leygardagur 10. januar 1987síða 22
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Eitt klapp
á herðarnar
v/ Karl N. Hansen
„... hvat er tá maður, at tú minnist á
hann. ..!a (SI. 8,5)
Ein sjómansprestur sigur frá, at ongastðani
hevði hann kent seg so einsamallan, sum tá
hann fyrstu ferð spákaði einsamallur á Man-
hattan í New York. Menniskju í túsunda tali
kvikaðu sær aftur og fram í getunum millum
háhúsini.
Hesin presturin sigur víðari frá, at sum
hann gekk, var har onkur, sum klappaði hon-
um harðliga á herðarnar, og tá ið hann vendi
sær á, sá hann inn í eitt smílandi andlit á ein-
um sjómanni, sum hann kendi.
Hetta var ein login uppliving — tå hann
kendi seg so púra einsamallan — var har
kortini ein, sum kendi hann.
Væl vita vit, at ikki er neyðugt at fara líka
yvir til New York fyri at merkja einsemi; ein-
semi kunna vit líka so væl merkja her heima
á landi.
Men Gud hevur eina góða heilsan til okk-
um í dag, eitt kærleiksfult klapp á herðarnar
frá Faðiri okkara á Himni.
Sálmur 8,4-5: »Liti eg at tínum himni,
fingraverki tínum, mána og stjórnum, sum
tú hevur fest — hvat er tá maður, at tú minn-
ist á hann, og mannabarn, at tær kemur tað í
hug!<
Ikki ert tú gloymdur — Gud minnist til tín
og fylgir við tær, hetta er tann gleðiligi sann-
leikin, sum bíbilorðið undirstrikar.
Mangan eru vit úti fyri tí, at vit seta vón
okkara til at kunna koma saman við ødrum
menniskjum fyri at koma burtur úr einsem-
inum; men ofta gjørdust vit vónbrotin — ti
oll hevdu nógmikið við seg og síni.
ȯIl hugsa um seg, bert eg hugsi um meg.<
Hetta heitið á eini bók sigur í fáum orðum
tað, sum mong við beiskleika mugu sanna í
lívinum: eingin hugsar um meg — eingin
brýggjar seg um meg ella hevur tíð til mín.
Hetta er ikki satt — hetta er ein misskilj-
ing. Gud hugsar um teg — Gud brýggjar seg
um teg — og hann hevur tíð til avlops til tín.
Gud hevur altíð tíð til at vera saman við
okkum.
Tá okkum leingist eftir felagsskapi og
kærleika, er tað rættast at leita, har hetta er
at finna — og tað er hjá Gudi.
Gud veit, hvar tú ert, og hann vil vera
saman við tær.
Gudstænastur fyrsta sunnudag eftir
trettanda
Havnar kirkja: Axel Tórgarð
Vesturkirkjan: Høgni Poulsen
Nólsoy: Hans J. Joensen, altargongd
Hestur: Kjartan Mørkøre
Kvivik: Marjun Bæk kl. 12.00
Hósvík: Martin R. Jacobsen kl. 12.00, barnagudstæn-
asta kl. 15.00.
Norðskáli: Emil Olsen kl. 12.00, altargongd
Sjóvar kirkja: Peter Petersen kl. 12.00, altargongd
Leirvík: Torkil Beder kl. 12.00, altargongd
Klaksvík: Elsa Funding, altargongd
Beur: David Johannesen kl. 12.00, altargongd
Tveroyri: Jónsvein Bech kl. 12.00, altargongd
Famien: Jónsvein Bech kl. 19.00, altargongd. Talvan
gongur til frama fyri Bíbliufelagið.
Porkeri: Bjarni Bæk kl. 12.00, altargongd
Leiti: Bjarni Bæk kl. 17.00, altargongd
Í ellum kirkjum í Eiðis prestagjaldi gongur talvan til
frama fyri Heidningamissiónina.
KFUM og KFUK, Tórshavn
Sunnukveldið kl. 20.39 verður i KFUK almennur fundur
við Sten Erik Løvgreen, stiftsskrivstovuleidara úr Al-
borg.
Evni: Bangladesh og arbeiðið í donsku Santalmissión-
ini í talu og myndum.
Innsavning til Santalmissiónina.
KFUK, Tórshavn
Várgleði hevur fund týsdagin kl. 16.00
Norea
Radio
Danmark
Millumbylgju 1467 kHz
kl. 19.30—19.45
Norskar. sendingar eru
stuttbylgju, 31 metra-bandi-
num hvenn dag kl. 8.00.
Mánadagin: »Levende vand«
Jakob Breum Mogensen luttekur.
1. januar fingu Tór-
- -
Sr s0Sialurin Nr. 4
6. januar fingu Sól-
10. januar 1987
Ætlanin er at skriva tríggjar málteigar um,
hvussu ið vit siga um hond og fót, nekur demi.
Á fornmálinum var hondin upp í ekslina.
Sagt verður um Bresti, at hann hegdi til Hav-
grims við sverði - - - ok klauf ofan øxliona ok síð-
una, svá at høndin fell frá í burt
Nú man eingin vera, sum sigur ikki, at Brestir
hegdi tl Havgríms, so at armurin fell burturfrá.
Í nøkrum ferum siga vit hond heilt upp í øksl-
ina.
Vit sita, at menn stóðu upp undir hendur í
sjógv.
Í einari segu stóð skrivað: Tey fóru vaðandi
gjøgnum kavan heilt upp undir armar.
Tað betra málbrúkið man vera: Tey fóru vað-
andi gjøgnum kavan, upp undir hendur.
Mangan munnu konur og gentur siga: Nú er
bulurin komin upp undir hond.
Onkuntíð munnu vit hava hoyrt sagt: Eg havi
so ilt undir hondini.
Menn skuldu fara eftir einum gásarunga, sum
var farin útav. Ein maður var farin undan hinum
og farin niður. Ein, ið skuldi hjálpa honum, tók
soleiðis til: >Tá ið vit komu út, tá kom hann upp-
aftur við gásarunganum undir hondini.«
Ikki hevdu fólk hildið tað verið gott mál at sagt
at hann bar gásarungan undir arminum.
Hann foldaði hendurnar og bað eina ben, soleið-
is stóð skrivað. At falda hendurnar er komið úr
fremmandum máli
Martin Joensen sigur í seguni, Eitt toruæl:
Drongurin situr alspentur og hyggur at borðisk-
inum, sum mamman kemur við. Hann man vera
svangur, neyðardýrið! Hann heldur hendurnar
saman undir borðinum
Sv.T.
KJARTAN
DALSGAARD
TRYGGINGAR
( UMBOÐS
X STOVA
NHOYDALSVEGUR 6
TLF 1 5222
MEIMA TLF 1 2940
Læknavaktirnar
Tórshavn: Kristianna
Nordendal, tlf. 12979,
leygardag og Kaj
Kallsberg, tlf. 13150,
sunnudag.
Eysturoy: Sverri
Lamhauge, tlf.
48016, leygardag og
Pól Johs. í Horni, tlf
Vælkomid
Litla barn
27. desember fingu
Þóra Þóroddsdóttir
og Martin Næs, Tórs-
havn, ein son.
31. desember fingu
Elinborg og Gunnleif
Danielsen, Tórshavn,
ein son.
hild og Suni Drangá,
Skopun, ein son.
2. januar fingu Karin
og Helgi Joensen,
Vestmanna, ein son.
2. januar fingu Elisa-
beth Egholm og Páll
Hejgaard, Tórshavn,
ein son.
3. januar fingu Lilly
og Jóhan Petur Abra-
hamsen, Porkeri, ein
son.
3. januar fingu Krist-
ina Vesturklett og
Frank Hansen, Tórs-
havn, eina dóttur.
bjørg og Hans Jákup
Johannesen, Skála,
ein son.
7. januar fingu Sús-
anna og Bjarki Hen-
riksen, Sandur, ein
son.
7. januar fingu Elin
og Jógvan Norðbúð,
Tórshavn, ein son.
8. januar fingu Sig-
ver Lamhauge og
Poul Beder, Tórs-
havn, eina dóttur.
8. januar fingu Krist-
hild og Jónfríður,
Strendur, ein son.
44038, sunnudag
Norðuroyggjar:
Steingrímur Weihe,
tlf. 55300
Vágar: Tlf. 32413
Suduroy (nordur): Tlf
71560
Suduroy (sudur): Tlf.
73030
Tannlæknavakt
Torshavn
Bráðfeingishjálp
fæst í dag og í morgin
kl. 13.00—14.00. Tlf.
14544.