týsdagur 6. januar 1987síða 6
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Telefon 118 20
Argjavegur 26, 3800 Argir
Postsmoga 76. 3800 Tórshavn
Liberalisering
og oljugjald
HILMAR KASS segði í einum út-
varpaðum orðaskifti herfyri, at av
teimum samgongum, sum hann
hevði verið við í, var henda sam-
gongan tann, sum førdi tann
mest liberala politikkin. Hesum
kunnu menn hava ymsar hugs
anir um, men einki er at ivast i, at
henda samgongan i størri mun
enn aðrar hevur latið vanligar
fíggjarligar lógir vera avgerandi í
vinnulívinum. Eitt dømi um hetta
er, at undanfarna samgonga førdi
tann politikk, at restaði í hjá vinn-
uni, skuldi tað almenna gjalda
rokningina við hægri játtan á
fíggjarlógini. Meðan henda sam-
gongan førir tann politikk, at
vinnan skal og kann klára seg við
teimum einaferð avsettu upp-
hæddunum. Hetta hevur eisini
vist seg at bera tiul, og er hetta
eisini tann sunnari politikkurin.
NÆSTA STIGIÐ hjá hesi sam-
gongu verður eisini at »liberal-
isera« fiskiidnadin á landi i tråd
vid tad uppskot, sum kom fram
hesum vidvikjandi å fiskivinnu-
tinginum, soleidis at virkini ikki
sum higartil verða tryggjað eitt
skiftisavlop, sum tryggjar virkj-
unum undir nærum øllum um-
stoðum. Hetta kemur at merkja,
at virkini eisini koma at merkja
bæði hækkingar og lækkingar í
fíggjarligu gongdini, og mega
laga seg eftir tí. Tá henda ný-
skipan er gjøgnumførd, kann ið
hvussu er sigast, at henda sam-
gonga hevur verið munandi meira
liberal enn nakar av teimum
flokkum, sum i dag í andstøðu
kalla seg liberalar!
EIN ROYND á hesum økinum er
tó miseydnað. Tað er uppskotið
um at avtaka nevndina til ásetan
av prísum á ídnaðarfiski. Grund-
gevingin fyri hesum var tann, at
tað í veruleikanum var høpisleyst
at hava eina prisåsetingarnevnd
bert fyri eitt virki, og annars at
einasti máti at fáa hægri prísir í
ídnaðarfiski var at lata okkara
egna fiskamjølsvirki kappast frítt
við tey donsku virkini. Tað er jú
soleiðis, at skipini í dag eru so
stór, at tey í flestu fórum kunnu
fara niður til Danmarkar at landa,
tå prísurin í Føroyum ikki er kapp-
ingarførur. Og mett var at ein slík
kapping kundi fara at roynast bet-
ur fyri ídnaðarfiskprísirnar enn
ein prisnevnd.
Útgevari :
Ábyrgdarblaðstjóri:
Fyritaksstjóri:
Blaðfólk:
Ljósmyndari:
Uppseting:
Prent:
HETTA UPPSKOT fall tó í ting-
inum, og orsøkin man vera tann,
at ístaðin fyr prisåsetingarnevnd-
ina mælti landsstýrið til at seta
somu skipan í gildi aftur, sum var
galdandi undan prísnevndini,
nevniliga við eini eftirlitsnevnd,
sum als onga heimild hevði.
Hevði eftirlitið í staðin verðið lagt
undir studningsnevndina, sum júi
er tann nevndin, sum ásetir
studningin til idnadarfisk, hevði
málið kanska tá ikki fingið eina
slíka lagnu á tingi
HETTA MAL eigur at verða tikid
upp aftur. Royndirnar hava víst,
at prísáseting, sum hon er nú, ikki
skaffar fiskimonnum og reiðarum
hægri prísir, og so er frægasta
alternativið kapping.
MEN HER eigur eisini at verða
borið so í bandi, at okkara fiska-
mjølsvirki kann kappast við ut-
lendsk virki á so jøvnum føti sum
gjørligt. Tað kann tað ikki i dag,
og ein tann fremsta orsgkin fyri
hesum er oljugjaldið, sum varð
samtykt í fjør. Hetta hevur ta å-
virkan, at virkið hevur bert „ráða
til at gjalda ein prís, sum er fleiri
oy/kg minni enn virkið annars
kundi havt gjørt. Og tå markn-
aðurin á mjøli og lýsi er í botni,
verður talan um rættiliga mong
prosent.
HETTA TYKIST at vera rættiliga
høpisleyst. Lutvíst verður virkið
skert í kappingini um føroysku
råvøruna. Hetta kann so greidast
vid at økja studningin samsvar-
andi vid fallinum i avreidingar-
prisinum. Men tad sum er verri,
er, at virkið verður eisini skert i
kappingini um råvøru frá út-
lendskum skipum. Her hava ís-
lendskar landingar verið av
størsta týdningi seinastu árini.
Hesar hava hækkað samlaða
tonsatalið hjá virkinum, og hevur
hetta aftur merkt lægri útreiðslur
pr. kg. og tískil hægri prís enn
virkið annars hevði kunnað latið.
Merkir skert kappingarføri, at vit
missa hesar landingar, verða
tonsini færri, sum tær føstu út-
reiðslurnar skulu býtast við, og
merkir hetta aftur lægri prís. Tað
kann verða skjótt at meira verður
mist fyri minni á hendan hátt.
EIN LOYSN kundi verið, at fyri
framleiðslu til útflutnings skulu
vinnuvirki ikki gjalda oljugjald,
ella skal tað verða endurrindað.
Landsstýrið eigur at umhugsa
hvert hetta ikki er ein spurningur,
sum eigur at verða hugdur nærri
! .
at! 4
Til Katastrofu-Vilhelm:
Nr. 2 — 6. januar 1987
Størsta katastrofan
Í sambandi vid syrgiligu
busskatastrofuna inni å
Skålafjørdinum nevnir ein
landsstyrismadur, at
»flogvanlukkur og buss-
vanlukkur« eru tær
størstu hugsandi vanlukk-
ur okkara samfelag kann
koma fyri.
Hetta er ikki satt. Vit
búgva 15.000 fólk í einum
katastrofu-eki, sum er
meira vandamikid enn
Tjernobyl og Kiev í Sov-
jett. Tað eitur Tórshavn. Í
sjálvum miðbýnum hava
vit eina olju- og gass
goymslu, sum í eini kata
strofu kann beina fyr
mesta partinum av byn
um! Hvussu nogv heidu
munu 0ovggla O St
n brandbumban å Vid
nesi fer i luftina við einu
óhappi“
Mær vitandi er ongin
býur í heiminum, sum hex
ur ein katastrofuvanda
miklan krabbavekstur
mitt í einum miðbýi. Hvat
heldur Poul Michelsen
borgarstjóri um tað?
Kanska hann og ábyrgdar-
menn hansara hava tikið
flóttarætlanir til eftir-
tektar fyri tey 15.000 fólk-
ini í Havnini. Kanska til
Sunds.
Nei — flogvanlukkur
eru ein katastrofa — buss-
vanlukkur tað eisini, men
tað sum kann henda, um
ein spreinging hendir á
Viðarnesi, er ikki at líkna
saman við tað. Tá legst
Havnar býur í oyði.
Teir søgdu tað kundi
ikki henda í Three Mile Is-
land. Og at tað kundi ikki
henda í Tjernobyl.
O Og vit siga at tað
kann ikki henda á Viðar-
nesi við ollum ESSO-tang-
unum«
Tad hendi å Three Mile
Island
Tað hendi í Tjernobyl
Nær hendir nakað mitt
Havnar b ð taru
Sk >
i dt
æt
ni
hondina
Hann helt ikki hondina
yvir russum og ameriku
monnum
Og kanska fer kapital
isman eisini at torpesta
okkara fiskimið við atom
og eðrum úrgangi úr
Dounray í Skotlandi?
Hvat eru førovingar uttan
fiskimeguleikar? Tá
kanska vit kunnu
okkara oyggjar til NATO
og fáa okkara neyðars
45.000 íbúgvar fluttar til
ein fruktargóðan dal í
USA í California, har Oli
selja
Breckmann gerst guver-
nerur, og vit liva av frukt
og grønmeti, meðan
oyggjar okkara gerast
kjarnorkuroyndareki fyri
okkara kæra NATO, sum
„fólka<-flokkurin og hans-
ara humanistisku formenn
so djúpt niga fyri. >Fólk-
ið“ er bert eitt tal i telduni
hjá teim »følka«-valdu.
Og »javnardar«-menn
eru ikki skittin frægari.
Teir fara úr »Framanum«
inn í »systemiå« og gerast
eins narkotiseraðir a
systeminum sum narkom
anurin av herøininum
Lenda i tinginum, hag
borgaraligun
logu um tæna kap
i rat hvat er
iongur enn
nihilistur ... onki
armaður?
Ti vit
trugva á
hava onki at
uttan lort og
piss, og tað kunnu vit
sjálvi framleiða. Til stóra
katastrofan hendir. Tá er
ov seint at útnevna
KATASTROFUNEVND-
IR!!!
Heil og sæl til bumban
brestur:
Tivil tannleysi;
nihilistur
EFTIRUTBUGVING
Føroya Byggifrødingafelag skipar i døgunum 28. — 31. januar
1987 fyri skeidi å Hotel Vågar.
Skeidevnini eru hesi:
1. EDV
2. Entreprisu-leidsla
Skeiðið vendir sær til virkir, eftirlitsfólk og annars øllum áhug-
aðum.
Luttakaragjaldið er kr. 4.100,- íroknað er skeiðtilfar, matur og
Innivist.
Fråbodan um luttøku kann fara fram å tlf. 1 5996.
Seinasti fråbodanardagur er 20.01.87.