týsdagur 16. desember 1986síða 10
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 10
Bragdið skift útsjónd
Ítróttafelagið Bragdið, sum higartil hevur ver-
ið eitt felag fyri vektlyftarar, hevur nú broytt
endamálsgreinina, soleiðis at felagið nú íðkar
frælsan ítrótt.
Ítróttafelagið Bragdið er
nú endurstovnað !
Bragdið varð stovnað í
1969, og seinastu árini
hevur Bragdið havt vekt-
lyfting á skránni.
Men síðani hesar so-
nevndu heilsumiðsteðir-
nar eru komnar, hava limir
felagsins nýtt hesar til
venjingar, og tí er avgjert
at halda uppat við felagn-
um.
Men tá samstundis varð
arbeitt við at stovna felag
fyri tey, ið venja frælsan
ítrótt, varð hildið at vera
rætt bert at broyta end-
amálsgrein felagsins, so
rennararnir yvirtóku fel-
agið.
Hetta hendi so seinasta
mikukveld, og nú stendur
so í endamálsgrein felags-
ins, at Bragdið er fyri tey,
ið íðka frælsan ítrótt
Ein fyribilsnevnd varð
vald, og í hana komu
Absalon Hansen, Aki
Hansen og Niels Jákup
Jacobsen, allir aktivir
rennarar.
Hendan fyribilsnevnd
skal so sita fram til febru-
ar manaða, tá regluligi
aðalfundur felagsins verð-
ur.
Felagið ætlar at fara til
verka við hesi nýggju
ítróttagrein, renning,
beinan vegin. Miðað verð-
ur ímóti at fáa ljós á gras-
líkisvellin í Gundadali eitt
kveld um vikuna, har ætl-
anin er at venja tey stuttu
strekkini í renning. Har-
afturat er ætlanin at hava
felags longri rennitúrar
leygardag.
Oyggjaleikirnir, sum
verða á Guernsey í sep-
tember komandi ár,
So skal maldast til
standa ovarlaga å skrånni
hjá Bragdinum. Nakrir
limir felagsins hava i
longri tíð vant til hålvt
maraton, men felagið vón-
ar at fáa fleiri at venja
hetta strekkið, eins og
vónað verður at fáa nógv
fólk at venja styttru
strekkini. Innan tey
styttru strekkini eru
ótaldir meguleikar at lut-
taka í kappingum á
oyggjaleikunum, og um
vant verður miðvíst, er
eingin ivi í, at vit eisin her
kunnu gera okkum gald-
andi í framtíðini.
Øll áhugaði kunnu ger-
ast limir í felagnum við at
venda sær til ein av
nevndarlimunum ella at
ISF-skrivstov-
ringja til
una.
landskappingina 1987
Fótbóltssambandið hevur sent felogunum
spurnarbloð í samband við landskappingina
Hóast 1986 ikki er farið
enn, so skulu fótbólts-
felegini longu nú byrja at
hugsa um lands- og
steypakappingarnar i
1987.
Fyrst í hesum mánaðin-
um sendi Fótbóltssam-
band Føroya feløgunum
spurnarblød og tilmelding-
arskjøl til komandi lands-
kapping. Freistin at boða
frá lutteku er 4. januar
1987 og verður arbeiðið
við at leggja komandi
kappingar til rættis van-
liga byrjað sama dag. Fót-
bóltssambandið sigur, at
sjálvsagt er ikki neyðugt
hjá feløgum, ið hava lið í
1., 2., 3. og 4. deild menn
og í 1. deild kvinnur, at
melda lið teirra til, av tí at
tey eru »føddir« luttakar-
ar, men FSF leggur tó
dent á, at hesi feløg eiga at
siga frá, um tey ikki eru
fer fyri at taka lut í kapp-
ingunum.
Øll feløgini hava fingið
sendandi spurnarbleð, ið
eru grundarlag undir ar-
beiðinum at leggja útgáv-
una av kappingarskipan-
ini til rættis. Fótbóltssam-
bandið heitir tí á øll fel-
egini um at vera nærlegd
og ansin tá tey fylla hesi
spurnarbleð út, soleiðis at
sleppast kann undan
óneyðugum misskiljing-
um og ftrupulleikum.
Hetta tí at tað krevst
nógv orka og nógv tíð til
at rætta hesar meguligu
misskiljingar.
A spurnarbleðunum
skulu standa litirnir á
búnunum hjá ymsu liðun-
um, hverjir umboðsmenn-
inir eru, navn og tlf. nr.,
um felagið skal hava
stevnu, upplýsingar um
nevndir felagsins, um utt-
anlandsferðir o.a.
Nr. 142 -
Sjonvarpssått-
málin góðtikin
A stjórnarfundi í
,
Ítrtotasambandinum
friggjakvøldiå fekk såttmålin við sjónvarpið
tað endaliga góðkenningarstemplið, og sjón-
varpið kann nú fara undir at gera føroyskar
ítróttasendingar. Hesin sáttmálin gongur fram
til árslok 1989.
Sjónvarpssáttmálin er nú
at enda viðtikin og komin í
gildi.
Nakað herfyri undir-
skrivaðu Sjónvarp Feroya
og Ítróttasamband Feroy-
a sáttmála um sjónvarp-
ing av føroyskum ítrótti.
Undirskrift Ítrótta-
sambandins var tó treytað
av góðkenning stjórn
ISF's, og hendan góð-
kenning kom í lag á stjórn-
arfundi friggjakvøldid,og
harvið er sáttmálin komin
í gildi.
Hesin sáttmálin gevur
Sjónvarpinum rætt til at
taka upp og senda ítrótta-
sendingar innan allar
ítróttagreinar. Tó kann
Sjónvarpið ikki senda fót-
bólt, hondbólt og kappróð-
ur beinleiðis fyrr enn frá 1.
januar 1989.
Sáttmálin fevnir um trý
ár, fram til endan av 1989,
og fyri hesi trý árini skal
Sjónvarpið gjalda 100.000
kr. fyri rættindini at taka
upp og senda.
Eisini stendur í sáttmál-
anum, at Sjónvarpið eigur
at senda minst 25 tímar
av føroyskum ítrótti um
árið.
Eftir at stjórn ISF's
hevði góðkent sáttmálan,
spurdi Ítróttarsosialurin
Heðin Mortensen, for-
mann ÍSF's, um hansara
viðmerkingar til sáttmál-
an.
— Eg haldi, at hesin
sáttmálin er brúkiligur,
bæði fyri Sjónvarpið og
fyri Ítróttasambandið,
sigur Heðin Mortensen.
— Tað er greitt, at í slík-
um samráðingum fær
hvergin partur øll síni
ynskir igjøgnum, og
taðfingu vit heldur ikki í
hesum feri.
— Men kortini må eg
siga, at eg eri glaður fyri,
at sáttmáli nú er komin í
lag millum hesar báðar
stovnarnar, og tað er einki
at ivast í, at hesin sam-
arbeiðssáttmáli kemur at
tæna ítróttinum sum
heild.
Ein kontaktnevnd situr
millum útvarp og sjón-
varp eðrumegin og Ítrótt-
arsambandið hinumegin. Í
hesi kontaktnevnd sita
Heðin Mortensen, Niels
Nattestad og Berge B.
Hansen.
Uppgávan hjá hesi kon-
taktnevnd er at samskipa
sendingarnar, at geva tey
ymisku loyvini til send-
ingarnar og at koma við
uppskotum um, hvat skal
sendast av ítrótti.
Heðin Mortensen sigur,
at viðvíkjandi sjónvarps-
sáttmálanum má arbeið-
ast fram ímóti, at allar
sendingarnar sýna ítrótt á
breiðum grundarlagi og at
allur ítróttur er við.
— Eisini eigur sjón-
varpið at vitja út til feløg-
ini, og lýsa teirra steðu,
sigur Heðin Mortensen,
formaður í ÍSF, at enda
við Ítróttarsosialin.
16. desember 1986
oo.
AAA ————
Er