Sosialurinarkiv
Sosialurin 1986-12-19, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. desember 1986síða 14

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Menningarhjálp latast til menningarlond og ikki til yskt vinnuliv — Hjálpin, føroyingar skulu lata menn- ingarlondum, skal latast uttan baktanka ella treytir, men vit skulu harafturímóti hava álit á teimum londum, sum fáa hjálp- ina, segði Jóannes Dalsgaard, tingmaður m. a. undir umrøduni av uppskoti fólka- floksins um at seta pengar av á fíggjarlóg- ina til menningarhjálp. Framsegumaður fyri fólka- flokkin var Jógvan Sund- stein. Hann vísti til, at eitt líknandi uppskot um menn- ingarhjálp varð felt á tingi í 1981 Hann segði, at endamálið við hesum nýggja uppskotin- um er ikki at lata humanitera hjálp eins og gjert verður við teimum privatu innsavning- unum. Peningurin skal ístað- in setast í ein grunn, sum um- sitin av eini løgtingsnevnd skal latast til føroysk projekt i menningarlondunum. Talan er um at seta av ialt 1 pro- millu av bruttotj6darurtøk- uni á fíggjarlógina Jógvan Sundstein vísti síð- ani til dømi, har feroyingar við hepnari hond hava latið slíka menningarhjálp, sum hetta uppskotið sipar til Demini eru bátaprojektið í India og so fiskavirkið í Sene- gal Við at geva teimum eina tráðu at fiska við, so hjálpa vit teimum betur enn við at ókeypis fisk, helt Jógvan Sundstein, sum lata teimum mælti til at koyra málið í figgjarnevndina Samgongan longu sam- tykt menningarhjálp Karin Kjelbro tjfl. helt hetta uppskotið vera ikki stórt annað enn eina lutvísa av- rif , t ry sKTITt IDDSKOLtinumn 1081 JR ser iggjarn seta 5 mill. kr. av til r ingarhjålp. Hetta er eisini i samgonguskjalinum og nu ST hevur gjørt 1986 til ser- stakt fridarår, so helt Karin Kjølbro tað eisini vera rætt og natúrligt, at Feroyar lata hjálp til menningarlondini. Hon helt tað annars vera ikki sert ósmæðið av fólka- flokkinum at koma við einum tílíkum uppskoti, nú flokkur- in er við til at gera Feroyar til skammar í Suðurafrika- spurninginum og samstundis hevur mælt til at gera land okkara til álopsmál. Hjálp til føroyska vinnulivid Jóannes Dalsgaard jvn.fl. helt uppskotið hjá fólka- flokkinum líkjast meira hjálp til føroyska vinnulívið enn til menningarlond. Og tað er so júst tann vegurin ein ikki eig- ur at ganga. Hann vísti á, at tann hjálpin, sum menningar- londini ynskja, er ein hjálp, sum verður veitt uttan bak- tanka og uttan treytir frá gevaralandinum av nekrum slag Vit kenna jú fleiri av teimum vanlukkum, sum staðist av, at hjálp verður latin við tí fyri eygað at styrkja vinnulívið í gev- aralandinum, har demi eru hava um landbúnaðarmaskinur fyri milliónir, sum standa og rusta Jóannes Dalsgaard segði. at so gott sum øll hjálp úr Norðurlondum til menning- arlondini verður latin uttan baktanka og full eftir teimum treyt- nakran KOmilga sum menningarlondini i St 1 B Sig loyra í ekt c serliga av tí, at tað er ein maður, s € góðar for treytir fyri arbeiða við í menningarlondum, ið stend- ir fyri projektinum. Men menningarhjálpina til Sene- gal helt Jóannes Dalsgaard, at vit áttu at tosa minni um. Ikki tørvur á hjálp frá fólkaflokkinum Hann vísti annars til, at sam- gongan nú hevur avgjert at seta 5 mill. kr. á fíggjarlógina til menningarhjálp, so grund- arlag var als ikki fyri upp- skotinum hjá fólkaflokkin- um. — Eg vil annars mæla til, at vit greiða hetta málið utt- an nakra hjálp frá fólkaflokk- inum. Eg kundi eisin iilla hugsa mær, at nekur menn- ingarlond vilja taka ímóti hjálp frá einum flokki, sum hevur Dagblað og stavna- mann at bera boðskap sín út, og við tí steðutakan hesi hava til mong av menningar- londunum. Vit eiga tí at lata fólkaflokkin standa uttanfyri og sjálvi greiða hetta mál, segði Jóannes Dalsgaard. Byrjan Tordur Niclasen, KFFFfl. KoLlinun 1 folkatio og helt heldur eig: annars jålpa enn at revsa. Vid hesum ipadi nann Sudurafrikamålid, sum var fyri å i herfyri. Hann helt tað annars vera at undr ast á, at vit ikki fyrr enn í 1986 fara at lata menningar hjálp. Sjálvur helt hann, at vit eiga ikki at lata 0,1% av bruttotjóðarúrtekuni, men heldur gera sum ST sigur og lata 0,7%. So hann metti uppskotið hjá fólkaflokkin- um bert at vera ein byrjan Hilmar Kass sjfl. seg vera bilsnan av at hoyra Jóannes Dalsgaard fara so illa við uppskotinum og bert tí, at fólkaflokkurin hevði lagt tað fram Hann helt annars, at feroy- ingar kunnu gera veruligt gagn í menningarlondunum við eini slíkari skipan, sum her varð skotin upp. Hilmar Kass hevði ikki álit á, at slík hjálp verður givin beinleiðis sum neyðhjálp, men helt tað vera betur, um hjálpin varð latin til ávís pro- jekt, soleiðis sum skotið varð upp. segåi Almennar gåvur til privat! Hans J. Debes tjfl. segði seg ivast stórliga i, um slík hjálp, sum skotið varð upp at lata, fór at gagna tí partinum av heiminum, sum hevur hjálp- ina fyri neyðini. — Eg havi varhugan av, at sjálvt grundarlagið undir hesi ætlan er ikki tað rætta. Mær dámar sera lítið hesa sundurbýtingina at skula geva almennar gávur til priv- atar fyritøkur, sum skulu gera ílegur í menningarlond- unum til tess at fáa inntekur sjálvar, meðan tað sum skal koma til hesi mongu menn- iskju sum líða neyð, eru svong og sjúk, skal vera sum olmussa gjøgnum privatar innsavningar. Hans Jacob Debes ur tjóðveldisflokkinum: — Hetta uppskotið luktar ikki sørt av, at vit skulu til at geva al- mennar gávur til privatar fyritøkur, sum skulu gera iløgur i menningarlondunum til tess at fáa inntøkur sjálvar, meðan tað sum skal koma teimum, sum líða neyð, skal koma sum olmussa gjøgnum privatar inn- savningar. Jóannes Dalsgaard undir tingviðgerðini av uppskoti Fólkafloksins um menningarhjálp: — Hetta uppskotið er einki annað enn plástur á sárið fyri at dekka út yvir ta skomm, sum Fólkaflokkurin hevur veitt Feroya fólki við fyrst at senda chefideolog sín til Suðurafrika fyri at taka lógvatak við drápsmenn, kúgarar og rasistar, og harnæst við at snara 180 gradir í einum máli, sum hevur verið grundvellurin undir fólka- flokspolitikki síðani Hákun Djurhuus tann 13. januar 1961 sjeyt upp at mótmæla fremmandum hervaldi. Hans J. Debes spurdi, hver tað var, sum skuldi mennast av hesi menningarhjálp! — Mær tykir tað, at tað eru privatir íleggjarar í gevara- londunum, sum skulu menn- ast, meðan tað so skal dryppa eitt sindur á tey, sum veruliga hava brúk fyri nógv- ari og skjótari hjálp. Hann helt tað vera ein betri politikk, at tað eru tey lond, sum skulu brúka hjálp- ina, ið sjálvi fáa hann til at umsita. — Hetta uppskot fólka- floksins er ikki humaniter hjálp, men hjálp til teirra sum vilja gera handilsiløgur í menningarlondunum. Mær dámar sera illa samanbland- ingina av privatum áhuga- málum og umberingina fyri ikki at lata humaniter. hjálp. Hans J. Debes vísti eisini til samgonguskjalið og vón- aði, at samgonguflokkarnir fóru at vera við til at lata meningarhjálp av tí slagnum, sum fleiri av samgonguting- monnunum hevdu mælt til Vit avgera hjálpina Pauli Ellefsen smbfl. helt tað vera rætt at tilrættaleggja, tá talan er um menningar hjálp, soleiðis at skilja, at ein veit, hvat hjálpin skal brúk- ast til, tá pengar verða settir av til slíka Hann segði seg ikki kunna taka undir við, at ávís upp hædd ella partur av brutt tjóðarúrtekuni verða sett figgjarlógina hvert ár. Hann nælti til at seta 6 mili. kr ein grunn. lað skal so ikki gjaldast úr h n grunni uppá >má og m hann tók til, men bert gjaldast út, tá tað eru ávís projekt menningarlondunum, har føroyingar eru uppi i Hann helt ikki, vit eiga at byggja upp dýra umsiting til at taka sær av eini fastari játtan til menningarhjálp eins og okkara grannalond hava gjørt tað. Heldur eiga landsstýri og figgjarnevnd í felag at gera av, hvussu pengarnir skulu brúkast. — Vit eiga at seta pengar av eftir tørvinum. Tað kann jú koma hartil, at tað eru fleiri projekt. Tað vil so held- ur ikki vera nakar skaði hendur, um slík hjálp eisini gagnar okkara egna búskapi, segði Pauli Ellefsen. Álit Jóannes Dalsgaard jvnfl helt fyri, at hevuðstreytin fyri allari sunnari menningar- hjálp er álit á móttakaraland- ið og at tað sjálvt setir treyt irnar - Hesi minni mentu lond- ini eru troytt av teimum treytum, sum gevaralondini seta, segði hann Hvat nú um eitt land noktar at taka ímóti eini ávís ari hjálp, sum vit vilja geva! Hvat vildi Jógvan Sundstein sagt, um okkara vinnulívs- menn ynsktu at hjálpa einum landi sum Nicaragua við fiskiskipum og fiskiídnaðar- teknologi og landið so heldur vil hava pengar og kunnleika at byggja skúlar fyri Jóannes Dalsgaard helt, at ynskti fólkaflokkurin veru liga at vísa vælvild móti slík um fólkum, so átti hann at sett uppskot fram á tingi um, it vit skulu taka ímóti so og so nógvum flóttarfólkum úr triðja heiminum Hetta er tað flest onnur ond gera meira ella minni heilhjartað. Tá kundi so verið ihugavert at sæð hjartalagið fólkaflokkinum og okkara vinnulívsmonnum. Vit skuldu kanska til at bjóðað teimum hendavegin, hýsa teimum, givið teimum ; }