Sosialurinarkiv
Sosialurin 1986-12-23, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. desember 1986síða 20

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tíðindablaðið Ongantíð fyrr hevði tað verið strævið hjá Bjarka at farið avstað, honum hevði ongantíð nýtst meira enn eitt samdegur til skotbrá. Tað vóru ser- liga tær ferðirnar, tá ið onkrum eðrum barst und- an í síðstu letu, so skuldu teir altíð hava onkran við, sum kendi eitt sindur til málið, ella sum skjótt kundi seta seg inn í viður skiftioni. Soleiðis segdu teir, ið hvussu er, altíð við hann, tá ið teir komu renn- andi eftir honum, ella tá ið allar telefonirnar kimaðu í síðstu letu. Og soleiðis hevði tað eisini verið í gjáramorgunin. Skrivstovustjórin hevði leitað eftir honum allan fyrrapartin, hann hevði ringt bæði oman og niðan, men uttan úrslit. Øll hildu seg hava sæð Bjarka vera komnan til arbeiðis, so- leiðis sum hann plagdi, men eingin visti at siga, hvar hann var. Hann var ivaleyst farin at kanningar í aliringinum, gera hildu tey og góvu seg til tols við tí, tí so var hann farin út á fjørdin, og kom aftur um ein tíma ella so Men fyrraparturin og eingin Bjarki kom aft og nú fekk skriv- stovustjórin knappliga nógv um at vera — Hetta ber ikki til. Er maðurin í heila tikið kom- in til arbeiðis í morgun? Skrivstovustjórin fekk einki svar, men umsíðir segði ein av konunum, at hann kundi roynt at ringt heim og vita hvussu vorð- ið var. Bjarki tók hornið. Tá ið hann hoyrdi, hver var í hinum endanum, mintist hann knappliga til, at hann hevði gloymt at ringt og sagt, at hann var noyddur at vera heima fyrrapartin, tí at dótturin var sjúk. Tað var nóg ringt, sum tað var. Og so hetta aftrat. Bjarki fekk sagt, hví hann ikki var komin til arbeiðis, og um- bar seg at hann ikki hevði ringt, men gentan hevði so nógvan hita, at Skrivstovustjórin royndi at bróta hann av, men Bjarki fekk lagt aftrat, at hann kom til arbeiðis seinnapartin. Skrivstovustjórin hevði ongar viðmerkingar. — Tú, Bjarki, segði hann, her er eitt mál, sum FEKK, uriaftur vit mugu hava avgreitt beinanvegin. Innbj6ding er komin at luttaka å eini norðurlendskari ráð- stevnu fyri havbúnaðar- freðingar, stevnan verður hildin á Hvanneyri í Ís- landi. Innbjóðingin hevur tíverri forligid seg, og nú ringdu teir í morgun úr Reykjavík og spurdu, um vit ongan luttakara æt! aðu at senda, teir vildu so fegnir hava eitt umboð úr Feroyum eisini. Satt at siga hevði eg ætlað mær at farið sjálvur, og hevði tí lagt mær innbjóðingina inn á skriviborðið, men nú er tað handa Feroya-vikan í London seinni í heyst, sum eg fyrst og fremst hugsi um. Hvat sigur tú til hetta? Tú mást avstað í morginári Hetta var ikki fyrstu ferð, at Bjarki, upp á standandi fót, segði: ja, at tað mátti fara at ganga, og nú legði hann heldur ikki petti í um øll á skriv- stovuni hoyrdu, hvussu gentan græt á gólvinum So hoyrdu tey ið hvussu er, at hon var sjúk Men tað var eitt, sum Bjarki gloymdi í hesum sambandi, og tað var, at Elin var byrjað at arbeiða. Hann hevði higartil verið vanur at siga ja í eystur og vestur, tíðliga og seint, uttan nakrantíð at taka fyrilit til nakað sum helst, tí at hann visti, at Elin var altíð til reiðar, at hjálpa honum við at gera seg lidnan. Elin syrgdi fyri ell- um, hon hugsaði um alt. Hann skuldi bara eta mat- in og lata seg í klæðini. Og tá ið hann soleiðis var noyddur at svara upp á standandi fót, so segði hann bara ja og amen. Hann visti væl, at barnið var sjúkt og skuldi hald- ast heima nakrar dagar aftrat, hann visti eisini sera væl, at Elin hevði eitt starv at rekja, og ein ar- beiðsgevara sum hon altíð skuldi standa til svars fyri. Hóast alt hetta, so hevði hann bara sagt ja, at hann skuldi fara til Ís- lands í morgin; uttan at hava nakra sum helst sjálvsteðuga hugsan um málið, bara fyri at gera skrivstovustjóranum ein beina, og sum eina umber- ing fyri at hann hevði gloymt at ringt í morgun. Og so visti skrivstovu- stjórin eisini av, at Bjarki hevði eina frálíka reðu liggjandi í taskuni, eina rødu, sum hann hevði hild- ið fyrr men undir eðrum umsteðum og fyri ødrum fólki. Men hví hevði hann ikki hugsað um hetta beinan- vegin, og í minsta sagt við stjóran, at hann skuldi hugsa um tað og ringja aftur seinni. Ella hví hevði hann ikki bara sagt, sum var, at tað stutt og greitt lá ikki fyri, dótt- irin var sjúk, og Elin heyði eisini sítt arbeiði at rekja. At hann tíverri ikki slapp avstað við so stuttum skotbrái. Ístaðin fyri at gloypt tilboðnum, skuldi hann havt gjert seg kost- baran, roynt at borið seg lagi undan vegna tað og tað, ella kanska skotið upp, at sjtórin royndi at finna onkran annan, kanska onkra av teimum kvinnu ligu evnafreðingunum, sum ongantíð sluppu nakrastaðni. Tað var ein óskrivað treyt, at skuldu tær hava frí við len, so máttu tær leggja ein ny- føding á borðið sum fylgi- skjal við umsóknini Bjarki tordi ikki at hugsa tankan lidnan. Fyri tað fyrsta var hann ikki til ar- beiðis, og fyri tað næsta hevði hann gloymt at ringt, og so at skjóta upp fyri stjóranum, at onkur av teimum kvinnuligu evnafrødingunum kanska kundi farið avstað! Tank- in hevði súsað igjøgnum hevdið á honum, men hann hevði ikki verið mað- ur fyri at givið hesum tankanum veingir at flúgva við. Hann hevði valt ta stytstu og skjót- astu loysnina, sagt: ja, tað man fara at ganga. Sostatt hevði hann hjálpt skrivstovustjóran- um úr eini skammiligari knípu, við at siga ja, so at hesin, hóast alt kundi siga ja víðari, men so mátti hann eisini sjálvur standa sum Svarti Per, tá ið Elin kom heim. Hann hevði lagt hornið á aftur, og sá fyri sær skilið á arbeiðsplássinum. Hurð- ar, sum flaksaðu upp á víðan vegg, orð og setn- ingar, alt í leysari luft — eingin at finna nakra- staðni. Eingin gjørdi nak- að til nyttu. Heima og passar bern mitt í arbeiðs- tíðini, maður í festum BROT . Stuttsoga eftir Martin Næs . Astrid Mc Donald teknaði starvi! Hann sá stjóran fyri sær. Vabbandi runt við pappíri í hondini, penninum í munninum og so í hasum ótolandi tufl- unum. Bjarki tók ta grátandi gentuna upp av gólvinum. Hví skuldi tað vera so trupult at vera barn. Í veggustovuni segdu tey, at sjúk bern máttu hald- ast heima. So tóku tey hana heim og høvdu boð- sent læknanum, og hann hevði sagt, at gentan var ikki sjúk, tey skuldu bara lata vera at máta hitan í henni í tíð og ótíð, og so hevði hann skrivað teim- um eina resept upp á hostasaft. Tá ið Elin kom heim, stóð Bjarki í ulpuni til reiðar at fara avstað. — Eg havi skift á henni, givið henni at eta, og nú svevur hon. Hann hevði altíð ein heilan hóp at siga henni um dóttrina, og ser- liga hvat hann hevði gjert fyri hana. Hvussu hann hevði gjørt, og hvussu hon hevði gjørt afturímóti. Alt segði hann fyri Elini. Út í æsir. Elin var vís í, at hann hevði ikki tímað at lurta eftir sær so leingi í senn, skuldi hon givið eina tílíka sjómansfrágreiðing, hverjaferð Randi hevði gjørt i buksurnar, og hon hevði skift á heni. Hon visti heldur ikki, um hon hevði tímað at brúkt tíð upp á tær frágreiðingar- nar. — Eg fari til Íslands í morgin. — So? — Ja. — Til hvat? — Veit ikki. Hann sjålv- ur, tå veitst, ringdi i morgun og segåi, at eg måtti endiliga fara. Ein norrøn ráðstevna fyri fiskaalarar ella okkurt so- vorðið. — Og hvat so? — Hvat so? tók Bjarki uppaftur. — Ja, við Randi. Hon er ikki resk enn, hon skal vera heima nakrar dagar aftrat. — Ja, tað mást tú um, eg má avstað. Og nú var tolið uppi hjá Elini. Hálvpest læt hon seg úr knarvakotinum, legði tað á ein stól, og sett- ist í trappurnar upp á loft. Eg kann ikki vera heima fyrrapartin í morgin. Eg havi avtalur við trý ymisk fólk áðrenn degurða, og eg kann ikki senda avboð nú. Men eg má avstað, segði Bjarki avgjerdur á málinum. Kanst tú ikki avlýsa fundirnar við hasi fólkini? Eg skilji teg íkki, Bjarki. Tú gremur teg um, at tín len er ov lítil. So fari eg út at arbeiða, og tú fylgir væl við hverjaferð lenin hjá mær kemur, men knappliga so gloymir tú, at eg eisini havi eitt starv at rekja. Fyri bara tíggju tímum síðan sótu vit og gjørdu av, at tú skuldi vera heima fyrrapartar- 23. desember 1986 min