliga stór
ábyrgd tit leggja á tykk-
um sjálvar. Tí um niður-
steðan nú verður, at tey
smærru sjúkrahúsini
koma at hava ringt við at
fáa læknar, so er tað tykk-
ara ábyrgd, og so mugu tit
finna tykkum í at verða
tvangsfluttir til smærru
sjúkrahúsini til viðurskift-
ini eru í lagi. Eg vóni ikki,
at hetta verður neyðugt,
men eitt er vist, at stendst
nakað mannfall av, at nøk-
ur pláss í landinum verða
fyri vanbýti, tá verður
ikki stuttligt at vera tann,
sum situr við ábyrgdini.
Tí vil eg at enda siga.
Lat okkum øll kunna liva
sámuligt ð Føroyum, og
vísa tað gamla góða før-
oyska sinnalagið, nevni-
liga at rætta hver oðrum
eina bróðurhond, sjálvt
um tað kostar í fyrsta um-
fari.
H.
So lítið fantilsi er á tí
teir siga og skriva
Tað er ikki smávegis —
tað ið blød og politikarar, í
navni partapolitiksins,
lata frá sær av, hampuliga
sagt, tvætli. Vælsaktans í
einum alatollianskum áliti
á, at hin »forlipti« veljarin
svølgjir alt við góðum
lysti.
Tak t.d. Sosialin og sosi-
alistarnar, hjå teimum er
Føroya Fiskasela hin
stóra vanlukkan. Uttan at
vita av, so gera teir seg
inn á eina samteku sum
virkar eftir tí sosialistiska
arbeiðsháttinum, har lim-
irnir allir skulu hava sam-
sýning fyri tað teir lata av
hondum. Eingin skal
missa fyri minni gott ar-
beiði, heldur ikki skal nak-
ar hava fyrimun av dygd-
arverki. Við eðrum orðum
eitt kollektiv — og tó ein
bjálki í eygum sosialist-
anna, men einkarbarn
Dagblaðsins.
Taka vit so Telefonverk-
ið, so lamiterar Dagblaðið
inn á hendan stovn, sum
hóast alt virkar eftir ein-
um arbeiðshátti samlíkur
tí borgarliga. Hesin stovn-
ur má beinleiðis út til
brúkaran við rokningini
fyri ta veittu tænastuna.
Brúkarin stendur við
rokningini í hondini og
kann sjálvur gera av, um
tað er dýrt ella bíligt at
telefonera í Føroyum. Við
ábyrgdini stendur ein
maður — ikki nevndir og
ráð, men stjórin sjálvur.
Hetta skuldi komið tí
borgarliga hattinum so
nær, sum ein almennur
stovnur nú einaferð kann
koma — kortini bjálki í
eygum Dagblsåsins, sam-
stundis sum blaðið hevur
landsverkfreðingsstovnin
undir sínum verjandi
veingjum — alt meðan
hesin stovnur stendur á
hevdinum í landskassan-
um.
Hesin hurlivasin nervar
kanska ikki tann ófrælsa,
men fyri hitt fría sinnið og
hin borgarliga hugsunar-
háttin er hetta lítið fant-
ilsi og erkymlandi, ella er
alt berur sjónleikur. Um
so er, so hevði sjónleikurin
verðið fullkomin, um ein
sosialistur gjerdist fiska-
selustjóri og fólkafloks-
maður telefonverksstjóri.
Sent Dagblaðnum og
Sosialinum.
Jógvan í Leðuni
Útspilling
Herfyri vóru einstek
fólkafloksfólk so mikið at
sær komin, at tey fingu
steðgað garpunum á Trað-
arvegnum við fúlu persón-
ligu útspillingini av
hampafólki í >skemtiteig-
inum«: Per í leysari luft.
Tó so, at tá ið ein tíð var
fráliðin, byrjaðu hesir hat-
ursins pennar aftur, og so
við og við komu teir niður
aftur á tað steði teir vóru
á, og má sigast, at teir nú
eru komnir niður á botn
aftur í sugguni.
Serliga eru tað javnað-
arfólk, ið standa fyri skot-
um.
Til seinasta legtingsval
fekk stavnamaðurin sín
stersta politiska kjaftfisk
higartil.
Kollfirðingar og norð-
streymoyingar stuðlaðu
so dyggiliga Javnaðar-
flokkin, at Thomas Arabo
varð valdur inn á ting við
stórum meiriluta, meðan
Fólkaflokkurin av hesi or-
sek misti sítt umboð.
Síðan tá hevur Dagblað-
ið ført eina rættiliga hat-
urskampagnu ímóti
Thomas Arabo.
Dylluprojektið og
nevndin í P/F Dylluni eru
vorðin speirikin og løgd
undir illgruna, at hava
nýtt pening ólógliga. Sam-
stundis hevur Dagblaðið
vidgjørt Thomas á ein
slíkan hátt, at tað týðiliga
skinur igjøgnum, at tann
veldugi stuðul, ið kollfirð-
ingar og norðurstreymoy-
ingar góvu Javnaðar-
flokkinum við at seta
Thomas á ting, framvegis
í dag gevur teimum marr-
una á Traðarvegnum.
Tað sum tó fekk meg at
taka penn í hond, er tann
sjúkliga skriving viðvíkj-
andi fiskapumpuni hjá
Sólbirni Jacobsen.
Sølbjørn hevur so sanni-
liga kent sviðan av ónd-
sinnaðu skrivingini í Dag-
blaðnum, tí neyvan hevur
nakar feroyingur fingið so
nógva blaðrúmd har, og
hevur hon verið 100%
negativ.
Í umreðuni av fiska-
pumpuni verður Sólbjern
stemplaður sum fupp- og
fidusmakari. Meðan teir
veruligu skurkarnir fáa ta
blaðrúmd, teir vilja hava,
til at tileinkisgera tað ar-
beiði, ið Sólbjern hevur
lagt í hesa uppfinning.
Ta er einki minni enn
eitt bragd Sólbjern hevur
gjert. At fáa eina pumpu
at rigga, hóast bæði týsk-
arar, norðmenn og aðrir
ON
GE