týsdagur 9. desember 1986síða 11
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 139
9. desember 1986
Utróðrarmenn misnogdir við prísirnar
í Foroyum:
Betri prisur
við at selja
fiskin feskan
á europeiska
marknaðinum
Føroyski útróðrarflotin leggur árliga um-
leið 30.000 tons upp á land í Føroyum.
Hetta er tann besti fiskurin og fær hann
ikki nóg góðan pris i Føroyum. Kunnu vit
selja henda fiskin feskan til eitt nú europ-
eiska marknaðin, so hevði tað givið sterri
úrteku til bæði skip og manning.
Hetta segði formaðurin í Meginfelag
Utróðrarmanna, Bjarni Vestergaard á
fiskivinnutinginum
Í Norðurlanda-
húsinum herfyri. Hann helt eisini, at fyri
at virkini og flakafólkið ikki skulu verða
heilt við sviðið soð, so ber til at hava eitt
ávíst samarbeið, har tað eru flakavirkini,
sum standa fyri sjálvum útflutninginum.
Fiskurin kundi so eisini verðið flakaskor-
in á virkjunum og síðani sendur ísaður av
landinum.
Vit prenta innleggið hjá Bjarna Vester-
gaard:
Utróðrarbátarnir fiska
millum 25.000-30.000 tons
árliga og skuldi hesin fisk
urin verið so mikið góður,
at hann kann seljast allur
á europeiska marknaðin
ísaður. Ein partur av hes-
um fiskinum er toskurin,
sum er umleið 12.000
tons. Toskurin hevur ein
avrokningarprís, sum
liggur úr 47-74 oyru minni
fyri kilo enn annar fiskur.
Men hesin fiskur kann
seljast. í okkara granna-
londum fyri umleið sama
prís, sum flakið hevur, og
tá ein veit, at tað skulu 2,5
til 3 kilo av útróðrarfiski
til eitt kilo av flaki, og at
tað kostar umleið 16 kr. at
framleiða og selja eitt kilo
av flaki, kann ein tá taka
undir við og siga, at gald
andi skipan gevur mest
meguliga úrteku til okk
ara samfelag?
Hetta og annað hevur
fingið menn til at fara
undir útflutning av fesk
um fiski, og teir prísir hes
ir menn fáa, siga okkum
so mikið, at henda skipan
gevur ikki tað, sum ein
hevði roknað við lð
hvussu so er ikki hvat út
róðrarfiski viðvíkur
Hetta hava vit vitað í
nógv ár, men útróðrar-
menn kenna seg og hava
kent seg tætt knýttar til
tað fólkið, sum arbeiðir á
flakavirkjunum og hava
roynt at livað við galdandi
skipan, men tað er ikki tí,
at teir hava góðtikið hana.
Men eisini teir kunnu
seta eitt mark fyri, hvat
teir lata sær bjóða, og tá
fiskaprísurin fór niður í
heyst, og talan var um, at
studningurin eisini skuldi
minkast, tá varð mett, at
vinnan ikki hevði møgu-
leika fyri at halda fram, og
tí varð landsstýrið spurt,
um meira skuldi takast
frá vinnuni á sjónum,
hvussu skuldi hon tá klára
seg. Svarið, sum givið
varð, var at tað mátti
vinnan sjálv finna út av
Hetta svar meti eg sum
eina avbjóðing, og at fisk
urin verður seldur til tann,
sum gevur mest fyri hann
Tí skal hesin parturin av
flotanum yvirliva, er hetta
einasti møguleiki hann
hevur
So kann hann spyrja
hvár eru so teir bestu
meguleikarnir, tí við teim
um prísum, sum eru gald
andi í Danmark og eðrum
grannalondum við og við
v
Tv
” q
Lá
U
%
"1
*
Bjarni Vestergaard, form. í MU á fiskivinnutinginum:
mest fyri fiskin
tí flutningssambandi sum
er i dag, eru møgueikar at
flyta út fisk millum lond,
og tað liggur væl fyri hjá
okkum feroyingum at út-
flyta allan útróðrarfiskin
til Danmarkar.
Bjarni Vestergaard
segði víðari, at fyri tey
12.000 tonsini av toski,
sum útróðrarbátarnir
fiska, fæst við at selja
hann í Feroyum 76 mill
kr. í avrokningarvirði. Við
tí meðalprísi, sum var
galdandi í Danmark í fjer,
hevði hann havt eitt virði
uppá 132 mill. kr
Vit vita, at flakavirkini
tá tey keypa fisk í Dan-
mark, so royna tey at fáa
fiskin so bíliga sum gjer-
ligt, so tað veruliga virðið
á tí feroyska útróðrarfisk-
inum hevði ligið langt om-
anfyri hetta. Vit hava
demi um hetta, har fiskur,
sum er sendur niður í
heyst, er ongantíð farin
niður um 16 kr., men hev-
ur ligið um 20 kr. kilo, og
hýsa uppí 30 kr., men tað
eru so topppr:s'rnir.
Um tú tekur og útrokn-
ar hesi 12.000 tonsini av
útróðrarfiskinum til flak,
so vísir tað seg, at tað
verður bert til 4.000 tons.
Eg rokni við at tað ganga
út við 3 kilo av útróðrar-
fiski til eitt kilo av flaki.
Siga vit, at hetta flakið
kann seljast fyri 27 kr
kilo, so gevur tað í ellum
ferum ikki meira enn 108
mill. kr., men kunnu vit so
selja fiskin feskan, so
hava vit nógv nógv sterri
vinning, og tað sigur seg
sjálvt, at tað hevði givið
meira til okkara samfelag.
Hvat so við fólkinum á
flakavirkjunum? Vit hava
so sanniliga eisini hugsað
nógv um hatta. Men eg
haldi ikki vit hava ráð til
at lata vera. Eg meini at
útróðrarfiskurin kann
okkum sum
manglar í
Kunnu vit fáa eitt með
geva tað,
alvirði av fiskinum við at
senda hann niður nú í vet-
ur, uppá 16 kr. kilo, so veit
eg ikki, hvat flakaprísurin
skal liggja á, men hann
skal langt upp um 30-40
kr. fyri at uppviga tað, og
tað meti eg ikki, at nakar
meguleiki er fyri.
Tí sendi eg áheitan til
teir, sum eiga flakavirkini
um at samarbeiða við bát-
Vit hava ikki ráð at lata vera
ar, og at teir kundu staðið
fyri útflutninginum, so at
tað blivu ikki bara bátar-
nir og manningarnar, sum
fingu ta meirinntekuna.
Tá kundi tað eisini givið
til flakavirkini og arbeiðs-
fólkið har. Tí vit vita, at
tað verður gjørt í eðrum
londum, at tann feski fisk-
urin verður flakaskorin,
flakið verður ísað og sent
>
-
vit mugu selja har vit fåa
vidari
Tá aðrir kunnu gera tað,
tá ivist eg ikki í, at vit
kundu gjert tað eisini. Tað
er bara at finna fram til
mátan og hvar vit skulu
fara við tí.
Vit hava roynt at kanna
hetta og eg haldi tað letur
seg gera, segði Bjarni
Vestergaard