Sosialurinarkiv
Sosialurin 1986-12-11, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. desember 1986síða 10

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 10 AIDS við at gerast ein heimsumfatandi vanlukka 100 milliónir fólk smittað eftir 5 ár, sigur aðalskrivarin hjá ST-altjóðaheilsustovninum AIDS er um at gerast til eina heimsumfatandi katastrofu, ið fer at beina fyri 350.000 fólkum í Vesturlondum tey næstu fimm árini. Í letuni kenna læknar til umleið 100.000 fólk, ið eru á tí seinasta sjúku-stiginum og fara at doyggja innanfyri 2-3 ár. Hildið verður, at bert í ár- inum 1991 fara umleið 100.000 fólk at doyggja av AIDS í Europu og Amer- iku. Kann sammetast við svartadeyða Hesi telini eru svenskir, franskir og amerikanskir læknar komnir fram til við gransking av AIDS-spjað- ingini tey seinastu trý ár- ini. AIDS kann bert sammetast við ta mest óhugnaligu pláguna, mannaættin higartil hev- ur kent: svartadeyða. Ein stórur munur er kortini svartideyði smittaði elli við tilvildarligum sam- bandi, men AIDS-virusið kann ikki koma ígjegnum heila húð, tað smittar ikki við innanding ella handar- tak, men bert við slím- hinnu-sambandi, serliga kynsligum sambandi ella innspræning. Nógv tann stersti smittuvandin stendst av tilvildarligum kynsligum sambandi. Fólk, ið livir saman við trúgvum maka og ikki hevur kynsligt sostatt leysasamband við onnur, er als ikki í vanda. Tey kynsliga floksutu eru nú tann bólkurin, sum er í stersta vanda fyri at verða smittaður ella ger- ast smittuberar. AIDS- vandabólkarnir eru tískil ikki longur bert homo- seksuellir, prostituerað og rúsevnamisnýtarar, men eisini heilt vanlig fólk, ið ganga inn fyri frælsum kynslívi. Hetta erkymlar ikki sert forsprákararnar fyri kynsligari frígering, og tíðarritið Times greiðir frá tí, at rakstrarrópið ímillum kynsligu liberal- istarnar er nú: >Aftur til eingiftu!« Tey sum ikki eru gift ella liva saman í festum sambandi, fáa tey ráð at vera kynsliga frá- haldandi, vilja tey doyggja ein natúrligan deyða. Bert trý ár at liva Hildið verður, at umleið 3- 4 milliónir fólk í Vestur- heiminum eru longu smittað av sjúkuni, og um talið av teimum smittaðu í Afriku og Asiu verður lagt afturat, gerst tað greitt, at sjúkan hevur longu fingið skelkandi proportiónir. Ikki minni enn 10 mió. menniskju í heiminum líða undir AIDS og stersti parturin av tiemum fer at doyggja. Er AIDS-virusið komið í blóðið hjá onkrum per- „Mr. 140 - 17. desember 1986 AIDS-sjúklingur fær vegleiding sóni, kann hann bert rokna við at liva í 3 ár aft- urat. Virusið hevur tann óvanliga mátan at ferðast uppá, at tað brýtur inn í tær hvítu blóðkyknurnar, soleiðis at granskingaram- boðini hjá læknum ikki varnast tað. So líðandi oyðileggur virusið hvítu kyknurnar, ið sum kunn- ugt eru hevuðsverjan hjá likaminum fyri sjúkum og infektionum. AIDS-virus- ið kann sleppa frå einari kyknu til aðra uttan at fara út í blóðstreymin fyrst, og tískil rínur van- lig koppseting lítið ella einki við tað. Tey nýggju frábrigdini av AIDS eru kanska uppaftur meira ill kynjað enn tað kenda AIDS-virusið. Tað er eis ini vorðið greitt, at tey ið fyrr hava fingið onkra kynssjúku, t.d. gonorré ella syfilis, eru í sterri vanda enn tey, sum eru sloppin undan tílíkum sjúkum Einki mótevni funnið enn Tann óhugnaliga gongdin er avdúkað teir seinastu mánaðirnar eftir intensivt granskingararbeiði hjá læknum og vísindamonn um í teimum londum, sum eru meinast rakt av sjúk uni. Næstan einki kann í løtuni gerast til at hjálpa teimum, ið eru smittað og fara so líðandi at vísa AIDS-eyðkennini næstu árini. Fyriboðanin hjá hes um vísindamonnum fevn ir um tey næstu fimm år ini, men hvat fer at henda aftanå 1991 er ikki greitt Møguliga fara visinda menninir at finna okkurt mótevni, men lítil ella eingin framstig eru gjerd á tí ekinum vísindamenninir kunnu skráseta al Tað einasta gera nu, er at samt fleiri frábrigdi av A IDS-virusinum, summ uppaftur meira skelkand enntye, ið longu eru funn in. Fyri nekrum vikum síðani funnu franskir granskarar eitt nytt virus (LAV-2) iskjur á sama HLV-virusið, sum er tað »klassiska« AIDS-virusið men tða Visti seg, at meiri ið ávirkar menn hátt sum teimum, ið vóru LAV-2, Svenskir vís lutin av smittað av vóru kvinnur AIDS-virusini plettirnir) blóðkyknu, una fyri sjúkum og infekt iónum, og byrja at fram imyrku leypa å hvita høvudsverj leida nyggj virus. Kyknan doyr og verjuskipanin hja likaminum viknar